leygardagur 8. desember 2001síða 7
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 238 - 8. desember 2001
Nr. 238 - 8. desember 2001
13
Mánadagin fer
leiðslan á Lands-
sjúkrashúsinum at
byggja upp eina
nýggja B 6- deild á
Landssjúkrahúsinum.
Hvussu hon fer at
síggja út, veit røktar-
fakligi stjórin ikki
enn
LANDSSJÚKRAHÚSIÐ
Áki Bertholdsen
Nú má byggjast av nýggj-
um og tað arbeiðið byrjar
longu manadagin.
Eisini Marin Vang, røkt-
arfakligi stjórin á Lands-
sjúkrahúsinum ásannar, og
at semingsfundurin hós-
kvøldið við sjúkrasystrarn-
ar á B 6 var úrslitaleysur.
Hon sigur, at leiðslan
hevði arbeiðssálarfrøðing
við sær fyri at royna at vita,
um tey ikki kundu semjast
um onkur felags áhugamál,
eitt nú at stýra sjúklingatil-
gongdina, røktartilgongdini
ella til at fáa starvsfólkatal-
ið at samsvara við arbeiðs-
tyngdina, og fyri at avdúka,
hvar tað gongur galið.
Men hon heldur ikki, at tað
eydnaðist nakað serligt.
Sjúkrasystrarnar høvdu
fingið freist til kl. 10 í
gjáramorgunin at boða frá,
um tær tóku uppsagnirnar
aftur. Tað høvdu tær ikki
gjørt kl. 9 58 og aðrastaðni
í blaðnum, sigur álitisfólki
á B 6, Ingun Gaardbo, at
tað fara tær ikki at gera.
Gera nýggja deild
Verður tað úrslitið, fer
leiðslan á landssjúkrahús-
inum longu mánadagin
undir arbeiðið at endurreisa
B 6.
– Talan verður um eitt
nýtt projekt, at B 6 skal
byggjast uppaftur við tí
endamálið at fáa eina væl-
virkandi deild, sigur Marin
Vang.
Samstundis vórðu lysing-
ar eftir nýggjum starvsfólki
sendar út í gjár.
Hvussu deildin fer at
síggja út, ella, hvussu hon
verður mannað, vil hon
onki siga um enn.
– Men sjálvandi vilja vit
hava dugnaligar sjúkra-
systrar eisini, sigur hon.
Leiðslan á Landssjúkra-
húsinum stendur annars
fast við, at B 6 er líka væl
mannað,
sum
líknandi
deildir í Norðurlondum.
– Tað eru væl ongar
deildir, sum líkjast akkurát.
Men sambært formannin-
um fyri leiðandi sjúkra-
systrar í Danmark er
starvsfólkatalið á B 6 mið-
alhøgt samanborið við líkn-
andi deildir aðrastaðni.
– Men á medisinskum
deildum runt um, eru 50-60
% av sjúklingunum tungir,
røktarkrevjandi sjúklingar
og tað er meiri enn á B 6,
ella í hvussu so er ikki
minni.
Marin Vang sigur, tó, at
hetta skal takast við var-
semi, tí ongar nágreiniligar
mátingar eru gjørdar og
deildirnar líkjast ikki akk-
urát, tó at heiliráðsdeildir
hava nøkur felags eyðkenn-
ir og í miðal er arbeiðs-
byrðan á B 6 helst ikki
størri enn aðrastaðni.
Á fundinum hós-
kvøldið hendi onki,
sum kundi fáa tær 19
sjúkrasystrarnar á B 6
á Landssjúkrahúsin-
um at taka uppsagn-
irnar aftur.
LANDSSJÚKRAHÚSIÐ
Áki Bertholdsen
Uppsagnirnar hjá teimum
19 sjúkrasystrunum á B 6 á
L a n d s s j ú k r a h ú s i n u m
standa við.
Sostatt er tað eisini greitt,
at tann stóri semingsfund-
urin, sum var á Hotel Haf-
nia hóskvøldið endaði úr-
slitaleysur.
Sjúkrasystrarnar á B 6
hava sagt upp tí at tær siga,
at tær eru ov illa mannaðar
til tað arbeiðsbyrðu sum
áliggur teimum og avgjørda
treytin frá teimum fyri at
taka uppsagnirnar aftur, er,
at fleiri starvsfólk verða
sett.
Men hesum vil leiðslan á
Landssjúkrahúsinum ikki
ganga á møti, tí hon sigur,
at B 6 er líka væl mannað
sum tilsvarandi deildir á
einum donskum sjúkrahúsi.
Sjúkrasystrarnar hava svar-
að aftur, at ongin deild á
donskum
sjúkrahúsum
kann samanberast við B 6,
tí her liggja nógvir røktar-
sjúklingar og onnur, sum
ikki eiga at vera á sjúkra-
húsi, men á øðrum stovnum
og at hetta eru fólk, sum
krevja ómetaliga nógva
røkt.
Men leiðslan er ikki til at
vika. Ein orsøk til at hon
ikki vil geva seg, er, at hon
vil ikki boygna fyri trýsti
og hon stúrir fyri, at verða
fleiri fólk sett á B 6 eftir
slíkum trýsti frá sjúkra-
systrunum, fer hetta at
breiða seg sum eldur til
aðrar deildir eisini og so
kann leiðslan skjótt missa
tamarhaldið á støðuni.
Í eini seinastu roynd at
finna semju í málinum,
skipaði leiðslan á Lands-
sjúkrahúsinum fyri sem-
ingsfundi á Hotel Hafnia
hóskvøldið.
Við sær hevði hon ikki
eitt tilboð um fleiri starvs-
fólk. Afturfyri hevði hon
ein sálarfrøðing við sær í
vónini um, at hann fekk
slættað sjógvarnar.
Førdi hesin fundurin ikki
til nakað, skuldi lýsast eftir
nýggjum sjúkrasystrum til
B 6 í dag.
Fundurin førdi ikki til
nakað og Ingun Gaardbo,
álitisfólk á B 6 sigur, at
tískil standa uppsagnirnar
við, Hon hevur ikki stór-
vegis
viðmerkingar
til
sjálvan fundin uttan tað, at
har hendi onki, sum gekk
teimum á møti.
Sjúklingar illa fyri
Uppsagnirnar á B 6 verða
eitt álvarsligt bakkast fyri
sjúklingarnar.
Tað eru ikki nógvar
sjúkrasystrar at taka av í
Føroyum, og somuleiðis er
eisini ovurhonds stórt trot á
sjúkrasyastrum í granna-
londum okkara.
Keldur, vit hava tosað
við, siga, at tískil er tað sera
trupult at ímynda sær,
hvaðani landssjúkrahúsið
skal fáa 19 nýggjar sjúkra-
systrar til B 6.
Harafturat
kemur,
at
sjúkrasystrar
á
øðrum
deildum hava longu nú
gjørt púra greitt, at tær fara
ikki at góðtaka, at tær skulu
fáa økta arbeiðsbyrðu av at
B 6 leitur aftur á nýggjárin-
um. Tvs, at tær góðtaka
ikki, at tær fáa sjúklingar á
B 6 afturat teimum, tær
longu hava.
Og at enda kann nevnast,
at Sjúkrasystrafelagið hev-
ur boðað frá, at tað fer at
heita á allar limir sínar um
at vísa samhaldsfesti við
starvsfelagar sínar á B 6 og
at lata vera við at søkja
størvini.
– Tískil er tað bara ein
bólkur, sum kann standa
eftir við svartaperi og tað
eru sjúklingarnir, siga keld-
ur okkara í Heilsuverk-
inum.
Akkurát, hvat hetta fer at
merkja, er ilt at meta um,
men tær sjúklingar, sum
hava tær sjúkur, har B 6
hevur servitanina, verða
nógv verri fyri. Somuleiðis
er ongin ivi um, at bíðitíðin
til ymsar viðgerðir, fer at
økjast munandi.
Nògvir sjúklingar á B 6
hava lívsneyðugan tørv á
viðgerð og tískil mugu teir
viðgerðast á øðrum deild-
um, men tað merkir so
bara, at teir sjúklingar, sum
skuldu fáa viðgerð á hesum
deildunum, attan at hava
bráðneyðugan tørv, verða
skumpaðir afturum.
Sjúkrasystrar á B 6 halda fast um
at tær rýma á nýggjárinum
Nú má byggjast av nýggjum
Uppsagnirnar á B 6 standa
við. Svartiper kann bara
enda einastaðni, hjá
sjúklingunum
Marin Vang, røktarfakligur
stjóri á Landssjúkrahúsinum
Bygdaráðsformaður-
in heldur tað vera
rætti vegurin at ganga
at veita fólki góðar
umstøður at seta
búgv í Nólsoy, tí
bygdin liggur so tætt
uppat meginøkinum,
har nógv dýrari er at
fáa tak yvir høvdið.-
Vit vilja hava fleiri
barnafamiljur út her
at búgva, so uppaftur
størri nytta verður í
teimum tænastum,
vit veita borgarunum
við eitt nú skúla og
barnaansing, sigur
Jógvan Thomsen
BYGDATÍÐINDI
Vilmund Jacobsen
Nólsoy: Ein lutfalsliga stór
ætlan,
sum
Nólsoyar
kommuna arbeiðir við, er
ein útstykking og byggi-
búning av 8-9 grundøkjum
undir Brekkuni har eysturi í
bygdini.
Jógvan Thomsen sigur, at
bygdaráðið skal hava eina
viðgerð av hesum málinum
aftrat, áðrenn tað er enda-
liga í “pottinum”.
Hann vísir á, at fólkatalið
í Nólsoy, sum í dag er 265,
aftur er í vøkstri og barna-
talið somuleiðis. Í Nólsoyar
skúla ganga eini 37 børn.
Fleiri børn,bíligari
ansing
- Barnaansingin í komm-
ununi er ein rættiliga tung-
ur postur í mun til barna-
talið í skipanini, sum liggur
millum 12 og 15.
Jógvan vísir á, at skip-
anin kostar 1,066 milj.
krónur netto um árið, og tá
er skjótt at rokna út, hvat
hvørt barnið kostar.
- Hevði barnatalið verið
størri, var prísurin fyri
hvørt barnið eisini lægri,
sigur hann.
Bygdaráðsformaðurin
heldur tað vera rætti veg-
urin at ganga at veita fólki
góðar umstøður at seta
búgv í Nólsoy, tí bygdin
liggur so tætt uppat megin-
økinum, har nógv dýrari er
at fáa tak yvir høvdið.
- Vit vilja hava fleiri
barnafamiljur út her at
búgva, so uppaftur størri
nytta verður í teimum tæn-
astum, vit veita við eitt nú
skúla og barnaansing.
Og at hetta so aftur gevur
nakrar eyka skattakrónur í
kommunukassan, man iva-
leyst telja við í metingini
hjá Jógvani!
Barnagarður,
eldrasambýli og
Steffanstova
Nólsoyar kommuna hevur
eisini sett av eitt øki beint
eystanfyri skúlan til tað,
teir kalla “onnur endamál”.
– Vit hava ikki lagt okk-
um fastar á, hvat alt hetta
økið skal brúkast til, men
hugsast kann, at her eina-
ferð verður ein barnagarður
og møguliga eitt eldra-
sambýli.
Jógvan vísir á, at Emil
Thomsen arbeiðir við eini
“Steffanstovu”, sum ætl-
andi verður eitt savn eftir
kenda listamálaran, Steffan
Danielsen.
– Spyrst okkurt burtur úr
hesi ætlanini, hevur komm-
unan nevnda økið at vísa á,
sigur hann.
Sum skilst, er ætlanin, at
listafólk skulu hava høvið
at koma út til Nólsoyar at
mála og annars hava fram-
sýningar í “Steffanstovu”.
Kommunan væl fyri
Jógvan Thomsen sigur ann-
ars, at kommunan er rími-
liga væl fyri fíggjarliga.
– Vit eiga 1,4 milj. krón-
ur á bók, og kassakreditt-
urin er trektur til umleið
650.000 krónur. So, ognin
hjá kommununi er einar
750.000 krónur.Spurdur,
hvussu stóra íløgukvotu,
kommunan hevur fyri kom-
andi ár, sigur bygdarráðs-
formaðurin,
at
honum
kunnugt eru útoyggjarnar
undantiknar teirri umtalaðu
íløgukvotuni. Ístaðin eru
tær generellu ásetingarnar í
kommunustýrislógini
galdandi. Hesar siga, at
kommunan ikki skal skylda
meira enn eina álíkning,
sum er umleið 4 milj. krón-
ur.
– “Brendu” vit alt av í
einum, kundu vit gjørt
íløgur fyri nakrar milj.
krónur. Men hetta hevði
sett síni spor, tí tað hevði
økt nógv um rentu-og av-
dráttarbyrðuna.
At enda sigur bygdar-
ráðsformaðurin, at Nólsoy-
ar kommuna vil sita væl í
tí.
– Hetta prioritera vit
rættiliga høgt, sigur hann.
Nólsoyar kommuna vil hava fleiri at seta búgv:
Útstykkja grundøkir
undir Brekkuni
KÓRKONSERT
Tíðindaskriv
Leygarkvøldið 8. desember
hava Nes sóknar Musikk-
felag og Havnar ungdoms-
hornorkestur felags konsert
í Glyvra kirkju. Leiðari hjá
báðum
orkestrunum
er
musikklærarin Ken Jones.
Í Havnar Ungdómshorn-
orkestri eru 17 spælarar,
sum allir eru næmingar hjá
Ken. Orkestrið er sostatt
sett saman av sera ungum
spælarum, sum tó ikki eru
óroyndir. Tey hava m. a.
verið bæði í Noregi og í
Aberdeen og spælt. Tey
fyrireika eina ferð til París í
summar, so sigast má, at
hesir ungu blásarar fáa
altjóða royndir.
Nes sóknar Musikkfelag
er sett saman av spælarum
úr bygdunum kring Skála-
fjørðin. Har eru bæði ungir
og eldri spælarar, frá 11 –
71 ár, og tilsamans eru tey
25. Orkestrið spælir reglu-
liga til mong ymisk tiltøk:
stevnur, hátíðarhald, kon-
sertir og tendring av jóla-
trøum. Nes sóknar musikk-
felag var í 1999 á kon-
sertferð í Skotlandi.
Á konsertini fara or-
kestrini fyrst at spæla hvør
sína skrá við jólatónleiki,
og endað verður við at
felagsorkestur, sum tá telur
yvir 40 spælarar, spælir 2
løg.
Konsertin í Glyvra kirkju
verður leygarkvøldið 8.
desembur kl. 19.
Horntónleikur í Glyvra kirkju
Grindamannafelagið
skipar fyri kunning-
arfundum um grind.
Tann fyrsti verður í
Ósáskúlanum í
Klaksvík mána-
kvøldið kl 19:30
GRIND
Eirikur Lindenskov
Mánakvøldið skipar Grind-
mannafelagið fyri fundi í
Klaksvík. Fundurin verður
kl 19:30 í Ósáskúlanum.
– Á fundinum fer Júst-
inus Olsen, djóralækni, at
tosa um avlíving av hvali v.
m., og Dorethe Bloch fer at
tosa um metingar og kann-
ingar, sigur Ólavur Sjúrð-
arberg, sum er formaður í
Grindamannafelagnum.
Hann sigur, at á fund-
inum verður eisini tosað
um grindareglugerðina og
um onnur lokal mál.
Ætlanin
hjá
Grinda-
mannafelagnum er í vetur
at halda slíkar fundir eisini
í Eysturoynni og í Norð-
urstreymoy. Ólavur Sjúrð-
arberg sigur, at Grinda-
mannafelagið er eitt nokk
so virkið felag. Eini 1.000
fólk eru limir í felagnum,
hvørs høvuðsendamál er at
upplýsa
um
grind
og
grindadráp.
Nógv útlendsk tíðinda-
fólk venda sær til felagið
millum ár og dag, og roynir
felagið eisini á tann hátt at
upplýsa
umheimin
um
grindadrápið.
Grindafundur í Klaksvík
C
M
Y
K
13
12