Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-17, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. desember 2009síða 9

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 242 - 17. desember 2009 Húsaprísurin uppeftir Eftir áhaldandi fall er danska húsavirðið við at koma í eina trygga legu, og alt bendir á, at hetta fer at enda við virðis­ hækking næsta ár. Tað sigur aðalstjórin í Danske Bank, Peter Straarup, við Børsen. Stjórin í tí størsra danska bankanum sigur, at bankin hevur longu sæð tey fyrstu tekinini um prís­ vøkstur. Peter Straarup sigur við Børsen, at gongdin á set­ húsamarknaðinum er tengd at gongdini í fíggjarkreppuni, men hann heldur eisini, at tað er tann lága rentan, sum nú fær húsaprísin er kvinka uppeftir. Hann roknar tó ikki við skjótum prísvøkstri, sigur hann. Kokain í endatarminum Tollararnir á flogvøllinum í Keflavík í Íslandi tóku seinasta viku­ skiftið ein mann, sum hevði fjalt eitt hálvt kilo av rúsevninum kokain uppi í endatarminum hjá sær. Maðurin, sum upprunaliga er úr Ungarn, kom til Íslands úr Keypmannahavn. Morgunblaðið skrivar, at tað gekk skjótt at fáa rúsevnið úr endatarminum, og síðani varð maðurin varðhaldsfongslaður til tann 21. desember, meðan málið verður kannað nærri. Íslendska løgreglan heldur, at maðurin var ørindasveinur, og løgreglan roynir nú at finna útav, hvør í Íslandi skuldi hava rúsevnið, sum maðurin kom við. - Vit hava fingið nakrar fyrispurningar úr vinnuni um møguleikarnar at sleppa at frysta botnfisk undan Føroyum umborð. Eg haldi, at hetta er eitt gott hugskot, sum gevur føroyskari fiskiskipavinnu og fiskavirking nakrar nýggjar og spennandi møguleikar, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Føroyingar hava ikki tradi­ tión fyri at frysta botnfisk undan Føroyum umborð á føroyskum skipum. Fiskur­ in, sum verður veiddur á føroyskum grunni, verður allur ísaður og førdur til lands til virkingar. Spurningurin um at framleiða fiskin umborð í staðin fyri at føra hann til lands og virka hann á føroyskum fiskavirkjum, hevur eisini verið frammi av og á. Jacob Vestergaard, lands­ stýrismaður í fiskivinnu­ málum, sigur, at fyrispurn­ ingar eru úr vinnuni um møguleikarnar at frysta fisk umborð. ­ Her tosa vit ikki um framleiðslu umborð á skip­ um, men bara um frysting av heilum og kanska av­ høvdaðum fiski, sum ikki kemur undir framleiðslu, sgur hann. Nýggir møguleikar Sjálvur heldur landsstýris­ maðurin, at hugskotið um frysting hevði givið nakrar nýggjar og spennandi møguleikar. ­ Ein nýggjur møguleiki er, at manning og reiðarí tá sjálvi kunnu gera av, nær fiskurin verður seldur, og tá kunnu tey í størri mun passa søluna til marknaðin. Jacob Vestergaard heldur, at hesin møguleiki eisini kundi gjørt, at virkir á landi í størri mun kundu lagt framleiðsuna betri til rættis á tann hátt, at tey tiðnaðu fiskin upp so hvørt, sum brúk var fyri honum í síni framleiðslu. ­ Enn ein nýggjur møgu­ leiki hevði verið, at feløg, sum eiga kvotu við pelag­ iskum fiski, kanska kundu kombinerað veiðina á tann hátt, at skipini vóru á van­ ligari botnfiskaveiði við­ hvørt, og kanska fiskaðu pelagisk fiskasløg, sum eitt nú sild og makrel, viðhvørt. Gjøllig viðgerð Landsstýrismaðurin vísir á, at gulllaksaveiðan hevur stóran týdning fyri tey skip og feløg, sum eru á hesi veiði. ­ Men í staðin fyri sum nú, tá ein partur av veiðini verður førdur til lands og frystur í landi ella umborð á móðurskipum, kundu skipini kanska sjálvi fryst fiskin umborð. Jacob Vestergaard heldur, at skip, sum høvdu fryst fiskin umborð, av sær sjálv­ um eisini høvdu verið eitt sindur avmarkað í veiði, tá fiskurin, sum kemur á dekk­ ið, skal frystast undan. Landsstýrismaðurin held­ ur tó avgjørt, at hetta eru møguleikar, sum politiska skipanin eigur at taka upp og viðgera, og hann vísir á, at landsstýrismaðurin hevur heimild at geva slík loyvi. ­ Her eru fleiri møgu­ leikar, men neyðugt er við gjølligari og neyvari viðgerð av hesum spurningi, áðrenn møgulig loyvi kunnu gevast, sgur Jacob Vestergaard. Umhugsa at geva skipum loyvi at frysta botnfisk - Eg haldi, at fleiri møguleikar eru við frysting umborð, men neyðugt er fyrst við gjølligari og neyvari viðgerð av hesum spurningi, áðrenn møgulig loyvi kunnu gevast, sgur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður Gulllaksaveiðan hevur stóran týdning fyri tey skip og feløg, sum eru á hesi veiði. Men í staðin fyri sum nú, tá ein partur av veiðini verður førdur til lands og frystur í landi ella umborð á móðurskipum, kundu skipini kanska sjálvi fryst fiskin umborð, heldur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard Mynd: Vilmund Jacobsen Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, arbeiðir nú við eini ætlan at fáa lemmatrolararnar inn í fiskidagaskipanina Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tað hevur leingi verið upp á tal, og nú er líkt til, at nakað fer at verða gjørt við spurningin um lemmatrol­ ararnar. Fiskifrøðiliga ráðgev­ ingin hevur í fleiri ár mælt til, at lemmatrolararnir koma við upp í fiskidaga­ skipanina, og nú bendir mangt á, at landsstýris­ maðurin fer at gera nakað við hetta mál. ­ Ætlanin er, at lemm­ atrolararnir skulu koma við upp í bólkin hjá partrolar­ unum. Sum er, eru teir í bólki 1, men skulu ætlandi koma við upp í bólk 2. Jacob Vestergaard sigur, at vinnan hevur tikið rími­ liga væl ímóti hesi ætlan, men sjálvandi vilja teir, sum eiga lemmatrolararnir treytað sær, at umstøðurnar ikki gerast verri, enn tær eru í dag. Á hinaru síðuni vilja teir, sum eiga partrol­ ararnar, ikki missa burtur av sínum døgum. ­ Uppgávan verður at skipa so fyri, at lemmatrol­ ararnir kunnu varðveita síni rættindi í fiskidagaskipan­ ini, og hetta má onkusvegna gerast við at hyggja at veiðitølum seinastu árini. Landsstýrismaðurin vísir á, at nú færri lemmatrolar­ arnir eru aktivir, heldur hann, at hetta átti at verið ein møguleiki at latið nøkur loyvi verið verandi úti, sam­ stundis sum teir lemma­ trolarar, ið eftir eru, kunnu hava líkinda umstøður. ­ Um lemmatrolararnir uppi í fiskidagaskipanini tá fara at partrola – ella um teir framvegis fara at trola hvør sær, er ein spurningur, sum teir, ið eiga skipini, sjálvir gera av, sigur Jacob Vestergaard. Lemmatrolarar við í fiskidagaskipanina