leygardagur 8. desember 2001síða 2
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 238 - 8. desember 2001
Nr. 238 - 8. desember 2001
3
Fríggjamorgunin 7. desem-
ber doyði Árni Olsen, aftan
á stutta sjúkralegu, 79 ára
gamal.
Árni vaks upp í Kunoy,
har mamman Elspa, saman
við Jóhan Svend, lærara úr
Svínoy, giftast inn í bónda-
húsini og festu tey Árna-
stovu.
Árni giftist við Elisabeth,
f. Clementsen, av Granda í
Húsavík og fingu tey sam-
an synirnar Jóan Eyðfinn,
Klæmint, Bjarna og Sjúrða.
Árni Olsen fór bert 12
ára gamal til Havnar í fram-
haldsskúla og hava vit
mangan skift orð um,
hvussu tað var so ungur at
fara heiman av bygd í skúla
í eini tíð, har ferðasam-
bandið ikki loyvdi heim-
ferð í skúlafrí, fyri ikki um
at tala í vikuskiftum.
Síðani gekk leiðin –
framvegis
blaðungur
–
niður á Sorø Akademi at
taka studentsprógv sum
lopfjøl til akademiskan
framhaldslestur. Hann gjør-
dist síðani lækni, grundað á
klassiskt málfrøðiligt stud-
entsprógv, eitt uppruna-
dannilsi, sum ríkaði hann
fyri lívið – og sum vit onn-
ur hava notið gott av frá
hansara hond.
Liðugur sum lækni hevði
hann eitt strik, men greiddi
so ymisk læknaarbeiði og
praktiska framhaldsútbúgv-
ing, inntil hann eitt drúgt
tíðarskeið í fimti-árunum
var kommunulækni í Vág-
unum, har mong nú eldri
enn umrøða hann við virð-
ing.
Aftan á tað fór hann við
familju síni aftur niður,
hesuferð at fáa sær serút-
búgving innan fyri sálar-
sjúkufrøði og neurologi og
kundi sostatt vælútbúgvin
við tvinnum serlæknagrein-
um skorða undir og taka
við tí veldugu avbjóðing,
sum tað var at veita føroy-
ingum heima og heimvend-
um úr útlegd forsvarliga
sálarsjúkugreining, viðgerð
og røkt.
Hann byrjaði saman við
øðrum
góðum
fólkum
longu
áðrenn
Staturin
bygdi tað tá stásiliga Stats-
hospitalið, seinni psykiatr-
iska deild, sum stóð liðugt
og fult útbygt í 1972 við
umleið 100 seingjarpláss-
um, tá tað var upp á tað
mesta. Hann megnaði at
taka afturat sær dugandi og
samvitskufull samvirkafólk
og stýrdi við dugnaskapi,
myndugleika og hepnari
hond deildini alla tíðina, til
hann við evsta mark mátti
fara frá fyri aldur. Og tó, so
var hann aftan á fráfaring-
araldur biðin um at vera av-
loysari fyri yvirlækna, og í
tí arbeiðinum ferðaðist
hann út á bygd og legði
nógv fyri, framvegis dugn-
aligur og virkisfúsur hóast
aldurin, og fekk hann sum
pensionistur ongan fíggjar-
ligan fyrimun av hesum
sínum arbeiði.
Sum breitt serútbúgvin
og undangongumaður inn-
an føroyska sálarsjúku-
frøði, var Árni Olsen natt-
úrliga generalist og tó sam-
stundis serkønur um ein
háls.
Hann var hámettur og
virdur av starvsfelagnum so
væl her sum uttanlanda, og
hjá okkum her á psykiatr-
isku deild gjørdist hann
yvirfyri so væl starvsfólki,
sum brúkarum, ímyndum
av einum húsfaðiri, har tað
leingi var vanligt, at fólk
søgdu seg annaðhvørt ar-
beiða hjá ella »liggja hjá«
Árna Olsen.
Hann sepnti fakliga og
menniskjansliga sæð ótrúl-
iga víða, las nógv og helst
seg ajour við øllum tí
nýggja innan psykiatri, og
samstundis hevði hann for-
mat til at vera opin fyri
nýggjum intrivum.
Tað gav at bíta, tá eg
sjálvur beyð mær framat
innan føroyska sálarsjúku-
frøði. Hann lat allar hurðar
upp fyri mær og var hin
ósvikaligi
lærumeistari,
vegleiðarin og samhalds-
fasti vinurin fyri lívið.
Stuðlandi og altíð hollur í
ráðum, men á ein kompet-
entan og samstundis lítil-
lætnan hátt, sum bert fáum
er beskorið. Ongantíð varð
ein niðurgjørdur ella slept-
ur upp á fjall í mistøkum.
Hann dugdi meistarliga
væl, og trúgvur móti sínum
klassiska dannilsi, at brúka
sokratiskan samskiftis- og
frálæruhátt.
Tú hugsaði og segði
kanska okkurt illa umhugs-
að og fekst frá honum bert
til aftursvar: »jú, jú, so sig-
ur ella heldur tú«! og so
vitsti ein straks, at hugsanin
var verd eina umafturhugs-
an.
Undirritaði fekk ta lívs-
eydnu at samvirka við Árna
í yvir 20 ár. Tað var hjá
okkum øllum verandi á
psykiatrisku deild stórur
saknur á honum, hóast fólk
sjálvsagt koma í mans stað.
Fyri meg gjørdist sakn-
urin ómissiligur, bæði fak-
liga, samstarvsliga og pers-
ónliga – vit fingu jú mestu
mandómsár til arbeiðis
saman og var ongantíð
øvugt orð av týdningi okk-
ara millum.
Í eini arbeiðsverð, har
psykologar vanliga vóru
illa sæddir, gjørdist tað
mær ein forrættur at fáa
Árna Olsen og Hera Berg,
sála, sum fyristøðufólk,
vegleiðarar og gubbar. Teir
høvdu format til at vera
opnir fyri nýggjum og øðr-
vísi.
Eisini privat hugsaði
Árni og familja hansara um
meg og okkum í familjuni
eins og gomlu arbeiðsfelag-
um á psykiatrisku deild –
eisini aftan á, at Árni var
faren endaliga frá, fyri 10
árum síðani.
Tískil vil eg nú við deyða
Árna Olsens, saman við
míni familju – og hugsi eg
øllum fyrrverandi so væl
sum núverandi starvsfólk-
um á psykiatrisku deild – í
takklæti lýsa frið yvir
minnið um Árna Olsen,
yvirlækna, samstundis sum
vit sýna samkenslu við
konu og synum við familju.
Hann var eisini so góður
við tey øll og tey við hann.
Føroya land hevur fostr-
að og fostrar enn, úrmæl-
ingar, bæði menn og kvinn-
ur innan handans og andans
verk, og millum tey og
teirra telist vissuliga Árni
Olsen, sáli.
Takk fyri lívið saman við
tær, og hvíl nú í friði –
okkara alra góði Árni
Olsen.
EyJo/tsj
Minningarorð yvir Árna Olsen, yvirlækna
Um eina góða viku
setur Kaupthing
Føroyar á stovn nýtt
íløgufelag
FÍGGJAR-
MARKNAÐUR
Jákup Mørk
Í nýggjatu útgávuni av Útlit
og Rák, skrivar Kaupthing,
at felagið nú fer at seta á
stovn
nýtt
íløgufelag.
Nýggja felagið fær heitið,
Lánsbrøv í DKK.
Íløgufelagið
Eitt íløgufelag er eitt felag,
sum savnar kapitalinnskot
frá fleiri íleggjarum, soleið-
is at hesi øll fáa teir stór-
driftsfyrimunir, sum annars
ikki eru gjørligir uttan so,
at talan er um veruliga stór
innskot.
Á hendan hátt hava eisini
smærri íleggjarar møgu-
leika at koma við í eina
størri eind, soleiðis at tað
verður gjørligt at spjaða
íløgurnar yvir fleiri sløg av
virðisbrøvum, og hetta gev-
ur so aftur tann fyrimunin,
at samlaði vágin fyri íløg-
una gerst minni.
Minni vága
Tað er 32 ára gamli Hans
Peter Clementsen, sum
annars hevur verið hjá
Kaupthing síðani stovnan-
ina, ið er settur sum ognar-
røkil hjá nýggja felagnum.
Í starvsheitinum liggur
sjálvandi tað, at hann skal
viðlíkahalda og helst betra
um tær ognir, sum eru í fel-
agnum, tó at hesar ikki eru
av nøkrum fysiskum slag.
Um avgerðina at stovna
nýggju deildina sigur Hans
Peter, at hann sær hetta sum
ein náttúrlig menning av
virkseminum
hjá
Kaupthing.
– Áðrenn Kaupthing kom
á marknaðin, hevði vanligi
føroyingurin sum so bert
ein
uppsparingarmøgu-
leika. Hann kundi seta pen-
ingin á bók í peningastovn-
unum.
– Síðani er so ein nýggjur
møguleiki komin við al-
tjóða partabrøvunum, sum
Kaupthing hevur fingist
við, men ímillum hesar
møguleikar eru so eisini
lánsbrøv, og nú lata vit so
eisini upp fyri hesum.
Um fyrimunirnar við at
gera íløgur í lánsbrøv held-
ur enn partabrøv sigur
Hans Peter, at størsti mun-
urin er í váganum fyri íløg-
uni.
– Lánsbrøv hava jú tann
fyrimunin, at íleggjarin alt-
íð er vísur í at fáa eina
rentutilskriving, sum er
støðug, og hóast kursurin
kann sveiggja nakað, so
veitir staturin trygd fyri, at
tá lánsbrøvini eina ferð
verða innfríað, hendir hetta
til kurs 100.
– At íløgan á hendan hátt
er tryggari, merkir so eisini
hinvegin, at møguleikarnir
fyri munandi vinningi eru
nakað minni, enn teir eru
við partabrøvum. Rentan á
lánsbrøvum er jú fastløgd
frammanundan, meðan av-
kastið á partabrøv eru
tengd at, hvussu tað gongst
einstøku fyritøkunum.
Tað er eingin loyna, at
fallið á partabrævamarkn-
aðinum hevur veirð stórt
seinastu tíðina, tó at upp-
svingið hevur verið sera
stórt seinasta góða mánað-
in.
Vit spurdu eisini Hans
Peter, um hetta ikki var við
til at gera lánsbrøvini meira
áhugaverd.
– Tað er rætt, at parta-
brævamarknaðurin ikki var
so góður í fjør. Amerik-
anski búskapurin hevði tað
ikki so gott, og tí minkaðu
vísitølini nógv kring heim-
in.
– Avleiðingin av hesum
hevur so verið, at miðbank-
arnir báðu megin Atlants-
havið hava lækkað rentuna
sera nógv, og tá so er, so
gerast lánsbrøvini eyka
áhugaverd, tí rentan har er
føst. Hyggur tú til dømis
eftir peningastovnunum, so
ber í dag illa til at fáa meira
enn 3,6% í rentu, meðan
lánsbrøv kanska geva upp
ímóti 8%. Her er jú greiður
munur á, hvønn vinning
íleggjarin hevur.
Føroyingar venja seg
Hóast hetta við íløgufeløg-
unum er rættiliga nýtt í Før-
oyum, so tykist Hans Peter
kortini at láta væl at gongd-
ini.
– Eg haldi, at føroyingar
nú eru um at venja seg við
hetta slagið av íløgum. At
hetta er ein nýggjur háttur
at spara saman uppá, og
hóast sveiggini á eitt nú
partabrævamarknaðinum
hava verið stór, so duga
fólk eisini at síggja hetta
sum eina langsiktaða íløgu.
– Tað hevur fyrst og
fremst verið hetta, sum
hevur skumpað undir skrá-
setingina av nýggja felagn-
um, tí vit meta sum sagt, at
tørvur er eisini á hesum
íløgumøguleikanum.
Nýggja íløgufelagið byrj-
ar formliga virki sítt hin 17.
desember, og fram til
fríggjadagin
komandi
kunnu íleggjarar nýtekna
pening í felagnum uttan
fyrisitingarkostnað
av
nøkrum slag. Tekningin av
hesum kann fara fram bæði
hjá Kaupthing Føroyar og
hjá Føroya Sparikassa.
Nýtt føroyskt íløgufelag
– Lánsbrøv hava jú tann fyrimunin, at íleggjarin altíð er vísur
í at fáa eina rentutilskriving, sum er støðug, sigur leiðain av
nýggja íløgufelagnum hjá Kaupthing
Mynd: Jonhard Hammer
C
M
Y
K
3
2