hósdagur 17. desember 2009síða 29
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17. desember 2009 · Sosialurin
13
m hesa tíðina seinastu fimm árini havi eg
sum dómari á Planet Awards hugt aftur á
tónleikaárið, ið fór, og gjørt mær nakrar
niðurstøður. Hetta hendi aftur í ár, og
saml aða niðurstøðan er, at føroyskur tónleikur er í
blóma.
Hetta mátti eg staðfesta, tá eg sat við listanum við
samlaða úrslitinum av fyrsta heilameldrinum, sum
vit í Planet dómsnevndini høvdu havt. Eftir at allir
seks dómararnir høvdu samskift í útvið eina viku, var
ein sera langur listi komin burturúr.
Upprunligi listin hevði 24 potentiellar tilnevningar
til ársins tónleikanavn, 16 til ársins útgávu, 18 til árs
ins songkvinnu, 30 til ársins sang ara, 36 til ársins lag
og 11 til ársins nýggja tón leika navn. Hetta fortaldi
søg una um eitt virkið tón leika lív, ið hevur nógv at
bjóða.
Nýtt og gott gamalt
Nýggj og spennandi tónleikanøvn sum Bendar Spónir,
Marstin and The Revelators, Fróði Hansen, Katrina
Petersen, Oniontree, Jákup Lind Dam, Analog Norð
eru farin at gera um seg, meðan tey meira etableraðu
nøvnini halda fram at mennast, og eisini at leita sær
útum landoddarnar.
Nøvn sum Eivør, Teitur, The Dreams, Høgni, Linda,
The Ghost, SIC, Boys In A Band, Guðrið Hansdóttir
og Týr hava vent eygunum móti útheiminum, og hava
ferðast á marknaðum, ið eru nógv størri enn tann
føroyski. Enn er tað stóra gjøgnumbrotið ikki komið,
men fyri hvørja konsert hesi okkara mentanarumboð
spæla, verður føroysk mentan útflutt.
FøroySkur tóNleikur
í loFtmiðluNum
Sum íðin nýtari av føroyskum tónleiki og av fjølmiðlum
gleðist eg veruliga um, at nýggja Kringvarpsleiðslan
hevur gjørt sær ómak, at geva føroyskum tónleiki
pláss í útvarpinum og í ein ávísan mun eisini í
sjónvarpinum. Hetta gevur mær og øðrum, ið ikki
hava stundir at ganga á allar konsertir, ein møguleika
at hoyra nýggjan føroyskan tónleik.
Hetta átti at verið ein natúrlig uppgáva hjá
public service stovninum, men so hevur ikki verið
áður. Hetta er harumframt eitt økið, har Kringvarpið
hevur kappingarfyrimun mótvegis útlendsku
netútvørpunum, so tí er hetta ordiliga gleðiligt. Tað
hevur eisini verið stuttligt, at uppliva og enduruppliva
framførslur av festivalunum í Kringvarpinum.
Enntá í Degi og Viku hava vit regluliga uppliva
livandi tónleik. Har stendur serliga minimalistiska
framførslan hjá Brandi Enni, av “Sometimes Truth
Needs a Lie” ordiliga sterk í mínum minni.
liNda og
heNNara X-Factor
Eg havi nógvar lastir og sjónvarp er ivaleyst ein av
teimum verstu. Eg skal viðganga, at eg elski XFactor.
Spenningurin, talentini, vælspælandi bólkurin og
Thomas Blachman, sum kann finna uppá líkt og
ólíkt, alt hetta tilsamans riggar. Tí var eg eisini ein
av nógvum føroyingum, sum fylgdi við, tá mín gamli
floks felagið Linda Andrews sang seg til sigurin
í donsku útgávuni av kappingini, og ja ‒ tað var
ordiliga stuttligt.
Nógvir SummartóNar
Ongantíð áður hava so nógv stór tónleikatiltøk
verið í Føroyum, sum í summar. Fjarðafestivalurin,
Jóansøkufestivalurin, Summartónar, Asfalt, við Múrin,
G!, Futt í Býnum, Summarfestivalurin og Nashville.fo
fyltu føroyska summarið við tónleiki. Eg luttók á fleiri
av hesum tiltøkum, sum tónleikari, ummælari og sum
vanligur áskoðari. At fleiri av hesum tiltøkum tíanverri
ikki bóru seg fíggjarliga, er harmiligt. Men hetta eigur
ikki at sleppa at taka nakað frá upplivingunum. Við
Múrin luttók eg sum tónleikari. Løtan á pallinum var
ótrúlig, og fer at vera við mær í langa tíð. Sólin sum
fór niður, ótrúliga vakra festivalumhvørvið og ein av
bestu áskoðarfjøldunum, ið eg havi upplivað, hetta
tilsamans gjørdi upplivingina so serliga.
góðar tóNleikaútgávur
Sum høvuðsdómari og samskipari av dømingini á
Planet Awards fái eg á hvørjum ári lista yvir allar
útgávur, ið eru komnar út farna árið, og lat tað verða
sagt beinanvegin, at listin í ár er nakað styttri enn
hann hevur verið hini árini. Men verður hugt nærri
at honum, so má staðfestast at støðið er serstakliga
høgt. Umframt tær tilnevndu fløgurnar hjá Týr,
Valravn, 200, Guðrið Hansdóttir og Peturi Pólsyni
eru fleiri fløgur, ið eg havi hug at nevna. Eitt nú
fínu poppfløgurnar hjá FAROE5 og Katrinu Petersen,
umframt tær báðar kontrifløgurnar hjá Halli Joensen
og The Reverends, ið á heilt hvør sín hátt geva sítt boð
uppá, hvussu føroyskt kontri skal ljóða. Tað er eisini
stuttligt, at tvey av okkara allar bestu og best umtóktu
tónleikanøvnum hava valt, at geva konsertfløgu út,
her hugsi eg um Eivør og Páll Finnur Páll. Hetta eru
bæði tónleikanøvn, ið hava givið okkum nakrar av
teimum bestu konsertupplivingunum seinastu árini.
kiptir darliNgar
Tá eg í fjør setti meg í hýruvognin á veg heim av
Planet Awards, var tað við eini ávísari gleði í búkinum.
Tað var serliga heiðurslønin til bestu songkvinnu, ið
gleddi meg. At Lena Andersen fekk hendan heiður
var fult uppiborðið eftir eitt virkið tónleikaár, har hon
hevði sungið seg inn í føroysk og útlendsk hjørtu, við
sínari fantastisku rødd. Eisini eyðsýnda gleðin hjá
Lenu um heiðurin, var smittandi. Lena var tá mítt
boð uppá ein vinnara, og hon vann. Onkur onnur av
mínum boðum vunnu eisini, men sum nógv onnur
ár, vóru nógvir darlingar kiptir. Tað er jú avleiðingin
av demokratisku tilgongdini, eg fái ikki altíð rætt.
Eg gleði meg til nógvar góðar upplivingar, tá ársins
planetir verða handaðar 27. desember.
MilluM
plaNetirNar
N i e l s u n i d a m · H u g l e i ð i n g
u