hósdagur 17. desember 2009síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 242 - 17. desember 2009
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Dagurin
17. desember. Albina, deyð umleið ár 250. Ung kvinna,
sum varð tikin av døgum, tá ið Decius keisari ráddi.
(Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)
Gullbrúdleyp
12. jan. hava hjúnini Magdalena og Jákup Martin Joensen í
Oyndarfirði gullbrúlleyp. Dagurin verður hildin í skúlanum í
Oyndarfirði tann 16. jan. kl. 19. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Silvurbrúdleyp
Mánadagin 7. des. hava Anna og Kári Egholm Jacobsen,
Glyvrar, verið gift í 25 ár. Veitsla verður 19. des. í
Bygdarhúsinum í Leirvík fyri innbodnum.
Silvurbrúdleyp
Týsdagin 15. des. hava Dagmar og Dávid Jacobsen, Norðagøtu
silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin fyri innbodnum á Hotel
Føroyum 19. des.
Silvurbrúdleyp
Týsdagin 29. des. halda vit silvurbrúdleyp. Vælkomst verður í
Skálanum í Klaksvík frá kl. 16. Julianna og Olivur Thomsen.
75 ára føðingardagur
Marita Arge Magnussen, Tórshavn, verður 75 ár 18. des.
Dagurin verður hildin leygardagin 19. des. í Sjónleikarahúsi
num frá kl. 1115. Øll eru hjartaliga vælkomin.
80 ára føðingardagur
Ruth á Lakjuni, Fuglafirði verður 80 ár fríggjadagin 18. des.
Dagurin verður hildin saman við familjuni.
85 ára føðingardagur
Sunnudagin 3. jan. verður Steingrim Joensen, Argjaboðagøta
32, Argir, 85 ár. Dagurin verður hildin í ABhúsinum við
fótbóltsvøllin á Argjum sunnudagin 3. jan frá kl. 1317. Øll eru
hjartaliga vælkomin.
merkisdagar
Mynd frá ”Realskúlafram
sýningini 191666”, sum Jór
unn
Dánjalsdóttir
fyri
tveimum árum síðan skipaði
fyri í Kommunuskúlanum í
Havn. Myndin her er tikin
fyri umleið 45 árum síðan.
Her eru realskúlanæmingar
til fráfaringarnátturða heima
hjá Frøken Cohr, floks
lærara.
Aftasta rað f.v.: Torfinn
Hansen, Kári Davidsen,
Dagbjartur Johansen, Krisj
an Dahl, Eivind Dalsgarð
og Olaf Johansen.
Miðraðið f.v.: Anfríði
Dam Jacobsen, Bogi David
sen og Jógvan Christian
sen.
Fremst f.v.: Herluf Lüt
zen, Alan Brockie, Kristina
Abrahamsen, Vigga Cohr
(Frøken Cohr), Lis Djurhuus
(Hammer) og Ása Sørensen
(á Mýrini).
Um onkur hevur hug at
ogna sær hesa mynd, er við
komandi vælkomin at venda
sær til Jórunn Dánialsdóttir
á telefon: 226024 (mynd nr.
485).
Myndaeigari: Jógvan Christiansen
Fyri 45 árum síðan:
Realskúlaflokkur í 1964
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum
gjørdu silvurbrúdleypsdag okkara 24. nov.
2009 so sera hugnaligan og ógloymandi.
Takk fyri gávur, blómur og heilsanir.
Takk til Streingjakórið í K.F.U.M & K, sum
vaktu okkum við sangi, og sum sungu til
veitsluna. Takk til meinigheitina K.F.U.M &
K fyri hjálpsemi.
Annars vilja vit takka fyri alla ta hjálp,
ið vit fingu á hesum stóra degi.
Tykkum øllum verður ynskt eini gleðilig jól
og eitt av Harranum signa nýttár.
Kærar heilsanir Oluffa og Niels