Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-17, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. desember 2009síða 22

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin · 17. desember 2009 6 Karmarnir um ársins Planethandan skulu vera so góðir og festligir sum gjørligt, og tí verður heitt á fólk um at koma veistlu- og gallaklødd. Tey flestu munnu hava stás frá jólaborðhaldum og jólunum fremst fyri í skápinum, so tað skuldi helst ikki verið tann stóri trupulleikin at funnið fram aftur sunnukvøldið 27. desember. Vit líta her aftur á nakrar løtur, sum hava verið á reyða teppinum til ymsar heiðurslønahandanir úti í heimi. KanSKa myndirnar eiSini Kunnu geVa íbláSTur Til Klæðini á árSinS PlaneThandan Gallaklæði í 2009 á reyða TePPinum  angelina Jolie og Brad Pitt. Jolie er í einum einføldum svørtum kjóla við vøkrum smálutum. Tilhoyrið, ein ovurstórur grønur ringur og oyraringar, seta famøsa prikkin yvir i'ið. Pitt er í einum skyggjandi, svørtum klædningi, hvítari skjúrtu og butterfly, sum veruliga hevur verið nógv at sæð í ár. Svørtu knapparnir geva eina stuttliga effekt.  Paula abdul er ógvuliga tíðarhóskandi í einum av heitastu tekstilunum beint nú: blondum. kjólin er seymaður í einum ógvuliga vøkrum havfrúusniði.  Megan Fox hevur peppað tann lítla svarta upp við gullbrokadu, sum eisini hevur verið nógv at sæð í ár.  annalynne McCord á the Young Hollywood awards. Reyðu varrarnar geva ein jólaligan dám, og tað sama ger stóra sloyfan um miðjuna. Gott hugskot til Planet  Viola Davis í einum av vakrastu kjólunum á Oscarhandanini í ár. aftur síggja vit skyggjandi gulllitta toyið.  Unga sangarinnan og sjónleikarinnan Hayden Panettiere á Young Hollywood awards. í einum knallreyðum, asymmetriskum kjóla, ið gongur upp á aðra økslina. Nakað, vit hava sæð nógv av í ár. Og aftur síggjast knallreyðu varrarnar.  Sangarin Seal koyrir einfalda stílin við mattum, svørtum klædningi, hvítari skjúrtu og slipsi.  Tær fimm damurnar í Girls aloud hava allar, hóast stílur og kjólasnið eru sera ymisk, latið seg í puturlittar kjólar. Tað puturlitta hevur verið ein "mást hava" litur í ár.  Daniel Craig í klædningi frá Tom Ford við skyggjandi reversi, hvítari skjúrtu og butterfly. Reversið er bogað og hvítið servietturin í lummanum geva nakað eyka. Hon er somuleiðis í mótarøttum korallittum kjóla. Ein litur, ið hevur verið sera nógv nýttur í 2009. e y d n a S k a a l e · e y d n a s k a a l e @ h o t m a i l . c o m