fríggjadagur 18. desember 2009síða 19
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 243 - 18. desember 2009
19
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu samkenslu, tá ið
kæra kona, mamma, vermamma og omma okkara
Hanna Højbro
andaðist og varð jarðað.
Tøkk til tykkum øll, sum á ymiskan hátt hjálptu til
við jarðarferðina og ervið í kirkjukjallaranum.
Tøkk til Hanus, prest, fyri góð og troystarrík orð.
Eina hjartans tøkk fáa tit á deild M á Klaksvíkar
Sjúkrahúsi fyri góða umsorgan og hjálp, meðan
hon var har sína síðstu tíð.
Hjartans tøkk fyri blómur, kransar og heilsanir, ið tit
sendu okkum.
Vit fara við hjartans tøkk at ynskja øllum eini gleðilig
jól og eitt eydnuberandi nýggjár.
Vegna tey avvarðandi
Bjarti, Jógvan, Jóan Magnus og Eyðun
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum á einhvønn hátt sýndu
samkenslu, tá kæri maður mín, pápi, verpápi, abbi,
beiggi, versonur og svágur okkara
Hans Jørgen Johannes Dam
Sandavágur
so brádliga andaðist í Miami í Florida
og varð jarðaður.
Tøkk fyri sms og telefonheilsanir meðan vit vóru
uttanlands og til øll tykkum, sum tóku ímóti okkum,
tá ið vit lendu í Vágum.
Tøkk til familju, vinir og øll tykkum, sum stukku inn
á gólvið, ringdu og vóru so hjartaliga um okkum og
hjálptu so væl til við jarðarferðini.
Tøkk til Ingu Poulsen Dam og Theodor Eli Dam
Olsen, prestar, berara, sangarar, kirkjutænarar, tit ið
bakaðu og til tykkum, sum stóðu fyri ervinum.
Tøkk fyri gávur, heilsanir, blómur, kransar,
peningagávur til Føroysku Sjómanskirkjuna og
minningarorð.
Tøkk til tykkum mongu, ið fylgdu honum til
hansara seinasta hvíldarstað.
Gleðilig jól og gott Nýggjár!
Familjunnar vegna
Nancy,
Terje, Erhard og Katrin
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum við
heilsanum, gávum og á annan hátt gleddu
okkum á gullbrúdleypsdegnum
tann 8. november 2009.
Eisini vilja vit nýta høvið at ynskja
øllum eini góð og hugnalig jól og eitt av
Harranum signað nýggjár.
Heilsan
Herborg og Hildibjart Johansen
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymsan hátt sýndu
samkenslu, tá okkara kæra kona, mamma, vermamma,
omma og langomma
Karolina Müller
Kvívík
andaðist og varð jarðað.
Tøkk til Ingu Dam, prest, fyri troystarrík orð, tøkk til
kirkjutænarar, sangarar og fyri hjálp og stuðul til
jarðarferðina og ervið.
Tøkk til tykkum mongu, sum mintust hana við
blómum, kransum og gávum.
Tøkk til starvsfólkið á Mørkini.
Tøkk til tykkum mongu, sum fylgdu henni til
hennara seinasta hvíldarstað.
Samstundis verður ynskt tykkum øllum eini
gleðilig jól og gott nýggjár.
Familjunnar vegna
Hans
Tøkk
Hjartaliga takka vit tí stóra skara, ið hendan
góðveðursdag í adventini fylgdi kæra manni
mínum og góða pápa, verpápa, abba
og langabba okkara
Torstein Christiansen
sum eftir eina langa sjúkralegu stillisliga
legði árarnar inn eftir ein langan og strævnan
arbeiðsdag, ið var at enda komin.
Tøkk til Jákup Reinert, prest, fyri góð orð í kirkjuni
og tær avbera vøkru røddir frá sangarunum.
Takk til gravarar, klokkara, tey ið komu við køkum,
fyri blómur og kransar og vitjan á ymiskan hátt.
Tøkk til tykkum á Áargarði, at tit vóru góð við hann
ta tíðina hann var hjá tykkum.
Elisabeth og aðrar, sum gjørdu til ervið niðri á Keldu.
Ein serlig tøkk til allar abbasynirnar, sum stóðu við
kistuna, meðan sungið varð »Gleðilig jól«, áðrenn
teir bóru hana út. Ein jólafriður fylti kirkjuna
hesa løtuna.
Tøkk øll somul.
Gleðilig jól og Harrans signing í komandi ári.
Familjunnar vegna
Sunbjørg, Linjohn, Birthe og Agnas
við familjum
»Eg veit væl, at eina tín frelsarahond
kann føra um havið mítt far
til vitarnir lýsa á kendari strond
og havnina eyga mítt sær«
Tøkk
Hjartaliga takki eg øllum tykkum,
sum mintust til mín á mínum 65 ára
føðingardegi.
Heilsan
Trygvi Midjord
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum,
at okkara elskaða kona, mamma og omma
Jytte Mikkelsen
fødd Jensen
ættað úr Kollafirði
búsitandi í Canada
andaðist 15. desember,78 ára gomul.
Familjunnar vegna
Anfinn Mikkelsen