leygardagur 8. desember 2001síða 4
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 238 - 8. desember 2001
Nr. 238 - 8. desember 2001
7
tað ikki er pláss fyri
pensiónshækkingini,
eru
vit farin av kós.
Sjúkrahúsverkið
Helena Dam á Neystabø sat
meginpartin av valskeið-
num sum landsstýrismaður
við almanna- og heilsumál-
um og harvið við ábyrgd
fyri sjúkrahúsverkinum.
Hon ásannar, at har kundi
verið betri vorðið, tí hoást
ábøtur eru framdar, er enn
ikki komið upp á pláss tað,
sum mátti sparast í kreppu-
árunum.
Hon sigur, at í hennara
tíð í landssýrissessinum
varð loyst upp fyri einum
leiðslubygnað á Lands-
sjúkrahúsinum, sum av-
gjørt var til bata fyri verkið.
Har var eitt beinleiðis
valdstríð millum læknar og
sjúkrasystrar, sum varð
loyst við býtinum við
lækna- og røktarstjóra.
Men Helena Dam á
Neystabø ivast onga løtu í,
at tað er neyðugt við nógv
meira pengum í sjúkra-
húsverkið, um tað skal
virka nóg væl.
–Hetta er ikki ein vinna,
har til ber at skapa sær
inntøkur av síni fram-
leiðslu. Hetta er ein tæn-
asta, sum kostar nógvar
pengar. Tað eiga vit at vita
og góðtaka, sigur hon.
Slitið hevur verið stórt
bæði menniskjansligt og
matreielt.
Polarisering
Helena Dam á Neystabø
sigur í viðmerking til
aktuellu politisku støðuna
nú eftir fókatingsvalið, sum
var, at polariseringin, vit
hava í føroyskum politikki í
dag, samstundis er ein
neutralisering, sum ger, at
ov lítið fer at henda.
Tveir flokkar á hvør sín-
um veingi, sum vit síggja á
Fólkatingi í dag, fara bara
at standa upp í móti hvørj-
um øðrum sum hermenn í
skotgravum,
og
einki
hendir.
Vit hava brúk fyri sterk-
um
miðflokkum,
sum
kunnu fáa politikkin burtur
frá bara at halda hvønn
annan skák mát.
Men sum er sær einki út
soleiðis. Eins sterkur Tjóð-
veldisflokkur skapar ein
sterkan Sambandsflokk, og
so hava vit fastlæstu støð-
una.
Og
Helena
Dam
á
Neystabø væntar, at eftir
løgtingsvalið fer myndin at
vera umleið tann sama, tí
Tjóðveldisflokkurin tykist
hava viðrák, og so velja
fólk
Sambandsflokkin
afturímóti.
Hinir flokkarnir hava
brúk fyri rættiliga góðum
argumentum fyri at fanga
veljararnar, metir Helena
Dam á Neystabø.
Eftir valið
Hóast
Helena
Dam
á
Neystabø ikki vil siga,
hvussu hon fer at standa í
politiska
lívinum
eftir
komandi løgtingsval, sigur
hon tó, at hon hevur eitt
sivilt arbeiði at venda aftur
til, um hon fer úr politikki.
Hon var leiðari á Skúla-
bókagrunninum,
áðrenn
hon fór í landsstýrið. Hon
hevur farloyvi frá tí starv-
inum og ætlar sær aftur í
tað.
–Tað er sera áhugavert at
standa fyri allari skúla-
bókaútgávu í Føroyum, sig-
ur hon.
Hon tekur uppaftur, at
hon hevur enn ikki gjørt av,
um hon fer at halda fram í
politikki.
Bert tað, at politikkur so
sanniliga enn sum áður
hevur hennara stóra áhuga.
C
M
Y
K
Tað er skrivliga
niðurfelt í proto-
kollat, at Land-
sjúkrahúsið skal
undir at gera barna-
garð, sigur Helena
Dam á Neystabø,
fyrrverandi lands-
stýrismaður við
almanna- og heilsu-
málum
BARNAGARÐUR
Edvard Joensen
Barnagarður skal byggjast
á í samband við Lands-
sjúkrahúsið. Tað er ein
skrivlig samtykt um tað,
sigur Helena Dam á
Neystabø.
Í samband við samráð-
ingar, sum verið hava,
varð gjørt eitt protokollat,
sum sigur, at barnagarð-
urin skal gerast, og at
Landsjúrkahúsið skal taka
stigið, vísir hon á.
Tað er ikki rætt at koma
nú og siga, at tað er
kommunan, sum skal gera
barnagarðin.
–Væl er kommunan
partur av málinum, men
tað stendur greitt í proto-
kollatinum, at barnagarð-
urin skal gerast ...»med
kommunens accept.«
Tað
merkir,
sigur
Helena Dam á Neystabø,
at kommunan bara skal
geva loyvi. Og ikki, at hon
skal seta arbeiðið í gongd
og gjalda tað.
Helena Dam á Neystabø
vísir á, at pengar eru tøkir,
sum kundu farið til barna-
garðin. Tað er soleiðis, at
peningur er settur av til
umvæling av skrivstovu-
hølunum hjá Almanna- og
Heilsumálastýrinum. Har
er so mikið til, at tað hevði
munað væl til ein barna-
garð, sigur Helena Dam á
Neystabø.
Hon vísir á, at tað ber
ikki til at seta starvsfólk í
sjúkrahúsverkinum, sum
koma og fara, undir somu
treytir sum fastbúgvandi
fólk við kommunalum
bíðilistum. Tí tey vita ikki,
fyrr enn tey eru her, nær
tey koma. Og tá ber ikki
til at koma á bíðilista.
Alla aðrastðani verða
gjørdar serskipanir á hes-
um økinum, og tað eiga
vit eisini at gera, sigur
Helena Dam á Neystabø.
Hon vísir á, at royndir-
nar vísa, at tað er ringt at
fáa eitt nú læknar til út-
jaðaran. Og sum slíkur
verða Føroyar eisini rokn-
aðar. Men bara ein barna-
garður hevði gjørt tað væl
lættari at komið hendan-
veg.
–Vit krevja nógv av hes-
um fólkunum og noyðast
eisini at geva teimum nak-
að afturfyri.
Barnagarðurin er samtyktur
Tað er skrivað í protokollat, at Landssjúkrahúsið skal hava ein barnagarð
Mynd: Edvard Joensen
Tað var ikki pláss fyri
áskoðanunum hjá
bæði Helenu Dam á
Neystabø og Sámali
Peturi í Grund í Sjálv-
stýrisflokkinum. Tí
valdi Helena at leggja
frá sær
VIÐTAL
Edvard Joensen
Hugsjónarligi
munurin
millum Helenu Dam á
Neystabø og Sámal Petur í
Grund var ov stórur til, at
tað bar til at fáa eitt tætt
samstarv. Úrslitið varð, at
Helena Dam á Neystabø
valdi at fara úr flokkinum,
so arbeiðfriður fekst innan-
floks.
–Politiska
ósemjan
í
Sjálvstýrisflokkinum var
vorðin so stór, at tað var
ikki møguligt at reka ein
konstruktivan politikk, sum
eg kundi taka undir við,
sigur
Helena
Dam
á
Neystabø. Tí valdi eg at
fara úr flokkinum og lata
hin partin fáa arbeiðsfrið til
at reka sín egna politikk.
Helena Dam á Neystabø
dylur ikki fyri, at hon held-
ur, at Sámal Petur í Grund
hevði í so høgravendar
hugsjónir til at sampakka
við hennara egnu, sum vóru
meira miðvendar. Serliga
eru tað almannamál, henni
liggja nær. Men Helena
Dam á Neystabø ætlar ikki
at leggja inn fyri tað. Hon
heldur fram sum óheftur
tinglimur hetta valskeiðið
út og fer framvegis at
arbeiða fyri hjartamálinum,
sum eru almannamál.
Ófriður
Tað var ein støðugur ófrið-
ur í Sjálvstýrisflokkinum,
sigur
Helena
Dam
á
Neystabø. Hann var alla-
staðni og ikki bara tann,
sum sjónskastur var millum
hennara sjónarmið og tey
hjá Sámali Peturi. Ein
slíkur ófriður ger tað ikki
møguligt at fáa eitt kon-
struktivt arbeiði gjørt.
Helena Dam á Neystabø
sigur, at hon valdi at fara úr
flokkinum fyri á tann hátt
at geva flokkinum møgu-
leika fyri at koma burtur úr
hesum ófriði. Um tað nú
var hennara persónur, sum
skapti ófriðin, sum hon
tekur til.
Men tað var ikki líkt til,
at tað batti nakað kortini.
Skilið stóð við og versnaði
bara, hóast hon ikki var við.
At fara úr flokkinum var
eingin løtt avgerð at taka,
sigur hon, Men avgerðin
var væl umhugsað og
viðgjørd, áðrenn hon varð
tikin. Tosað varð nógv við
familjuna um hetta, og í
samráð varð so avgerðin
tikin.
Floksskifti
Ein av stóru spurningunum,
sum hingið hevur í luftini
síðan
landsfundin
hjá
Sjálvstýrisflokkinum, har
Helena Dam á Neystabø
legði frá sær, er, um hon fer
at stilla upp aftur til kom-
andi løgtingsval. Og um so
verður, hvar hon fer at stilla
upp.
Tí fyri Sjálvstýrisflokkin
verður tað neyvan, vænta
fólk, av teirri einfaldu
orsøk, at hon hevur tikið
seg úr flokkinum.
Men Helena Dam á
Neystabø kemur ikki við
nakrari ábending á, hvussu
verður við tí. Hon svarar
stutt og greitt til spurning-
in, at hon hevur onga við-
merking.
–Framtíðin liggur fyri
framman, sigur hon, og
hana havi eg onga avgerð
tikið um.
Við øðrum orðum hevur
hon heldur ikki staðfest, at
hon heilt fer at taka seg úr
politikki.
Raðfesting
Helena Dam á Neystabø
hevur ongantíð dult fyri, at
hennara hjæartamál eru
almannamálini. Og hon fer
framvegis sum leysgangari
í Løgtinginum at arbeiða
fyri, at tann pensiónshækk-
ingin, hon hevur skotið
upp, veðrur veruleiki.
–Eg haldi ikki, a tað líkist
nøkrum, at teir veikastu
herðarnir framvegis skulu
bera kostnaðin av at byggja
upp aftur tað, sum kreppan
kostaði okkum, sigur hon.
Tað gongur ótrúliga væl í
Føroyum í løtuni, og inn-
tøkurnar
eru
øgiligar
nógvastaðni.
Uttan hjá teimum, sum
bara hava pensión og al-
mennar veitingar at dúva
uppá. Tey hava ikki møgu-
leika at vinna sær eyka-
inntøku,
sum
tey,
ið
arbeiðsfør eru.
Og ikki er líkt til, at hesar
veitingarnar verða raðfestar
so mikið høgt, at tey síggja
nakran bata. So í veru-
leikanum gjalda tey dupult,
tí realinntøkan hjá tiemum
lækkar í og við at hon í
krónum stendur í stað,
meðan alt dýrkar.
–Tað er ikki rætt at
raðfesta allar samferðslu-
íløgur fram um eina pens-
iónshækking, sigur Helena
Dam á Neystabø, sum ikki
dylur fyri, at hon heldur, at
onkur av teimum mongu
samferðsluíløgunum kundi
bíðað eitt sindur, so eitt nú
fólkapensiónin
kundi
hækkað einar túsund krón-
ur til hvønn pensionistin
um mánaðin.
Tað ber ikki til við eini
fíggjarlóg, sum er farin upp
um tríggjar milliardir ikki
at hava ráð til at hækka
pensiónina hjá teimum,
sum bara hava hana at liva
av, við umleiði 1.000 krón-
um um mánaðin.
–Men soleiðis verður
ikki raðfest. Væl saktans tí
at tað er stuttligari at lova
fólki tunnlar og skip enn
pensiónir, heldur Helena
Dam á Neystabø.
–Er niðurstøðn tann, at
Ov trongt í Sjálvstýrisflokkinum
Hugsjónirnar vóru ov ymiskar til, at tað var pláss fyri teimum
í Sjalvstýrisflokkinum. Fyri at geva flokkinum arbeiðsfrið,
valdi eg tí at fara, sigur Helena Dam á Neystabø
Mynd: Jens Kristian Vang
Tað er óinteressant, hvat fólk gita um mína politisku framtíð.
Framtíðin er fyri framman og er ikki avgjørd enn
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
7
6