Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-17, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. desember 2009síða 23

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17. desember 2009 · Sosialurin 7  Jennifer Lopez í gudinnu­ kjólanum úr skyggjandi gulli.  Sean Penn í svørtum klædningi frá Armani, svartari skjúrtu og svørtum slipsi. Ymsu tekstilini geva tó eitt stuttligt ljósspæl í klæðunum. Hann livir upp til orðini: »Don't wear black to look cool, wear it 'cause you are cool«  Queen Latifah er ikki bangin at vísa seg, og her ger hon tað við mótarøttum silki og hópatals ásettum, skyggjandi steinum, sum veruliga hava fingið comeback í 2009.  Selena Gomez er í einum kjóla av silvurlittum paillettum. Pailletturnar eru uttan iva eitt mást hava í ár, og serliga í vetrarmótanum hava tær verið sera nógv frammi.  Scarlett Johanson, sum mangan er kosin vakrasta kvinnan á reyða teppinum, er her í einum violettum kjóla úr silki. Violett er somuleiðis ein av litunum fyri 2009. Sum tilhoyr hevur Johanson einar netsokkar, lakkskógvar, svart naglalakk og diamantsmúkkur. Áhugaverd samanseting.  Allir reyðir litir hava verið at sæð í ár, men á reyða teppinum hevur tað serliga verið postkassareyði liturin, ið hevur verið ráðandi. Her er Katherine McPhee til Young Hollywood Awards í einum sera einføldum reyðum kjóla frá Reem Acra Resort. Tá liturin er so sjónskur, er ikki neyðugt við ov nógvum smálutum og tilhoyri.  John Legend skilir seg út frá mongdini av svart og hvítt­klæddum monnum við hesum øðrvísi, brúna klædninginum frá Prada. Til ber eisini at fara í ein myrkabláan ella gráan klædning, fyri at skilja seg eitt sindur út.  Beyonce til Oscar handanina í ár. Hesin kjólin varð av fleiri skýrdur at vera ársins Oscar­kjóli. Aftur síggja vit havfrúusniðið.  Jennifer Aniston er altíð líka vøkur, her í einum kjóla frá Valentino. Hesin kjólin umboðar enn ein trend í 2009, nevniliga tað skyggjandi tekstilið, umframt steinar og krystall, sum glitur og pynt á puturlitta kjólanum.  Aston Kutcher og Demi Moore eru Ivery og Ebony. Hann heilt í svørtum og hon í hvítum halterneck­kjóla við vøkrum smálutum.