fríggjadagur 18. desember 2009síða 10
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 243 - 18. desember 2009
Á býráðsfundi í
gjárkvøldið samtykti
Tórshavnar býráð
at halda fast við
avgerðina um, at bert
ein 10. flokkur skal
verða í kommununi
BÝRÁÐSFUNDUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Nógv kjak og einstakar
mótmælisgongur hava stað
ist
av
ætlanunum
hjá
býráðnum at leggja allar
10. flokkar í kommununi
saman í eina eind, sum skal
halda til á Eysturskúlanum.
Málið hevur verið væl lýst
við arbeiðsbólki. Í honum
hava sitið Eyðdis Eides
gaard, formaður, umboð fyri
skúlastjórarnar,
Jacob
Thomsen, lærari í Tórshavn
ar Kommunuskúla, Sínum
Joensen, lærari í Eystur
skúlanum, Birgir Morten
sen, lestrarvegleiðari í Hand
ilsskúlanum, umboð fyri
miðnámsskúlarnar, Joel und
ir Leitinum, stjóri í Samskip,
umboð fyri vinnulívið, og
Høgni Joensen, skrivari,
umboð fyri býráðið.
Málið byrjar í 2007 við
hesum arbeiðsbólkinum, og
2. oktober hetta árið leggur
bólkurin sítt álit fram fyri
Mentamálanevndina. Bólk
urin er ikki samdur um eitt
felags tilmæli, og Eyðdis
Eidesgaard, Símun Joensen,
Birgir
Mortensen,
Joel
undir Leitinum og Høgni
Joensen mæltu til, at 10.
flokkarnir
vórðu
lagdir
saman í eina eind, sum skal
húsast í Eysturskúlanum,
meðan
Jacob
Thomsen
mælti til tvær eindir.
Meirilutin sigur í sínum
tilmæli: » Meirilutin heldur,
at í Tórshavnar kommunu
skulu allir 10. floks næm
ingar verða savnaðir í ein
depil, sum skal geva teim
um, ið taka av tilboðnum,
eitt spennandi og fjølbroytt
skúlaár, har tey koma at
hitta nýggjar floksfelagar
og lærarar og leggja lunnar
undir framtíðarlesnað og
framtíðaryrki.
10. floksdepilin skal ikki
verða partur av einum
øðrum skúla, men verður
ein sjálvstøðugur skúli við
egnari leiðslu og lærarum.
Neyðugt verður at seta
ein skúlaleiðara og ein
varaskúlaleiðara, eitt skriv
stovufólk og uml. 1012
lærarar, sum burturav undir
vísa í 10. floksdeplinum.
Væntast skal, at tveir lærar
ar eisini hava útbúgving
sum lestrarvegleiðarar. Hin
ir lærararnir skulu í høv
uðsheitum tryggja, at næm
ingarnir verða undirvístir í
lærugreinum og breytum«.
Fylgdu meirilutanum
Jacob Thomsen sigur í
sínum tilmæli: » Minnilutin
mælir til, at 10. flokkarnir
verða skipaðir í tvær skúla
eindir. Onnur skúlaeindin
verður knýtt at Kommunu
skúlanum og hin at Eystur
skúlanum. Næmingarnir, ið
ganga í Argja skúla og í
Venjingarskúlanum, skulu
sjálvir gera av, hvørja skúla
eind teir velja«.
Eisini í býráðnum hevur
ósemja verið um, hvørja
leið gangast skal, og á
býráðsfundinum í gjárkvøld
ið valdi Maria Hammer
Olsen, sum annars er partur
av býráðssamgonguni, at
fara í part við andstøðuni,
sum vildi hava málið aftur
fyri mentamálanevndina.
Hetta uppskotið fall tó
við fimm atkvøðum fyri,
meðan restin av samgonguni
atkvøddi ímóti. Síðani varð
atkvøtt fyri meirilutaupp
skotinum, og tá atkvøddu
Heðin Mortensen, Bogi
Andreasen, Marin Katrina
Frýdal, Jógvan Arge, Halla
Samuelsen, Jákup Símun
Simonsen, Elin Lindenskov
og Levi Mørk fyri, meðan
Maria
Hammer
Olsen,
Annfinn Brekkstein, Vagn
ur Johannesen, Jan Christ
iansen og Sjúrður Olsen
ikki greiddu atkvøðu.
Hetta merkir so, at frá
næsta ár verður 10. flokkur
skipaður sum ein eind í
Eysturskúlanum.
Halda fast við avgerð um 10. flokk
Russar siga nei
Tað eydnaðist ikki Anders Fogh Rasmussen, NATOaðal
skrivara at fáa russisku stjórnmina at styðja NATO í bar
daganum við Taliban í Afghanistan. Á fundi við russisku
leiðsluna bað Anders Fogh Rasmussen um hjálp frá russisk
um tyrlum, eins og hann vildi hava russiska herin at venja
afghanskar hermenn. Men aftan á fundin í Moskva segði
aðalskrivarin við BBC, at hann hevði ikki fingið játtandi
svar. Anders Fogh Rasmussen steðgaði tríggjar dagar í
Moskva, og har hitti hann millum annað Dmitrij Medve
dev, forseta og Vladimir Putin, forsætisráðharra.
Kent skelti stolið
Onkur hevur stolið tað kenda skeltið, sum hekk oman fyri
inngongdina til ta gomlu nazistisku týningarleguna Auschwitz í
Pólandi. Skeltið við teimum kendu orðunum "Arbeit macht
frei" hvarv tíðliga í morgun. Nazistatnit grundløgdu ta kendu
leguna í 1940. Tann 27. januar í 1945 tók sovjetski herurin
leguna og fríaði teir 7.650 fangarnar, sum enn vóru á lívi.
Rudolf Höss, sum var leiðari í Auschwitz, segði undir
avhoyring seinni, at umleið tríggjar milliónir fólk vórðu týnd í
leguni frá 1941 til 1944. Kanningar hava tó víst, at tað rætta
talið var helst umleið 1,1 millión fólk.
Býráðið hevur sam
tykt at játta tvær
milliónir krónur at
umvæla og víðka
havnarskrivstovuna
á Eystaru vág
BÝRÁÐSFUNDUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Havnarskrivstovan
hjá
Tórshavnar havn skal nú
umvælast og víðkast. Flutt
varð inn ðí verandi høli í
1987, og nú er so ætlanin at
víðka um hølini.
Havnarskrivstovan heldur
til í ovastu hædd í bygning
inum hjá Faroe Ship á Eyst
aru vág. Víddin er tilsamans
241 fermetrar og parturin
hjá havnarskrivstovuni er
152 fermetrar, men Faroe
Ship er sinnað at leiga hinar
90 fermetrarnar til havnar
skrivstovuna.
Umframt at vaksa um
havnarskrivstovuna er eisini
ætlanin at gera umfatandi
broytingar av havnarskriv
stovu og innbúgvi.
Arbeiðið hevur verið boð
ið út í innbodnari lisitatión,
og tey fimm tilboðini lógu
úr 1.085.673 krónum upp í
1.724.492 krónur. Havna
meistarin mælti til at taka
av lægsta tilboðnum og tað
var einmælt samtykt á
býráðsfundinum í gjár.
Settar verða tvær milliónir
av til arbeiðið, og tað var
Búsetur, ið átti lægsta til
boðið og tískil fær arbeiðið.
Havnarskrivstovan
umvælast
Býráðið í Havn samtykti í gjárkvøldið, at tað bert verður tann eina eindin av 10. flokki frá
komandi skúlaári at rokna, og tann eindin skal halda til her í Eysturskúlanum
Havnarskrivstovan skal nú
umvælast og víðkast, samtykti
býráðið í gjárkvøldið
Mynd: Leo Poulsen