Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-18, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. desember 2009síða 23

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 243 - 18. desember 2009 23 lýsing Hugnalig hús á Langasandi Sí fleiri hús á inni.fo PF inni Niels Finsensgøta 37 Postboks 364 FO-110 Tórshavn Telefon 35 42 00 inni@inni.fo – trygt og ómakaleyst til hús Hugnaligu húsini standa sera væl fyri á Skorpisoyrarvegi á Langasandi Fyrsta fatanin Tú sært við tað sama, at talan er um eini sera hugnalig eldri hús, sum kunna nýtast sum heilársbúðstað, men tey eru eisini sera væl egnað sum summarhús. Húsini Húsini eru væl hildin, í góðum standi og eru sera hugnalig. Húsini hava nýggja tekju, nýggjan ketil og oljufýr. Sunnanfyri húsini er stórt nýtt bilhús. Ljós og luft Húsini standa væl fyri mitt í bygdini niðri við sjóvarmálan. Hevur tú hug til sjógvin, er hetta júst rætta staðið fyri teg. Har er veðurgott, friðarligt, sera barnavinarligt, og tú hevur útsýni yvir alt Sundalagið. Stílur og snið – inni og úti Stílurin er eitt bland av nýggjum og gomlum, men er tó lættur og ljósur. Urtagarður er niðanfyri húsini, so har er laga manni at sita við einum kaffimunni, og njóta frálíka útsýnið og sólina til langt út á kvøldið. Innan Í miðhæddini er inngongd, gongd, køkur, kovi og stova. Í ovastu hædd eru 2 kømur. Í niðastu hædd er kjallararúm / fýrrúm, wc og baðirúm. Trappur er millum hæddirnar. Fakta Adressa: ..........Skorpisoyrarvegur 4, Langasandur Byggiár: ...........1930 Hæddir: ............3 Gólvvídd: ..........120 m2 Grundøki: .........430 m2 Bilhús: ..............ja Prísuppskot: ...kr. 600.000,00