Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-18, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. desember 2009síða 28

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 18. desember 2009 Tríggir steypadystir verða í morgin og ein sunnudagin, nú kvinnurnar og menninir í hondbóltinum eru komin til fyrru hálvfinalurnar í Coca-Cola steypakappingini Eftir lutakastinum skuldi dysturin millum kvinnurnar hjá VÍF og Kyndli verið spældur í Havn, men í samráð við Hondbóltssambandið hava feløgini avrátt, at fyrra hálvfinalan skal spælast í Vestmanna, har mans­ liðini hjá somu feløgum eisini hittast í hálvfinalunum. Kvinnudysturin er ein uppgerð millum uppflytararnar í Sunset­ kappingini, VÍF, og niðurflytararnar úr Sunset­deildini í fjør, Kyndil, sum tó síggja út til at vera væl á veg uppaftur. Spennandi verður at síggja, um Kyndilskvinnur kunnu gera nakað við VÍF, eftir at tær herfyri sendu Neistan úr steypa­ kappingini. Í hinari fyrru hálvfinaluni hjá kvinnunum, sum verður í Runavík sunnudagin, møtast Tjaldur og Stjørnan, sum eru klárt tey bæði bestu liðini í Sunset­kappingini. Onkur vildi kanska hildið, at tað hevði verið best, um hesi bæði møttust í finaluni heldur, men hinvegin kunnu viðhaldsfólkini so frøast um, at tey í staðin fáa tveir steypadystir millum liðini, heldur enn bara tann eina. Tjaldur og Stjørnan hava møtst tvær ferðir í Sunset­kappingini í ár. Fyrru ferðina vann Tjaldur við fimm málum í Runavík, og sunnudagin vann Stjørnan við fimm málum í Klaksvík, so her kann alt henda. Áhugaverdar uppgerðir Hjá monnunum er onnur fyrra hálv­ finalan ein uppgerð millum føroya­ meistararnar síðstu tvey árini, Neistan og H71. Samstundis er dysturin á Hálsi í Havn ein granna­ uppgerð, men hóast alt kann henda í slíkum dystum, er væl væntandi, at Neistin sum oddalið í landskappingini má bera favoritt­ heitið á sínum herðum, meðan H71 hinvegin hevur alt at vinna. Í Atlantic Airways­kappingini hevur Neistin vunnið báðar ferðirnar, liðini hava hitst – fyrru ferð við einum máli og seinnu ferðina við níggju. Hin fyrra hálvfinalan hjá monn­ unum er gamli klassikarin millum VÍF og Kyndil, og enn sum áður kann roknast við tveimum sera spennandi dystum millum liðini, harav tann fyrri er í Vestmanna. VÍF hevur havt eina vánaliga byrjan í landskappingini, men hevur síðstu dystirnar sæð út til at hava vent gongdini, og Kyndil tykist somu­ leiðis vera væl fyri og bara trý mál frá einum FM­finaluplássi. Kyndil hevur vunnið teir báðar dystirnar millum liðini í Atlantic Airways­ kappingini – annan við tveimum og hin við sjey málum. hil Við einum greiðum og fult uppibornum 3-0 sigri á Mjølni í gjárkvøldið, hevur Dráttur av álvara meldað seg upp í kappingina um at koma í FM-finalurnar. Nú eru bara tvey stig millum nummar tvey og nummar fimm á stigatalvuni Ikki kann sigast annað, enn at flogbóltskappingin hjá kvinnunum verður bara meira spennandi fyri hvønn dyst, ið verður spældur. Við sigri á KÍF í Kollafirði vann Fleyr seg í fyrrakvøldið upp á síðuna av Mjølnir, men tá klaksvíkskvinnur í gjárkvøldið skuldu vinna seg framum aftur, rendu tær seg í eitt óvæntað tap fyri Drátti, sum sostatt er væl á veg inn í kappingina aftur. Tað er ikki sørt, at hetta minnir um kappingarárið í fjør, tá fýra lið kappaðust um silvurið og gullið í allarseinasta umfarinum. SÍ er framvegis greitt oddalið við 18 stigum og væl á veg ímóti FM­finaluni, og í løtuni bendir altso alt á, at tað verður ein kapping millum fýra onnur lið um at hitt finaluplássið. Mjølnir og Fleyr hava 12 stig, meðan TB og Dráttur hava 10 stig, men um vikuskiftið kann TB eisini koma upp á 10 stig og enntá sleppa fram um Fleyr, um tað eydnast at vinna á ÍF, sum vitjar í Trongisvági í morgin klokkan 14. Dráttur-Mjølnir 3-0 (25-15, 25-23, 25-17) Á pappírinum og eftir stigatalvuni skuldi útidysturin hjá Mjølnir á Gilja nesi verið mestsum ein avgreiðsluspurningur, men Dráttur vildi tað so sanniliga øðrvísi. Ikki nóg mikið við, at tær í Drátti vunnu dystin, men tær gjørdu samstundis slætt borð og vunnu ein greiðan og fult uppibornan 3­0 sigur. Uttan síðustykki er hetta mest óvæntaða úrslitið í flogbóltskappingini higartil! Men fyri tað skulu hini liðini ikki lata seg snýta av Drátti, ið hevur verið í einum aldudali, men nú sær út til at hava fótað sær. Maja Popovic er heilt greitt ein styrkur fyri liðið, hóast hon kanska kundi verið uppaftur størri styrkur, spældi hon á øðrum enn hevaraplássinum. Í gjárkvøldið var hon ein høvuðs­ orsøk til sigurin, umframt at Helga Nordendal og Herborg á Mýruni høvdu sín stóra leiklut í avgjørda álopsspælinum. Í bæði fyrsta og triðja setti fekk Dráttur næstan stig burturúr, bara tað eydnaðist at fáa bóltin yvir um netið. Ikki minst gott servutrýst gjørdi sítt til, at Mjølnir ongantíð kom í gongd, og her var Herborg lykilin við fleiri góðum servurøðum. Til dømis var støðan 17­17 í triðja setti, tá hon byrjaði at serva, og tá hon var liðug, var dysturin eisini liðugur og vunnin. Mjølnir, ið eftir øllum at døma ikki er komið fyri seg eftir skuffandi tapið sunnudagin, tá tríggir settbóltar í fimta setti ikki rukku til sigurs á heimavølli ímóti SÍ, fekk bitið eitt sindur frá sær í øðrum setti, men hóast Mjølnir var á odda tað mesta av settinum, fór Dráttur allíkavæl framum ímóti endanum. Hálvfinalur hjá bæði kvinnum og monnum Dráttur vil upp í part einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen Dystir um vikuskiftið Hondbóltur Coca-Cola kappingin, kvinnur Fyrru hálvfinalur 19/12 16.00 VÍF­Kyndil 20/12 15.00 Tjaldur­Stjørnan Coca-Cola kappingin, menn Fyrru hálvfinalur 19/12 16.00 Neistin­H71 19/12 17.30 VÍF­Kyndil Flogbóltur Eik-ligan, kvinnur 19/12 14.00 TB­ÍF Kvinnurnar hjá Drátti hava verið í einum aldudali, men hava reist seg aftur. Og 3-0 sigurin á Mjølnir í gjárkvøldið var mest óvæntaða úrslitið í kappingini higartil Savnsmynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir