fríggjadagur 18. desember 2009síða 18
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 243 - 18. desember 2009
nøvn
Gullbrúdleyp
12. jan. hava hjúnini Magdalena og Jákup
Martin Joensen í Oyndarfirði gullbrúlleyp.
Dagurin verður hildin í skúlanum í
Oyndarfirði tann 16. jan. kl. 19. Øll eru
hjartaliga vælkomin.
Silvurbrúdleyp
Mánadagin 7. des. hava Anna og Kári Egholm
Jacobsen, Glyvrar, verið gift í 25 ár. Veitsla
verður 19. des. í Bygdarhúsinum í Leirvík fyri
innbodnum.
Silvurbrúdleyp
Týsdagin 15. des. hava Dagmar og Dávid
Jacobsen, Norðagøtu silvurbrúdleyp. Dagurin
verður hildin fyri innbodnum á Hotel Føroyum
19. des.
Silvurbrúdleyp
Týsdagin 29. des. halda vit silvurbrúdleyp.
Vælkomst verður í Skálanum í Klaksvík frá kl.
16. Julianna og Olivur Thomsen.
70 ára føðingardagur
Sunnudagin 20. des. verður Olaf Petersen
Vágur 70 ár. Dagurin verður hildin í
heiminum, Toftavegur 145, frá kl. 16 og úteftir.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
75 ára føðingardagur
Marita Arge Magnussen, Tórshavn, verður 75
ár 18. des. Dagurin verður hildin leygardagin
19. des. í Sjónleikarahúsinum frá kl. 11-15.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
80 ára føðingardagur
Ruth á Lakjuni, Fuglafirði verður 80 ár
fríggjadagin 18. des. Dagurin verður hildin
saman við familjuni.
80 ára føðingardagur
30. des. verður Asta Larsen Tvøroyri 80 ár.
Dagurin verður hildin saman við familjuni.
85 ára føðingardagur
Sunnudagin 3. jan. verður Steingrim Joensen,
Argjaboðagøta 32, Argir, 85 ár. Dagurin
verður hildin í AB-húsinum við fótbóltsvøllin
á Argjum sunnudagin 3. jan frá kl. 13-17. Øll
eru hjartaliga vælkomin.
Prógv
11. des. bleiv Hanus Torleifson, Hoyvík,
avlærdur sum bygningsmálari. Lærumeistari
var Uni Zachariasen málarameistari.
merkisdagar
Tíðindaskriv
Annað jólakvøld er tiltikið
veitslukvøld. Aftur í ár
skipar Kyndil fyri tí vælum-
tókta 2. jólakvøldsdansinum
í høllini á Hálsi. Dyrnar lata
upp kl. 23, og á palli verða
Uni Arge, Rannvá Vestur-
klett band og country-
kongurin Hallur Joensen við
orkestri. Hetta er ein for-
kunnugur møguleiki at upp-
liva Una Arge á palli, eftir at
hann veruliga hevur fingið
vind í seglini eftir tær báðar
fløguútgávurnar
”Mitt
í
sjónum” og ”Meldurtíð”.
Á midnátt kemur Rannvá
Vesturklett band á pall.
Mong kennast møguliga
ikki við nýggja navnið, men
hetta eru frámúr tónleikarar
við drúgvum royndum. Bul-
urin í bólkinum hevur spælt
saman í bólkinum Twilight
í áratíggir. Teir hava brynjað
seg út við frálíku songkvinn-
uni Rannvá Vesturklett sum
forsangara. So lat ongan iva
vera um, at hesin bólkurin
kann fylla eitt hvørt dansi-
gólv.
Tað er bara ein country-
kongur í Føroyum, og er tað
Hallur Joensen. Hetta hevur
hann aftur so staðiliga
staðfest við nýggju fløguút-
gávuni ”Smile”. Eins og í
fjør fáa vit gleði av at hoyra
Hall við framúr bólki sínum
í høllini á hálsi. Hallur sigur
seg og bólkin vera í stór-
formi í løtuni, so óivað fáa
vit eitt rimmar dansikvøld.
Fyrireikararnir hava gjørt
nógv fyri, at karmarnir eru
góðir, og væntandi vera tað
mong, sum aftur í ár leita
sær niðan á Háls til eitt
frálíkt kvøld.
Atgongumerkir eru at fáa
í forsølu í teimum fimm
Fast handlunum: í Gunda-
dali, Kollafirði, Skálabotni,
Saltangará og í Klaksvík
fyri 175 kr. Um tað ikki verð-
ur útselt, kunnu atgongu-
merki keypast við dyrnar frá
kl. 22 og er prísurin tá 200
kr. Tiltakið endar kl 04.
Annað jólakvøld á Hálsi
Hósdagin 17. desember tóku hesir prógv sum skiparar á
Klaksvíkar Sjómansskúla: Sofus Poulsen, Jóan Jákup
Torbjarnarson, Assvein Mikkelsen, Poul Johannus
Falkvard, Per Hansen, Jákup Pauli Joensen, Jóan Petur
Joensen, Sørin Birgir Sørensen og Kenneth Michelsen.
Skiparar á Klaksvíkar
Sjómansskúla
Johan Dahl, lands
stýrismaður í
vinnumálum, tók
í gjár avgerð um at
seta Petur Joensen
í starv sum stjóra á
Jarðfeingi
Johan Dahl, landsstýris-
maður í vinnumálum, setti
í gjár Petur Joensen í starv
sum stjóra á Jarðfeingi.
Petur Joensen er 49 ára
gamal, útbúgvin Cand.
Merc.og hevur harumframt
tikið
fleiri
leiðslu-
skeið. Seinastu tvey árini
hevur Petur virkað sum
settur stjóri á Jarðfeingi,
har hann hevur starvast
síðani 1997.
Jarðfeingi er stovnur
undir Vinnumálaráðnum,
og á stovninum starvast í
løtuni tilsamans 28 starvs-
fólk. Jarðfeingi umsitur
kolvetnisvirksemi og virk-
ar sum vísindaligur kann-
ingarstovnur, serliga innan
jarðfrøði. Stovnurin ráð-
gevur Vinnumálaráðnum í
elveitingarmálum og lut-
tekur í elveitingarverkætl-
anum. Harumframt skal
stovnurin virka fyri at
økja
kolvetnisvirksemið
við meira.
-rógvi
Stjóri settur
á Jarðfeingi
Seinastu tvey árini hevur Petur Joensen virkað sum stjóri
á Jarðfeingi, men í gjár tók Johan Dahl avgerð um at seta
hann fast í hetta starv
Savnsmynd
Leiklistaráðið hevur á fundi í
fyrradagin gjørt av at bjóða Jenny
C. Petersen starvið sum stjóri fyri
Tjóðpall Føroya komandi fimm árini
Fyrradagin gjørdi Leiklistaráðið av at bjóða
Jenny C. Petersen at halda fram sum stjóri fyri
Tjóðpall Føroya komandi fimm árini.
Hon hevur tikið av tilboðnum. Tríggjar
umsóknir vóru til starvið. Leiklistaráðið metir,
at Jenny C. Petersen hevur gjørt eitt gott arbeiði
fyrstu fimm árini hjá Tjóðpalli Føroya.
Hóast truplar umstøður hevur tað eydnast at
bjóða fram eitt fjølbroytt útboð av leiklist á
høgum stigi, samstundis sum arbeiðið at skipa
Tjóðpallin sum almennan stovn er komið væl
áleiðis, sigur Leiklistaráðið.
Leiklistaráðið metir útfrá støðuni og tørvinum
hjá Tjóðpallinum nú og fimm ár fram, at tað er
rættast at bjóða verandi stjóra at halda fram við
støðugu menningartilgongdini, sum er sett í
verk, og sum við nýggju avtaluni við Leikara-
felagið av álvara kann fáa flog.
-rógvi
Jenny fær fimm ár afturat
Jenny C. Petersen verður eisini stjóri fyri
Tjóðpall Føroya komandi fimm árini eftir
fimm væleydnað ár í starvinum
Savnsmynd