Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-16, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. desember 2009síða 29

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SSosialurin 16. desember 2009 – Nr. 241 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 29 Vann hálva millión í Activ Á Kiosk Activ í Havn fingu tey í gjár fráboðan um, at ein kundi, sum hevur spælt hjá teimum, hevði 12 røtt á kuponini herfyri, og lønin fyri ómakin er 500.000 krónur. Tann 8. november var føroyski spælarin einsamallur um at raka 12 røtt, og tað gav honum høvuðsvinningin. Tips12 er hvønn sunnudag, og bæði í teirru puljuni og í puljuni til 13 dystir er jackpot komandi vikuskiftið, tá eingin tippari hevði allar dystirnar rættar seinasta vikuskiftið. USA vil hava HM Saman við níggju øðrum londum er USA nú við í kapprenningini um at hýsa HM-endaspælinum í fótbólti í 2018 ella 2022. Ein hending, sum sambært amerikansku nevndini, sum arbeiðir við málinum, kann skapa inntøkur fyri fimm milliardir dollars og skapa 100.000 arbeiðspláss. Millum teirra, sum eru í nevndini, sum skal fyrireika amerikonsku umsóknina, eru somikið mætir menn sum Henry Kissinger, Robert Kraft og Arnold Schwarzenegger. Venjarin hjá Liverpool sig ur seg við vissu kunna stað festa, at felagið aftur í ár verður millum tey fýra bestu í Onglandi Hóast Liverpool í løtuni hevur hag- tøl, sum staðfesta, at liðið bert hevur vunnið tríggjar av seinastu 15 dystu num, og hóast støðan í Premi- er League er alt annað enn nøktandi hjá felagnum, so noktar Rafael Benit ez fyri at vera dapurskygdur. - Tað týdningarmesta er, at vit støðugt betra okkum. Seinastu fimm árini hava vit styrkt felagið á øll um økjum, og tað mugu vit ikki tveita fyri borð, bara tí tað beint nú gongst minni væl. - Vit mugu framvegis arbeiða hart og miðvíst, og talan er bert um heilt smá ar lutir, sum skulu betrast, áðr- enn úrslitini aftur eru við okkum. - Enn eru 22 dystir eftir at spæla, og eg kann siga fyri vist, at vit verða í top-4 við kappingarlok. Vit hava eitt lið, sum er nógv sterkari enn tað, sum vit hava víst í seinastuni, sigur Rafael Benitez. Villa hóttir Samstundis er Aston Villa í fullari ferð við at bróta dominansin, sum tey fýra stóru hava havt í Onglandi seinas tu nógvu árini. Útisigurin á Old Trafford leygar- dagin undirstrikaði, at Aston Villa hevur potentialið, og í gjár lupu teir upp á triðjaplássið við sigri móti Sunde rland. Ein av teimum, sum væl dugir at síggja Aston Villa millum heiðurs- merk ini, er Carlos Ancelotti, venjari hjá Chelsea. - Aston Villa hevur eitt sera vanda- mikið lið, sum Liverpool og kanska eisini Arsenal skulu vara seg fyri. Teir vunnu móti okkum og teir vunnu móti Manchester United, og sjálvur haldi eg, at Martin O’Neill hevur gjørt eitt framúrskarandi arbeiði í felag num, sigur Ancelotti. Alwx Ferguson stóð í gjár á odda fyri sínum 900. dysti fyri Manchester United. Við tryggum sigri á einum skerd um Wolverhampton vunnu meistararnir seg ájavnt Chelsea, sum spælir í kvøld Seinasti parturin av desember er ofta tíðin, har skilnaður kemur í odd in í ensku Premier League. Og sjálv ur hevur Sir Alex Ferguson ofta tikið til, at tað er júst í tøttu jóla- skránni, at meistarin verður funnin. Í so máta kundi venjarin hjá Man- chester United ikki ynskt sær betri byrjan, tá tað í gjár eydnaðist at vin- na 3-0 á útivølli móti Wolves í dysti- num, sum var nummar 900 hjá Sir Alex sum venjara í Manchester. Kringstøðurnar vóru tó kanska held ur merkisverdar. Wolves vann um vikuskiftið á útivølli móti Totten- ham, men hóast hetta hevði Mick McCarthy valt at skifta 10 spælarar út í mun til tann dystin. Orsøkin var, at Wolves longu leygardagin hevur sera týðandi dyst móti Burnley, og roknað verður við, at hetta verður ein av dystunum, sum kann gerast heilt avgerandi í botnstríðnum. Men tey fyrilitini blíðkaðu ikki heima áskoðararnar. Støðugt róptu tey, at tey vildu hava síni £40 pund aftur, og hóast eykaliðið hjá Wolves royndi at stríðast, so megnaðu teir lítið móti gestunum, sum við málum frá Rooney, Vidic og Valencia skutu seg ájavnt Chelsea í oddinum. Í botninum vann Bolton sera týð- andi sigur á West Ham. Eitt úrslit, sum bar við sær, at liðini hoppaðu hvør sín veg um niðurflyting ar- strikuna. Premier League vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Chelsea 16 12 - 1 - 3 40 13 27 37 2 Man Utd. 17 12 - 1 - 4 37 14 23 37 3 Aston Villa 17 9 - 5 - 3 28 14 14 32 4 Arsenal 15 10 - 1 - 4 40 19 21 31 5 Tottenham 16 8 - 3 - 5 35 22 13 27 6 Birmingham 17 8 - 3 - 6 18 17 1 27 7 Man City 15 6 - 8 - 1 29 21 8 26 8 Liverpool 16 7 - 3 - 6 32 22 10 24 9 Fulham 16 6 - 5 - 5 20 17 3 23 10 Sunderland 17 6 - 3 - 8 22 24 -2 21 11 Stoke 16 5 - 6 - 5 15 19 -4 21 12 Blackburn 17 5 - 4 - 8 17 30 -13 19 13 Burnley 16 5 - 3 - 8 20 34 -14 18 14 Wigan 16 5 - 3 - 8 19 36 -17 18 15 Everton 16 4 - 5 - 7 22 30 -8 17 16 Hull 17 4 - 5 - 8 17 34 -17 17 17 Bolton 16 4 - 4 - 8 23 33 -10 16 18 Wolves 17 4 - 4 - 9 15 31 -16 16 19 West Ham 17 3 - 5 - 9 25 34 -9 14 20 Portsmouth 16 3 - 2 - 11 14 24 -10 11 Úrslitini í Premier League Týkvøldið Sunderland-Aston Villa 0-2 Birmingham-Blackburn 2-1 Bolton-West Ham 3-1 Manchester Utd.-Wolves 3-0 Mikukvøldið Burnley-Arsenal Chelsea-Portsmouth Liverpool-Wigan Tottenham-Manchester City Nummar 900 hjá Sir Alex Rafa er púra vísur í top-4 jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk Í dag spælir Liverpool á heimavølli móti Wigan. Flestu eyg­ leiðarar eru á einum máli um, at alt annað enn ein sigur vil gera kritikkin móti Benitez harðari, enn gott er