hósdagur 17. desember 2009síða 30
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin · 17. desember 2009
14
Hvørji eru fólkini í dómsnevndini?
– Vit eru 6 fólk, ið eru ógvuliga ymisk. Vit hava øll
sera ymiskt tilknýti til tónleikavinnuna, aldursbýtið
er breitt, og bæði kynini eru umboðað. Onkur er
rocktónleikari og onkur er innan dansitónleik, so vit
fevna ógvuliga breitt. Men vit hava øll fingurin á
pulsinum og fylgja væl við í øllum, sum hendir.
Tit eru dulnevnd, men vita
tit hvørjir hinir limirnir í
dómsnevndini eru?
– Ja, allir limirnir í dómsnevndini vita hvørji hini eru.
Vit hava samskift ræðuliga nógv seinasta mánaðin og
vikuna áðrenn tilnevningarnar vórðu klárar, sendu vit
150 mailar okkara millum. Vit hava eisini diskuterað,
brainstormað og biðið hinar limirnar lurtað eftir
onkrum, sum vit hildu vera áhugavert.
Hvussu eru tit komin fram til tilnevningarnar?
– Tað byrjaði við einum stórum brainstormi, har vit
høvdu eini 30-50 nøvn til hvørja heiðursløn. Vit hava
hugt at hvørji fólk hava verið aktuell í ár og hava
faktiskt gingið systematiskt gjøgnum alt árið. Vit hava
skaffað allar listar yvir útgávur og hugsað um øll
tiltøk, ið annars hava verið.
Síðani hevur hvør limur valt 5 nøvn, sum tey vildu
hava við á listan, burturúr rúgvuni. Síðani hava vit
atkvøtt, og tað hevur alt verið dulnevnt. Vit hava
faktiskt atkvøtt umvegis telduna. Eftir fyrstu atkvøðu-
greiðsluna vóru tað ein rúgva av nøvnum, sum høvdu
einar 2-3 atkvøður, og sum vórðu jøvn á 3. til 8. plássi.
So atkvøddu vit faktiskt bara umaftur og umaftur,
inntil vit komu fram til tann listan, sum nú er kunn-
gjørdur. So tað er demokratiskt má sigast.
Hvørji eru krøvini fyri at
verða tilnevnd?
– Krøvini fyri at verða tilnevnd er bara, at fólk hava
verið virkin frá 01.12.2008 til 30.11.2009. Talan kann
verða um live framførðslur, fløguútgávur, air play,
sølu, ja, vit hyggja stórt sæð eftir øllum.
Tit hava útvalt tey tilnevndu, men
tit hava eisini atkvøðurætt. Hví skal
dómsnevndin hava so nógv at siga?
– Dómsnevndin hevur 50% at siga, og sms'ini sum
koma inn telja 50%. Tað vísir seg tó ofta, at tað eru
sms'ararnir, sum hava seinasta orðið. Men vit hava so
nógv at siga, tí landið er so lítið, og tað er skjótt til,
at onkur av teimum tilnevndu fær ein skúlaflokk at
atkvøða, ella at øll familjan sendir sms inn. Endaliga
úrslitið kann skjótt verða manipulerað, tá landið er
so lítið, og vit eru so ein trygd fyri, at tað hóast alt
kemur eitt sindur an uppá fakligheit innan tónleikin
og ikki bert vina- og kenninga politik, sum vit ofta
síggja í Føroyum.
Hvussu fær man atkvøtt?
– Aftanfyri øll tey tilnevndu stendur ein koda, sum
skal sms'as inn til 1906. Tað kostar 5 kr. Til ber at
atkvøða einaferð fyri hvørja tilnevning. Øll, sum
atkvøða eru við í dráttinum um góðar vinningar. Eina
fartelefon frá Føroya Tele og eina ferð fyri tvey við
ungdómstúrinum hjá Norrønu í 2010. Atkvøðast kann
bara umvegis sms og altso bara einaferð til hvørja
tilnevning.
Hvussu leingi kann man atkvøða?
– Atkvøðugreiðslan steingir 27. desember á middegi.
Síðani telur høvuðsdómarin upp, og tað verður gjørt
fleiri ferðir, soleiðis, at vit eru púra vís í, at talið er
rætt. Alt verður próvført so hvørt, so tað ber ikki til
hjá høvuðsdómaranum at snýta og lumpa sær síni
yndisnøvn fram um. Síðani verður úrslitið reviderað
av einum granskoðara, sum tryggjar, at alt er farið
rætt fram.
Hví eru tit dulnevnd?
– Eins og siður er til Planet-handanir, verður
dómsnendin almannakunngjørd á sjálvum tiltakinum.
Hetta er fyri at tryggja, at fólk ikki fara at ávirka
dómsnevndina. Nú eru tey tilnevndu funnin, og nú
skulu nøvnini sodna, áðrenn vit geva okkara endaligu
atkvøðu. Og hon skal vera púra óheft -uttan ávirkan
av hvørki tónleikarum ella fjepparum.
4 mannfólk og 2 konufólk mynda dómSnevndina Til PlaneT
awardS 2009. Tey eru dulnevnd, men viT Hava fingið orð á
HøvuðSdómaran og Hava SPurT um árSinS PlaneT Handan
dómSnevndin
e y d n a S k a a l e · e y d n a s k a a l e @ h o t m a i l . c o m