Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-17, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. desember 2009síða 26

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin · 17. desember 2009 10 Linda Andrews Linda hevur leingi verið tiltikin songkvinna í Føroyum. Hon er serliga kend umvegis gospel tónleikin í Føroyum, men tá hon luttók í X-Factor í Danmark, skúgvaði hon alla kapping til viks og vann kappingina. Linda Andrews tók øll á bóli, tá hon luttók í donsku X-Factor kappingini. Líkamikið hvat hon varð biðin um at syngja, so skaraði hon framúr. Hon hevur eina serstakliga flotta rødd, og meistrar bæði tað høga og tað lága. Henni klæðir sera væl at framføra teir heilt stóru, pompøsu sangirnar, har hon veruliga sleppur at folda seg út, og sleppur at improvisera. Tað er júst improvisatorisku evnini, sum gera hana til eina so sterka songkvinnu. Tá hon syngur útum lagið ið hon framførur, er tað ongin songkvinna í landinum sum kemur uppá knøini á Lindu. Besti sangari Brandur Enni Ungi Brandur hevur verið eitt stórt talent í nógv ár. Nú er hann farin at innloysa hetta talent við sínum sera góða popptónleiki. Hóast sín unga aldur, hevur Brandur verið ein høgt virdur sangari og tónleikari í fleir ár. Hann sló sítt navn fast í Føroyum sum barnastjørna. Síðan fór hann undir at útbúgva seg innan tónleik, og í dag er tann vaksni Brandur Enni ein kendur og virdur sangari í Svøríki, eins væl og í Føroyum. Brandur hevur eina popprødd sum ongin annar í landinum. Hann er sera professionellur í sínari framførslu, og hann hevur fult tamarhald á ræddarframførsluni. Við seinasta útspælinum “Sometimes truth needs a lie” kunnu vit gleðast um, at Brandur aftur er at hoyra í føroysku loftmiðlunum við frískum tónleiki. Eyðun Nolsøe Tað er ongin loyna, at Eyðun Nolsøe er ein av okkara bestu sangarum. Maðurin hevur verið fast inventar á tónlekapallinum í meir enn 25 ár, og tað er bara natúrligt, at hann verður tilnevndur sum ein møguligur Planet vinnari. Eyðun hevur fleiri hitt á samvitskuni enn nakar annar føroyskur popptónleikari – hetta torir undirritaði at pástanda. Bæði við Frændum og á sínum solo plátum hevur Eyðun sungið seg inn í hjørtuni á føroyingum, og tað tykist sum hann ongantíð gerst liðugur. Óansæð hvat hann spælir, so fær tað bein at ganga á. Hansara bleyta og eyðkenda rødd er vorðin eyðkenni hjá einum heilum ættarliðið av tónleiki, og fyri hetta hevur hann alla virðing uppiborna. Eyðun er í dag akutellur við nýggju Frændir fløguni. Hans Marius Ziska Gamli Flux sangarin er farin at ganga aðrar leiðir. Við fløguni “The Sky Is Our Home” bjóðaði hann føroyingum rokktónleik í heimsflokki, og nú er hann farin at kína oyrini hjá áhoyrarunum við meira intimum tónleki. Hans Marius Ziska er ein sangari, sum tú kennur teg tryggan við. Líka mikið hvat hann syngur, so kennist tað sum um framførslan er væl umhugsað, og ongin tilvild er í vokalinum. Hann hevur eitt sera eyðkent ljóð, og hevur eina sterka útstráling á pallinum. Hans Marius hevur eina ljósa rødd, sum trívist væl í høga registarinum, og sum klingar serliga væl tá ið hann kýtur seg. Men hann meistrar eisini at frambera vakrar, kensluborðnar sangir við trúvirðinum intaktum. Høgni Lisberg Høgni Lisberg hevur í seinastuni staðfest seg um ein av okkara allarbestu sangarum. Hann hevur skapt sær ein helt serligan stíl, sum ikki er hoyrdur áður í hesum landi. Hann ljóðar, sum hann kýtir seg á ein lættan hátt. Hóast hetta ljóðar bakvent, so er tað soleiðis eg velji at lýsa røddina hjá Høgna Lisberg. Ræddarstílurin minnur eitt sindur um tann hjá Lennie Kravitz, og hansara rútmiska tilgongd til tónleikin eigur ikki sín líka í Føroyum. Við nýggju fløguni “Hare! Hare!” spílar hann seg veruliga út, og gevur okkum eina heilt nýggja ræddar- dimensjón í føroyskum tónleiki. Mikkjal Gaard Hansen Okkara allarbesti growlari. So stutt kann tað sigast. Mikkjal hevur eitt svakligt úttrykk á einum palli, og hann kann flokkast sum ein growlari í heimsflokki. Til tey sum dáma metal/trash tónleik er Mikkjal ein garantur fyri eina jaliga uppliving. Ungi havnarmaðurin, sum er oddamaður í bólkinum SIC, hevur í fleiri ár verið okkara fremsti growlari. Men hann inniheldur meira enn tað. Hann kann syngja bleytt og eymt, fyri síðan at fara upp í tey svakastu skríggini. Og tað stuttliga er, at hetta oyðileggur ikki røddina hjá honum. Fyri flestu sangarar hevði tað kravt eina viku í songini at framført bara eitt lag sum Mikkjal, men Mikkjal ger tað dag eftir dag, og røddin hjá honum tykist bara blíva betur og betur. Um tað er á konsert, ella um tú lurtar eftir honum á fløguni “Pandemonium”, so kanst tú vissa tær at tú verður drigin við, tá hann spennur stemmubondini.