Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-12-07, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. desember 2001síða 12

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 237 - 7. desember 2001 Nr. 237 - 7. desember 2001 23 UTTAN ÚR HEIMI Eitt uppskot hjá ES- nevndini um at lata skipasmiðjunum stuðul í kappingini við suðurkoreansku skiðasmiðjurnar vinnur ikki frama ÚTLAND Fartekst Tað var belgiski handils- kommiserurin, Pascal Lamy, sum hevði skotið upp, at ES skal veita sínum skipasmiðjum fíggjarligan stuðul, so tær kunnu standa seg í kappingini við skipa- smiðjurnar í Suðurkorea, sum fáa munandi stuðul frá tí almenna. Men uppskotið vann ikki frama millum politikarar nar. Tað vóru serliga Týsk- land og Spania, sum tóku undir við uppskotinum um stuðul til skipasmiðju- ídnaðin, meðan lond sum Bretland, Holland og Dan- mark vóru ímóti. ES-nevndin ætlaði at seta stuðulin í gildi, men at ES samstundis skuldi senda handilssamgonguni WTO eina kæru um tann suður- koreanska stuðulin. Men hesum vildu ráðharrarnir ikki taka undir við. Teir halda, at nevndin kann kæra Suðurkorea uttan at seta stululsskipanina í gildi. Í danska skipasmiðju- ídnaðinum eru teir væl nøgdir við, at stuðulsskip- anin varð vrakað. Sagt verður, at ein tílík skipan hevði verið ymisk í teimum einstøku londunum í ES, og at stuðulin tí hevði av- skeplað kappingina. Skipasmiðjurnar fáa ikki stuðul Argentinska stjórnin leitar eftir pengum til at gjalda tær nógvu rokningarnar, sum liggja og bíða ÚTLAND Fartekst Stjórnin í Buenos Aires hevði vónað, at altjóða gjaldoyragrunnurin IMF fór at játta landinum eitt lán afturat, men seint í gjár- kvøldið svaraði grunnurin, at hann er ikki sinnaður at læna Argentina meiri peng- ar. Hesaferð hevði argen- tinska stjórnin søkt um góðar tíggju milliardir krónur. Avgerðin hjá grunninum ber í sær, at tann sera vánaligi búskap- urin nú verður uppaftur verri fyri. Argentinski tjóðbankin hevur boðað frá, at tað kann gerast neyðugt at loysa virðið á landsins gjaldoyra, pesos, frá amerikanska dollaranum. Virðið á ar- gentinskum partabrøvum fall, tá tað frættist um av- gerðina hjá IMF, og altjóða búskaparfrøðingar siga, at nú er vandi fyri skrædli í triðistørsta latínameri- kanska búskapinum. Argentinska uttanlands- skuldin er í dag umleið 1100 milliardir krónur. Tað merkir, at hvørt mansbarn í landinum skyldar umheim- inum meira enn 30.000 krónur. Seinastu dagarnar hava nógvir argentinar valt at tøma sínar bankabøkur, tí fólk bera ótta fyri, at bank- arnir fara á húsagang. Mánadagin noyddist stjórn- in at seta mark fyri, hvussu nógvar pengar fólk kunnu taka út. Tá høvdu fólk tikið næstan tíggju milliardir krónur út eftir einum samdøgri. Búskaparkreppa í Argentina Norska stjórnin hevur enn einaferð fingið ein virknan lut sum millummaður í Miðeystri. ÚTLAND Fartekst Tá norski forsætisráðharr- in, Kjell Magne Bondevik, í gjár fór á fund við ameri- kanska forsetan, George W. Bush, var tað ikki einans sum norskur stjórnarleið- ari, at hann hitti ameri- kanska forsetan. Stutt undan fundinum hevði Kjell Magne Bonde- vik sitið á norsku sendi- stovuni í Washington og tosað í telefon við ísraelska forsæltisráðharran, Ariel Sharon. Evnið var eitt bræv, sum Bondevik hevði fingið frá palestinska leiðaranum, Yasser Arafat, har hesin bað norska forsætisráðharran royna at ávirka Bush, so teir palestinsku myndug- leikarnir kundu fáa betri stundir til at handtaka teir, sum hava skipað fyri at- sóknunum í Ísrael í sein- astuni. Í brævinum skrivaði Ara- fat, at hann var til reiðar at eftirlíka ísraelska og ameri- kanska kravinum um at fongsla teir seku, men at tey áhaldandi ísraelsku álopini gjørdu hetta ómøguligt. Arafat hevði eisini eini beinleiðis boð til George W. Bush í bræv- inum, men einki er sagt um, hvat tað var. Kjell Magne Bondevik hevur fyrr sagt, at Noreg er til reiðar at virka sum millummaður í Miðeystur- kreppuni - eina ferð enn. Líkt er til, at partarnir hava tikið hann upp á orðið. Noreg aftur virkið í Miðeystri Kjell Magne Bondevik, norski forsætirmálaráðnarrin, hevur fingið bræv frá Yassir Arafat, sum biður hann hjálpa sær í stríðnum í Miðeystri Mynd: Jan Müller LISTAFRAMSÝNING Tíðindaskriv Í dag, 7. desember, letur Nadia Mazzoni upp aðru listaframsýning sína í Smiðjuni í Lítluvík. Á framsýningini eru 26 verk, øll frá í heyst. Í mun til fyrstu fram- sýningina, har einasta tøknin var akryl, er spennivíddin hesa ferðina størri. Tey nýttu tøknini, olja, kol og tusj, eru øll samansjóðaði í ymsum samansetingum. Tað nýtta tilfarið hevur ment seg frá lidnum til sjálvgjørt tilfari, líka frá løriftum og ramm- um til sjálva oljumálingina, ið er tilvirkað av litevnum og olju, eins og tey gjørdu í Miðøld. Tað er eisini í tí sjálvgjørda, at tað serstaka er í hesi framsýningini, allar plátur og rammur eru gjørdar úr óruddi funnið í Havnar gøtunum. Menniskjan verður sett í miðdepilin í hesi fram- sýningin, menniskjakropp- urin, skapið av kroppinum og kenslunum, sett í ymsk umhvørvi. Av hesum er út- trykki skiftandi, sensuelt, óneyvt og mjúkt ella hart og ágangandi – bæði í formi og liti. Í møtuni millum hesi verður rúmd og dynamikkur skapaður. Nadia er fronsk og fødd í 1971 í Lund í Svøríki. Fyri hálvum øðrum árið síðani segði hon seg úr starvið sum lærari og flutti til Før- oyar at mála. Hon hevur verið við í trimum felags- framsýningum: Tvær í Svøríki og eina í Havn. Listarliga virksemi hennari hevur áður fyrst og fremst verið innan sjónleik, sum sjónleikari t. d. á Malmø- listastevnuni, men m. a. eisini sum model fyri mo- dernaðum svenskum lista- fólkum og í reklamum, og sum upplesari á Malmø Al- tjóða Yrkjarastevnuni. Framsýningin letur upp kl 12 í dag, og er opin hvønn dag frá kl 12 til 18 til týsdagin tann 11. desemb- er. Ísambandi við at filmurin »Hvar er Nósi?« kemur í handlarnar leygar- dagin, verður filmurin frum- sýndur í Havnar Bio fríggjadagin TRØLL Tíðindaskriv Nýggjur føroyskur barna- filmur við Trølla Pæturi, Trølla Ommuni, Erling Politisti og Kulum Rótum kemur á marknaðin leyg- ardagin. Í hesum sam- bandi verður nógv gjørt burturúr. Sum nakað heilt nýtt verður filmurin frum- sýndur í Havnar Bio. Íalt verða tríggjar sýningar, og hesar verða allar fríggja- dagin. Tann fyrsta verður kl. 15.00, tann næsta kl. 16.15 og tann síðsta kl. 17.30. Trølla Pætur og Omman fara at bjóða vælkomin og at heilsa uppá øll tey vitjandi. Leygardagin kl. 10.00 signera omman og Trølla Pætur filmin í Elding í SMS, og klokkan 12.00 verða tey at hitta í Elding í Saltangará. Mánadagin kl. 16.00 vitja trøllini deildina hjá Elding í Klaksvík. Mánakvøldið og týs- kvøldið kl. 19.00 kunnu norðoyingar síggja filmin í mentunarhúsinum í At- lantis, sum nýliga er latið uppaftur. Nýggi og hendingaríki filmurin er innspældur í Føroyum og í Grønlandi. »Hvar er Nósi« er 50 minuttir langur, og inni- haldið er hóskandi fyri alla familjuna. Nadia Mazzoni sýnir fram í Smiðjuni í Lítluvík Nadia Mazzoni sýnir á øðrum sinni fram í Smiðjuni í Lítluvík Trølla Pætur í biograf C M Y K 23 22 ROTTANGAR Smyrilsvegur 8 - tlf. 312000 Sosialurin 311820 Vit hava alt tilfar til kloak Programmedarbeiðari Starv sum programmedarbeiðari í Útvarpi Føroya er leyst at søkja. Starvið verður at seta skjótast gjørligt ella eftir nærri avtalu. Tann, sum settur verður, skal arbeiða í pro- grammedarbeiðarabólkinum við tíðindum og øðr- um sendingum. Arbeiðið er skipað í vaktum við skiftandi arbeiðstíðum. Krøv til umsøkjaran: • útbúgving sum journalistur, journalistiskar royndir ella aðra relevanta útbúgving • góðar fyritreytir fyri at arbeiða við teldu • góð evnir at orða seg skrivliga og munnliga Vit kunnu bjóða: • eitt spennandi og áhugavert arbeiði í einum umhvørvi, sum er í skjótari tøkniligari menning • eitt umhvørvi, har vit leggja dent á persónliga menning • eitt sjálvstøðugt arbeiði Vit ynskja: • at tær dámar at arbeiða í skiftandi vaktum,eisini uttanfyri vanliga arbeiðstíð • at tú kanst arbeiða sjálvstøðugt, og eisini hevur góð evnir at samstarva í bólki • at tú dugir at loysa trupulleikar, tá á stendur • at tú hevur góð samstarvsevni og kann geva íkast til menning av arbeiðsplássinum • at tær dámar at skapa nakað sjálv/ur • at tú hevur útvarpsrødd Setanartreytir: Starvið verður sett sambart sáttmála millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálastýrið. Umsóknir skulu vera útvarpinum í hendi í seinasta lagi mánadagin 17. desember 2001. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Jógvan Jespersen. Útvarp Føroya Postboks 328 110 Tórshavn Tlf. 316566