hósdagur 17. desember 2009síða 21
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17. desember 2009 · Sosialurin
5
tekur ímóti tí. Eg trúgvi ikki, at
øll í Føroyum dáma tað, sum eg, Páll
Finnur Páll ella Teitur gera. Tað snýr seg
um at vera erligur ímóti sær sjálvum.
ÁrSinS
nýggi bólkur
2009
Í septembur 2007 gjørdu Filip Mortensen og Urbanus
Olsen av at gera ein nýggjan tón leika bólk. Filip var
royndur tónleikari framm an undan, men Urbanus,
hóast hann er kønur gittar spælari, hevði ongantíð
áður verið við í ein um tón leika bólki.
– Eg kendi Urbanus frá fyrr av, og vit hildu, at tað
kundi verið stuttligt at farið í holt við onkrum. Tá vit
byrjaðu, ætlaðu vit okkum at gera okkurt heilt banalt.
Vit ætlaðu at skapa okkurt heilt simpult, sum eingin
hevur gjørt fyrr. Vit ringdu tá til Pætur Zacharriasson
at vita, um hann kundi hjálpa okkum at skipa fyri
onkrari konsert í Gøtu, og tað kom so í lag. Tað vóru
rættiliga nógv fólk, og øll vóru positiv. Eftir hesa
konsertina, hevur alt bara koyrt, greiðir Filip frá.
Fremsta málið hjá nýggja tónleikabólkinum var
at sleppa at framføra á G! Festivalinum, og hetta
umframt nógv annað, eydnaðist teimum eisini.
– Eg trúgvi rættiliga nógv upp á tey tingini, sum
eg geri, og eftir G!festivalin helt eg, at nú skuldu vit
uttanlands. Urbanus var rættiliga krittiskur, flennir
Filip. Longu áðrenn árskiftið slapp The Ghost at
framføra uttanlands, fekk plátukontrakt í London og
vann »Ársins nýggjasta bólk 2007,« á Planet Awards.
– Øll málini vórðu rokkin, langt áðrenn vit ætlaðu,
sigur Filip bæði errin og bilsin.
– Heiðurin á Planet Awards var líkasum eitt
herðaklapp, sum eg haldi, at øll hava brúk fyri inn
ímillum.
Hvør er »Ársins nýggi bólkur 2009«?
– »Analog Norð,« ið er nýggi bólkurin hjá Jan Ras
muss en, Kristoffer Mørk øre, Henning Nico demus sen
og Bartal Augus t in us sen. Tað er ein spild urnýggjur
bólkur, og teir geva fløgu út nú hvørja løtu. Eg haldi,
at fløgan er ordiliga góð. Teir hava gjørt alt sjálvir
og hava uppiborðið eitt herðaklapp. At fáa eitt
slíkt herðaklapp lyftir sjálvsálitið upp, og
tað skal til viðhvørt. Eg haldi, at tað er
tað einasta nýggja í Føroyum, sum
eg síggi nakað ordiliga spennandi
í. Men tað er sjálvsagt bara
mín meining, endar Filip
Mortensen.