Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-18, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. desember 2009síða 14

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 243 - 18. desember 2009 Neyðugt er, at kommunan tekur støðu. Men hvussu hevur gongdin verið? Nú nýggja stýrið í Ment­ anarhúsinum Atlantis, hevur lagt frá sær, meta undirritaðu, fyrrverandi limir í stýrinum, at hetta fer at geva Klaksvíkar komm­ unu stórar trupulleikar, tí nú noyðist kommunan endaliga at taka støðu til, hvørjar ætlanir hon hevur við Atlantis. Ásannast má, at ikki ber til at reka húsið víðari eftir verandi umstøð­ um. Stóri spurningurin er, um kommunan yvirhøvur er før fyri at finna eina loysn, tí søguliga sæð hevur gingið illa. Á vári 2001 vórðu stig tikin, av Klaksvíkar komm­ unu, at umskipa bygnaðin fyri ognina Atlantis, ogn hjá Klaksvíkar kommunu. Húsini vóru sett í stand og rikin av Klaksvíkar Sjón­ leikarafelag, men Klaks­ víkar Sjónleikarafelag megnaði ikki uppgávuna. Tá varð avgjørt at seta á stovn “Grunnin Mentanar­ húsið Atlantis” við heim­ staði í Bøgøtu í Klaksvíkar kommunu, handa ognina matr. nr. 672 til grunnin, samstundis sum grunnurin átók sær skyldurnar, sum Klaksvíkar Sjónleikara­ felag hevði yvirfyri Norðoya Sparikassa í sam­ band við umbyggingina, sum í høvuðsheitum varð gjørd frá 1995 til 1997. Sambært viðtøkum stovnsins, ið eru gjørdar av Klaksvíkar kommunu, er grunnurin ein sjálvsognar­ stovnur, ið verður umsitin av einum stýri við 3 lim­ um, valdir av Klaksvíkar kommunu. Endamálið við grunninum er at vera karm­ ur um mentanarlig virk­ semi í býnum, t.e. gjøgnum sjónleik, filmsfyrivísan, kvøldsetur, upplestur, sang og tónleik, fundir og annað fyri slík hús líknandi virksemi, og kunnu bólkar, einstaklingar og feløg gera nyttu av húsinum. Fyrsta stýrið varð mann­ að av Nikolinu Olsen, Súsonnu Olsen og Jógvani Ravnsfjall. Heidi Vágsá og Fróði Løksagarð hava somu­ leiðis verið limir í stýrinum í styttri tíðarskeið. Stýrið legði út við at dagføra húsið innan. Húsið varð ruddað og vaskað, og farið varð beinanvegin í gongd við at gera bygnaðin fyri stovnin. Avtala varð gjørd m.a. við Norðurlanda­ húsið um samstarv, og í samstarvi við Havnar Bio varð biografur settur á stovn 15. desember 2001. Tað fyrsta hálva árið varð alt arbeiðið í húsinum gjørt av stýrinum sjálvum, men tá hetta framhaldandi ikki lat seg gera, gjørdu vit av at seta dagligan leiðara. Í tíðarskeiðnum frá 15. nov. 2001 til 1. mars 2004 vórðu ymsar royndir gjørd­ ar viðvíkjandi dagligum leiðara. Roynt varð at hava leiðara fulla tíð, og tá hetta vísti seg at vera trupult fíggjarliga, varð leiðarin settur niður í hálva tíð. Seinni varð eisini roynt at reka húsið við ongum leið­ ara, men aftur her máttu vit ásanna, at hetta als ikki bar til. Hesar royndir hava lært okkum, at tað er alneyðugt, at húsið hevur ein dagligan leiðara í fullum starvi. Nú­ verandi leiðarin varð settur í starv tann 1. mars 2004. Av tí at stovnurin fram­ vegis hevur eitt stórt lán, ið stavar frá umbyggingini hjá Klaksvíkar Sjónleikar­ felag í 1990’unum, at dragast við, fer stórur partur av stuðlinum frá Klaksvíkar kommunu til rentur og avdrøg hvønn mánað. Húsið hevur eisini aðrar fastar útreiðslur, og haraftrat er avmarkað, hvussu stórar inntøkur ein mentanarstovnur hevur. Tað hevur verið trupult at rikið Mentanarhúsið Atlantis. Øll hesi árini hava vit ferð eftir ferð heitt á kommununa um at nýta Mentanarhúsið Atlantis til tiltøk, ið kommunan skipar fyri, men aloftast hava onnur høli í býnum verið nýtt. Heldur ikki hevur mentanarleiðarin hjá Klaks­ víkar kommunu víst húsin­ um áhuga, og hetta hevur undrað okkum øll hesi ár. Tá nýggja býráðið í vár í fjølmiðlunum boðaði frá, at kommunan skuldi spara, bóðu vit beinanvegin um fund við borgarstjóran. Okk­ um varð sagt, at í samband við endurskoðaðu fíggjar­ ætlanina hjá Klaksvíkar kommunu fyri 2009 fóru sparingar at vera á ymisk­ um økjum. Á fundinum kom fram, at borgarstjórin onki kundi ella vildi siga okkum um ætlaðu sparing­ arnar, men at hetta fór at verða kunngjørt á almenn­ um býráðsfundi 29. apríl 2009. Gjørt varð borgar­ stjóranum greitt, at Atlantis onki kundi spara her og nú, men at ein og hvør sparing fór at gera, at húsið mátti steingja. Tá hevði gamla býráðið longu skert stuðulin við kr. 50.000,­. Tá so býráðsmeirilutin á býráðsfundi tann 29. apríl 2009 kortini samtykti at skerja játtanina fyri 2009 við kr. 100.000 aftrat, var okkum greitt, at húsið fram­ haldandi ikki kundi rekast. Sama kvøld skrivar Norðlýsið, eftir at hava tosað við forkvinnuna í stýrinum, at Atlantis fer at steingja, tí at stovnurin ikki kann liva við so stórari skerjing í stuðlinum. Dagin eftir, hósdagin 30. apríl eftir døgurða, verður forkvinnan í stýrinum ringd upp av mentanarleið­ aranum hjá Klaksvíkar kommunu. Hann segði, at vit ikki skuldu leypa fram­ av og taka nakrar drastisk­ ar avgerðir, men at hann og borgarstjórin ynsktu at tosa við okkum beinanvegin. Tá hetta ikki læt seg gera, eingin stýrislimur var í Klaksvík henda dag, skuldu vit fáa fundarboð sama kvøld. Men tíverri hoyrdu vit onki aftur frá mentanarleiðaranum. Seint sama kvøld varð einmælt samtykt at siga okkum frá sum stýrislimir frá 1. mai 2009, og skriv varð handað kommununi tíðliga næsta morgun. Eitt nýtt stýri varð valt við dugnaligum fólki, men vit kunnu staðfesta, at tey heldur ikki hava megnað at rikið húsið eftir fíggjarligu kørmum býráðsins. Gongdin í hesum máli vísir greitt, at Klaksvíkar kommuna ikki megnar at fylgja egnum samtyktum, samanberandi viðtøkunum fyri sjálvsognarstovnin Atlantis. Tí er spurning­ urin: vil kommunan annað­ hvørt broyta sínar samtykt­ ir, ella vil kommunan veita húsinum neyðugan stuðul fyri at reka tað? Ella vil kommunan steingja Atlantis? Fyrrverandi limir í stýrinum fyri Mentanarhúsið Atlantis Nikolina Olsen Súsanna Olsen Fróði Løksagarð Hvørjar ætlanir hevur Klaksvíkar kommuna við Mentanarhúsinum Atlantis? If it ain’t broken, don’t fix it! Hvør skal so spæla tónleik fyri okkum? spurdi ein genta í sjeynda flokki, tá ið tað gekk upp fyri henni, at tónleikabreyt ikki verður á Komunuskúlanum komandi ár! Vit hava á Kommunuskúlanum eitt tónleikatilboð til ungdómin, sum fungerar væl. Fleiri av bólkunum og tónleikarunum, sum í dag teljast mill­ um okkara fremstu, hava sín uppruna í tónleikastovuni á Kommunuskúlanum. Fyrimunurin við at hava breytir á fleiri skúlum er m. a., at næmingarnir sleppa at fara út á skúlarnar og spæla konsertir fyri hvørjum øðrum, og tað er jú spennandi at fara á konsertferð! Og eisini er tað spennandi at hitta hvønn annan til eitt serligt høvi. Tað er altíð gott at hava onkran at síggja upp til – hevur man eina tón­ leikabreyt á hvørjum skúla, eggjar man teimum yngru til at byrja at spæla og ikki minst halda áfram. Tað ger, at tey yngri fara eisini at gleða seg til at fara í 10inda flokk! Eitt avtrat við at hava tónleikabreytir á hvørjum skúla er, at man kann hava fleiri konsertir ígjøgnum árið, enn man vildi, um allar breytirnar vóru saml­ aðar á einum stað. Tað er skjótt at stilla instrumentini upp og spæla tildømis í framhaldi av morgunsanginum, og eftir hettar kann mann náa at hava undirvísing víðari tann sama dagin. Man sær tað aftur í londunum rundan um okkum, at jú størri tingini verða gjørd, minni persónlig blíva tey, og ger man tingini ov stór er lættari at missa intensitetin. Í tónleiki og sum í øllum ørðum er tað umráðandi at halda spenningin og gleðina koyrandi! Uni ReineRt Debess Harra John Johannessen hevur nú gjørt seg til høvuðstalsmann at steðga best møguliga úrslitinum av eini útbygging av Vága floghavn. Hóast flokkur hansara hevur virkað fyri, at peningur er tøkur til nógv tiltrongda útbygging av afturúrsiglda og for­ sømda tjóðarflogvølli okk­ ara, áltjóða flogvøllinum í Vágum, setir hesin sjálv­ útnevndi »politiski for­ maður« Javnaðarfloksins seg í móti sínum egna flokki. Argumentið hevur hann kopierað frá forsprák­ arum í Havnar Framburs­ felag, sum er lokalfelag Fólkafloksins í Havn. Hvat vil hesin sonevndi »politiski formaður« Javn­ aðarfloksins, sum nú sam­ an við Rás2, Sosialinum og fólkafloksmonnunum í Havn seta øll segl at steðga best møguligu útbygging­ ini av flogvallarviðurskift­ unum í Føroyum fyri lítlar pengar? John Johannessen hevur áður tikið undir við at út­ byggja Vága Floghavn við 365 mill. Men nú serkun­ leikin mælir til at byggja út fyri 47 mill. aftrat, kann hann ikki taka undir við hesum orsakað av eini vind­ máting á Glyvursnesi, ið verður liðug til várs. Hevur John Johannessen hugsað um, at henda upphædd bert er ein brøkpartur av, hvat flogvallaætlanin á Glyvurs­ nesi kemur at kosta? Hvussu hongur rokni­ stykkið saman, tá ein held­ ur enn at nýta 47 mill. fyri at fáa bestu/bíligastu loysnina, heldur vil nýta smáar tvær milliardir (helst ov lágt mett) av skatta­ borgarans peningi til ein »supervøll« á Glyvursnesi? Vit kenna avmarkingar sum eru í Vágum. Men tað, sum átti at verið ein fyri­ munur, er nú vorðið ein forðing. Onki vita vit um, hvørjar avmarkingar eru á Glyvursnesi. Tað vita vit fyrst eftir, at vit hava brúkt milliardir og roynt okkum har í nøkur ár. Í besta føri kann ein flogvøllur á Glyvursnesi blíva eitt sindur betri enn tann í Vágum. Men um vit nýta annars væl dámda fólkafloksútrykkið »cost benefit« skal ikki stórt matematiskt skil til at rokna út, at sera mong ár skulu til at rinda kostnaðin fyri fáu túrarnar, ið vit bara kanska fáa avgreitt fleiri, um super milliardavøllurin á Glyvursnesi í allar hepn­ asta føri kann liva upp til. Siðvenja hevur verið í Føroya Javnaðarflokki, at hann politiskt stendur sam­ an sum ein flokkur. Men soleiðis er ikki longur. Nú fara fleiri í sjálvdrátt fyri at tryggja sær sessin minst eitt valskeið aftrat, og so verður handlað hareftir. Flokkur og skil verður sett til viks, og populisman sett í hásæti. Soleiðis hóreiggja summir tinglimir sær í øllum førum. Harra John Johannessen. Tú sum fyrr var talsmaður fyri skúlum, spælistøðum og øðrum og bleytum virð­ um, hvussu nógvar skúlar, spælistøð, ellisheim og barsilskrónur (til pápar) kunnu vit ikki fáa fyri kostn­ aðin at teimum fáu túrun­ um, ið bara kanska fáast fyri milliardirnar, ið tú og aðrir ætla at leggja út á Glyvursnes? Dugir tú ikki sjálvur at rokna, kann eg hjálpa tær eitt sindur. Fyri tvær milliardir kunnu vit fáa fimm av ætlaðu mið­ námisskúlunum í Havn. Men tað ber sjálvandi eisini til at nýta peningin til at røkka øðrum endamálum, ið tú gjørdi teg til forsprák­ ara fyri, tá vit hildu teg vera javnaðarmann. Eitt er, at tinglimur há­ metir egin áhugamál fram um floksins. Men tá hug­ sjónirnar mugu lúta, átti at verið ovboðið! Ella hevði John Johannessen heldur ongar hugsjónir? Hvat meinti hann við, tá hann í valstríðnum gjørdi seg til forsprákara hjá ungdómi okkara. Tá hann hann lov­ aði skúlar og spælistøð á hvørjum tanga. Tá hann lovaði best hugsandi um­ støður í sambandi við bans­ burð og útnevndi seg sjálv­ an til verja pápanna. Hvat ætla John Johannes­ sen og hansara saman­ svornu at gera við Vága floghavn, tá snórurin til dreymalandið »Altjóða flogvøllin á Glyvursnesi« verður kliptur? Vænta teir, at teir (við lýsing við av­ sláttri í Sosialinum) kunnu seta Vága Floghavn til sølu og soleiðis fáa tær 365 milliónirnar aftur? Hvar blivu hugsjónirnar av, harra John Johannessen? Sørvágur Heðin JøRgensen viðmerkingar