fríggjadagur 18. desember 2009síða 16
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 243 - 18. desember 2009
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Det synges og tales så ofte om mor
Javel hun fortjener hvert eneste ord
Om far man så ofte ei sjunget jo har
Så derfor en vise jeg sjunger om far.
Tað er við stórari sorg at eg havi
tikið pennin í hond og vil skriva
nøkur orð um pápa okkara og
eina heilsan til mammu. Miku-
morgunin tann 14. oktober var
ein av teimum fagrastu heystar-
morgunum, sólin roðaði so vak-
urt í havsbrúnni, og smábátarnir
vóru farnir í fjørðin. Eg og ver-
sonurin Rói vóru á veg suður aft-
ur á hospitali, eg sat og hugsaði,
meðan vit koyrdu, at tað skuldi
verða so meiningleyst at pabba
skuldi liggja til seinasta, ístaðin-
fyri at verða útarógva í hesum
dýrdarveðrinum, tí sjógvurin hev-
ur verið alt hansara lív. Men so
kann man eisini siga tað soleiðis,
at veðrið var av tí fagrasta, fyri
eina av landsins fragastu kempum
at rógva tann seinasta teinin og
leggja at í tryggastu havn heima
hjá Harranum.
Tað vísir seg, at næstan alt sum
man hugsar/tosar um fyri tíðina
eru tey við í. Í barnaárunum
hevði pabba gamla Saturn. Tað
var jú við honum, hann breyð-
føddi okkum við. Tað kundi verða
bæði góðar og minni góðar tíðir
at hava egnan bát, fyri tað mesta
róði hann út einsamallur, men so
til tíðir hevði hann menn afturat
sær. Og so sjálvandi vóru tað so
egnarar á landi sum egndu línuna
aftur fyri hann. Í hesum sambandi
vóru tað eisini ungir dreingjir
sum sluppu framat, tað er jú altíð
spennandi hjá ungdóminum at
tjena sínar egnu pengar. Ein vinur
fortaldi mær eina søgu, um at
hann hevði engt 5 stampar fyri
pabba, prísurin var tá 15 kr fyri
stampin, men Tollaksmessudag
kom pabba at geva honum 250 kr
fyri stamparnar. Tað var ein
avrokning sum vildi nakað. Sjálv
slapp eg við honum einferð út at
skjóta fugl. Eg veit ikki heilt
sikkurt, hvussu gomul eg var tá,
men uml. 6-7 ár rokni eg við.
Hvat veiðan var, minnist eg ikki,
men vit vóru sikkurt á Dala-
grynnuni, tí eina tíð eftir tað slapp
eg við mammu norður á Tvøroyri
at vitja Sivar bróður, sum lá á
sjúkrahúsinum. Tá so vit koma
har í Líðini, og eg síggi vitan, sigi
eg hart í bussinum “ Nú eri ogur
komin á Dalagrynnuna, tað dugdi
eg at síggja á vitanum”. Ja,
barnaverðin var ikki so stór tá. Tá
so pabba keypti tann mittasta
Saturn sum var nakað størri, tá
vóru so nakrir sum róðu út við
honum og so teir sum engdu fast
hjá honum. Engingarskúrurin var
á tí sokallaða Pumpiloftinum, og
tað var ein sermerkt tíð, tí Jógvan
var heimamaður hjá honum
veturin í 80 ímeðan hann bíðaði
eftir at skúlin hjá honum skuldi
byrja í Havn. Tað kunnu tit ímynda
tykkum ein unglingur norðan av
Viðareiði blíva kastaður soleiðis
fyri leyvurnar, hann kendi ikki so
nógv til tað suðuroysku mentan-
ina, so har fekk hann seg royndan
bæði so og so.Um man bara hugdi
eftir pabba, so sá hann út til at
hava bæði beinini fast niðri á
jørðini, men hann var ein fram-
síggjin maður, tað fekk man sjón
fyri søgn, tá ið Saturn 3 bleiv
bygdur. Her í Føroyum kundu
teir ikki geva avreiðingarløn eftir
góðskuni á fiskinum, men niðri í
Scrabster fingu teir tann eina
túrin 17 kr. meira fyri kiloini av
fiskinum enn í Føroyum. Og sum
ikki einaferð her í Føroyum, tá
kom hin óhelbrediliga sjúkan
uppí, sum ikki fæst nøkur viðgerð
fyri ”Øvindsjúkan“.
Pabba hevur altíð verði ein mað-
ur, sum hevði sínar meiningar um
tingini,og helst var tað hansara
meinig sum taldi. Tað kom væl
fram ein dagin inni hjá okkum.
Veðrið var nokk ikki av tí besta,
og hann ætlaði sær útarógva.
Mamma sigur við hann um ikki
at fara. Hendrik er eisini inni,
hann sigur “Pauli, tú kemur ikki
afturíaftur fert tú út í hesum
veðrinum” Tað skal hvørki tú ella
Gretha bestemma, um eg komi
afturíaftur ella ikki” so var tað
sagt. Væl man verða lagt niður í
eftirkomarar hansara veiðulyndi,
tí dreingirnir eru óførir inniløgu-
menn, og ikki minni barnabørnini
bæði í bjørgunum og á sjónum. Í
vár var Pauli í starvsvenjing á
Blikksmiðjuni í Klaksvík. So
kemur hann heim eitt kvøldið og
sigur at hann hevði tosað við abb-
an, so spyrji eg, um hvat? Jú hann
skuldi sleppa at gera okkurt til sín
sjálvan, og vildi hann gera abban-
um ein agnabakka, so hann mátti
fáa málini frá honum. Agnabakk-
in kom ikki í brúk, men abbin
slapp at skoða verkið hjá navnan-
um og var sera sera stoltur. Í
summar, einaferð tá høvdu teir
tosað saman aftur, tá var havhesta-
fleyging á skránni. So sigur Pauli,
at abbin skuldi gera honum eitt
net. Tað bráa lyndið hevur Pauli
arvað eftir abban. Longu annan
dagin byrjaði hann at spyrja um
netið frá abbanum ikki var kom
norður enn? Soleiðis kundi man
blivið við at siga frá um pabba.
Pabba var ikki bara abbi hann var
eisini langabbi, Johannes sum jú
fylti 7 ár 4. oktober. Tá ringdu tey
norður at siga tillukku, tá spurdi
hann langabban “hvussu livir tú
nú lengabbi?” Hann hugsaði sikk-
urt nógv meira um at langabbin
bleiv frískur aftur, so teir báðir
kundu fara ein túr við kalvalínu,
tí tað høvdu teir snakkað um í
summar báðir. Hann var jú vanur
at vera í Víkabyrgi við ommu og
abba í summarferiunum, tá vóru
tey altíð í Vági, eisini bæði á kei-
ini og vesturi í bø, har hevði lang-
omman jú dekkað borð til tey.
Mamma hevur verði pabba ein
fyrimyndarliga góð kona, tí skal
hon eisini fáa eina heilsan. Hon
hevur uppalt okkum systkini og
passa heimi til tað stóra gull-
heiðursmerki. Tað vóru ikki teir
hentleikar tá sum nú Minnist um
kvøldarnar
at
skógvar/styvlar
stóðu við radiatorin í ganginum.
Reinir til at turkast, so tað var reint
og turt at fara í morgunin eftir. Um
kvøldið, tá ið vit vóru farin til
songar, minnist eg at mamma tók
seymimaskinuna fram og fekk
skift okkurt lýnilásið ella lappað
onkur klæðir. Hon hevur altíð
dugað væl at gera klæðir í stand
aftur. Stokkarnir hevur hon eisini
verið ófør við, tað eru ikki so fá
bundin pløgg, sum hon hevur lagt
úr hondum sínum.Tað er eisini væl
lagt niður í okkum eftirkomarar
hjá teimum, teirra framúr góði
arbeiðshugur/evnir og trúskapur
bæði á sjógvi og landi, tí tað er
altíð eftirspurningur eftir onkrum
av okkum.
Kirkjan og Meinigheitshúsið
hava verið teirra andaliga heim,
kanska hava tey ikki verið hvønn
dag avstað, men so bleiv lurta
eftir bæði í útvarpinum og sjón-
varpinum. Gestablíð hava tey eis-
ini altíð verið at koma inn til. Tað
eru nokk ikki so fá fólk, sum hava
sitið væl inni hjá okkum, og eina
karamellerskju hava tey altíð átt
inni, so tey smáu sum komu á gátt
kundu blíva egnd við onkrum søt-
um. Sum barn minnist eg aftur á
jólaaftanar, tá ið eg og gumma
komu vestur til døgurða, og gávur-
nar skuldu pakkast upp. Tá komu
tey hjá mostur og Hennegubbanum
við sínum gávum, so tað bleiv
pakka upp saman og jólamenninar
komu á vitjan. Eli hevur jú føðing-
ardag jólaaftan.
At mamma og pabba hava ver-
ið/eru kend fólk tað kom til sjónd-
ar. Bæði í Havn og suðuri á Vági
var stúgvandi fult av fólkið úr øll-
um landinum, sum vildu taka lut í
okkara stóru sorg, og ikki minni
tann hátíðarliga løtan í kirkjuni
til jarðarferðina. Við hesum fáu
orðum vil eg lýsa frið yvir pápa,
verpápa, abba og langabba Magn-
us Paula Lassen. Má styrki Harr-
ans hjálpa tær góða mamma at
koma víðari.
Dóttur tykkara
Elisabeth v/fam.
Minningarorð um Pabba og ein heilsan til mammu
Magnus Pauli Lassen í Vági
f. 31. juli 1936 d. 14 okt. 2009