hósdagur 17. desember 2009síða 24
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin · 17. desember 2009
8
Besti
Bólkur ella
einstaklingur
Høgni Lisberg
Nógv vatn
er runnið
í ánna,
síðan tann
blaðungi
Høgni
Lisberg sat
aftanfyri
trummurnar
í bólkinum
Clickhaze.
Saman við
Clickhaze
vann
hann Prix
Føroyar og spældi á Roskilde Festival, men tað var ikki
fyrr enn Høgni fór sololeiðina, at hann veruliga spílaði
seg út.
Høgni Lisberg hevur gávur sum fáur. Hann hevur ferð eftir
ferð prógvað, at hann er meira enn ein habilur lagsmiðjur
og sangari. Við nýggju fløguni “Hare! Hare!” hevur hann
borðreitt við einum skitnum neo-hippie/soul rokki, sum
ikki er hoyrdur fyrr. Bólkurin svingar púra svakt, og við
ræddar framførsluni hjá Høgna gongur alt upp í eina hægri
eind. Tað serliga við tónleikinum á Hare! Hare! er, at hon
er so beint í gronina skitin, rótut og lekkur. Tónleikuri
er innballaður í eina sera rútmiska embalasju. Júst tað
rútmiska er tað, sum ger útgávuna so feita.
Orka
2009 varð árið, har Orka staðfesti seg sum tann stóra
vónin í føroyskum tónleiki. Millum hæddarpunktini
kunnu nevnast framførslur á SPOT festivalinum og á
fronskum festivali. Ikki færri enn tveir dokumentar
filmar eru gjørdur við føroyska bólkinum í 2009.
Orka hevur nakað, sum ongin
annar bólkur hevur. Umframt
ta uppløgdu orku, sum navni
sipar til, so hevur bólkurin
tað sereyðkenni, at bólkurin
einans nýtir heimagjørd
ljóðføri. Stutt sagt, Orka er
eitt hugskot sum riggar.
Bólkurin er mannaður
við sera kompetentum tónleikarum. Nevnast kunnu Jens
L. Lisberg, Kári Sverrisson, Bogi L. Thomsen o.a. Hesir
eru alt tónleikarar, ið vit vanliga seta í samband við Grót
umhvørvi, og eru hesir eisini tónleikarar, sum hava verið
partur av nøkrum av teimum bestu bólkunum í nýggjari
tíð. Tónleikurin hjá Orka er eitt slag av eksperimenterandi
rokki. Kompositiónirnar eru ikki so torskildar, men saman
við alternativu instrumenteringini, gerst tónleikurin
hjá Orka ein verulig perla. Vit, sum upplivdu Orka á G!
Festivalinum í summar, og á stóra Føroyar Móti Krabba
tiltakinum, kunnu bara staðfesta, at bólkurin er í serstakliga
góðari venjing.
Orka byrjaði sum ein verkætlan í einum fjósi á
Eysturoynni eitt gamlaárskvøld í 2005. Síðan hevur tað
bara vundið uppá seg. Bólkurin gjørdist beinanvegin væl
dámdur her í Føroyum, og so við og við er bólkurin við at
vinna sær hevd úti í heimi. Í heyst var bólkurin á drúgvari
ferð í Evropa, og í 2010 verður farið í upptøku hølini at
framleiða uppfylgjaran til “Livandi Oyða”.
Páll Finnur Páll
Einasti bólkur sum
kann geva Frændum
skarpan gang. Við trimum
studioútgávum hava Páll
Finnur Páll longu eitt
imponerandi savn av
sangum í skjáttuni.
Tað, sum ger Páll Finnur Páll
so serligar er, at teir hava
ein sermerktan eginleika at skriva fólksligar, flatar, fúlar
ballingarsangir – sum fólk elska.
At uppliva Páll Finnur Páll á einum palli, við einum
stúv stappaðum dansigólvi av glaðum áhoyrarum, er ein
dýrabar løta. Líka mikið hvat teir tríva í, so livir fjøldin
við teimum. Við teimum karismatisku oddamonnunum
Finnur og Páll Oddur, hava teir eitt toymi av musikalskum
gyklarum, sum eru eminentir til at fáa øði í grindina.
Í vetur lótu teir ein tónleikapakka frá hondum – “Du
ved, at gjørt er gjørt”. Ein uppsamling við teimum trimum
studiofløgum hjá bólkinum, umframt ein live-útgáva av
framførsluni hjá bólkinum á Ólavsøkukonsertini 2009.
SIC
Føroya harðasti bólkur hevur í 2009 verið á drúgvari
konsertferð kring Evropa. Í tíðarskeiðinum apríl til mai
spældi bólkurin heilar 47 konsertir kring Evropa.
Bólkurin brynjaði seg til
konsertferðina við at fara á
eina intensiva venjingarlegu,
har vant varð frá morgni
til myrkurs allan mars
mánað. Sostatt kann sigast,
at bólkurin veruliga er farin
at taka tónleikin í álvara,
og veruliga er farin undir
at professionalisera metal
tónleikin.
Eftir konsertferðina kom bólkurin sum hamskiftur
aftur til Føroya í summar, og spældi nakrar av sínum
bestu konsertum nakrantíð á G! Festivalinum og á
Ólavsøkukonsertini.
Við fløguni “Pandemonium” á bakið, hevur bólkurin
ment seg frá at vera ein undirgrunds metal bólkur til at
verða eitt komplett fucking metal show.
Tónleikurin hjá SIC kann best lýsast sum eitt osandi tok,
sum fer brakandi eftir landslagnum við tí #”&%%#) ferð, og
steðgar ikki fyri nøkrum. Eddie (gittarleikari í bólkinum)
segði soleiðis um tónleikin í einari sjónvarpssamrøðu:
”Tað er svart og tað er hart”. Væl rakt. Við løgum sum
“To Dare To Risk To Regret” hómar tú eina melodiøsa
síðu av bólkinum, sum ger tónleikin hjá SIC enn meira
atkomuligan.
The Dreams
Viku eftir viku finna vit teir ovast á donsku
hitlistunum. Viku eftir viku verða teir tráspældir í loft-
og netmiðlunum. Og nú tykist sum trýfetsrakettin hjá
bólkinum er um at náa sítt klimaks. The Dreams eru í
ferð við at hertaka heimin.
Við sjónbandalagnum “Under The Sun” kulmineraði 2009
fyri The Dreams. Árið hevur verið ein sonn sigursgongd hjá
The Dreams á danska marknaðinum. Danski ungdómurin
hevur tikið serstakliga væl ímóti The Dreams, og møtir
trúfastur upp til konsertir og annað. The Dreams hava verið
í einari stigvísari menning. Fyrst tóku teir Føroyar. Síðan
tóku teir Danmark. Og nú stendur heimurin fyri tørni.
Bólkurin undirskrivaði fyrr í ár ein plátusáttmála við eitt
franskt plátufelag. Sostatt er nógv sum bendir á, at ferðin
móti tindunum hjá The Dreams bert er byrjað.
Tónleikurin hjá
The Dreams kann
lýsast sum popp/
punk tónleikur, sum
er rættiliga væl
dámdur í hesum
døgum. Saman
við bólkum sum
Tokyo Hotel hava
The Dreams tikið
stafettina víðari frá
Greenday, og víðari
menna teir hetta slagið av tónleiki. Eisini í Føroyum eru
aðrir líknandi bólkar byrjaðir at koma undan kavi. Eitt nú
spennandi bólkurin Oniontree.
Besta Útgáva
By the Light of
the Northern Star – TÝR
Víkingarokkararnir lótu í 2009 úr hondum enn eina
framúr fløgu. “By the Light of the Northern Star”
staðfestur enn einaferð, hvussu tekniskt væl fyri tón-
leik ararnir í TÝR eru, og hvussu góðir lagsmiðjir teir
eru.
Síðan TÝR í 2000 lat gera eina demo, hevur bólkurin
latið úr hondum 8 studioútgávur. Við “By the Light of
the Northern Star” heldur sigursgongdin fram. TÝR er
óivað ein hin sterkasti bólkurin í heiminum til júst hetta
tónleika slag. Um tú lurtar eftir lagnum “Hold The Heathen
Hammer High” á fløguni, hoyrir tú júst hvussu væl fyri
TÝR eru. Her eru flottar gittar framførslur, imponerandi
vokalar framførslur og eitt samanspæl, sum svingar so tað
baskar. Tað serliga við TÝR er ikki, at teir íðka eitt so smalt
tónleikaslag. Nei, tað serliga er, at teir gera tað 100%. Tá
eg upplivi teir á konsertum, plagi eg at smílast eitt sindur
at byrja við. Haldi tað vera fjákut, at vaksnir menn spæla
slíkan “víkingarokk”. Men eftir at hava upplivað nøkur løg,
plagi eg at gerast meira og meira sannførdur um, at teir
gera tað av fullum hjarta. Júst so, er tað eisini við “By the
Light of the Northern Star”. Hon veksur so líðandi, og tá ið
alt kemur til alt, so er talan um feitan rokktónleik.
Koder på snor – Valravn
Við føroysku Onnu Katrin Egilstrøð heldur Valravn
áfram við at staðfesta seg á danska tónleikapallinum.
“Koder på snor” er seinna útgávan hjá bólkinum. Við
hesari útgávuni hevur bólkurin lagt seg eftir at spæla
egin løg fyrst og fremst, og staðfestast má, at royndin
er heilt væleydnað.
Ummælarin hjá Gaffa var fyrr í ár so bersøgin, at hann
skrivaði “Valravn har begået en af årets bedste plader”.
tilnevningarnar 2009