mikudagur 16. desember 2009síða 28
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
ÍTRÓTTARBLAÐIÐ
Sosialurin 16. desember 2009
Kappingin í Eik-liguni hjá
kvinnum nærkast jóla-
steðgi num. Í kvøld spælir
Fleyr á útivølli ímóti KÍF, og
í annaðkvøld skal Mjølnir á
úti vølli møta Drátti
Tvey av fremru liðunum í Eik-liguni
hjá kvinnum hava í kvøld og í
annað kvøld møguleikan at styrkja
sína støðu og møguleikarnar fyri
ein um plássi í FM-finalunum í mars
mán aði. Sum er, er SÍ so mikið langt
fremst, at har verður neyvan meira
enn finaluplássið hjá hinum at
kapp ast um.
Annað av liðunum, sum kann taka
seg longur fram á stigtalvuni, er
Fleyr, ið skuldi havt fólkið til at kapp-
ast heilt har frammi, men hevur havt
ov óstøðug avrik. Í kvøld klokkan
19.30 skal Fleyr til Kollafjarðar at
spæla ímóti KÍF, og óansæð vantandi
støðu festi, er Fleyr stórfavorittur at
vinna henda dystin.
Mjølnir ímóti Drátti
Hitt liðið, ið eisini kann gera ein vørr,
er Mjølnir, sum higartil hevur sæð út
sum besta boðið upp á ein finalist
aftur at SÍ. Mjølnir hevur tikið seg
nógv fram og hevur væl og virðiliga
megnað at varðveitt annaðplássið,
sum liðið hevur havt alla tíðina.
Mjølnir skal í annaðkvøld klokkan
18 royna seg ímóti Drátti, sum er tað
lægsta av teimum liðunum, ið kapp-
ast um finalupláss. Úrslitini hjá
Drátt i hava ikki verið eftir vild, men
liðið tykist vera í ferð við at fóta sær.
Tó má Mjølnir roknast sum favorit-
tur, og alt annað enn ein sigur til
klaks víkskvinnur má metast sum
eitt rættiliga óvæntað úrslit.
Dystirnir í kvøld og í annaðkvøld
eru tveir av teimum trimum síðstu,
áðrenn Eik-ligan hjá kvinnum fer í
jóla frí. Tann triði verður leygardagin
klokkan 14, tá TB í Trongisvági tekur
ímóti ÍF.
Móti Spania var Noreg
aftan fyri við seks málum
í steðginum, men tær
megnaðu kortini at spæla
seg í hálvfinaluna í HM í
kvinnuhondbólti
Norska kvinnulandsliðið í hondbólti
hevur rokkið enn einari hálvfinalu.
Het ta gjørdist veruleiki, tá norsku
kvinn ur nar vunnu oddadystin í
millum spælinum
ímóti
Spania.
Dystur in endaði 27-24 til Noreg.
Tað sá tó svart út í fyrra hálvleiki,
tá einki gekk eftir vild hjá Noregi, og
var støðan 14-8 til Spania, tá liðini
fóru til hálvleik.
Men í seinna hálvleiki gjørdu
norsku kvinnurnar eitt øðilig come-
back. Tá fimm minuttir vóru farnir av
seinna hálvleiki, var spanska leiðslan
trý mál, og tá 10 minuttir vóru farnir,
var Spania á odda við bert tveimum
málum. Norska verjan fann stór-
spælið fram, og tá eitt korter var far-
ið, javnaði Noreg til 18-18.
Seinasta korterið var Noreg klárt
betri, og vann at enda rættiliga
trygt. Talan er um ein stóran per són-
lig an sigur fyri íslendska venjaran,
Tórir Hergeirsson, sum tók yvir
aftan á Marit Breivik, sum vann 11
EM, OL og HM-heiðursmerki við
norska liðnum.
Tapi móti Angola gjørdist
dýrt hjá Danmark, sum í
gjár tapti 30-25 móti Russ-
landi
Dysturin varð spældur tíðliga sein-
na partin í gjár, og fyrstu løtuna gekk
sera javnt á í tempo-fyltu upp-
gerðini.
Undan steðginum dróg Russland
frá, og hóast Danmark fleiri ferðir
mink aði munin niður í tvey mál, so
meg n aðu tær ikki av álvara at skala
russisku kvinnurnar, sum alla tíðina
hildu høvdið kalt og koyrdu sigurin
heim.
Tað byrjaði annars so væl hjá
Dan mark, sum vann fyrra bólka-
spæl ið. Í millumspælinum taptu tær
móti Svøríki og Angola, og serliga
seinna tapið av hesum kom illa við.
Tí gjørdist dysturin móti russum
púrasta avgerandi, og her eydnaðist
altso ikki Danmark at vinna.
Mjølnir og Fleyr
vilja halda stand
Fleyr skal í kvøld til Kollafjarðar at styrkja sær um støðuna á stigatalvuni, og í annaðkvøld skal
Mjølnir ímóti Drátti á Giljanesi gera tað sama
Mynd: Hilmar Jan Hansen
Eik-ligan, kvinnur
vunnin
tapt
sett-
dystir
v -
t
sett
sett
munur
stig
1 SÍ
9
9 -
0
27
3
24
18
2 Mjølnir
8
6 -
2
20
10
10
12
3 TB
8
5 -
3
18
10
8
10
4 Fleyr
9
5 -
4
17
16
1
10
5 Dráttur
9
4 -
5
17
16
1
8
6 ÍF
9
1 -
8
3
24
-21
2
7 KÍF
8
0 -
8
1
24
-23
0
Noreg stóð
royndina
Íslendski venjarin hjá Noreg, Tór Hergeisson, var ovurfegin, tá lið
hansara hevði vent vónleysari støðu til sigur
Eingin hálvfinala
til Danmark
heris@sosialurin.fo
Heri Simonsen
jakup@sosialurin.fo
Jákup Mørk
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan
Hansen