fríggjadagur 18. desember 2009síða 9
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 243 - 18. desember 2009
Eftir drúgva tíð og
nágreiðiliga viðgerð
verður lærara- og
pedagogútbúgvingin
nú lyft upp á seturs-
støði. Samstundis
verður útbúgvingin
lýst í kunngerð og
ikki í lóg
ÚTBÚGVING
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Longu
í
2002
byrjaði
arbeiðið at nútímansgera
lærara- og pedagogútbúgv-
ingina. Tá varð ein arbeiðs-
bólkur settur at endurskoða
verandi útbúgving, men
ikki fyrr enn í august 2006
handaði bólkurin álitið til
táverandi landsstýrismann,
Jógvan á Lakjuni.
Eftir hetta hevur verið ein
ávísur
»gjøgnumtrekkur«
av landsstýrisfólkum, men í
februar 2008 setti Kristina
Háfoss
ein
innanhýsis
arbeiðsbólk í Mentamála-
ráðnum at gera uppskot til
kunngerð.
Í tí bólkinum vóru Martin
Næs, deildarstjóri, formað-
ur, Jóannes Hansen, rektari
á Føroya Læraraskúla, og
Jørgen Meitilberg, fulltrúi.
Seinni komu Janus Jensen,
undirvísingarleiðari á fólka-
skúladeildini, og Hildur Pat-
ursson, fulltrúi, við í arbeið-
ið. Hartil hava formenninir
í Lærarafelagnum og Peda-
gogfelagnum mannað ein
tilvísingarbólk.
Í arbeiðinum er atlit víst
til, at tað skal bera til at lesa
paratr av pedagogútbúgv-
ingini og læraraútbúgvingini
sum felagslestur, og at tað
skal bera til hjá lærarum og
pedagogum at taka partar
av
nýggju
útbúgvingini
sum eftirútbúgving.
Eisini er hugsað um, at
møguleiki skal vera fyri hjá
teimum lesandi at lesa ein
part av lestrartíðini aðra
staðni, og at møguleiki skal
vera fyri MA (2 ár) lestri
eftir trý ára lestur, tá ið BA
prógvið er fingið til høldar.
Í hesum sambandi verður
arbeitt við at fáa avtalur í
lag við hinar deildirnar á
Fróðskaparsetrinum,
vi
DPU, RUC og Kennara-
háskúla Íslands.
Lesandi
Bæði arbeiðsbólkur, Helena
Dam á Neystabø, menta-
málaráðharri, og Jóannes
Hansen, rektari á Føroya
Læraraskúla fegnast um
nýggju útbúgvingarnar, og
á tíðindafundi í gjár greiddi
hann frá nýggju útbúgving-
unum.
Ein av høvuðsbroytingun-
um er, at læraralesandi og
pedagoglesandi lesa saman
fyrsta árið. Ein onnur høv-
uðsbroyting er, at undir-
vísingin nú fer fram í skeiðs-
modulum, og tað metir
rektarin er ein stórur fyri-
munur.
- Nú kunnu tey lesandi
konsentrera seg um eitt fak,
og ikki sum fyrr flyta mill-
um átta fak um dagin ella
um vikuna. Nú gera tey
skeiðið liðugt, og tað endar
altíð við einari eftirmeting
so lærararnir alla tíina kunnu
fylgja við teimum lesandi,
sigur Jóannes Hansen.
Triðja høvuðsbroytingin
er, at talan ikki longur er
um næmingar, men um
lesandi.
- Undirvísingartíðin er
stytt úr fyrsta árið 40 og
hini árini 30 tímum niður í
15 tímar um vikuna.Undir-
vísingartilfarið er kortini
tað sama, munurin er bara,
at tey lesandi fáa størri
ábyrgd av sínum lestri, sig-
ur Jóannes Hansen.
Ein onnur broyting er, at
lestrartíðin hjá lærarum og
pedagogum nú er síðustillað
soleiðis, at báðar útbúgving-
arnar taka fýra ár. Undir
gomlu skipanini tók peda-
gogútbúgvingin
tríogeitt-
hálvt ár.
Smidligari
Undir gomlu skipanini var
pedagogútbúgvingin skipað
soleiðis,
at
tú
byrjaði
útbúgvingina, og so koyrdi
tú streymlinjað eftir somu
breyt uttan møguleika at
velja til ella frá. Lærarar
hinvegin høvdu 17 valmøgu-
leikar við teirra útbúgving.
Og hetta er broytt í nýggju
útbúgvingunnum.
- Fólk vilja alla tíðina
hava møguleika at velja. Tá
tey hava gjørt eitt val,
ynskja tey at sleppa at gera
tað næsta. Við nýggju
útbúgvingarskipanunum er
latið upp fyri hesum, sigur
Jóannes Hansen.
Sum limur í arbeiðsbólk-
inum og sum rektari á
Føroya Læraraskúla sær
hann stórar møguleikar í at
útbúgvingin nú verður lýst
í eini kunngerð.
- Hetta fer at gera skipan-
ina nógv smidligari og
lættari at tillaga. Eg vænti,
at tillagingar loypandi verða
gjørdar, og tá er tað ein stór-
ur fyrimunur, at ikki hvør
einasta broyting skal til við-
gerðar í Løgtinginum, men
bara kann lýsast av menta-
málaráðharranum í einari
kunngerð, sigur Jóannes
Hansen.
Og júst tí skipanin verður
so smidlig av tillaga væntar
rektarin ikki, at vit fara at
síggja slíkar stórbroytingar
innan útbúgvingarnar aftur.
- Skipanin er ikki liðugt
ment. Hon fer at verða til-
laga so við og við, sum tørv-
urin broytist, sigur hann.
Tað verður kortini ikki
nakað kollveltandi nýtt hjá
lesandi, sum byrjað á lær-
ara- ella pedagogútbúgving
nú, tí skipanin hevur verið
royndarkoyrd síðani 2008.
Tað merkir, at lesandi, sum
byrjaðu í 2007 ella fyrr, og
sum verða liðug í 2011, fáa
sína útbúgving eftir gomlu
skipanini, meðan tey, ið eru
byrjað í 2008 og seinni lúka
prógv undir nýggju skip-
anini.
Útbúgvingar upp á setursstøði
Jóannes Hansen, rektari á Føroya Læraraskúla, greiddi frá nýggju útbúgvingunum á tíðindafundi á skúlanum í gjár
Mynd: Jens Kristian Vang
Ósekur latin leysur
Fyri 35 árum síðani varð amerikanarin James Bain settur í
fongsul fyri at hava burturflutt og neyðtikið ein drong, men
í gjár varð hann latin leysur, eftir at DNA-kanningar høvdu
víst, at hann var ósekur. James Bain var 19 ára gamal, tá
hann bleiv dømdur í 1974, og nú hann er vorðin frælsur
maður aftur, er hann vorðin 54. Tíðindastovan AP skrivar,
at síðani DNA-kanningarhátturin kom, eru 246 fangar
slopnir úr amerikonskum fongslum, tí kanningarnar hava
prógvað, at teir vóru ósekir.
Senda hjálp norðurum
Myndugleikarnir í Suðurkorea hava gjørt av at senda
grannalandinum Norðurkorea koppingarevni ímóti
beinkríminum Influensa A. Støðan millum tey bæði
londini hevur verið spent, síðani Lee Myung Bak vann
forsetavalið í Suðurkorea fyri skjótt tveimum árum síðani
og legði eina meiri harðrenda politiska kós mótvegis
Norðurkorea. Norðurkoreonsku myndugleikarnir viðgingu
í síðstu viku, at landið er meint rakt av Influensa A.
Fyribils hevur Suðurkorea veitt landinum koppingarevni til
at koppseta umleið eina hálva millión fólk, skrivar AFP.