leygardagur 8. desember 2001síða 3
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 238 - 8. desember 2001
Nr. 238 - 8. desember 2001
5
Tá umboð fyri Statoil
lótu inn umsóknina
til 1. útbjóðing á
landgrunninum varð
ynskiteigurin júst
tann sami, sum
Amerada Hess seinni
fekk og fann olju í.
Tað áhugaverda er tó,
at meðan serfrøðing-
arnir hjá Hess ikki
høvdu roknað við at
finna olju og gass so
djúpt niðri í undir-
grundini, so høvdu
jarøðingarnir hjá
Statoil nettupp
peikað á møguleikan
at finna olju á hesum
staðnum og dýpinum.
OLJULEITING OG
EFTIRMETING
Jan Müller
Teir vóru bæði fegnir og
vónsviknir – serfrøðingar-
nir hjá Statoil, tá Amerada
Hess fyri nøkrum vikum
síðani sum fyrsta olju-
felagið á føroyska land-
grunninum rakti við týð-
andi nøgdir av olju og gassi
á stórum dýpi.
Fegnir - tí fundið hjá
Hess var nettup tað málið,
sum jarðfrøðingarnir hjá
Statoil og hinum feløgun-
um í samtakinum, peikaðu
út sum mest áhugaverda
økið, tá umsóknin at leita
eftir olju á landgrunninum
varð latin inn. “Upsin”
kallaðu teir prospektið,
sum teir mettu kundi
goyma olju og gass.
Vónsviknir - tí eitt annað
oljusamtak fann oljuna teir
upprunaliga sjálvir høvdu
ætlað sær at fara eftir.
Sosialurin hevur fingið
uppspurt frá vælvitandi
keldum, at Statoil-serfrøð-
ingarnir vóru so mikið
avgjørdir og neyvir í sínum
metingum av økinum, har
Amerada
Hess
seinni
skuldi raka við olju, at teir í
síni umsókn nettupp høvdu
víst á møguleikan at finna
olju og gass á umleið 4300
metra dýpi. Tað skilst, at
júst hesin teigurin og eisini
boristaðið
tætt
uppat
markinum var 1. prioritetur
hjá Statoil, men tað varð so
Amerada Hess, sum fór við
hesum teiginum. Hetta varð
eisini eitt enn betri “skot”
enn tað hjá Amerada Hess.
Tí endaliga málið hjá Hess
var niðri á umleið 3800
metrum ella nakrar hundr-
að metrar ov stutt. Men
Hess tevjaði gass á hesum
dýpinum og metti, at okk-
urt meira mátti verða
longur niðri. Og so varð.
Amerada Hess, Dong og
Atlants Kolvetni tóku av
sínum eintingum, uttan at
hetta varð nakað krav frá
Oljumálastýrinum, á seg at
bora longur niður.
Við øðrum orðum vóru
tað serfrøðingarnir hjá Stat-
oil, sum longu á tekni-
borðinum “sóu” olju- og
gassfeltið,
ið Amerada
Hess lutvíst av tilvild men
eisini av treiskni at váða
nakað meira kom niður á.
Blaðið skilur, at Statoil
hevði givið hesum økinum
navnið “Upsin”, nú tað lá
so djúpt. Veruleikin gjørd-
ist so ein annar og mátti
Statoil í útbjóðingini taka
til takkar við “Longuni”,
sum vísti seg at vera ein
meira ella minni turrur
brunnur. Hvussu og ikki so
kunnu serfrøðingarnir hjá
Statoil, sum sóu Upsan sum
besta prospektið á føroyska
økinum, fegnast um, at
teirra útrokningar og met-
ingar vóru rættar, og teir
kunnu somuleiðis fegnast
um, at treisknið hjá Ame-
rada Hess hevur sett alt
Føroyaøkið í eitt meira
positivt ljós.
Tað er ógjørligt at fáa
nakra viðmerking hvørki
frá Oljumálastýrinum ella
Statoil til hesi tíðindini.
Men keldur okkara eru
góðar nokk. Stóra “slagið”
um fyrstu oljuna stóð tí
longu í metingunum av um-
sóknunum í fyrstu útbjóð-
ing. Flestu feløgini peikaðu
á teigin, ið Amerada Hess
fekk sum tað mest lovandi
økið. Blaðið skilur eisini, at
munurin millum umsókn-
irnar hjá Amerada Hess og
Statoil samtøkunum var
kanska ikki so stórur. Tað
var eftir øllum at døma ein
torfør avgerð hjá føroysku
oljumyndugleikunum
at
gera av, hvør skuldi fáa
gimsteinin
“Gullhorna-
krúnuni”. Eisini feløg sum
Texaco, Agip, Hydro og
Saga vóru úti eftir hesum
eina gullrandaða teiginum.
Men tað eydnaðist so The
Faroes Partnership at fáa
loyvið, tí tað eftir øllum at
døma hevði bestu um-
sóknina.
Statoil “visti” hvar oljan var
RIGGA AV
OLJULEITING
Jan Müller
Sunnudagin kemur stóra
boriskipið West Navion
aftur í føroyskan sjógv.
Hesaferð ikki fyri at
leita eftir olju og gassi,
men fyri at seta propp í
Svínoyarbrunnin, sum
BP og Shell boraðu
herfyri uttan nevnivert
úrslit. Talan er um at
taka sjálvt borihøvdið
upp av havbotninum og
síðani
seta
endaliga
proppin í holið. Sjálvt
holið er longu fylt við
sementi,
soleiðis
at
brunnurin ikki verður
brúktur aftur.
West Navion hevur í
eina tíð borað ein brunn
fyri BP og Shell á
bretskum øki. Vónirnar
til at finna olju í hesum
brunninum,
Assynt
vórðu nógv størri enn í
Svínoyarøkinum. Men
eftir tí sum Sosialurin
skilur, so er eisini hesin
brunnurin turrur. Hetta
er eitt stórt vónsvik fyri
BP, tí felagið hevði gjørt
seg út til at fara undir
framleiðlsu frá fundum
á føroyskum og bretsk-
um øki, um so var at olja
varð funnin. BP og Shell
hava annars bundið seg
til at bora 2 ella 3
brunnar aftrat í hesum
loyvinum 204/18, sum
liggur uppat føroyska
markinum. Óvist er nær
teir verða boraðir. Helst
verður tað ikki fyrr enn í
2003, tá BP og Shell
helst eisini fara at bora á
føroyskum øki.
Annars verður roknað
við nógvum borivirk-
semi bretskum megin
markið næsta ár. Ame-
rada Hess fer helst at
bora ein brunn í sínum
loyvi beint hinumegin
markið, og verður hesin
brunnurin eisini at meta
sum ein metingar- og
avmarkingarbrunnur
fyri tað fundið, sum
felaigð hevur gjørt á
føroyska landgrunnin-
um. Helst er talan um
eitt oljufelt, sum liggur
báðumegin
markið.
Phillips hevur eitt loyvi
á bretskum øki við
síðuna av tí hjá Amerada
Hess og bendir okkurt á,
at teir fara eisini at bora
har næsta ár. Satoil er
við í tí loyvinum. Síðani
kemur Texaco ella sum
tað nú eitur Chev-
ronTexaco, sum hevur
fleiri loyvi í bretska
partinum av fyrrverandi
Hvíta økinum. Tað ljóð-
ar at ChevronTexaco fer
at bora ein brunn í loyv-
inum, sum liggur beint
hinumegin loyvið hjá
Agip og Føroya Kol-
vetni á landgrunninum.
Sosialurin hevur skilt, at
metingarnar vísa, at eitt
møguligt
oljufelt
á
bretska økinum gongur
um markið og inn á
loyvið hjá Agip. Í hesum
sambandi hava verið
nógvar gitingar, um ikki
Texaco, sum hevur havt
stóran áhuga í føroyska
økinum, ikki hevði eitt
ynski um at sleppa við í
samtakið hjá Agip og
Føroya Kolvetni. Hetta
vildi
verið
rættiliga
náttúrligt, ikki minst um
so er, at ein møguligt
oljufelt liggur báðu-
megin markið. Tá fara
vit at uppliva tað sama
sum nú verður gitt um í
loyvunum
hjá
Ther
Faroes
Partnership
báðumegin markið.
Sosialurin veit frá
keldum, at fleiri feløg
“fríggja” til Agip um at
sleppa uppí loyvið á
landgrunninum. Í olju-
verðini hevur tað eisini
verið
mett
rættiliga
náttúrligt, at okkurt fe-
lag kom uppí loyvi aftrat
fyri harvið at minka um
váðan hjá Agip. Chev-
ronTexaco skal so vera
eitt av teimum feløgun-
um, sum liggja framvið.
Men okkurt annað er
eisini.
Alt hetta bendir á, at
vit fara at fáa nógv
borivirksemi beint við
markið inni á bretskum
øki næsta ár. Og at hetta
virksemið eftir øllum at
døma er tætt tengt at
møguleikanum fyri at
finna olju á okkara egna
landgrunni.
Propp í Svín-
oyarbrunnin
Umboðini fyri Statoil-samtakið á veg í Oljumálastýrið við umsókn síni at sleppa at bora upsan
– nettupp á sama stað, har Hess lutvíst av tilvild fann olju og gass
Mynd Jan Müller
Teir bora á Sovereign
Explorer. Borimóðran
sprænir upp úr holinum
Mynd Statoil
Jógvan Zachariasen
gav í gjár út nýggja
fløgu, har hann sam-
an við øðrum spælir
sálmar og sangir
TÓNLEIKUR
Eyðun Klakstein
Tónleikarin
Jógvan
Zachariasen lat í gjár
nýggja fløgu úr hondum.
Hetta er fløga, hann rópar
»Faith« – trúgv – og fa-
gottin
hjá
Jógvani
er
høvuðsljóðførið á fløguni.
Talan er um eina instru-
mentala fløgu, har Jógvan
spælir sálmar og sangir.
Talan er um sangir sum
»Bert ein dag«, »Nærri mín
Gud til tín«, »Hon er frí«
og »Krossurin«. Fleiri aðrir
sangir eru eisini á fløguni,
og millum teirra er eisini
ein Kingo sálmur, sum
Jógvan spælir á ljóðføri
sítt.
Jógvan gav eina líknandi
fløgu út í 1997, og tað var
fyrsta fløgan í Føroyum við
fagottspæli.
Samanspæl
Stílurin á nýggju fløguni er
líkur fyrru fløguni, men
tann nýggja fløgan ljóðar
øðrvísi, og samanspælið
við onnur ljóðføri er øðr-
vísi og meira eyðsýnt.
Nakrir av fremstu tón-
leikarunum í landinum
spæla saman við Jógvani.
Regin
Guttesen
spælir
ljómborð, Jákup Zacharia-
sen gittar, Jan Zachariasen
bass og Óli Poulsen slagtoy.
Óli Poulsen hevur eisini
ljóðblandað tónleikin á
fløguni.
Leygardagin hevur
Verkstaðið á Brekku í
Klaksvík jólasølu. Ein
ørgrynna av vøkrum
og litføgrum jóla-
pynti er til sølu
JÓL
Eyðun Klakstein
Klaksvík: Tá fólkini, sum
ganga á Verkstaðnum á
Brekku, komu úr summar-
feriu, fóru tey undir at gera
jólapynt, hóast summarið
framvegis ikki var liðugt.
Hetta var í august mán-
aði, og síðani er meginpart-
urin av tíðini farin til at
gera jólapynt.
Og tað er ber skjótt til at
staðfesta, at tey hava verið
íðin. Fríggjamorgunin, tá
vit vitjaðu inni á gólvinum,
gjørdu tey klárt til árligu
jólasøluna, sum tey fara at
hava leygardagin.
Ein ørgrynna av lit-
føgrum og fjølbroyttum
jólapynti var sett fram, og í
dag fáa fólk møguleikan at
ogna sær okkurt av hesum.
Jólasølan í Verkstaðnum
á Brekku er opin leygar-
dagin frá klokkan 16.00 til
20.00.
Umframt
sjálva
søluna hava tey eisini café.
Upplivingar og
lærdómur
20 fólk ganga í Verk-
staðnum á Brekku, og talan
er bæði um menningar-
tarnað og fólk, sum hava
okkurt kropligt brek. Fýra
fulltíðarstørv eru har.
– Verkstaðið snýr seg
ikki bara um at framleiða
nakað. Tað snýr seg eisini
um, at fólkini skulu hava
upplivingar, og at tey læra
nakað nýtt, sigur Jóna
Olsen, sum er leiðari á
verkstaðnum.
Umframt nógva jólapynt-
ið gera tey eisini ymiskt
annað á verkstaðnum, og
gjøgnum árini eru nógvir
plattar smíðaðir á Brekku.
–
Høvuðsframleiðslan
hjá okkum er jólapyntið, og
tað brúka vit nógv tíð til.
Hava gjørt jólapynt
í fimm mánaðir
Jógvan blæsur andaligar tónar
Jógvan Zachariasen hevur givið nýggja fløgu út, har hann
spælir sálmar og sangir á fagott
Klaksvík: Leygardagin
verður jólatræið í Klaks-
vík tendrað, og tá fer
Skótalið Nólsoyar Pálls
at skipa fyri hátíðarhaldi í
Vágstúni.
Klaksvíkar
Hornor-
kestur fer at spæla, og eitt
barnakór fer at syngja.
Steinbjørn Jacobsen,
borgarstjóri, fer at flyta
fram røðu, og tað er
fyrstu ferð, at hann ger
tað til jólahald í Klaks-
vík.
Tiltakið verður leygar-
dagin kl. 17.00.
ek
Tendra jólatræið í
Klaksvík
Ingibritt, Jacobina og Jóngerð
við nøkrum av lutunum,
sum verða til sølu
leygardagin
Maria ger klárt til jólasøluna
C
M
Y
K
5
4