hósdagur 17. desember 2009síða 27
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17. desember 2009 · Sosialurin
11
Besti Nýggi
Bólkur ella
eiNstakliNgur
Analog Norð
Ein nýggjur elektro/rokk bólkur kom undan kavi
í vetur. Analog Norð hevur verið nógv frammi í
november/desember fyri at marknaðarføra nýggju
útgávuna “Friendly Fire”.
Høvuðsmaðurin, Jan Rasmussen er mestsum eitt óskrivað
blað í føroyskum tónleikahøpi, og tað er eisini hann, ið
hevur skrivað og framleitt tónleikin á útgávuni. Men
nú kom hann brakandi inn á tónleikapallin við einari
imponerandi debutútgávu. Kristoffer Mørkøre hevur
samframleitt og miksað allan tónleikin. Fløgan “Friendly
Fire” er á tremur við fangandi og spennandi løgum, og í
skrivandi løtu er lagið “China Girl” sett í umfar í Kringvarp
Føroya. Bólkurin hevur verið á konsertferð kring landið, og
hevur fingið jalig orð við á vegnum frá hesari konsertferð.
Eisini hevur bólkurin framført live í Kringvarp Føroya, og
tann framførslan riggaði stak væl.
Bendar Spónir
Bendar Spónir er bólkur mannaður við ungum,
evnaríkum tónleikarum. Bólkurin hevur eina óimpo
neraða tilgongd til tónleikin. Teir spæla instru mentalan,
droymandi tónleik, sum tíðum kennist sýrutur.
Tað krevur nógv av einum bólki at framføra instru
mentalan tónleik. Tað krevur sera gott tamarhald á ljóðfør
unum, tað krevur sterkar kompositiónir og ikki minst
krev ur tað, at tú kemur útum pallkantin tá tú framførir. Alt
hetta meistrar Bendar Spónir. Í eina tíð hava teir framført
á ymsu pallunum í Føroyum, og ummælini hava verið sera
góð. Onkur ummælari hevur enntá kosið teir at vera besta
bólkin í føroyska tónleika umhvørvinum í løtuni. Bendar
Spónir hava áður framført saman við Petur Pólson.
Fróði Hansen
Eitt spennandi navn í tónleikalandslagnum í Føroyum.
Hann setti eitt lag í umfar í Kringvarpi Føroya, og gekk
lagið “Nobody Goes To Hell For Having Loved” eina
sanna sigursgongd í Kringvarpinum.
Við fløguni “Creeping Storm” hevur Fróði Hansen bjóða
føroyingum eina lovandi debut útgávu. Talan er um eitt
slag av Fólka/Rokk tónleiki, har tekstur og tulking er í
hásæti. Eitt sindur av blues hómar tú eisini í tónleikinum.
Fróði hevur eina lekkra rødd, sum ljóðar troytt uppá
tann góða mátan. Hann hevur eina fantastiska nærveru
í tónleikinum, og hevur eina sera sterka innliving í
sangirnar.
Hann er ein góður lagsmiðjur, sum lagið “Nobody Goes
To Hell For Having Loved” er eitt livandi dømi um.
Anna Katrina Petersen
Tann púra ókenda Anna Katrina Petersen trein á
føroyska tónleikapallin í 2009. Hon staðfesti seg
beinanvegin sum ein fantastiska dugnalig songkvinna,
og hevur nú við fløguni “Colourless Day” dokumentera
síni frálíku songkynstur.
Hon er konservatorie útbúgvin sangari. Hon hevur búð
í Danmark í nógv ár, og hevur tí ikki verið so kend her
heima á klettunum. Men nú hevur hon verið sera virkin í
tónleikalívinum í Havn, Hon hevur songkynstur sum fáur.
Hennara stílur er eitt sindur popp/jassuttur.
Í loftmiðlunum hevur serliga lagið “Go Go” verið
nógv at hoyrt. Eitt sera vakurt lag, sum lýsir hennara
tónlistarligu dygdir. Hon spælir klaver og syngur á fløguni,
og verður óivað nógv at hoyra í 2010.
Oniontree
Oniontree er ein sera lovandi bólkur. Teir hava fyri
kortum útgivið sína fyrstu EP, og hava sett sær høg
mál. Hóast teir eru eitt nýtt navn, so eru meldingar um,
at teir eru vælumtóktir av ongum minnið enn Chief1
(maðurin aftanfyri The Dreams).
Oniontree spæla sama punk/rokk tónleik sum The Dreams,
bara eitt sindur harðari. Teir eru sera væl samanspældir, og
tykjast taka tónleikin í sera stóran álvara. Løgini “Machine”
og “Solitude” vitna um, at bólkurin er sera væl fyri, tá
tað ræður um at skriva og tilrættisleggja løg. EP´in hjá
bólkinum er væl framleidd, og ungdómar í Føroyum og í
Danmark eru longu farin at flokkast um hendan spennandi
bólk.
Besta lagið
Kelling - Valravn
Eitt sera væl úr hondum greitt lag, har Anna Katrin
Egilstrøð er í serflokki. Lagið er ein meldur av rútmum og
tónum, sum skapa ein fatastiskan spenning.
Sometimes Truth
Needs A Lie
– Brandur Enni
Vakurt popplag í
heimsflokki. Lagið stendur
onki aftanfyri poppløg, sum
vit dagliga hoyra á altjóða
tónleikarásum.
Soul Company – Høgni Lisberg
Eitt pumpandi, brakandi lag sum tvingar føturnar at
sveiggja við rútmunum. Høgni Lisberg hevur veruliga rakt
seymin á høvdi við hesari framførsluni.
Nú Brennur Tú Í Mær (live)
– Eivør
Liveframførslan
av lagnum er
serstakliga sterk.
Framførslan er enn
meira dramatisk
og ógvuslig enn
vit kenna hana frá
studioútgávuni av
sama lagið. Eivør
skarar enn einaferð
framúr.
Under The Sun – The Dreams
Lagið hevur gingið sína sigursgongd í Danmark. Hevur
ligið á ovastu rók á Boogielistanum, og er fyrsta stigið hjá
The Dreams út úr ríkisfelagsskapinum. Eitt lag við sera,
sera stórum potentiali.