Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-17, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. desember 2009síða 15

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 tíðindi Nr. 242 - 17. desember 2009 Eftir at sokallaða nólsoyarætlanin varð slept hava privat áhugamál saman við Jarðfeingi gjørt av at seta í verk eina minni, men avgjørt spennandi verkætlan, ið gongur út upp á at bygdin skal hitast við varandi orku GRØN OYGGJ Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Frá 2003 og fram til í fjør var Nólsoy miðdepilin í ein­ ari partvíst altjóða fíggjaðari ætlan ið gekk út upp á, at oyggin skuldi vera sjálv­ veitandi við orku. Talan var um at framleiða orku við vindmyllum og síð­ ani goyma hesa sum vetni, ið síðani skuldi nýtasst at hita hús og stovnar, umframt at veita streym til bygdina. Av ymsum orsøkum datt hendan royndar verkætlan niðurfyri – í hvussu er fyri­ bils. Men nú eru so stig tikin á privatum grundarlagi at end­ urreisa ein part av nóls­ oyarætlanini. Tað eru Thorman Kruse, sum saman við nólsoyingun­ um Bjarta Thomsen og Jógvan Thomsen, ið fyrst og fremst standa aftan fyri ætlanina, men eisini Jarð­ feingi er áhugað og stuðlar undir við vitan og hagtølum. Kunnandi fundum um verkætlanina var so í Nólsoy í gjárkvøldið, har Thorman Kruse greiddi frá sínum royndum á vind­ mylluøkinum, og Kári Mort­ ensen frá Jarðfeingi greiddi frá tí, teir arbeiða við innan økið. Eisini Bjarti Thomsen greiddi eitt sindur frá kann­ ingum av orkuframleiðslu frá vindmyllum og saman­ bar tað við hitanýtsluna hjá ávikavist einum sethúsum í Nólsoy og einum fjarhita­ húsum í Hoyvík. Jógvan Thomsen saman­ bar kostnaðin av einum olju­ hitaðum húsum við kostn­ aðin, um vindorka varð nýtt. Ítriv Thorman Kruse, ið annars eigur fyritøkuna teletech, ið ikki sum so hevur nakað við orku og hita at gera, greiddi frá, at hansarra áhugi í verkætlanini byrjaði sum ítriv heima framman fyri telduskíggjanum. Hann royndi ymisk mod­ ell í sambandi við eina verk­ ætlan, ið umfataði Hvalba, og á einari simulatorskrá á telduni royndi hann ymsar orkuhættir, serliga vatn og sól. Men tað vísti seg at vera trupult t arbeða við, serliga tí so fáar royndir finnast innan hesar orkuframleiðsl­ ur. Hann kom tí til, at besta og eisini nógv mest fram­ komna alternativa orkukeld­ an var vindur. ­ Tað vísti seg kortini, at áhugin fyri verkætlanini ikki var serliga stórur í Hvalba, og tá eg visti um royndirnar í Nólsoy, vendi eg mær til Jarðfeingi, ið beinanvegin var til reiðar at hjálpa til við hagtølum yvir vindmátingar, sum eru gjørdar í Nólsoy, sigur Thor­ man Kruse. Frá Jarðfeingi fekk hann tey ráð at seta seg í samband ivð Jógvan Thomsen, stjóra á Fjarskiftiseftirlitinum, ið er nólsoyingur, og soleiðis tók hendan mini nólsoyar­ verkætlanin ser upp. Uttan vetni Verkætlanin gongur í stutt­ um út upp á at seta eina vindmyllu upp á Stongini, sum síðani umvegis kaðalar skal veita øllum húsar­hald­ um í bygdini hita. Setast skal upp ein goymslutangi til vatn á 2000 litrar, sum síðani verð­ ur hitaður upp við orkuni frá vindmylluni. Mátingar av vindi í Nólsoy samanhildið við hagtøl frá vindmyllunum hjá SEV og Røkt vísa, at sera gott samsvar er millum framleiðsluorkuna hjá vind­ myllunum við nýtsluna hjá húsarhaldum. Framleiðslan av orku er minst um summ­ arið og tá er nýtslan ikki óvæntað hjá húsarhaldum eisini minst. Størsta broytingin frá upp­ runaligu verkætlanini er, at í nýggju ætlanini er ein sonevnd back­up skipan, har ein generatorur automat­ iskt slær til, um vindmyllan stendur still ov leingi. Tekniskt kann sigast, at skipanin skal verða soleiðis háttað, at orka verður veitt húsunum í tann mun tey hava brúk fyri orkuni. Alt verður stýrt umvegis auto­ matikk. Størsta broytingin í mun til uppruna ætlanina er so, at vetni skal ikki goymast, og tað hevur eisini eina »positiva« ávirkan á prísin. 16 milliónir Soleiðis, sum uppleggið á fundinum i Nólsoy í gjár­ kvøldið var, er ætlanin, at øll bygdin skal verða við í skipanini. Í dag verða ikki fram­ leiddar vindmyllur undir 850 kW, og tað er ríkiligt at nøkta tørvin hjá allari bygd­ ini. Ein slík mylla kostar einar 10 milliónir krónur. Síðani skal kaðal og hita­ skipan leggjast til og í hvørt hús, og tað verður mett at kosta fimm milliónir krón­ ur. At enda verður neyðugt við einari back­up skipan at taka yvir, skuldi vindstilli verið í fleiri dagar, og ein slíkur generator við tilhoyri verður mettur at kosta eina millión krónur. So ein slík skipan fer at kosta tilsamans 16 milliónir krónur. Í faldara, sum Nólsoyar Orkufelag hevur gjørt, verð­ ur ein møgulig fígging sett upp á slíkan hátt, at lán verður tikið á 10 milliónir krónur, partapeningur á tríggjar milliónir og stuðul á tríggjar milliónir. Men á fundinum vórðu eis­ ini umrøddir aðrir møgu­ leikar, sum til dømis at keypa eina brúkta vindmyllu við færri íbindingum. Tá verður talan um munandi bíligari loysn, men tað hevur so aftur aðrar vansar við sær. Semja var tó um, at arbeiða víðari við málinum og fyrst og fremst kanna eftir, hvussu áhugin er mill­ um nólsoyingar at fáa fjar­ hita og harvið gera Nólsoy til eina grøna oyggj. Grøna oyggin ikki gloymd Øll, sum hava havt við nýggju kunngerðina um lær­ ara­ og miðnámsútbúgving at gera, eru samd um, at 13. november var ein stórur dag­ ur fyri tey. Henda dagin varð kunngerðin um útbúgvingina lýst, og ikki bert er tað ein bati, at útbúgvingin nú er lýst í kunngerð heldur enn við lóg, men hon verður eisini nógv liðiligari fyri bæði lærara­ og pedagoglesandi. Kunngerðin hevur verið leingi á veg, og longu í 2002 varð ein 15 manna nevnd sett at endurskoða útbúgvingar­ nar, og álit varð handað Jógv­ ani á Lakjuni, sum tá var mentamálaráðharri, í 2006. Í februar 2008 setti Krist­ ina Háfoss ein innanhýsis arbeiðsbólk at gera uppskot til kunngerð, og nú fyriliggur úrslitið so. Í tí arbeiðsbólkin­ um sótu Martin Næs, deildar­ stjóri, formaður, Jóannes Hansen, rektari á Føroya Lær­ araskúla, og Jørgen Meitil­ berg. Seinni komu so eisini Janus Jensen, undirvísingar­ leiðari á fólkaskúladeildini, og Hildur Patursson, fulltrúi, við í arbeiðið. Meiri verður um nýggju út­ búgvingarnar í blaðnum komandi. Nýggjar útbúgvingar til lærara og pedagog Jóannes Hansen, rektari á Føroya Læraraskúla, greiðir frá nýggju útbúgvingunum Mynd: Jens Kristian Vang Ráðgevarabankin á heimasíðu Nú er Ráðgevarabankin at finna á http://vfg.fo/, sum er heimasíðan hjá Vinnuframagrunnin­ um. Endamálið við Ráðgevarabankanum er at gera tað lættari hjá íverksetarum at finna røttu ráðgevingina, tá ið farið verður undir nýtt virksemi, ella tá ið kapitalgrundarlagið í virkinum skal hækkast. Íverksetarar søkja um stuðul til ráðgeving við at venda sær til Vinnuframa­ grunnin. Um umsóknin verður gingin á møti, hevur íverksetarin rætt til ráðgeving frá ráð­ gevum, sum Vinnuframagrunnurin hevur góðkent. Tey, ið ynskja at bjóða seg fram sum ráð­ gevar, kunnu skráseta seg í Ráðgevarabankanum. Ráðgevar, ið skráseta seg í Ráðgevarabank­ anum, skulu hava í minsta lagi 3 ára royndir innan tað økið, ráðgivið verður í. Vinnuframa­ grunnurin ger av, um skrásetingin verður almannakunngjørd í Ráðgevarabankanum. Vinnu­ framagrunnurin fer í næstum at skipa fyri kunningartiltaki fyri ráðgevar hjá íverksetarum, har ætlanirnar við Ráðgevarabankanum verða lýstar nærri.