Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-17, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. desember 2009síða 20

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin · 17. desember 2009 4 it gjørdu nakað, eingin hevði roynt fyrr í Før oyum. Vit gjørdu elektroniskan tónleik. Tað var líkasum teldan, sum stýrdi øllum. Tað er kanska tí, at vit vunnu »Ársins nýggja bólk« í 2007, svarar Filip Mortensen, for sang­ ari í bólkinum The Ghost, tá eg spyrji hann, hví júst teir vunnu tann heiðurin. Heiðurin á Planet Awards í 2007 hevur givið bólkinum nógvar møguleikar, teir ikki høvdu havt uttan. Eitt nú fingu teir plátusáttmála við Sunday Best í London. – Sjálvt um hetta bara eru Føroyar, so hevur tað gjørt tað, at vit til dømis hava fingið nógv fleiri konsertir. Vit søktu um at sleppa at framføra á »Phono Festival« í Bergen, og heiðurin hjálpti sjálvandi nógv. Hann gjørdi, at vit vaktu áhuga hjá teimum. Vit brúka enn heiðurin, tá vit søkja um at sleppa at framføra ymsa staðni. Tá mann verður accepteraður av heimlandinum, hjálpir tað nógv, og síðan hevur alt bara koyrt, sigur Filip við einum stórum smíli. Árið 2008 varð nýtt til promovering. Alt summarið var The Ghost á konsertferð í norðurlondum og eitt nú Belgien, England og Tjekkia. BeSta talent 2008 – Um árskiftið 2008/2009 vunnu vit heiðurin »Besta Talent 2008« hjá Sonic Bits. Vit vistu slett ikki av tí, áðrenn teir ringdu og bóðu okkum fram føra til eina ráðstevnu í Cannes í januar, flennir Filip. Áðrenn ráðstevnuna var The Ghost í Hollandi til eina søluráðstevnu. – Her fingu vit eina rúgva av kontaktum við sjón­ varpstøðir serliga í Danmark, greiðir Filip frá. The Ghost skal millum annað samstarva við eina sjón­ varpsrøð á DR1 komandi ár. Seinna hálvár í 2009 hevur nakað heilt nýtt staðið á skránni hjá tónleikabólkinum, The Ghost. Teir geva nevnliga nýggja fløgu út fyrst í 2010. – Hendan fløgan er rættiliga banal, barn aktig, litfaður og frísk, greiðir Filip sera hug leið andi frá. – Hon verður eitt sindur óvæntað. Hetta er nakað heilt annað, enn tað vit áður hava gjørt. Vit hava gjørt tað sama í tvey ár, og nú skulu vit gera nakað nýtt. Mann kann siga, at vit hava ment og flutt okkum, sigur hann. Í løtuni verður fløgan miksað hjá Óla Poulsen, og drúgv tíð verður nýtt at spæla tónleikin inn saman við øllum tí fyrisitingarliga. Fløgan verður bert givin út í Englandi at byrja við, men bólkurin skipar fyri einum stórum útgávutiltaki í Føroyum, har øll fáa høvið at hoyra nýggju sangirnar. – Vit vita ikki rættiliga, hvussu føroyingar fara at taka ímóti nýggja tónleikinum, sigur Filip eitt sindur ivandi, meðan hann greiðir frá, at nýggi tón leik urin er nógv ljósari og meiri spennandi eftir hansara tykki. – Tey, sum hava hoyrt hann, lata væl at, sigur hann bjartskygdur og smílur. InSpIreraðIr av øllum Sjangrum – Vit lurta nógv eftir tónleiki hjá øðrum og taka input til okkum frá øllum sjangrum. Tað snýr seg síðan um at finna okkurt, sum eingin annar hevur gjørt. Tað er sjálvandi trupult, men tað er týdningarmikið at vísa okkurt nýtt. Mær dámar øðiliga væl tað nýggja hjá MICA til dømis, og eg haldi, at tað kundi verið spennandi at blanda tann tónleikin við eitt nú The Strokes, greiðir Filip íðin frá. Hvørjum føroyskum tónleikara hevur tú mest virðing fyri? – Tann, sum matchar best meg sjálvan, er Petur Háberg. Vit svinga øðiliga væl tónleikaliga, hóast vit eru rættiliga ymiskir. Eg veit, at soleiðis, hann hugsar um tónleikur og list, er rætti hugburðurin at hava. er tað ringt at gerast viðurkendur tónleikari í Føroyum? – Eg veit ikki ordiliga, um tað er ringt ella lætt. Eg trúgvi, at um tú gert tað, sum tú sjálv er nøgd við, so er tað altíð onkur, sum tHe gHoSt vann »ÁrSInS nýggja Bólk,« tÁ planet awardS FyrStu Ferð varð HIldIð í mIðlaHúSInum í 2007. BólkurIn var SpIldurnýggjur og Heldur ókendur FÁar mÁnaðar Áðrenn tIltakIð, men í dag, tvey Ár SeInnI, er tHe gHoSt eItt kent navn í eInum Stórum partI av evropa planet awards Hjálpti okkum víðari B j ø r k k . o l s e n · b j o r k @ s o s i a l u r i n . f o v