hósdagur 17. desember 2009síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 242 - 17. desember 2009
Bæði sitandi
formaður í Føroya
Fiskimannafelag,
Jan Højgaard og
avbjóðarin, Henrik
Old, eru samdir
um, at skipanin við
almennari inntøku
trygd skal varðveitast
FF-val
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Enn hevur einki serligt val
stríð verið millum sitandi
formann
í
Fiskimanna
felagnum, Jan Højgaard og
avbjóðaran, Henrik Old.
Okkurt lítið høgg kom
beinanvegin, tá tað gjørdist
greitt, at Jan noyddist út í
eitt val. Sitandi formaður
læt tað líka sum hanga í
luftini, at ein orsøk til, at vit
yvirhøvur fáa eitt val í
Fiskimannafelagnum í ár,
er, at reiðarar ikki eru nøgd
ir við verandi formann.
Eg visti, at kláraði eg
tað ov væl hesi trý árini, fór
onkur helst at stilla upp
ímóti mær.
Nakað soleiðis málbar
Jan seg hin 4. desember, tá
tað gjørdist greitt, at skip
arin og fyrrverandi løgtings
maðurin, Henrik Old, eisini
hevði latið seg stilla upp.
Í úttalilsunum hjá Jan lá
kanska eisini, at tað vóru
reiðararnir, sum fóru at
finna eitt mótvalevni.
Men at Henrik Old hevur
nakað við reiðaravirksemi
at gera, víst hann aftur bein
anvegin og segði, at hann
eitt stutt skifti onkuntíð tíð
liga í nítiárunum varð skrá
settur sum reiðari á skipi, tí
tann, ið annars hevði hesa
uppgávu, flutti burtur.
At menn hava sett
pengar í skip og hava verið
við til at keypa skip, var ein
partur av okkara uppvøkstri
her í Vági, eins og soleiðis
hevur eisini verið nógv
aðrastaðni kring landið,
segði hann.
Henrik Old, sum í fleiri
ár var í fiskivinnunevnd løg
tingsins og seinni í vinnu
nevndini, segði, at hann
hevði ansað serliga væl
eftir øll hesi ár, at hann ikki
hevði
nøkur
persónlig
áhugamál í vinnuni.
Inntøkutrygdin
Í vikuni hevur Henrik Old
havt lesarabræv í bløðunum,
har hann undrar seg yvir
úttalilsir hjá Magna Laksa
foss, løgtingsmanni, har
hesin sigur seg ikki longur
kunna taka lut í politiska
arbeiðnum, tí hann ikki fær
undirtøku
fyri
sínum
sjónarmiðum um tær nógvu
bygnaðarbroytingarnar.
Men hvørjar eru so tær
broytingar, sum vóru orsøk
in til, at Magni Laksafoss
gevur skarvin yvir. Jú, fyrsta
orsøkin er fiskimannafrá
drátturin, og onnur er inn
tøkutrygd fiskimanna.
Í
lesarabrævi
sínum
heldur Henrik Old tað vera
ófatiligt, at hesi bæði mál
skulu vera so avgerandi fyri
ein persón, sum nýliga er
komin upp í politikk, at
hann sær seg noyddan at
kasta frá sær.
Inntøkutrygdin hjá fiski
monnum hevur virkað í 60 ár
og hevur gjørt, at tá túrar av
eini ella aðrari orsøk eru
miseydnaðir, hava fiskimað
urin og hús hansara kortini
ikki sitið við púrasta ongum.
Henrik vísir á, at henda
skipan eisini hevur byrgt
upp fyri, at fiskimaðurin
kanska í onkrum førum ann
ars hevði verið noyddur at
”betala” fyri at vera til skips,
tá túrar miseydnaðust.
Rætt skal vera rætt,
staðfestir valevnið, og legg
ur í sama viðfangi aftrat, at
í hesum kóri, sum vil avtaka
inntøkutrygd
fiskimanna
og fiskimannafrádráttin, er
Magni
Laksafoss
ikki
einsamallur.
Tað tykist heldur, sum
tað legst til í hesum kóri,
sigur Henrik Old.
Gjalda sjálvir
Verandi
formaður,
Jan
Højgaard, boðaði herfyri á
heimasíðu felagsins frá, at
umboðið hjá Fiskimanna
felagnum í arbeiðsbólk
inum, sum arbeiddi við at
umleggja inntøkutrygdina,
neyvan fer at góðtaka, at
fiskimenn skulu verða við
til at gjalda inn í ein grunn,
sum
síðan
skal
rinda
minstuløn.
Grundgevingin hjá okk
um er, at gjalda fiskimenn
inn í slíkan grunn – ja, so
gjalda fiskimenn samstundis
sína egnu løn.
Og Jan Højgaard leggur
aftrat, og nú tekur hann
meiri rívan til.
Lat tað vera sligið fast,
at fiskimenn skulu ikki
gjalda sína egnu løn. Verður
inntøkutrygdin
rørd,
er
eingin sáttmáli longur, tí
sáttmálin er grundaður á inn
tøkutrygdina, sigur hann.
Jan
Højhaard
leggur
aftrat, at fiskimenn standa
fyri tí mesta, sum kemur
inn í landskassan.
Tá so onkur heldur, at
fiskimenn fáa nakað fyri
einki, er tað heilt vist ein
misskiljing. Tey oyruni, teir
fáa í inntøkutrygd, hava teir
arbeitt hart fyri, sigur ver
andi formaður í Fiskimanna
felagnum, Jan Højgaard.
Samdir um at varðveita inntøkutrygd
Nú formansval er í
Fiskimannafelagnum,
er hugsandi, at flestu
fiskimenn fara at
velja, meðan skipini
liggja um jóla- og
nýggjárshalguna. Árligi
landsfundurin hjá
fiskimonnum verður í
Norðurlandahúsinum
týsdagin, 29. desember.
Nýggja skeiðið hja
felagsformanninum
byrjar 1. februar 2010
Mynd: Karstin Vang
- Verður inntøkutrygdin rørd,
er eingin sáttmáli longur, tí
sáttmálin er grundaður á
inntøkutrygdina, sigur Jan
Højgaard
Mynd: Vilmund Jacobsen
- Inntøkutrygdin hevur gjørt,
at tá túrar miseydnaðust,
sótu fiskimenn og teirra húski
ikki púrasta við ongum, sigur
Henrik Old
Mynd: Vilmund Jacobsen
Pengar til arbeiðspláss
Í USA hevur Umboðsmannatingið samtykt ymisk arbeiðs
skapandi tiltøk, sum eru mett at kosta 155 milliardir dollarar
ella einar 775 milliardir krónur, og sum skulu vera við til at
lyfta samfelagið upp úr teirri ringastu kreppuni síðani 1930
árini. Meginparturin av pengunum fer til ymsar byggiverk
ætlanir, men ein partur skal forða fyri, at sjúkrasystrar, lærar
ar, løgreglufólk og onnur almenn starvsfólk missa arbeiðið.
Í Umboðsmannatinginum fekk uppskotið 217 atkvøður fyri,
meðan 212 atkvøddu ímóti. Eingin republikanari atkvøddi
fyri, skrivar AP.
Hundrað koddar til
Sjúklingahotellið
Sjúklingahotellið Tórshavn hevur fingið 100 nýggjar, góðar
koddar frá Skemmuni í Tórshavn. Vit vilja gjarna takka
teimum mangar gangir fyri hettar, sum vit seta ómetaliga stórt
virði á. Harumframt vilja vit eisini takka Jóannes Andreassen
fyri, at hann í fyrsta umfari tók stig til, at øll kundu fáa ein betri
náttarsvøvn her á hotellinum, sigur Anna Maria Durhuus vegna
øll starvsfólk á Sjúklingahotellinum.