Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-18, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. desember 2009síða 11

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 243 - 18. desember 2009 Leita eftir skipbrotnum Skip og tyrlur leita eftir teimum, sum vóru við einum Panama-skrásettum skipi, sum holvdist í illveðri úti fyri libansku strondini í gjár. Millum teirra, sum leita, eru skip hjá friðarvarðveitandi herdeildunum hjá ST í Libanon og bretskar hernaðartyrlur, sum hava støð í Kýpros. Libansku myndugleikarnir siga, at 82 fólk vóru við skipinum, sum var á veg úr Uruguay til Sýrialands. Sambært libansku myndugleikunum eru 25 fólk bjargað á lívi. Manningin var úr Filipsoyggjunum og Pakistan. Harumframt vóru seks ferðafólk úr Uruguay, Brasil og Avstralia við. Níggju deyð í skriðulopi Áhaldandi regn elvdi í gjár til eitt stórt skriðulop í peru- anska býnum Ayacucho, og sambært myndugleikunum kravdi skriðulopið minst níggju mannalív. Millum tey deyðu vóru fýra menn og tvær kvinnur, sum vóru í einum bili, sum fór við skriðuni. Sagt verður, at umleið 100 hús vórðu oyðiløgd, og at tað mesta av miðbýnum lá undir í runu og vatni. Myndugleikarnir noyddust at flyta fleiri hundrað fólk úr býnum, og sambært Javier Velásquez, for- sætisráðharra er vandi fyri fleiri skriðulopum, skrivar AP. Tað líðir nú móti endanum av stóru umhvørvisráð­ stevnuni í Keypmannahavn, men enn er langt frá víst, at nø.kur samtykt verður gjørd, og enn er heldur einki víst við føroysku ynskjunum um at verða nevndar í endaligu samtyktini UMHVØRVIS­ RÁÐSTEVNA Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Í morgun hevur alt staðið í navninum á Barrack Obama, forseta í USA, sum kom aftur til Keypmanna- havnar um 9-tíðina. Hetta merkti eisini føroyska umhvørvismálaráðharran, Anniku Olsen, sum bíðaði eftir røðu Obamas, tá vit hittu hana fyrrapartin. Amerikanski forsetin fer um eina løtu at halda eina røðu í Plenetarium her í Bellacentrinum, so her eru nógvir statsleiðarar savnaðir í morgun, sigur Annika Olsen. Men tá tað kemur til samráðingarnar, sær ikki so bjart út. Hvat við víkur samráðing- unum, so gongur seint. Tað er gamaní komið eitt tekstuppskot í nátt, har tey stóru londini hava gjørt eitt útkast, men enn er einki liðugt hvat viðvíkur teirri stóru avtaluni. So øll bíða í spenningi, sigur Annika Olsen. Tað hevur annars verið ført fram, at Barracck Obama bara fór at koma aftur itl Keypmannahavnar um so var, at í minsta lagi ein vón var fyri semju. Tað eru nógvar meiningar um tað, men eg vil siga, at tað, at hann nú kemur á øðrum sinni er tað nakað sum bendir á, at tað er ein avtala ávegis, tí hann hevur jú verið fyrr í Danmark, og tá eydnaðist uppgávan, hann hevði ikki so væl. Og hann kemur væl neyvan tvær ferðir til Danmarkar við einum miseydnaðum úrsliti, sigur Annika Olsen. Friis positiv Men tað er hóast alt føroyski parturin av avtaluni, sum vit eru mest áhugað í. Sum sagt gongur alt ógvuliga seint í løtuni, og tað ger tað eisini við teimum ynskjunum, sum vit hava til avtaluna, so eg vænti ikki at nakað endaligt verður at frætta um føroysku ynskini, fyrr enn tann endaliga avtalan er fingin upp á pláss, sigur Annika Olsen. Um tað er nøkur ábending ella ikki, so nevndi Lotte Friis Føroyar í positivum vendingum, tá hon helt sína statsligu umhvørvisrøðu vegna Danmark á miðnátt. Hon umrøddi sera positivt føroyska umhvørvispoli- tikkum og nevndi eisini ávirkanina, sum veður- lagsbroytingarnar hava á havið kring Føroyar, og var í heila tikið ógvuliga positiv mótvegis norðrara partinum av ríkinum, sigur Annika Olsen. Landsstýriskvinnan sigur, at samda Løgtingið eisini hevur tikið hædd fyri teimum árinunum, sum ein møgulig føroysk oljuvinna fer at hava á umhvørvið og CO2. Hon dugir tó ikki enn at siga, hvør lagnan hjá før- oysku royndunum at sleppa við í avtaluna verður. Vónar til tað seinasta Annika Olsen vónar enn, at føroyar verða nevndar í endaligu avtaluni