leygardagur 8. desember 2001síða 5
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 238 - 8. desember 2001
Nr. 238 - 8. desember 2001
9
Hóast prísurin á laksi
er sera vánaligur í
løtuni, stúrir Heri
Hjelm ikki fyri
framtíðini hjá nýggja
laksavirkinum, hann
hevur gjørt í Vági,
saman við norð-
monnum fyri góðar
70 milliónir
VÁGUR
Áki Bertholdsen
Nú er aftur eitt nýtt virki
latið upp í Vági. Og hetta er
eitt virki av teimum stóru, tí
har fara eini 120 fólk at
hava sína dagligu gongd til
arbeiðis.
Tað er eitt nýtt laksavirki,
sum Heri Hjelm og hansara
samstarvsfelagir í Pan Fish
í Noregi, sum nú hava gjørt
eitt stórt laksavirki í Vági
undir navninum Suðurlaks.
Tey hava arbeitt á virk-
inum í eina tíð fyri at royna
maskinurnar og nú er tað so
komið hartil, at virkið varð
alment tikið í nýtslu í gjár.
Tað varð gjørt við eini
hátíðarløtu á virkinum á
miðdegi í gjár, har almenn-
ingurin var boðin at síggja
virkið,
afturvið
einum
kaffimunni og kransakaku
og onkrum søtum afturat
undir tonnina.
Suðurlaks hevur leigað
gamla flakavirkið Polar-
frost frá Fiskavirking og
gjørt tað at kalla alt samalt
nýtt innan og innrættað tað
til laksavirki.
Heri Hjelm sigur, at
maskinurnar og útbúnað-
urin annars, vísa seg at
rigga so væl, at teir eru sera
væl nøgdir og nú er ætlanin
at seta øll segl til.
120 fólk til arbeiðis
Nýggja laksavirkið hjá
Suðurlaks er bæði stórt og
hartil ógvuliga fjølbroytt,
so at tað ber til at virka
ymsar vørur burturúr laksi.
– Vit hava eina velduga
orku at slátra og stendur á,
kunnu vit slátra útvið 300
tons um samdøgurið. Útvið
40 fólk fara at arbeiða á
sláturdeildini á virkinum,
sigur Heri Hjelm.
Hann sigur, at teir hava
eisini tvær portiónslinjur,
har tað ber til at skera 12
tons til portiónir á eini átta
tíma vakt á hvørjari linju.
– Verður arbeitt sólar-
ringin runt á báðum linj-
unum, kunnu vit sostatt
skera upp til 50 tons av
lidnari vøru, um so skuldi
verið.Tað svarar til 100
tons av rundum laksi.
Á hvørjari portiónslinju
fara eisini útvið 40 fólk at
arbeiða, so tilsamans er
talan um eitt arbeiðspláss
til næstan 120 fólk.
Á virkinum er eisini út-
gerð til at skera fløk og at
pakka tey lufttætt, so at tey
antin kunnu útflytast fesk,
men tað ber eisini til at
frysta tey til seinni út-
flutning.
Men harumframt ber
eisini til at frysta heilan
laks.
Heri Hjelm sigur, at í vár
verður flakalinjan á royki-
virkinum í Porkeri eisini
flutt inn á virkið í Vági og
tað verður so uppaftur brúk
fyri fleiri fólkum.
Tað merkir ikki, at ætl-
anin er at leggja Roykivirki
í Porkeri stilt.
– Tá ið flakalinjan í Por-
keri er flutt til Vágs, fer tað
at føra við sær, at tað ber til
at roykiorkuna í Porkeri,
sigur Heri Hjelm.
Hann sigur, at ætlanin er,
at rávøran hjá laksavirk-
inum skal útvegast frá
teirra egnu alibrúkum í
Suðuroynni.
– Vit ætla okkum at taka
eini 10-15.000 tons av laksi
um árið úr okkara egna
alibrúkum. Men verða um-
støður til tess, ber tað til at
veksa um enn meiri um
alingina.
Virkið hjá teimum hevur
í løtuni alibrúk bæði í
Lopra, í Vági, í Hovi, í Øra-
vík og í Froðba.
Teir hava eisini søkt um
loyvi at ala á Hvalbiarfirði,
men enn hevur Vinnu-
málastýrið ikki tikið avgerð
um
umsóknina,
tó
at
Hvalbiar Kommuna hevur
viðmælt at ganga henni á
møti.
Sær ljósari út
Nýggja laksavirkið í Vági
er ein veldug íløga, tí tað
kostar yvir 70 milliónir.
Hesa
seinastu
tíðina
hevur laksaprísurin verið
út av lagi vánaligur, men
kortini stúrir Heri Hjelm
ikki fyri framtíðini.
– Vit eru tíbetur komnir
hartil, at vit kunnu siga, at
prísurin hevur verið lægri,
enn hann er nú. Hann sigur
sostatt, at prísurin er farin
at kvinka uppeftir aftur.
– Tað eru glottar fyri
framman, tí prísurin gongur
aftur rætta vegin. Bjart-
skygnið er størri nú, enn
tað hevur verið.
– Vit halda eisini, at vit
eru so kappingarfør sum
nakað annað virki, so vit
kunnu virka laks so bíliga
sum nakar. Tí óttast vit ikki
fyri framtíðini, sigur Heri
Hjelm.
Heri Hjelm væntar, at tað
verður
javnt
og
nógv
arbeiði á virkinum.
Tað veldst eitt sindur um,
hvussu marknaðurin verð-
ur. Men hann hevur rætti-
liga góðar vónir um, at tað
fer at eydnast.
– Vit vita, at marknaðurin
er til staðar. Vit kenna vør-
una og duga at framleiða
hana líka væl sum onnur og
framleiðslan er er kapp-
ingarfør, so fortreytirnar
eru avgjørt til staðar.
120 fólk til arbeiðis
á nýggjum virki í Vági
Hóast prísirnir á laksi eru lágir, stúrir Heri ikki fyri
framtíðini hjá virkinum, hóast tað kostar yvir 70 milliónir
Í stóru portiónshøllini kunnu tey skera 50 tons av portiónum um samdøgurið, sum so skuldi
verið
Tilsamans fara eini 120 fólk at arbeiða á nýggja virkinum, seinni verður brúk fyri enn fleiri
Teld og tøkni standa
ovast á breddanum
hjá nýggjastu KT-
fyritøkuni í Føroyum,
Kervi. Hóast andlitini
eru kend, so verður
tað talan um annað
enn forritan, tá ið
fyritøkan leggur seg
líka nógv eftir
ráðgeving v.m.
KT
Heri á Rógvi
Í hesum døgum, tá ið Før-
oyar nærkast einum KT-
vinnupolitikki er ein nýggj
føroysk KT-fyritøka sprotin
upp úr nýggjum.
Fyritøkan kallast fyri
Kervi. Slagorðini hjá fyri-
tøkuni eru teld og tøkni.
Men stamstundis eru teir so
nógv annað enn hetta, siga
teir.
Teir hava megnað at fing-
ið í lag ein samstarvavtalu
við heimsins størstu KT-
fyritøku, IBM. Teir hava
fingið loyvi til at kalla seg
fyri IBM Business Center.
Tað vil í veruleikanum siga,
at teir eru at rokna sum eitt
slag av einum umboð fyri
IBM, har tær hava servitan
innan teirra útbúnað og
annað.
Kervi verður ein fyritøka
av tí slagnum, sum fer at
venda sær til fyritøkur og
virki sum kundar. Tað er
ikki ætlanin at fara undir
virksemi við at selja útbún-
að og annað til privatfólk,
hóast hesi sjálvandi kunnu
keypa loysnir frá teimum.
Jónsvein Joensen, sum er
nevndarformaður
fyri
Kervi, sigur, at tað ber til at
lýsa virksemið hjá fyritøk-
uni í trimum pørtum: Ráð-
geving, tøkni og menning.
Tað vil siga, at fyritøkan er
til reiðar at bjóða annað enn
bert tøkni og útbúnað.
Hetta merkir, at fyritøkan
vil kunna fara inn og ráð-
geva fyritøkum í at skapa
ein KT-politikk so at siga.
Einki in.fo
Hóast fleiri av starvsfólk-
unum hava royndir við at
arbeiða hjá øðrum fyritøk-
um, so siga teir, at her er
talan um eina heilt nýggja
fyritøku, sum hevur sett sær
nøkur mál. Sum áður nevnt,
so ætla teir, ella rættari sagt
tey, at spenna teirra virk-
semi rættiliga víða. Sam-
starvið við IBM kemur at
spæla ein stóran leiklut.
Teir fara eisini at leggja
dent á at útvikla skipanir,
har tað serliga verður Lotus
Notes, sum teir fara at
leggja dent á.
Teir hava í øðrum høpi
roynt seg við einum portali,
men hesin er farin í søguna,
og eingin nýggjur er á veg.
Átta fólk fara at starvast hjá
fyritøkuni, sum fer at halda
til uppi á Hálsi, beint við
Havnar Timburhandil. Tað
eru fimm starvsfólk, sum
eiga fyritøkuna.
KT-fyritøkan Faroe-
soft, sum Farodane
áttu størsta partin av,
er farið í avtøku. Fyri-
tøkan var fyri stórum
bakkasti, tá ið bróð-
urparturin av starvs-
fólkinum í einum
søgdu seg úr starvi.
Nú restar bert at
bjarga umdøminum
KT
Heri á Rógvi
Einaferð kallast fyritøkan
fyri VIT. Síðani broyttist
navnið til Faroesoft, og nú
er fyritøkan heilt einfalt
farin í avtøku, t.e. likvidat-
ión. At ein fyritøkan fer á
heysin er ikki nakað, sum
kann kallast fyri eina stór-
søgu, men tað, ið ger hesa
søguna serliga er, at tað
ikki eru meira enn góðir
tveir mánaðir síðani, at VIT
varð til Faroesoft. Sam-
stundis hava fleiri av teim-
um, sum starvaðust hjá
Faroesoft nú funnið saman í
eina nýggja fyritøku, sum
kallast fyri Kervi.
Skiftu, skifta
Byrjanin til alt hetta finna
vit í 1996, tá ið VIT verður
sett á stovn. Virksemið hjá
fyritøkuni er rættiliga nýtt í
Føroyum, og fólk leggja
eisini skjótt til merkis hesa
góðu fyritøku.
Í 2000 keypti Farodane
80% av partabrøvunum í
fyritøkuni. Tey írestandi
20% eiga starvsfólk á
Faroesoft( VIT tá). Tað
verður
samstundis
ført
fram, at virksmemið hjá
Farodane og VIT skulu
sameinast til meira at gerast
ein heild, og hetta merkir
m.a., at skeiðvirksemið hjá
báðum pørtum verður savn-
að á einum stað.
Í oktober 2001 verður
VIT til Faroesoft. Fyritøkan
hevur fingið nýtt navn og
eisini varð flutt í nýggj høli.
Týsdagin í hesa vikuni varð
Faroesoft sett í eina pros-
ess, sum hevði til endamáls
at avtaka fyritøkuna.
Passaðu ikki saman
Tá vit spyrja Óla Olsen og
Jónsvein Joensen, sum eru
við í teirri nýggju fyritøk-
uni, Kervi, og eisini vóru
berandi kreftir hjá Faroe-
soft, hvussu teir vilja lýsa
støðuna, er svarið hetta:
– Okkara fatanir av,
hvussu ein KT-fyritøka eig-
ur at vera var øðrvísi, og tí
valdu vit at royna aðrar
leiðir, siga Óli Olsen og
Jónsvein Joensen.
Teir siga seg ikki vera úti
eftir at skaða Farodane,
men teir ásannaðu bert, at
teirra ynski ikki passaðu
saman við tey hjá Farodane.
Teir báðir leggja dent á, at
hetta ikki er nakað sum er
púra óvanligt, tá ið fólk
kunnu hava ymsar mein-
ingar. Teir fara nú at leggja
alla orkuna í teirra nýggja
virksemi við fyritøkuni
Kervi.
Óseriøst
Jan Ziskasen, KT-stjóri fyri
Farodane, hevur sína síðu at
søguni. Hann greiðir frá, at
teir ein dagin móttóku ein
brævbjálva, har sjey av
teimum ellivu starvsfólk-
unum hjá Faroesoft søgdu
seg úr starvi. Hetta var tann
31. oktober. Áðrenn hetta
høvdu teir sannað, at fyri-
tøkan ikki gav eitt nóg stórt
avkast, og teir fóru síðani
farnir beinleiðis upp í um-
sitingina av fyritøkuna.
Sambært business-line.fo,
so hevur VIT havt stórt
undirskot hesi seinastu tvey
árini.
– Vit ætlaðu at fara inn
við fleiri pengum, men
hetta vildu starvsfólkini,
sum áttu tey írestandi 20%,
ikki. Vit settu tó fleiri peng-
ar í, tá ið vit mettu, at hetta
var nakað, sum kundi fara
at kasa pengar av sær, sigur
Jan Ziskasen.
Jan Ziskasen ásannar, at
teir hava mist nógvar peng-
ar orsaka av hesum, og tað
hevur týdning fyri teir nú,
at teir fáa møguleikan at
varðveita teirra umdømi
sum ein góð og seriøs fyri-
tøka.
– Skulu vit eina góða og
gevandi KT-vinnu í Føroy-
um, so má tílíkt ikki koma
fyri. Hetta er óseriøst og
skaðiligt, sigur Jan Ziska-
sen.
Tey starvsfólkini, sum
vóru eftir hjá Faroesoft, eru
flest øll farin í starv hjá
Farodane.
Eitt nýtt kervi
Starvsfólkið hjá Kervi brynjar seg út at taka ímóti avbjóðingunum innan KT í Føroyum.
Mynd: Jens Kristan Vang
Faroesoft farið í avtøku
C
M
Y
K
9
8