Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-17, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. desember 2009síða 12

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 tíðindi Nr. 242 - 17. desember 2009 Í meiri enn 20 ár hev­ ur verið arbeitt við leinging av flog vølli­ num í Vágum. Í gjár var fyrsta viðgerð í tingi num at leingja flog vøllin til 1799 metr ar, og í komandi viku verður arbeiðið boð ið út, so skjótt verð u r farið í gongd at gera vøllin, sum í mes ta lagi verður 1,8 kilo metur Flogvøllur Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo – Vit snakkaðu eisini um hetta í 1986. Heini O. Heinesen stend­ ur á tingsins røðarapalli í gjár. Hann vísir á, hvussu ofta, og hvussu nógv er tosað um at byggja flogvøllin í Vág­ um út. Og enn hevur Føroya Løg ting ikki samtykt at bygg ja flogvøllin í Vágum út á 1799 metrar, men longu í komandi viku verð­ ur arbeiðið at leingja flog­ vøllin í Vágum boðið út. Hinvegin hevur løgtingið longu gjørt av, at vøllurin skal leingjast til 1600 metr­ ar. Tað var gjørt í 2007, tá flogvøllurin eisini varð yvir tikin. Í gjár var altso uppskotið at leingja vøllin til 1799 metr ar, umframt at byggja nýggj an terminal við vøll­ in, til fyrstu viðgerð í tingi­ num. Á løgtingi sýntist eisini vera greið semja um, at vøll ur in skal útbyggjast sum skjótast. Í hvussu so er 1600 metrar, og helst eisini 199 metrar afturat, um 365 millión ir krónur røkka til tað. Metingarnar hjá Vága Flog havn vísa, at seinnu 199 metrarnir bert kosta um leið 60 milliónir krónur, sum er lítið í mun til fyrru 400 metrarnar, sum, tá teir eru einsamallir, kosta um leið 223 milliónir krón­ ur. Tríggir burtur Uppmøtingin í tinginum í gjár var lutfalsliga góð, men tað vóru nógv sum løgdu til merkis, at tríggir ávís ir tingmenn ikki vóru til staðar: Sjúrður Skaale, sum hevur fingist mest við før oyska stavraðið í heyst. Poul Michelsen, sum hevur fylt forsíður við at tosa um óskil ið í egnari samgongu, og John Johannesen, sum held ur, at føroyingar skulu hava bíligari ferðaseðlar við flogførum. Til felags hava allir, at teir – saman við Bjarna Djur holm – hava fylt mið­ lar n ar við spurningum um tað loysir seg at útbyggja flog vøllin í Vágum. Og tað vóru nógv ting­ fólk, sum hildu tað vera undar ligt, at júst hesir ting­ menn ikki møttu á tingi í gjár. Hesir vóru tó allir burt ur í arbeiðsuppgávum fyri tingið, og høvdu helst verið til staðar, tá uppskotið upp runaliga skuldi til við­ gerar í fyrradagin, tá tað bleiv útsett, tí Johan Dahl lands stýris mað ur ikki fekk komið. Ógreitt við nyttu Tað er fleiri orsøkir til, at nøkur tingfólk vilja vera varin við at útbyggja flog­ vøllin í Vágum. Ein orsøk er, at talan er um nógvan pen ing, sum skal brúkast. Hóast talan er um 365 millión ir krónur, sum vóru fing nar til vega frá dønum. Eitt annað er, at flog skip­ arar – kropp av kroppi – hava greitt frá, at teir stór­ liga ivast, um Sørvágur er besta pláss til flogvøll í landi num, meðan tyrlu­ skip ar ar, sum kenna veður­ við urskiftini í Føroyum frá síni flúgving, meta Glyv­ urs nes vera besta boðið til flog vøll. Fyri lítlari viku síðan kom flogskiparafelagið við skrivi, har tað setti spurn ar­ tekin við, um 1799 metrar og stórur terminalur eru besta loysnin fyri flogvøll í Føroyum. Stutt eftir vístu fleiri lim­ ir í felagnum á, at teir ikki vistu um, at hetta skriv var sent, tí teir høvdu onki fing ið at vita, og staðfestu, at tað eru fleiri, sum meta loysn ina í Vágum vera ta bestu. – Eg havi tríggjar fjórð­ ing ar av limunum aftan fyri meg, sigur formaðurin í felag num, og viðgongur, at skrivið ikki hevði verið fyri á fundi í felagnum. Lokalmál Men tað, sum merkir hetta mál, er, at tað eisini er eitt lokal mál. Vøllurin hevur altíð ligið í Vágum, og tað kem ur heilt skjótt fram, at vøllurin hevur nógv at siga fyri Vágafólk. Og í uppskotinum til at leingja vøllin stendur enntá, at leingingin av vøllinum er góð fyri lokaløkið. Tað er eisini nógv, sum bendir á, at eisini millum flog skiparar hevur tað nak­ að at siga í teirra tilmæli, um teir búgva í Vágum ella aðrastaðni. Flogskipararnir, sum út tala seg alment, um at vøll ur in liggur best í Vág­ um, búgva í vestara parti­ num av landinum. Og tað er nógv, sum bendir á, at fjórðingurin av flog skipar­ unum, sum formaðurin í felag num ikki fær við sær, búgva í vestara partinum av landinum. Av teimum 26 limunum í felag num hjá flog skipar­ unum, sum eru skrásettir á heima síðuni, búgva nevni­ liga 6 vestanfyri, meðan 20 búgva aðrastaðni. Tað vil siga, at 23 prosent av limun um hava styttri enn eitt korter at koyra til ar beið is. Í tinginum ger tað sama seg galdandi. Tað eru Vága­ menn, sum tosa heitast fyri at byggja vøllin út sum skjót ast og sum mest. Men hinvegin eru tað Nú kemur Føroya l Barnahermenn latnir leysir Í Nepal hava stjórnin og fyrrverandi maoistiski uppreistrarfelagsskapurin skrivað undir eina avtalu, sum tryggjar, at umleið 3.000 børn, ið hava virkað sum hermenn, verða latin leys. Síðani maoistarnir góvust við uppreistrinum fyri trimum árum síðani, hava børnini verið í legum, sum ST hevur havt umsjón við. Sambært avtaluni sleppa tey fyrstu børnini úr legunum tann 27. desember, og 40 dagar seinni skulu legurnar standa tómar. Ein talsmaður fyri ST sigur, at børnini sleppa at velja, um tey vilja fara í skúla, ella um tey vilja sleppa at byrja egið virksemi. Iran ørkymlar Pentagon Amerikanski verjumálaráðharrin, Robert Gates, sigur seg vera ørkymlaðan av, at Iran hevur roynt eina rakett, sum ber rættiliga langt. Talsmaðurin hjá Pentagon sigur, at Gates er ikki tann einasti, sum er ørkymlaður av rakettroyndini. Tað eru fleiri, teirra millum Gordon Brown, sigur hann. Hvítu Húsini hava funniast hvassliga at iransku rakettroyndini. Talsmaðurin hjá Barack Obama, forseta, Mike Hammer, sigur, at rakettroyndin samsvarar ikki við iranska uppáhaldið um, at landið ætlar bara at brúka kjarnorku til friðarlig endamál. Tað er avgjørt fyri langari tíð síðan, at flogvøllurin í Vágum skal útbyggjast, men kostar tað ikki meira enn 365 milliónir krónur, so verður vøllurin 1800 metrar Mynd: Jens Kristian Vang