hósdagur 17. desember 2009síða 25
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17. desember 2009 · Sosialurin
9
Valravn er ein bólkur
við nógvari framferð.
Løgini á fløguni
hava eitt feitt bland
millum tað elektriska
og tað akustiska.
Bólkurin meistrar
hesa samanrenning
fullkomiliga.
Tónleikurin hjá Valravn er ein samanrenning millum
elektro og folk/rokk. Akustisk ljóðførið, elektriskir syntar
og droymandi og harðligi sangurin hjá Onnu Katrin
geva ein heilt serligan dám, sum er væl dokumenteraður
á “Koder på snor”. Ljóðið, sum tey skapa saman er eitt
nútímans norðurlendskt ljóð, sum vit kanska kenna aftur
frá eitt nú Bjørk.
Bólkurin hevur spælt víða um á Evropisku
tónleikapallunum- eitt nú í Norra, Týsklandi, Finnlandi,
Hollandi, Fraklandi og Sveis.
Stokkhólmssyndromið – 200
Fólkakæru loysingarpunkararnir góvu út “Stokkhólms
syndromið” fyrr í ár. Bólkurin er trúgvir móti 200
konseptinum, og útgávan er lekkur og skitin í senn.
Hvør bestemmar í
Leoland? 200 eru
aftur har teir eru
bestir. Teir punka
við einum glimti í
eygunum, og tað
klæðir teimum.
Týtti, einfaldi, no
bullshit tónleikurin
er aftur vorðin
atkomuligur hjá
konsertgangarunum.
Við sterkum løgum sum “Leoland”, Leys teys” og “Disiplin”,
er bólkurin aftur farin í venjingarhølini fyri at skriva hits.
Hesi løgini stinga seg burturúr “Stokkhólmssyndrominum”,
tí at tey eru sannir oyrafangarar, Feit riff og feit niðurløg.
Sum vant, er tónleikurin framúr væl spældur, og punk
trioin gevur sínum trúgvu áhoyrarum veruligt oyrakrás
fyri pengarnar. Útgávan er væl úr hondum greidd. Ljóðið
er skitið uppá tann góða mátan. Alt ljóðar rótut uppá ein
ruddiligan máta, og enn eina ferð prógvar Óli Poulsen (sum
hevur ljóðblandað fløguna), at handverki er í heimsflokki.
The Sky Is Opening
– Guðrið Hansdóttir
Ein sonn perla frá Guðrið Hansdóttir. Ein fløga sum er
løtt at lurta eftir, við góðum løgum, góðum vokalum og
lekkrum útsetingum.
The Sky is Opening minnir nógv um fyrru fløguna hjá
Guðrið – hon er bara nógv betri. Talan er óivað um
eina ta mest spældi útgávuna í føroysku loftmiðlunum í
2009, og tað kemst ikki av ongum. Fløgan er ein perlurøð
av góðum og væl framførdum løgum. Serliga lagið
“Stjørnur” er eitt serstakliga fangandi lag, sum hevur
verið tráspælt í loftmiðlunum. Síðan eru onnur løg sett
í umfar í Kringvarpinum, og hava hesi eisini staðið seg
einastandandi væl.
Tónleikararnir, sum spæla saman við Guðrið eru
millum teir allar bestu í landinum. Úr rúgvuni kunnu vit
nevna Mikael Blak, Leivur Thomsen, Magnus Johannesen,
Angelika Nielsen og fleiri onnur.
Tokyó – Petur Pólsson
Skaldið, sum áður stóð á
odda fyri kultbólkinum
Clickhaze, hevur latið úr
hondum sína næstu útgávu.
Tokyó er ein útgáva sum
er á tremur við kryddi til
tónleikanørdin. Spennandi
upptøkur, og serstakliga
vakrir tekstir. Fløgan er
sterkari enn undangangarin
“Koma”.
Hóast “Tokyó” sanniliga er myrk og tung, er enn meira
spennandi enn “Koma”. Hon er stutt sagt, eitt serstakliga
flott handverksligt avrik av Petur & Co.
Lagið “Svart Klæði Fyri Vindeyga” er rættiliga
umboðandi fyri útgávuna “Tokyó”. Eitt tungt, grungekent
lag, við týðiligum íblástri úr 90unum. Petur hevur sín heilt
egna sangstíl, sum ikki hóvar øllum. Men á fløguni kemur
Petursa tilgongd til vokalin til sín rætt. Tú kanst næstan
ikki ímynda tær eina klokkuklára rødd, sum hevði riggað
á útgávuni. Tó so, hevur Petur fingið nakrar songkvinnur
at leggja ein ljósan kontrast til hansara myrku rødd.
Lagið “Gjóstur” er eitt fantastiska dýrabart lag, við einum
vøkrum, lívsjáttandi teksti, og einum feitum niðurlagið,
sum setur seg eftir í høvdinum.
Tónleikastílurin kann kanska lýsast best sum ein
samanrenning millum tungan rokk/grunge/noise tónleik.
Bogi á Lakjuni hevur framleitt fløguna, og er hann sloppin
væl frá hesum arbeiði. Fleiri alternativir mátar at upptaka
tónleik uppá eru tiknir í nýtslu, og riggar hetta heilt væl.
Hóast “Tokyó” ikki er tann fløgan, sum hevur verið
mest spæld í miðlunum, so er hetta ein av teimum
týdningarmiklu fløgunum, sum hoyrir heima í savninum
hjá einhvørjum tónleikanørdi.
Besta songkvinna
Anna Katrin Egilstrøð
Oddakvinnan í spennandi
bólkinum Valravn er
um at fáa sligið sítt
navn fast millum bestu
songkvinnurnar í
Danmark. Við hennara
ráa og ótæmda sangstílið
er ongin ivi um, at hon
telist millum allarbestu
songkvinnur í Føroyum.
Anna Katrin Egilstrøð er eitt
frískt lot innan føroyskan
tónleik. Saman við bólki
sínum er hon við til at menna eitt “sound” sum ikki er
hoyrt áður. Tá hon syngur ljóðar hon vill og treisk. Hon
syngur sera kensluborið, og heldur áhoyraran vaknan við
sínari serligu úttalu og sínum serligu fraseringum. Hennara
pallframførslur eru eyðkendar við teatralskum ískoytum.
Hon livur seg inn í tónleikin við sínum rørslum, og er
hetta nakað sum hevur verið nógv róst av ummælarum í
Danmark.
Eivør Pálsdóttir
Diva´in innan føroyskan tónleik. Ikki er neyðugt at
brúka nógva orku uppá at lýsa dygdirnar hjá Eivør,
tí tær kenna allir føroyingar væl. Hon er enn ung, og
hevur hóast hetta verið ein týdningarmikil partur av
føroyskum tónleiki í eini 10 ár.
Longu um
aldarskifti var
Eivør Pálsdóttir
eitt kent navn
í tónleikahøpi í
Føroyum. Alt,
sum hon nært
við, gjørdist til
gull og jaligu
lýsingarorðini
vildu ongan
enda taka. Soleiðis er enn í dag. Hon er nú ein garvað
songkvinna, sum meistrar eina rúgvu av vokaltekniskum
finessum, sum ongin annar kann erpa sær av. Hennara
rødd rúmar eina fantastiska breidd, og hon kann syngja
sum tann mildasta smágentan og brøla sum tað svakasta
trøllið. Eivør hevur ferð eftir ferð bergtikið ummælarar
og konsertgangarar, og tykist flyta seg alla tíðina. Tá
hon framførdi nýggjan tónleik til “Føroyar Móti Krabba”
hoyrdist enn ein nýggj síða av henni. Hesuferð var
tónleikurin harðari, rokkuttari og meiri farligur, enn vit
hava hoyrt hann leingi.
Við løgum sum “Nú Brennur Tú í Mær”, “Elisabeth
Maria”, “Daylight”, “Mær Leingist” og fleiri øðrum, hevur
Eivør fyri langari tíð síðan sett sítt týðiliga fingramerki á
føroysku tónleikasøguna.
Guðrið Hansdóttir
Guðrið Hansdóttir vann Planet heiðurslønina fyri
“Besta songkvinna” á Planet Awards í fjør. Guðrið er
eitt stjørnuskot á tónleikahválvinum, og er nú farin út
um landoddarnar við sínum tónleiki.
Guðrið Hansdóttir hevur verið virkin í tónleiki í fleiri ár.
Hon gjørdi nøkur sprell við “Isadora and the Rebels”, sum
varð ein bólkur hon spældi við fyri nøkrum árum síðani.
Tey luttóku eitt nú á GBOB, og tá vóru tað fleiri í løgdu
merki til hesa vøkru songkvinnu, við teimum sprøklutu
kjólunum. Men bólkurin sindraðist og Guðrið helt áfram
at mennast sjálv og luttók í Singer/Songwriter kappingini í
Hotel Hafnia á sinnið, og gjørdist tað enn meira týðiligt, at
her spælir ein genta sum hevur nógv uppá hjarta.
So við og við mentist hon, og í dag er hon vorðin ein
av allarbestu songkvinnum í landinum. Hennara absolutta
styrki er, at hon hevur eina sera góða tulking av tekstinum
hon syngur. Framførslur hennara verða hildnar uppi av
teimum góðu frásagnunum og tí melodiøsa tónleikinum
sum hon skrivar. Hon vinnur hjørtur til hvørja konsert hon
spælir.
Lena Andersen
Lena er ein hin mest inniliga songkvinnan, ið vit eiga.
Hon kann nema við hjartastreingir tínar, bara hon
trínur á pallin. Hon hevur ein vakran, melankolskan
tóna og saman við einfalda tónleikinum gongur alt upp
í eina hægri eind.
Lena hevur bjóðað føroyingum eina ørgrynnu av
hittum seinastu árini. Hon er vorðin fólkaogn, og
hennara tónleikur verður heilt nógv spældur í føroysku
loftmiðlunum. Við løgum sum “Oh, my lady”, “Can´t erase
it”, “Let your scars dance” hevur hon neglt seg fasta í
sinninum á mongum føroyingum. Hon syngur einamest
á enskum, og skrivar eminentar og viðkomandi tekstir.
Hennara tónleikur kann helst lýsast sum Singer/Songwriter
tónleikur.
Fyri fløguna “Let Your Scars Dance” fekk Lena tvær
heiðurslønir. Dimmalætting og Planet Awards heiðraðu
útgávuna við at skýra hana “Besta Útgáva 2007”.