fríggjadagur 18. desember 2009síða 12
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 243 - 18. desember 2009
SAMBAND
eirikur liNDeNSkov
eirikur@SoSiAluriN.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Sosialurin
Spennandi og
mennandi nýskapan
Landsstýriskvinnan, formaðurin í nevndini, sum hevur
fyrireikað nýggju kunngerðina um útbúgvingarnar til
lærara og pedagog, og rektarin á Læraraskúlanum
søgdu seg á tíðindafundinum fyrrapartin í gjár at fegn-
ast um, at málið nú er rokkið soleiðis, at tað nú er ein
nýggjur og eftir øllum at døma modernaður formligur
karmur um lærara og pedagog útbúgvingarnar.
Landsstýriskvinnan segði, at læraraútbúgvingin og
pedagogútbúgvingin eru tær týdningarmiklastu í
landinum. Tað er lætt at geva henni rætt í tí. Allir
íbúgvar í samfelagnum eru fevndir av ásetingunum,
sum eru um læraraútbúgvingina og pedagog-
útbúgvingina. Flestu børn eru undir pedagogiskum
tilboðum í barnagarði og skúla, og nú eru pedagogar
alt meiri við í arbeiðinum á stovnum og heimum, sum
taka sær av teimum við avmarkaðum førningi og
teimum elstu í samfelagnum.
Higartil hevur læraraútbúgvingin verið skipað í
serligari lóg, sum kunngerðirnar fyri báðar útbúgv-
ingarnar hava verið grundaðar á. Nú er tað lógin
fyri Fróðskaparsetur Føroya, sum er lóggávan undir
kunngerðunum fyri nevndu útbúgvingum. Landsstýris-
kvinnan hevur eftir øllum at døma fingið politiska
undirtøku fyri hesi broytingini, og Lærarafelagið
hevur ikki ultimativt mótmælt hesum.
At útbúgvingin er lækkað í formligari tign – frá lóg
og til kunngerð – nýtist ikki at merkja tað sama,
sum um at talan verður um verri støðu fyri lærara-
stættina og pedagogstættina. Sum tað varð sagt
á tíðindafundinum, so kunnu tað vera fyrimunir í
møguleikanum fyri at fremja skjótari broytingar,
enn tað var møguleiki fyri, tá ið talan var um lóg.
Galdandi læraralóg er frá 1980. Tá ið ein so vital
lóg er so mikið gomul, verður spennið stórt millum
lógartekstin og veruleikan.
Nýggja kunngerðin er spennandi og nýskapandi:
Møguleiki er at samlesa partar av útbúgvingunum,
tað er møguleiki fyri at partar av útbúgvingunum
kunnu vera eftirútbúgving samstundis, sum talan er
um útbúgving, og so er tað sambært tíðarrákinum,
at tað skal verða møguleiki fyri at lesa partar av
útbúgvingunum á Læraraskúlanum og síðani at fara
undir framhaldslestur á øðrum deildum á Setrinum
ella á útlendskum lestrarstovnum.
Hugflogið tykist hava verið stórt í fyrireikandi arbeiðn-
um. Tað var hugaligt at hoyra, at hesa ferð hevur
støðið verið tikið í Føroyum og føroyska veruleikanum,
sum hann er í dag og verður mettur at fara at taka seg
upp í framtíðini. Tað er nakað nýtt, at útgangsstøðið
ikki verður tikið í donsku útbúgvingunum, og vit ynskja
tillukku við hesum fína átakinum.
Næsta takið er at menna granskingina í føroysku
skúla- og stovnsverðini. Vit ivast ikki í, at tað verður
møguleiki at lyfta hesa avbjóðingina, tí áræðið og
dynamikkurin tykjast vera stór, og tað eigur aftur
rætta vegin at fara at ávirka samfelagið!
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Marknaðarleiðari: Finnbjørg
Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Høgni Thomsen hogni@sosialurin.fo
Elin Vatnhamar Olsen evo@sosialurin.fo
Svein Rógvi Nielsen Ljósstein
sveinrogvi@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Inna Törnroos inna@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Leo Poulsen leo@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Árni Joensen arni@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo
Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Kykmyndir:
Alvin Elleby Andersen alvin@ras2.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
epost: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
epost: aki@sosialurin.fo
epost: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 frá kl. 8.0020.00
og boða frá
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.frí. 816
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadagfríggjadag klokkan 1330
Fyri stuttum sendi Smyril
Line Nørrønu avstað til
Newcastle á jólatúr, full
fermd av føroyingum, ið
skuldu keypa jólagávurnar
til ætt, vinir og kenningar.
Hugsaði fyrst, tá ið eg
hoyrdi um hetta »væleydn
aða« tiltak, at tað nokk kom
væl við hjá Smyril Line, ið
hevur siglt í tungum sjógvi
fíggjarliga í nógv ár.
Men síðan rann tað fram
fyri meg, at hesir á leið
1000 føroyingar mundu
fingið keypt flest allar jóla
gávurnar í hesum stóra
marglætis innkeypscentri
num í Newcastle. Hesi
løgdu nú stórar upphæddir
eftir sær í Onglandi, heldur
enn í Føroyum.
Eg skilji tó væl allar teir
føroyngar, ið velja at fara ein
hugnaligan túr til Onglands
at keypa jólagávur.
Innkeypsprísurin er væl
lægri enn í Føroyum, og enn
størri avsláttur fær mann í
hesum døgum, nú bretska
pundið liggur so lágt.
Fyri ikki so langari tíð
síðani kom politiski myndug
leikin aftur Smyril Line til
hjálpar. Hesaferð vóru tað
uml. 30 milliónir, ið blivur
sprændar inn í felagið, so
leiðis at »lívsæðrin« Nørr
øna kundi sigla áhaldandi út
í heim. Nørrøna skuldi
varðveitast, so útlendingar
og føroyingar kundu ferðast
til og frá Føroyum. Hvørt
tílíkt skal stuðlast við al
mennum pengum, kann
mann kjakast um, men at
Smyril Line nú eisini slepp
ur at misbrúka henda kun
stiga andadrátt at flyta før
oyskan pening til útlandið,
er burtur úr vón og viti. Her
burdi politiski høvuðs
partaeigarin vaknað úr dvala
og talað at. Eitt er at spræna
skattgjaldarans pening í
privat feløg, men at loyva, at
hesin peningur verður mið
víst nýttur at týna annað
føroyskt vinnuliv, er burtur
úr vón og viti.
Eg eri stórliga bilsin yvir,
at vinnulívið í Føroyum
ikki enn hevur gjørt vart
við seg viðvíkjandi alment
fíggjaða innkeypstúrin til
Newcastle, har teir knapt
1000 føroyingarnir mundu
leggja fleiri milliónir eftir
sær til jólagávur, so sum
mótaklæðir, fløgur, skógv
ar, búnýti og annað.
Eksperimentið við al
mennum partapeningi í
Smyril Line má fáa ein
enda skjótast gjørligt.
Møguliga hevur hetta gagn
að felagnum, men tað hevur
lagt nógvar fótonglar í
vegin fyri annað vinnulív í
Føroyum. Eg fari staðiliga
at heita á Vinnumálaráðið
um at syrgja fyri, at alm
menni partapeningurin í
Smyril Line verður aftur
goldin landinum skjótast
gjørligt. Hetta »smá
kommunistiska« eksperi
mentið eigur beinanvegin at
verða lagt í niðastu skuffu
og eigur framyvir bert at
vera havt á lofti sum ein
ræðusøga um miseyðnaðan
planbúskab í Føroyum.
Almenna Jólaskipið fór til Newcastle
HøgNI LützEN
Ein samlað andstøða á tingi
tekur sterka frástøðu frá tí
politiska óskili, sum valdar í
landinum. Andstøðan mót
mælir staðiliga, at samgong
an hevur hildið alt samfelag
ið fyri gjøldur og nú blakar
ábyrgdina frá sær í eini so
álvarsligari støðu:
Ikki bert eru øll politisk
mál og mið sett til viks,
reformar sleptir – og fíggjar
og búskaparpolitikkurin
umskapaður til ein høvil,
sum í evstu løtu verður drigin
eftir fíggjarlógini.
Samstundis eru allar demo
kratiskar mannagongdir
settir til viks, og møguleik
arnir hjá andstøðuni og borg
arunum í samfelagnum
annars at viðgera og ávirka
avgerðirnar, burturtiknar.
Í eitt samfult ár hava
landsstýrið og samgongan
boðað frá sonevndum “pakk
um”, ið hava verið nevndir
“kreppupakki”, “vakstrar
pakki”, “bygnaðarpakki” og
at enda “ólavsøkupakki”.
Dag um dag, hava løgmaður
og landsstýrisfólk billað fólki
inn, at:
• reformar skuldu gerast,
• øktar íløgur fremjast í
niðurgangsstíðum,
• samtyktir karmar haldast,
• og at alt skuldi verða
“størstu broytingar í 20 ár
ella í heimssøguni”.
Andstøðan hevur støðugt víst
á, at talan var um tómar
pakkar og royndir at villleiða
almenningin. Og nú stendur
øllum greitt, at onki hevur
hildið av tí, sum landsstýrið
og samgongan hava frá
boðað: Løgtingssamtyktir
verða ikki hildnar, broytingar
lógir ikki framdar, íløgurnar
minkaðar munandi – og í
seinastu løtu verður bert
hølvað burturav á øllum
økjum uttan nakað politiskt
mál og mið, sum fer at leggja
byrðarnar á veikastu sam
felagsbólkarnar. Hóast nú í
evstu løtu verður skotið upp
at flyta 124 mió. krónur frá
íløgum til rakstur, er sam
tyktin um ólavsøkupakkan
ikki hildin. Hetta er sostatt
eisini brot á lógina um
játtanarskipan.
Búskaparpolitikkurin og
fíggjarlógin hevur onga
viðgerð fingið á tingi,
meðan samgongufólk hava
nýtt alla politisku orkuna at
spæla andstøðupolitikarar í
fjølmiðlunum.
Nú leggur landsstýrið so
eina heilt nýggja fíggjarlóg
fram í evstu løtu, og ætlar at
skrumbla bæði hesa nýggju
fíggjarlóg og eina røð av
øðrum uppskotum ígjøgnum
uppá tveir til tríggjar dagar.
Andstøðan og borgarar í
samfelagnum annars hava
ongan møguleika at viðgera
uppskotini – og allar tær
mannagongdir í stýrisskipan
og tingskipan, sum skulu
tryggja eina demokratiska
og sakliga viðgerð av øllum
málum og avgerðum, verða
settar úr gildi.
Sostatt hevur samgongan
spilt eitt heilt politiskt
arbeiðsár burtur í mest
avbjóðandi tíðum. Hon er
dyggiliga dumpað og hevur
sett landið í undantaksstøðu.
Vit mæla staðiliga til, at
samgongan leggur frá sær,
og at flokkarnir verða settir
frælsir at samráðast um at
skipa eina bjargingarstjórn.
Á løgtingi,
17. desember 2009
Vegna Tjóðveldi,
Høgni Hoydal
Vegna Miðflokkin,
Jenis av Rana
Vegna Sjálvstýrisflokkin,
Kári P. Højgaard
Samgongan er dumpað og hevur
sett landið í undantaksstøðu