Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-18, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. desember 2009síða 15

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 243 - 18. desember 2009 15 Í marsmánað verða tað fýra ár, síðan at eg skrivaði eitt lesarabræv, har eg úttalaði meg um vitjanina hjá Rod­ ney Howard Brown (RHB). Sum tann einasti tá, ið hevði dirvi og áræði til at nevna við navni, ein mann, ið eg við Orði og Anda Guds hevði fingið opin­ beraðan sum falskan profet, skrivaði eg hetta hvassa bræv, sjálvt um øll tann karismatiska og religiøsa fjøldin í landinum boygdi seg fyri honum, og hevjaði hann til skýggja. Brævið eg tá skrivaði, bleiv av flestu innan nevndu bólkar stemplað sum ”ljótt”, ”frekt”, ”kolldømandi” og mangt annað. Flestu av leiðarunum í hvítusunnu­ og karismatisku rørslunum vendu mær bakið, og vildu ikki kennast við meg longur. Tó skal nevnast, at tað vóru ikki so fá, ið tóku væl ímóti brævinum, og við telduposti, smsi og á annan hátt, takkaðu fyri tað. Hesu vóru tó ikki tey, ið ein oft­ ast sær á talarastólum og gera seg bemerkt. Hetta kundi týtt, at tað enn eru nøkur, sum ikki eru við uppá tað, sum fer fram inn­ an karismatisku rørsluna. Eg havi nú hug at taka upp aftur tað, sum eg skriv­ aði um fyri skjótt fýra árum síðani. Hetta fyri at eftir­ meta ”vekingina” og ”grøð­ ingina” ið lovað bleiv, men eisini fyri at eftirmeta, um eg við brævi mínum tá fór skeivur. Eg vil byrja við at nevna, at um onkur finst, ið veru­ liga upplivdi Guddómliga grøðing, so er tað bara at gleðast um, og so er tað einans Jesusi at takka, at hann vísir náði til grøðing. Eg havi tó enn ikki hoyrt um nakran – heldur tvørtur ímóti. Eg havi verið vitni til stórar skaðiligar avleiðingar hjá fólkum eg kenni, sum RHB profeteraði yvir. Tá vit lesa um profetiir í Bíbliuni er tað ein týdning­ armikil faktorur, ið fylgir við. Tað ein skal hava í huga er tíðarperspektiv. Tað vil siga, hvussu long tíð gongur, frá tí at profetiið er sagt, til tað gongur út. Tá ið tosað verður um grøðing, verður hetta tíðarskeiðið avmarkað, til livitíðina hjá tí, sum profeterað varð yvir. Sláast má tó fast, at um so er, at onkur fekk at kenna grøðing, kann tað á ongan hátt rættvísgera øll lygiprofitiini, ið RHB so frímóðigur bar fram! Vit eru nøkur, sum ikki lótu okkum villleiða og sum ikki hava gloymt! Eg kundi hugsað mær at teir, sum stóðu saman um, at fáa RHB henda vegin, blivu settir til andsvar fyri hesa gerð, og at sett teimum nakrar spurningar, ið eg haldi eru sera viðkomandi. Fyrst vil eg spyrja eftir tí kolosalu vekingini, ið RHB profeteraði, skuldi koma yvir Føroya land... Hvar bleiv hon av!? Nær kemur hon? Lat tað standa óvikiliga fast: Tað verður eingin veking í endatíðini. Bíblian boðar ikki um veking, men um eitt masivt fráfall!! Her tosa vit ikki um fráfall frá samkomunum, men frá trúnni. Sum Jesus sjálvur segði: ”Men táið Menn­ iskjasonurin kemur, man Hann tá fara at finna trúnna á jørðini?“ Hvørjir eru hesir ”hirð­ ar”, ið loyva – og enntá innvitera – ein falskan pro­ fet standa og lúgva fylgin­ um beint upp í andlitið? Hevur nakar, í hesum fýra ára tíðarskeiði, kon­ fronterað hesar leiðarar, og spurt teir hvat bleiv av føgru lyftunum, ið RHB kom við, um massa veking og grøðing? Tá eg vágaði mær at úttala meg, bleiv eg næstan skírdur ”kættari” at vera, men enn havi eg ikki hoyrt eina rødd, ið hevur sett spurnartekin við hesar blindu leiðarar, sum so grovt vanrøkja fylgið teir skulu eitast at leiða. Helst verða tey mong, sum aftur hesaferð fara at kalla meg frekan og ljótan, fyri at skriva hetta, men eg vil bara sláa fast, at eg hvørki ræðist ella virði Brown ella teir, ið eru pro­Brown. Móses sigur í 5. mós. 18,20: ”Men tann profetur, ið vágar sær í navni Mínum at tala nakað, sum Eg ikki havi álagt honum at tala, ella sum talar í navni annara guda, tann profetur skal doyggja!“ Brown skal bara prísa seg lukkuligan fyri at hann ikki livir undir gomlu pakt! Víðari sigur Móses: ”Sig­ ur tú nú við tær sjálvum: „Av hvørjum skulu vit kenna orðið, ið HARRIN ikki hevur talað?“ – so skalt tú vita: Táið tað, ið profeturin talar í navni HARRANS, ikki hendir og ikki verður uppfylt, so eru tað orð, ið HARRIN ikki hevur talað; tað er eitt orð, sum profeturin í hugmóði hevur vágað sær at tala, og tú skalt ikki ræðast hann!“ Eg føli meg at standa á 100% tryggari grund saman við Mósesi, og kenni meg á ongan hátt pliktaðan til at vísa tílíkum monnum virðing. At fara at viðgera RHB sjálvan her, er ikki tíð ella pláss til, men einaferð stóð hann í Madison Square Garden í New York, og profeteraði veldiga veking yvir statirnar – eins hann gjørdi tað her. Torir nakar at stíga fram, og pástanda at USA hevur sæð nakra veking síðan tá? Tá ið Bíblian profeterar um veking, so er tað í lang­ tíðarperspektivi. Um vit nú fylgja tí meginreglu, nær skulu profetiini um veking so ganga út? Flest øll eru væl samd um, at vit liva í síðstu tíð av endatíðini, og at tað ikki kann ganga long tíð, áðrenn likam Kristusar verður tikið heim. Eisini skal havast í huga, at RHB profeteraði yvir fjøldina, sum væl at merkja má týðast til, at tey, sum sótu har, skulu koma at uppliva vekingina. Undrunarvert er, at seinastu mongu árini, hava í hópatali av profeti­ ium um veking verið á breddanum, men til dags dato kann bert staðfestast, at fráfallið breiðir seg, eins og Orðið sigur tað. Bíblian talar ongantíð um eina regioanala (innan landa­ mørk) veking, undantikið Ísrael. Hvar fekk so RHB slíkt andaligt hugflog um at Føroyar skuldi vera komandi Kanaan, og hvørji vóru so at sær komin at trúgva hesum? Var veruliga eingin, sum hevði ein andaligan lygn­ avdúkara, so tey kundu gjøgnumskoða at tað RHB bar fram, ikki var í tráð við Bíbliuna? Tankavekjandi!? Eitt annað í vert er at nevna, er at tá ið profetiini, ið vóru søgd um kendar einkultpersónar fóru skeiv, viðvíkjandi grøðing, so eg havi eg ilt við at trúgva, at profetiini um ókendar fjøldir eru sonn og koma at ganga út. Tey eru so víst ikki gingin út enn! Tá ið tað, sum profeterað varð um trúgvandi fólk, ikki er gingið út enn, eru so nøkur sannlíkindi fyri, at tað, sum profeterað varð yvir vantrúgvandi fólk, skal ganga út? Hevur Gud meiri kraft og umsorgan fyri van­ trúgvandi enn sínum egnu børnum? Eg seti tykkum svarskyldigar! Hvat er tað næsta vit skulu útsetast fyri? Eg vil enda við somu áheitan, sum Jesus gjørdi yvirfyri sínum lærisveinum, tá ið Hann greiddi teimum frá endartíðartekinum. Fyrsta tekin uppá at tíðin er nær at Hann kemur aftur, er tann sterka villleiðingin. Tí lesa vit í Matt.24.3­4. „Sig okkum, nær hetta fer at henda! Og hvat er tekinið fyri, at Tú kemur, og endi er á tíðini?“ Jesus svaraði teimum: „Síggið til, at eingin villleiðir tykkum! Hallur SørenSen “Hava vit eina avtalu, um at vit fara at gera tað í 2009?” spurdi eg Sølva Reinert Hansen, ÍSF­for­ setan í telefonini, meðan eg sat og skrivaði upplegg­ ið um heilsupolitiska part­ in til løgmansrøðuna í fjør. “Ja, sjálvandi, vit verða klár”, segði Sølvi. Tað var ikki bara at siga tað, at lýsa 2009 sum Rørsluár. Við landsstýris­ manninum, ÍSF og Fólka­ heilsuráðnum á odda skuldi Rørsluárið skipast sum eitt felags átak millum nógvar partar: lokalu ítróttarfeløg­ ini, áhugafeløgini, komm­ unurnar, skúlaverkið, dag­ stovnarnir, almennu og priv­ atu arbeiðsplássini,– og við góðum uppbakningi frá fjøl­ miðlunum. Bert um hetta samstarvið fekst at rigga millum aktivar partar, kundi Rørsluárið gerast veruleiki. Eg var ógviliga spentur uppá, um tað yvirhøvur fór at eydnast, ella um tað bara bleiv eitt flopp, ein brostin ballón ­ um vit bara fóru at standa har og tosa fyri deyvum oyrum. Men Rørsluárið bleiv ein fólkaheilsupolitisk succés! Heilt frá startskotinum á Grækarismessu til út á veturin hevur verið íðandi fult av tiltøkum. Og sum tað allarbesta hevur hetta verið út um alt landið, frá høvuðsstaðnum út á minstu bygdir í útjaðarinum. So fólk hava tikið ómetaliga væl undir við rørsluárinum og tí boðskapi, ið liggur aftanfyri: at tað er stimbr­ andi og heilsufremjandi at røra seg eitt sindur dagliga – at tað er hugaligt og positivt, bæði fyri hvønn einstakan og fyri okkara samfelag. Tað hevur verið ein slík ørgrynna av tiltøkum, at tað er vónleyst at nevna alt. Men lata meg bara nevna úr rúgvuni, fyri at vísa hvussu fantasiríkt og fjølbroytt rørsluárið hevur verið: · Fólkaheilsurenningar í Havn, Klaksvík, Runavík, Fuglafirði, Vágum, Suðuroy og á Sandi · Ítróttarbarnagarður á Svanga­ skarði, og rørsluátøk á Dagstovn­ inum við Kráir við Margáir, Dagstovninum Kurlan, o.n.ø. · Rørslufremjandi skúlaátøk m.a. á Norðskála, á Sandi og nógva aðrastaðni · Gongufeløg í Norðoyggjum, Havn og í Suðuroy við serligum tiltøkum · Kvinnurenning í Havn · Rørsluráðstevnur í Havn, Klaks­ vík, Svangaskarði, Sørvági, Sandi og Hovi · Sparkivallarkappingar fyri børn á Húsum, í Fámjin, Haldórsvík, Vatnsoyrum o.a. · Sparkivallarkapping fyri brekað á Toftum · Motiónssvimjing við heilsustøðu­ meting í Svjimjihøllini í Havn · Firmaflogbóltsdagur í Gundadals­ høllini · Heilsukafé í Klaksvík og Runavík · “Virkisleikir” fyri starvsfólk, á Tórsvølli · “Ítróttarnátt” – opið hús í ítróttar­ høllunum kring landið · Ítróttardagur fyri sinnisveik, í Leirvík · “Útivikan” við alskyns tiltøkum út um alt landið · Psykiatriski Depilin og Landssjúkra­ húsið rørsluátøk alla Útivikuna · “Rørslufagnaður” á Tórsbreyt · “Royn onkra ítróttargrein”, átøk alla heystfrítíðina við 15 ymiskum ítróttargreinum í høllum og ítróttar­ økjum víða um alt landið. Sum fyrrverandi lands­ stýrismaður, ið var við til at fyrireika Rørsluárið og skipa fyri fyrra part av árinum, vil eg loyva mær at takka øllum pørtum, sum samstarvaðu um at gera Rørsluárið til eina brakandi succés. Fólk í tíggjutúsundatali hava verið virkin í Rørslu­ árinum 2009, sum nú er komið at enda. Tað er mín vón, at tey flestu halda fram við at røra seg dag­ liga, eisini í árunum sum koma. Tí alt er at vinna: · Rørsla gevur tær eitt betri og frískari lív · Hon minkar um blóðtrýstið · Minkar skaðiliga blóðfitievnið · Økir iltupptøkuna, konditalið · Styrkir hjartavøddarnar · Betrar hvílipulsin · Betrar vøddastoffskiftið · Minkar hjartarútmuórógv · Betrar blóðtynningina · Betrar sukurstoffskiftið · Minkar angist og stress · Mótvirkar tunglyndi · Gevur betri humør · Styrkir potensin · Minkar vandan fyri demens So tað er gagnligt á ein­ hvønn hátt. Nakrar tímar um vikuna, at ganga, renna, svimja, íðka fim­ leik, koyra rullistól, dansa, rógva, ríða, skreiða, spæla bólt ella spæla hvat sum helst við likamligum aktiviteti. Haraftrat er tað jú eisini stuttligt. Við tøkk fyri árið, sum skjótt farið er, og við bestu ynskjum fyri tí komandi. Rørsluárið ein fólkaheilsupolitisk succés! takkað verið øllum luttakarum í samstarvinum løgtingsmaður HanS Pauli Strøm Proceduran í for­ handlingunum er avgerandi ­ øll skulu vera við Tað er ógvuliga áhuga­ vert at fylgja við ­ so frætt sum man nú kann gera gjøgnum bert fjølmiðlarnar. Út frá forhandling­ og konfliktteori, so hendur nú í Kbh. júst tað, sum ofta hendir, nevniliga at processin í forhandlingum verður negligerað ella undirmett. Hedegaard og Løkke Rasmussen trýna hart trýst fram á skýggjan og halda, at nú skal tosast um innihald og ikki um process. Sum politikkarar eru tey von við at nýta makt heldur enn dialog ­ og ofta sleppa tey avstað við tí. Men hesuferð sær út til, at hetta ikki gongur so væl við hesum. Hetta at forhandlingarnar ikki koma at snúgva seg um innihaldið, men um proceduruna er so klassiskt ­ og at ignorera proceduruna og bara pressa uppá ­ gevur ofta falska mentu. Hvussu minnast vit ikki, hvussu diskuterað bleiv í Paris á sinni um hvussu borðið skuldi síggja út, hvør skuldi møta fyrst og hvør skuldi ditt og datt. Ein góð procedura er grundleggjandi fyri úrslitið. Hon skal nevniliga tryggja, at partarnir kenna seg á líka føti ­ áðrenn farið verður í gond við innihaldið. Ofta er tað proceduran, manglandi hoyring og respekt, sum er størsti trupulleikin og ikki innihaldið. Sjálvandi stinga trupulleikar seg upp, tá onkur ikki kennir seg hoyrdan og respekteraðan ­ ella hevur illgruna um ­ ella er bangin fyri ­ at vera trumlaður niður. Hetta er ikki bara so á COP í Danmark, men er eisini galdandi í politiska lívinum í Føroyum. Nógv kundi verið betur avstaðfarið. Listatrætan man vera eitt dømi um tað sama. Klimakreppan í KBH turið DebeS Hentze Hvat bleiv av profetiunum hjá Rodney Howard Brown viðmerkingar