hósdagur 17. desember 2009síða 36
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
ÍTRÓTTARBLAÐIÐ
Sosialurin 17. desember 2009
Eingin skelkur kom í teim
um fýra fjórð ings finalu
num í mans hond bólti,
sum vórðu spældar í gjár.
Neistin, VÍF, Kyndil og H71
verða liðini í hálv finaluni
Tann spenningur, sum var undan
dystunum, var fyri tað mesta í Havn,
har fýra lið úr Atlantic Airways-
deildini kappaðust um tvey pláss í
hálv finaluni.
Fyrri dysturin stóð her millum
Neist an og StÍF, sum eru nummar
eitt og tvey á stigatalvuni, men eins
og leygardagin, so tóktist munurin á
vølli num at vera nógv størri enn
sum so. Neistin fór avstað stutt und-
an steðginum, og í seinna hálvleiki
var ongan tíð nakar ivi um, hvat lið
skuldi víðari.
Í dystinum millum Kyndil og KÍF
var munurin ikki heilt so stórur, men
í veruleikanum hevði Kyndil her
tamar hald á tí mesta. KÍF spruttaði
eina løtu tíðliga í dystinum, men
efti r at Kyndil hevði brúkt sítt fyrra
time- out, fingu teir takið á dysti-
num.
Eftir steðgin var munurin støðugt
eini fýra mál, og okkurt skifti heili
sjey av slagnum. So tað var ongan
tíð soleiðis, at heimasigurin var í
vanda.
Stórsigrar í Vestmanna
Í Vestmanna vóru eisini tveir dystir á
skránni. Í báðum førum millum lið
úr bestu og næstbestu deildini, og
mun urin á máltalvuni samsvaraði
eisi ni við hetta.
Hóast Team Klaksvík so smátt
kann venja seg vi tankan um, at teir
skulu spæla í fremstu røð næsta
kapp ingarár, so fingu teir sam-
stundis staðfest, at tað er munur á.
VÍF hevði fult tamarhald allan dystin,
eftir at teir longu fyrstu løtuna
skrædd u seg fullkomuliga leysar.
Og H71 hevði heldur ongar
trupul leikar, tá teir á útivølli hølvaðu
næst besta liðið hjá VÍF av. Her varð
munurin heili 25 mál, so spenning
av nøkrum slag var talan ongan tíð
um.
Uttan stórvegis hóvasták
vann Fleyr í gjárkvøldið 30
á KÍF, og sostatt er Fleyr
væl við í oddanum í bestu
kvinnudeildini
KÍF-Fleyr 0-3
(8-25, 7-25, 13-25)
Við útisigrinum á KÍF í gjárkvøldið
legg ur Fleyr trýst á Mjølnir. Liðini
hava nú bæði 12 stig, men Mjølnir,
sum er næstfremst í Eik-liguni hjá
kvinn um, hevur spælt ein dyst færri.
Í kvøld klokkan 18 skal Mjølnir á
Gilja nesi ímóti Drátti, og har er so
møg u leikin hjá klaksvíkskvinnum
aftur at fara tvey stig frá Fleyr.
Fleyr kom til Kollafjarðar við bara
sjey spælarum og einum libero,
um framt einum spælara á bonki-
num. Men kortini stóð ikki á at vinna
væntaða sigurin, og í løtum varð tað
enn tá gjørt við góðum spæli. Við
góð um móttøkum og servum legði
Fleyr so mikið av trýsti á KÍF, at sigur-
in longu frá fyrstu løtu var ávegis.
Unga KÍF-liðið fekk einki gjørt við
mótstøðuna í fyrsta og øðrum setti,
og tá tað í seinnu helvt av triðja setti
eydnaðist heimaliðnum at betra
mót tøkur nar og fáa longri duellir,
gjørd ist tað bara pynt – og tá tók
sigur s vísa Fleyr-liðið sær eisini
meira av løttum.
hil
Eik-ligan, kvinnur
vunnin
tapt
sett-
dystir
v -
t
sett
sett
munur
stig
1 SÍ
9
9 -
0
27
3
24
18
2 Mjølnir
8
6 -
2
20
10
10
12
3 Fleyr
10
6 -
4
20
16
4
12
4 TB
8
5 -
3
18
10
8
10
5 Dráttur
9
4 -
5
17
16
1
8
6 ÍF
9
1 -
8
3
24
-21
2
7 KÍF
9
0 -
9
1
27
-26
0
Fleyr trýstir Mjølnir
Favorittarnir í hálvfinalurnar
jakup@sosialurin.fo
Jákup Mørk
Eina løtu var Kyndil í
trupulleikum móti KÍF, men
teir fingu skjótt tamarhald
á, og eftir steðgin var
spenningurin ikki longur
tann heilt stóri
Úrslitini mikukvøldið
Neistin-StÍF
32-20 (15-11)
VÍF-Team Klaksvík 35-26 (21-12)
Kyndil-KÍF
29-25 (14-12)
VÍF 1-H71
15-40 (-7-19)
Hálvfinalurnar
19. desember
VÍF-Kyndil
Neistin-H71
26. desember
Kyndil-VÍF
H71-Neistin
FAKTA