Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-18, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. desember 2009síða 13

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 243 - 18. desember 2009 13 M en samstundis sum ein verður fylltur við tíðind­ um í fjølmiðlunum um CO2 og onnur fyribrigdi ber eisini til at fylgja eitt sindur við í føroysk­ um fjølmiðlum um hendingar í føroyska politiska umhvørvi­ num. Tað er so lætt at sita í frá­ støðu og eygleiða og halda eitt sindur hánt um tað, sum fyri­ ferst og um tær avgerðir – ella mest vantandi avgerðir – sum tiknar verða ella ikki verða tiknar. V anliga eri eg ikki stúrin, men eg merki ein ferðil av ræðslu, tá eg hugsi um, hvat tað kann enda við um politiski leikurin, sum nú fer fram skal halda áfram. Eitt er, at Føroyar hava ávísar búskaparligar trupulleikar ­ tað hava so gott sum øll lond í løtuni. Men tá politiski samgongumeirilutin skal gera síni inntriv, dettur alt sundur. Ósemja er um sjálva fíggjarlógina, ósemja er útbygg­ ingar, til dømis av flogvøllin­ um, og ikki er nakað frægari í eygsjón frá hinum partinum av tinginum, sum ikki beinleiðis hevur stjórnarábyrgd. M en fyri at koma aftur til veðurlagið. Seinastu tíðina haldi eg meg hóma eitt heilt annað politiskt veðurlag í Føroyum enn áður. Tað eg minnist mest var, at flokkarnir hvør sær høvdu síni sjónarmið og sínar støður. Gamaní kundi einstakir tingmenn vera meiri markantir enn aðrir bæði í yvirorðnaðum sjónarmiðum og í stríði fyri sínum valdømi, men tá samanum kom stóðu flokkarnir hvør sær rættiliga væl saman. Ofta – hóast ikki altíð ­ eydnaðist tí at fáa skipað burðardyggar stjórnir. M en nú dettir alt sundur. Tað, sum fekk meg at skriva hetta, var at síggja og hoyra ein sambandstingmann »proklamera«, at hann tók seg úr arbeiðinum við fíggjarlógini fyri komandi ár. Síðani kemur floksformaður hansara, løg­ maður, og kunnger, at tingmað­ urin ikki skal møta í fíggjar­ nevndini til víðari viðgerð, men varamaður hansara tekur sæti og skal undirskriva álitið. Eitt tekin um upploysn. Um somu tíð, sum fíggjarlógin verður viðgjørd, er málið um útbygg­ ing av flogvøllinum í Vágum á breddanum. Og beinanvegin er eldur í. Einstakir tingmenn markera seg bæði á ein hátt og annan. Aftur einstakir tingmenn ímóti tí, sum flokkar teirra annars standa fyri. At so ser­ støðurnar vera væl frambornar av fjølmiðlunum skal ikki undirmetast. T að, sum eg hómi úti í polit­ iska horisontinum, er, at før­ oyskur politikkur í staðin fyri hugsjónir og væl grundaði sjón­ armið, í staðin kemur at snúgva seg um persónligar og populist­ iskar framførslur. Ein ella tveir tingmenn halda seg havi funnið ein frens, sum eitur niðurskurð­ ur av blokkinum fyri fleiri árum síðani. Onkur heldur seg kunna bjarga sínum poltiska lívi við at vera ímóti flogvøllinum í Vág­ um. Onkur skal leggja seg tvøran um fíggjarlógina. Nakrir einstaklingar vilja markera seg við at vera ímóti Sandoyar­ tunnlinum. Og soleiðis kundi ein hildið fram. Á ður var tað soleiðis, at ein­ stakir tingmenn vóru kend­ ir fyri at berjast fyri sínum val­ dømi. Serliga teimum smærru. Hetta var gott og sunt og bygdi land. Nú hómast, at tingmenn eru vorðnir »antilokalir«. Nú skal tað berjast ímóti. Og hetta fer at standa við og versna. Før­ oyar eru vorðnar eitt valdømi, og tí ber til at fáa sær okkurt mál, líka sum Cato á sinni. Ver ímóti Sandoyartunnlinum, ver ímóti tunnlum í Norðoyggjum, ver ímóti flogvøllinum í Vág­ um, so fært tú atkvøður aðra­ staðni og verður hest vald(ur) næstu ferð. Líka mikið hvat flokkur tín annars stendur fyri. Og tað ringasta av øllum er, at um tú endar við at bróta við flokkin, so kanst tú eftir nýggju skipanini stilla upp uttanflokka. Bara tú rópar nóg hart (og hevur ein góðan spinndoktara) so kanst tú verða valdur kortini. Tá hetta verður veruleikin um eini tvey valskeið, tá vera tvey sløg av taparum: veljaraskarin og summir partar av landinum. T á vendist ikki aftur. Havið hetta í huga tit tingfólk, sum vónandi í hesi tingsetuni skulu viðgera uppskot um at venda aftur til gomlu valskipanina. Veðurlagsbroytingar í føroyskum politikki Tíðargreinin tíðargreinin Jógvan Sundstein Í hesum døgum fer fram ein stór ráðstevna í Keyp­ mannahavn. Veðurlagið í heimunum er til viðgerðar. Íbúgvar jarðarinnar óttast fyri framtíðini, og tey ráðandi halda seg kunna »samtykkja« eina broyting í veðurlagnum. Helst er tað rætt, at vit uppliva klima­ boytingar, men um tær eru av mannaávum ella skaparaávum, er helst ikki lætt at avgera Í gjár umrøddi pandemi­ bólkurin støðuna viðvíkj­ andi H1N1 beinkrími (influ­ ensa A) í Føroyum. Niður­ støðan á fundinum var fram­ haldandi at tilmæla teimum, ið eru í vandabólki, at venda sær til lækna fyri at verða koppsett. Seinastu vikurnar hava heilsu­ og røktarstarvsfólk fingið í boði at verða kopp­ sett fyri Influensu A, og fyrst í komandi ári verður farið undir at koppseta onn­ ur, ið á einhvønn hátt eru at meta sum lyklapersónar. “Eg meti at umleið 10.000 tilburðir av H1N1 beinkrími hava verið í Før­ oyum síðani farsóttin tók seg upp í summar”, sigur landslæknin Høgni Debes Joensen í viðmerking, og leggur aftrat: “Nógv bendir á, at talið av tilburðum er í minking, men tað merkir ikki at krím­ sjúkan er hasa av. Vit fara heilt givið at síggja nýggjar tilburðir framyvir. Ikki er óhugsandi, at ein nýggj triðja bylgja fer at taka seg upp – kanska seinni í vetur ella í vár. Tí mæla vit fram­ vegis til, at fólk í vandabólki lata seg koppseta, og at fólk í heila tikið eru ansin”. Vandabólkar Vandabólkarnir eru eitt nú tey, ið hava niðursett lungnavirkni, astma, hjarta­ sjúku, sukursjúku, niður­ setta immunverju og fólk við høgari yvirvekt. Nærri útgreining av vandabólkum sæst á heimasíðuni hjá Heilsumálaráðnum, sí www.hmr.fo. Mælt verður til, at fólk í vandabólki biðja um tíð hjá kommunulækna skjótast gjørligt, fyri at verða kopp­ sett. Koppingarevnið mink­ ar í stóran mun um vandan fyri smittu. Góð ráð Tað týdningarmesta fyri at fyribyrgja smittu er fram­ vegis, at fólk vaska sær ofta um hendurnar, hosta ella njósa í ermuna og at verða heima, um ein er sjúkur. Sjúkueyðkenni eru knapp­ liga íkomin sjúka við yvir 38˚ Celsius, sjúkueyðkenni frá andaleið (vanliga ilt í hálsi og hosti) og pína í vødd­ um. Leyst lív kemur fyri. Viðgerð Týðningarmikið er, at fólk í vandabólki seta seg í samband við lækna, um tey sjálvi ella onkur, ið tey hava nært samband við, fáa sjúkueyðkenni, við atliti til viðgerð. Skal antiviral við­ gerð (Tamiflu ella Relenza) virka, so eigur hon at verða byrjað innan 48 tímar eftir sjúkubyrjan. Fólk annars, ið gerast meira enn vanliga sjúk av influensa ­ eitt nú fáa trupul­ leikar við at anda ella hava høgan fepur í meira enn tríggjar dagar ­ skulu seta seg í samband við lækna, um tey fáa sjúkueyðkenni. Tú eigur eisini at seta teg í samband við lækna, um barn títt undir trý ár hevur høgan fepur ella ikki vil drekka ella taka bróstamjólk. Landslæknin og Heilsu­ málaráðið 17. des. 2009 Heilsumyndugleikarnir endurtaka tilmælini