fríggjadagur 18. desember 2009síða 29
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 243 - 18. desember 2009
29
Heilsan frá lítla jóla
skips jóla vættrinum
Hey – nú koma vit !
Leygardagin 19. desemb
er kl. 15 koma vit fleiri
jólamenn við Jólaskipinum
í Vágsbotn.
Eg eri so spentur til jóla,
í barnaútvarpinum í morgun
hoyrdi eg, at børnini eru
farin at leita eftir einum
lykli, har veturin er, og har
øll jólatingini eru goymd.
Her í hellinum hjá okkum
er hugnaligt og gott, og vit
hava pakkað næstan allar
gávurnar og fylt uppí posar
seinastu dagarnir. Tí nú
kemur jólskipið skjótt. Enn
eri eg so lítil, at eg ikki
slapp við, tá jólatræið á
Vagl inum
varð
tendrað.
Men eg sleppi við skipinum
aftur í ár, so kanska síggjast
vit. Vit fara at royna at vera
í Vágsbotni kl. 15 seinna
partin, tí tá er enn so ljóst,
at vit síggja tykkum øll, og
tit síggja okkum.
Vit fingu eitt postkort úr
Havn, har tað stóð, at jóla
skipið kom tann 13. de
sember. Tá fekk jólaomman
eitt sjokk. Hon suffaði og
puffaði, at nú skuldu øll
skunda sær enn meira. Tá
var einki stuttligt ella jóla
ligt longur í hellinum. Eing
in slapp at síggja dólgarnir
ella jólabýin í sjónvarpinum,
øll vóru annars so spent, tí
vit høvdu fingið sjónvarp
akkurát sum onnur fólk.
Onkur vættur helt, at
kanska kundu vit gera eitt
maskinbrek á jólaskipið,
bara eitt heilt lítið. Men tá
varð abbin illur og segði, at
tað gekk slettis ikki, tí so
fór skiparin á jólaskipinum
at verða keddur, tí hann var
so errin av, at skipið ikki
hevði haft nakað brek so
langt
aftur,
sum
hann
mintist.
Ja, nú vóru góð ráð dýr.
Omman suffaði, abbin var
illur,
allir
jólamenninir
fingu stress, og skiparin var
keddur. Tá helt ein lítil
skila góður vættur fyri, at
vit kundi bara spyrja skip
aran, um hann kundi koma
eitt sindur seinni, – og tað
var gamaní, segði hann.
So nú koma vit leygar
dagin 19. Klokkan 3.
Eg lúrdi í jólapostinum.
Har var eitt sera hugnaligt
jólakort frá einari konu,
sum nú býr í Danmark. Hon
skrivaði, at hon saknaði at
vera í Havn á jólum, tí hon
helt, at ongastaðni var so
hugnaligt og jólaligt sum í
Havn.
Mær dámar eisini at
koma til Havnar við jóla
skipinum, og eg gleði meg
so, tí eg havi hoyrt, at Tórs
havnar kommuna fyllir 100
ár í ár, og at tí eru so nógv
ljós, og trø, og gran, og
hjørtur og stjørnur, at allur
býurin glitrar. Í Ting hús
garð inum,
norðanfyri
kiosk ini eru jólasmátturnar
pyntaðar sum ein lítil bygd,
so har ber væl til hjá jóla
monnunum at tosa við
børn ini, sum eru í býnum.
Har fara kór og tónleika
bólkar at syngja og spæla
jólasangir, fyri at vit øll
koma í góðan jólahýr. Eg
havi eisini hoyrt, at í gongu
gøtuni og í gomlum handl
um fara felagsskapir, skúla
flokkar og børn at skipa
fyri jólasølu, har til ber at
keypa sær okkurt heitt og
leskiligt. Í jólahugnastovuni
hjá býarbókasavninum eru
Murrimann og Elgurin at
hitta fríggjadagin, so teir
nái eg ikki at síggja, men
ein jólamaður fer at lesa
søgu har teir seinastu dag
arnir upp undir jól.
Jólamenninir fara eisini
at vitja handlarnar í mið
býnum. Kanska sleppi eg
við at keypa eina jólagávu
til jólaommuna, so haldi eg
at hon verður glað. Hon
hevur havt úr at gera, tí nú
eru so nógv børn, sum
skulu hava gávur, tí nú
búgva nógv fleiri fólk í
Havn.
Jú, Havnin er stór og
hugnalig. Úr miðbýnum
fara vit jólamenn og vættrar
at bjóða øllum vælkomnum,
og vit vóna, at vit og tit fáa
eina hugnaliga løta saman,
og at vit øll geva okkum
stundir at steðga á eina lítla
løtu fyri at heilsa upp á
vinir og kenningar, og lata
jólagleðina og friðin fella
yvir okkum.
Bestu jólaheilsanir frá
jólaskipsjólavættrinum
Kommunusamskipan Føroya, KSF, er tvørkommunalur felags
skap ur, ið virkar fyri felags áhugamálum og størri kommunalum
sjálvræði. Aðal hugsjónin er, at kommunurnar skulu umsita øll
mál, ið eru beinleiðis viðkomandi fyri borgaran.
KSF arbeiðir fyri greiðum uppgávu og ábyrgdarbýti millum
land og kommunur og fyri at styrkja kommunala myndugleikan.
KSF veitir m.a. løgfrøðiliga ráðgeving, skipar fyri skeiðum og
ger felags mannagongdir og upplýsandi tilfar til limakommunur
og almenning.
Limakommunurnar í KSF eru Fuglafjarðar kommuna, Klaksvíkar
kommuna, Runavíkar kommuna, Sands kommuna, Tórshavnar
kommuna, Tvøroyrar kommuna og Vágs kommuna. Ovasta
leiðsla felagsins er stýrið, ið er mannað við borgarstjórunum í
lima kommununum. Sí meira um KSF á ksf.fo.
AðAlskrivAri
ksF
KSF er tvørkommunalur felagsskapur og
virkar fyri felags áhugamálum og størri
kommunalum sjálvræði. KSF umboðar vegna
limakommunurnar umleið 70% av íbúgvunum í
Føroyum.
Uppgávurnar hjá KSF eru m.a. at samskipa
og fyrireika alt felagsarbeiðið og ráðgeva
lima kommununum í málum av felags áhuga.
Dømi um slík mál kunnu vera: uppgávubýtið
millum land og kommunur, umboðan mótvegis
myndugleikum og feløgum innan og uttanlands,
lógarsmíð av áhuga fyri kommunurnar, uppskot
til felags umsitingarligar mannagongdir og
skipanir, førleikamenning o.a.
Vit samskifta og samstarva nógv við landsstýrið
og landsumsitingina, vinnulívið og felagsskapir
bæði í Føroyum og uttanlands. Av serligum
áhugamálum í løtuni er komandi kommunala
umskipanin, sum KSF og aðalskrivarin hava
virknan lut í.
Á skrivstovuni í KSFhúsinum í Tórshavn eru
umframt aðalskrivaran ein løgfrøðingur og eitt
skrivstovufólk í starvi. Í KSFhúsinum hava
harumframt Kommunala Arbeiðsgevarafelagið
og Barnaverndarstova Føroya skrivstovur.
ksF bjóðar
Eitt starv við nógvum spennandi uppgávum.
M.a. kann nevnast, at tú:
Verður leiðari á skrivstovu felagsins
·
Verður bindiliðið millum limakommunurnar
·
Skal samskipa virksemið hjá lima kommun
·
unum, herímillum at røkja politisk og faklig
netverk
Skal skipa fyri førleikamennandi tiltøkum fyri
·
limakommununum
Skal gera kunningartilfar og frágreiðingar til
·
limakommunurnar
Skal ráðgeva kommununum, bæði hvør sær
·
og í KSFhøpi
Verður protokollførari hjá KSF og skal ansa
·
eftir, at samtyktirnar verða fylgdar
Skal samskifta við landsumsiting,
·
áhugabólkar og feløg innan og uttanlands
vegna limakommunurnar
ksF roknar við, at tú m.a.:
Hevur viðkomandi útbúgving frá hægri
·
lærustovni
Hevur umsitingarligar royndir
·
Hevur áhuga í kommunalum viðurskiftum
·
Hevur hugflog og evni at taka stig og seta
·
í verk
Dugir at at samskifta, bæði og skrift og talu
·
Er málsøkjandi og hevur hegni til at
·
samstarva við politisku skipanina
setanarviðurskifti
Starvið verður sett skjótast til ber. Løn sambært
avtalu við grundarlagi í sáttmála við avvarðandi
yrkisfelag.
Meiri at vita
Meiri fæst at vita um starvið við at venda
sær til formann felagsins, Heðin Mortensen,
tel. 302010, ella Jóan Petur Hentze, verandi
aðalskrivara, tel. 282480.
Umsókn
Umsókn skal saman við
upplýsing um um útbúgving
og royndir vera KSF í hendi í
seinasta lagi mánadagin
11. januar 2010 kl. 12.00.
Send umsóknina til:
kommunusamskipan Føroya, ksF
R.C. Effersøes gøta 30
FO 100 Tórshavn
Aðalskrivarin hjá kommunusamskipan Føroya, ksF, hevur tikið av øðrum
avbjóðingum, og tí søkja vit eftir nýggjum aðalskrivara til felagsskapin.
Jólaskipið kemur til Havnar leygardagin klokkan 15