fríggjadagur 7. desember 2001síða 13
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 237 • fríggjadagur • 7. desember 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo
Mánadagin kemur
bókin, Føroyar í HM-
fótbólti, undankapp-
ingin 2000/2001, til
landið. Talan er um
bók, sum Súni
Merkistein hevur
skrivað um júst lidnu
HM-undankapping-
ina hjá landsliðnum,
og hevur bókin ein
rættiliga persónligan
vinkul
BÓKAÚTGÁVA
Jákup Mørk
Hetta er ikki fyrstu ferð, at
ein bók verður givin út um
føroyska landsliðið. Tá
landsliðið í 1998 hevði 10
ár á baki í altjóða høpi, varð
bók eisini skrivað um
gongdina fram til tá, men
hetta er so fyrsta ferðin, at
bók verður skrivað serstakt
um eina undankapping.
Drúgvur høvundur
Tað er útvarpsmaðurin,
Súni Merkistein, sum hevur
skrivað bókina, og flestum
kunnugt, so er hann ikki
nakar ársungi í fakinum.
Síðani 1989 hevur hann
fingist við ítróttin í Útvarp-
inum, og síðani 1996 hevur
hann verið fastur frásøgu-
maður til kappingar av
ymsum slag, sum hava ver-
ið varpaðar út.
Ein partur av hesum hev-
ur sjálvandi verið at fylgt
fótbóltslandsliðnum á dyst-
um sínum, og við einum
undantakið - 8-1 tapið fyri
Jugoslavia í 1997, hevur
Súni verið við til allar und-
ankappingardystirnar hjá
landsliðinum.
Væl nøgdur
Um bókina, sum nú verður
givin út, sigur Súni, at av-
gerðin um hetta varð tikin í
juli mánaði í ár.
– Hugskotið er sjálvandi
nakað eldri, men endaliga
avgerðin varð so tikin í
summar. Sjálv skrivingin
byrjaði tó ikki fyrr enn í
august mánaði, tá eg hevði
summarfrí, men tað kom tó
ikki so nógv á skaftið fyrstu
tíðina, sum eg hevði vónir
um. Eftir hetta er so tað
mesta av frítíðini farin til
bókina, umframt at okkurt
er avspákað, so tað hevur
verið eitt sindur strævið.
Um
endaliga
úrslitið
heldur høvundurin, at tað
man vera á eini góðari leið.
– Sjálvandi er tað altíð
okkurt, sum eg kundi hugs-
að mær øðrvísi ella betri.
Eitt nú kundi eg ynskt mær,
at meira tíð varð sett av til
rættlesturin, men hinvegin
kanst tú altíð blíva við við
at finna onkur smávegis
mistøk. Tað skuldi tó ikki
verið talan um nakrar ógv-
usligar villur av nøkrum
slag, og alt í alt eri eg væl
nøgdur.
Úrslitini nógv at siga
Nú undankappingin er lið-
ug, stendur eftir, at talan
úrslitaliga hevur verið um
bestu føroysku undankapp-
ingina nakran tíð. Hetta er
sjálvandi eisini nakað, sum
kann geva søluni av bókini
eitt eyka skump, og Súni
viðgongur eisini, at hann
kanska hevur verið eyka
spentur um úrslitini hesa-
ferð.
– Ikki minst undan
heimadystinum móti Luks-
emburg var eg sera spentur.
Tað var jú greitt, at um vit
vunnu, so høvdu vit fleiri
stig, enn vit nakran tíð áður
hava havt, og fyri bókina er
hetta sjálvandi gott.
– Hinvegin hugsaði eg
eisini, at um talan kanska
gjørdist um tap, so var tað
einki serligt. Kanska høvdu
fólk hildið, at undankapp-
ingin var av heldur lakari
slagnum, og soleiðis vent
bókini ryggin. Tíbetur varð
úrslitið gott, tó at hetta tók
sína tíð at fáa til høldar.
Sleppa nærri
landsliðnum
Um bókina sjálva er annars
at siga, at talan ikki er um
eina útgáva, har tað bert
verður tikið saman um teir
dystir, sum landsliðið hevur
leikt.
Sjálvandi verða hesir
nevndir í stuttum, men í
nógv størri mun hevur Súni
roynt at givið bókini ein
persónligan dám, soleiðis
at lesaran skal sleppa eitt
sindur nærri landsliðnum,
enn
áskoðarin
vanliga
sleppur.
Stórur
dentur
verður
lagdur á upplivingarnar til
útidystirnar, og ikki minst
fáa ferðirnar til Beograd og
Moskva drúgva umrøðu. Á
hesum ferðum áskoðararnir
nevnliga ikki við.
Annars er bókin býtt upp
í 14 partar. Teir tíggju
undankappingardystirnir
hava ein part hvør. Dysturin
móti Danmark, sum ikki
var í undankappingarhøpi,
fær ein. Avboið hjá Toda og
endin av samstarvinum við
Allan Simonsen fáa ein, og
so er fyrsti parturin av
bókini settur serstakt til
størstu hendingina í undan-
kappingini.
Bókin er 256 litsíður til
støddar, og er talan um hóp-
in av myndum. Flestar av
hesum hevur Álvur Har-
aldsen á Sosialinum tikið,
og er talan í stóran mun um
myndir, sum ikki hava verið
á prentið áður. Repro-Z í
Havn hevur staðið fyri
grafiska arbeiðinum.
Prísurin á bókini er ikki
endaliga fastlagdur, men
roknað verður við, at talan
verður um knappar 300
krónur.
Sleppa nærri at
landsliðnum
Soleiðis sær hon út. Nýggja bókin um landsliðið, sum Súni Merkisstein hevur skrivað
Sum einasti fjølmiðlamaður hevur Súni verið við til allar
undakappingardystirnar hjá Føroyum hesa ferð. Her er hann
avmyndaður á Zentral-stadion í Ljubljana, Slovenia
Mynd: Álvur Haraldsen
Todi Jónsson kundi
møguliga verið
tøkur til stórdyst-
irnar móti Borussia
Dortmund og
Brøndby, men hev-
ur heldur valt at
bíða til komandi ár
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Á
heimasíðu
sínari,
www.todi.fo,
skrivar
føroyski FKC-leikarin,
at hann nú aftur er førur
fyri at taka lut í dystum.
Hetta merkir, at Todi
kundi verið við í dyst-
inum týskvøldið ímóti
Borussia
Dortmund,
eins og í komandi stór-
dystinum móti Brøndby,
men so er kortini ikki.
Á heimasíðuni sigur
Todi, at hann heldur tað
ikki vera rætt av sær at
spæla við í tveimum so-
mikið týðandi dystum,
tá hann enn ikki er
100% klárur til dystirn-
ar. Hetta kundi kanska
kostað eitt bakkast, so-
leiðis at skaðin aftur fór
at gera um seg, og tí
takkaði hann nei. Eisini
hóast talan her er um
tveir av størstu dyst-
unum á árinum.
Todi tók heilsuna
framum
25
24
Nr. 237 - 7. desember 2001
KROSSORÐ
Rosa Strøm
Hoyvíksvegur 43
100 Tórshavn
Hvønn fríggjadag
er krossorðagáta í blaðnum. Drigið verður millum røttu
innsendu loysnirnar. Vinningurin er ein bók frá Bóka-
deild Føroya Lærarafelags ella Føroya Skúlabóka-
grunni. (Krossa av á listanum høgrumegin, hvørja tú
best kundi hugsað tær).
Fyri at verða við í dráttinum um vinningin, má loys-
unarorðið vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin.
Vinnarin verður saman við loystu gátuni kunngjørdur í
blaðnum næsta fríggjadagin.
Sendið loysunarorðið til: Sosialurin, Box 76, 110 Tórs-
havn – og viðmerkið »Krossorðagáta nr. …« á bjálvan.
Vinnari:
Loysunar-
orðið: ………………………………………
Navn: ………………………………………………………
Bústaður: ………………………………………………
Bygd/býur: ………………………………………………
283
Lesið føroyskt – hugsið føroyskt!
Frá BÓKADEILD
FØROYA LÆRARAFELAGS:
❑Úti á leysum oyggjum - Marianna Debes Dahl
❑Matur í myndum - Sigrid Dalsgaard/
Beinta Johannesen
❑Í skýmingini - Sofía Petersen/Elinborg Lützen
❑Meistarin og teir fýra skrivararnir
- Ulf Nilsson/Karl N. Hansen týddi
Frá FØROYA
SKÚLABÓKAGRUNNI:
❑Mállæra - Paulivar Andreasen/Árni Dahl
❑Rura - Þóra Þóroddsdóttir
❑Føroya jarðfrøði - Jóannes Rasmussen
❑Íslandsklokkan - Halldór Laxness
❑Fólk og mentan - Jóan Pauli Joensen
Bøkur og annað tilfar
– bæði innan og uttan skúlagátt
TILTØK
Loysnin frá seinastu viku
Loysunarorðið: KANDAHAR
Malta, Hirtshals
Sunnudag: Kl. 11: Breyðbrót-
ing. Kl. 18: Evangeliskur
fundur. Mikukvøld kl. 20:
Bønar- og uppbyggingarmøti.
Øll eru hjartaliga vælkomin
til hesi møti. Eftir fundirnar
bjóða vit ein drekkamunn.
Kristnastova
Birmavej 36, København S,
tlf. 32551809 fax. 32586149
e-mail:
kristnastova@get2net.dk
Kristiligur fundur er hvørt
fríggjakvøld kl. 20. Møti við
breyðbróting er hvønn sunnu-
morgun kl. 11. Sunnu-
dagsskúli er samstundis.
Bussarnir 5, 9, 12, 13, 37, 38
steðga nærhendis.
Føroyskt møti í Ålborg
Føroysk møti eru fyrsta leyg-
ardag í hvørjum mánaði kl.
19 í hølunum hjá Bethania
kirkjuni á Dag Hammer-
skjølds Gade 2. Drekkamuður
er aftaná, øll eru hjartaliga
vælkomin. Tit vælkomin at
ringja til Annfinn Hjelm, tlf.
29725733.
Føroyahúsið í
Keypmannahavn
Vesterbrogade 17A
1620 København V
Telefonupplýsing: 33231586
Dagliga telefonin: 33231587
Fax 33231588
E-mail addressa:
postur@faroehouse.dk
Heimasíðan:
www.faroehouse.dk
Á heimasíðuni er skráin,
smátíðindi, feløgini og links
víða um.
Kaffistovan er opin má.- frí.
kl. 14 - 19
Bókasavnið um somu tíð.
Føroyskur døgverðamatur,
fløgur, bøkur og pløgg fáast
til keyps.
Vilt tú leiga ella skipa fyri
tiltaki í húsinum, vendir tú
tær til leiðaran.
Føroyingarfelagið í
Aalborg
Lille Kongens Gade 10 B.
Tel. 98136330
E-mail:
ffaalborg@mail.tele.dk
Álaborg er opin soleiðis:
Fríggjadag: Fimmarin frá
17.00 til 19.00
Leygardag: Opið hús frá
22.00 til 03.00.
Álakórið venur hvønn sunnu-
dag kl. 18.00.
Kortkvøld er annaðhvørt
fríggjakvøld frá kl. 19.00
Føroyskur dansur er annað-
hvørt hóskvøld kl. 19.30.
Annars vera tiltøk, ið verða á
skránni, lýst í Túnatosi, sum
kemur út einaferð um
mánaðin.
Føroyingafelagið í
Odense
hevur opið hvørt fríggjakvøld
frá kl. 20. Tú finnur okkum á
Rugårdsvej 21 (kjallarin),
5000 Odense C.
Tlf.: 25395563
Teldupostur: ffo@post.gs
www.ffo.subnet.dk
Føroyingafelagið við
fjørðin
Jægerspris. Vit hava ymisk
tiltøk nakrar ferðir um árið.
Kundi tú hugsað tær at vita
meira um felagið, ella lokalt,
so ring til Fríði tlf. 47317438
Gudni tlf. 47387748
Føroyingafelagið í Svøríki
Vit hava tiltøk nakrar ferðir
um árið. Nærri upplýsingar
fáast við at venda sær til
Annu Westfahl á
tlf. +46176269536 ella Innu
Törnroos á
tlf. +468853570.
Føroyingafelagið
Vesturskin, Bergen
Vit skipa fyri tiltøkum nakrar
ferðir um árið. Nærri upplýs-
ingar við at venda sær til
Elsebeth Reines, tlf.
55229049.
Vika 49 – 5. desember
Vinnaratøl: 04 - 29 - 35 -
36 - 39 - 44
Eykatøl: 15 - 26
6 vinnaratøl:
3.778.539,- kr.
5 vinnarat.+ eykatal 199.959,- kr.
5 vinnaratøl:
5.107,- kr.
4 vinnaratøl:
145,- kr.
3 vinnaratøl:
44,- kr.
––––––––––––––––––––––––
Sosialurin tekur onga ábyrgd
av møguligum villum
VALUTAKURSIR
USA
Dollarar
Bretland
Pund
Týskland
Markur
Svøríki
Króna
Noreg
Króna
Frakland
Frankur
Belgia
Frankur
Sveits
Frankur
Holland
Gyllin
Italia
Liri
Finnland
Markur
Ísland
Króna
Eysturríki
Skillingur
Spania
Pesetas
Portugal
Escudos
Kanada
Dollari
Grikkaland Drakmur
Japan
Yen
Írland
Pund
Evra
05.12.01
834,6300
1186,3800
380,6900
78,8700
92,8300
113,5100
18,4570
505,1700
337,8700
0,3845
125,2300
7,7100
54,1100
4,4750
3,7140
530,2800
2,1850
6,7230
945,4100
744,5700
Ultimo
november
839,8100
1195,0500
380,4800
78,6100
93,6200
113,4500
18,4470
505,4700
337,6900
0,3843
125,1600
7,8100
54,0800
4,4720
3,7120
532,0000
2,1840
6,7756
944,8900
744,1600
C
M
Y
K
24