Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-12-08, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. desember 2001síða 8

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 238 - 8. desember 2001 15 Húðrøkt er ikki bert til konufólk og yngra ættarliðið av monn- um setur seg uttan at himprast í stólin, fyri at fáa viðgerð frá serkønum innan húðrøkt. Tá blaðmað- urin fekk tilboðið, datt hann í ættarliðs- gjónna, men kláraði uppaftur og gjørdi av at royna og at berja seg ímóti almennu hugsanini millum tilkomnar menn RØKT Dagfinn Olsen Allir blaðmenn eiga at gera kanningar, at gera royndir og kanna mál til botns. So er eisini við hesi grein, tygum nú lesa. Royndin hjá húðrøktar- um er, at menn, sum eru komnir nakað til árs, ikki eru bevístir um húð, hár og klæðir. Tá eru teir yngru frammanfyri og ganga uppí útsjóndina. Blaðmaðurin tók seg saman, tá hann vitjaði Athena í Vági, og royndi eina viðgerð í nýggju høl- unum hjá Majken Sandá, húðrøktara. Hjá mannfólkum, ið ikki eru ársungar longur, er ein slík fríðkanarstova veruliga ókent land - óroyndar gøtur. Og ikki er tilkomna ættar- liðið av monnum gerandis- gestur hjá húðrøktara. Men lat tað verða sagt beinanveg: hetta kann við- mælast! Eftir nøkur sløg av kremum og kurum, alt við ávísum endamálið, júst til hin einstaka, byrjar við- komandi persónur í stól- inum at kenna seg tryggan og í kønum hondum. Húð- røktarin greiðir frá og tað er eyðsæð, at hon veit hvat hon tosar um og hvat hon ger. Brátt kennir ein seg væl, sera væl. Slappar av. Nýggjar frágreiðingar og nýggj krem leggja seg so væl angandi á andlitið. Tað er, sum at skifta ham. Eftir góðan klokkutíma við serkønari viðgerð og ótali av ymsum heilsugóð- um smyrsli, er ein sum hamskiftur. Ein er væl fyri og kennir seg sum nýggjan. Ein undrast, hví ein ikki fyri langari tíð síðani hevur roynt slíkt. Við hollari frágreiðing, eisini bók við viðmerking- um og nøkrum royndar- pakkum av kremum og kurum, ið júst eru royndir, og sum hóska, takkar ein væl nøgdur blaðmaður fyri seg. Eitt upplivilsi ríkari og so er eisini eydnast at ganga í móti streyminum, at gera tað, menn vanliga ikki tora. Men best av øllum er kenslan av reinleika og angin av mint og øðrum góðum. Jú, hetta kann viðmælast, tað er heilt víst! Í vikuni læt nýggja fríðkanarstovan Athena upp í Vági. Her fæst alt innan hár- og húðrøkt og er hetta einasta slíka stova í Suðuroynni, so vónirnar eru góðar hjá stigtakarunum. Og hóast einki hevur verið lýst enn, so hevur verið nóg mikið at gera hjá teimum báðum fríðkanarkvinnunum fyrstu vikuna RØKT Dagfinn Olsen Í vikuni lat upp fríðkanar- stova, sum veruliga er ein slík við húð og hár. Her fæst nevniliga eitt sindur av hvørjum - til hár og húð. Heildarloysnir. Athena í Vági læt dyrnar upp í vikuni. Tað eru tær báðar beinta Midjord, hár- fríðkanarkvinna, og Majk- en Sandá, kosmetologur, ið standa aftan fyri Athena. Navnið valdu tær, tí guð- innan Athena m.a. stendur fyri handverki, list. Frá banka til húðrøkt Beinta og Majken hava verið vinkonur, síðani tær vóru eini fimm ára gamlar. Beinta lærdi í Havn og hevur arbeitt sum hárfríðk - anarkvinna í Vági í eini 8 ár. Majken hevur síðani 1987 arbeitt í banka, men í árinum 2000 gjørdi hon av at skifta yrkisleið. Hon fór til Danmarkar í skúla og er nú tað, ið nevnt verður alternativur kosmetologur. Hon leggur tó dent á, at talan er um tað sonevnda Cidesco, ið er tann altjóða góðkenda útbúgvingin, ið millum annað fevnir um húð, kost og urtir. Fyrst og fremst er tað húðrøkt, sum talan er um, men eisini smyrsl er partur av til- boðnum. Tá Majken gjørdi av at fara niður í skúla, byrjaðu tær báðar at práta um hugskotið við slíkari stovu, ið hevur alt á einum stað. Beinta skoytur uppí um Majken, at hon hevur altíð havt stóran áhuga fyri húðrøkt og slíkum. Og meira enn einaferð hevur Beinta verið roynd- arpersónur, minnast tær báðar aftur á. Alt innan húðrøkt hevur Majken at bjóða, m.a. eisini at fáa óynskt hár burtur, ymiskt til húð og hár er at fáa og annars holl ráð- geving innan húðrøkt. Alt frá serfrøðingi, ið júst tekur sær av tørvinum hjá ein- staka kundanum Hóast hetta kanska ikki er fyrstu ferð, at suður- oyingar hava møguleika at fara til kosmetolog, so er hetta fyrstu ferð, at ein slíkur er í Vági og eingin annar virkar í oynni í løtuni. Eisini fyri mannfólk Majken og Beinta eru samdar um, at tað er munur á monnum. Ungu mann- fólkini ganga veruliga upp í hár, húð og klæðir. - Teir eru bevístir um hetta, siga tær báðar. Majken væntar tó, at nakað verri verður at fáa tilkomnu menninar at seta seg í stólin. Men hon leggur dent á, at tað hendir meira enn so, og at slík røkt als ikki bert er til konufólk. Viðvíkjandi klipping, var eingin vandi fyrr við at klippa mannfólki, tað vóru ikki so mong snið. Í dag er eisini hetta broytt. Hóast tær báðar, ið reka Athena, ikki hava lýst við hesum nýggja tilboð enn, so hevur verið nóg mikið at gera hesa fyrstu vikuna, so vónirnar eru góðar. Nýggja fríðkanarstovan Athena heldur til í hølum á Gørðunum í Vági. Hølini eru júst sett í stand og eru sera snøgg og liggja væl fyri. Framvegis verður arbeitt við at seta í stand restina av bygninginum og møguliga koma onnur líknandi tilboð eisini at húsast undir somu lon í framtíðini. Fríðkanarstova við húð og hár Majken Sandá og Beinta Midjord hava latið upp fríðkanarstovuna Athena í Vági, har alt innan hár- og húðrøkt er at fáa Sum nýggjur Eftir góðan klokkutíma við serkønari viðgerð og ótali av yms- um heilsugóðum smyrsli, er ein sum hamskiftur. Ein er væl fyri og kennir seg sum nýggjan 15 14 Nr. 238 - 8. desember 2001 Grindamannafelagið skipar fyri kunning- arfundum um grind. Tann fyrsti verður í Ósáskúlanum í Klaksvík mánakvøld- ið kl 19:30 GRIND Eirikur Lindenskov Mánakvøldið skipar Grind- amannafelagið fyri fundi í Klaksvík. Fundurin verður kl 19:30 í Ósáskúlanum. – Á fundinum fer Jústin- us Olsen, djóralækni, at tosa um avlíving av hvali v. m., og Dorethe Bloch fer at tosa um metingar og kann- ingar, sigur Ólavur Sjúrðar- berg, sum er formaður í Grindamannafelagnum. Hann sigur, at á fundin- um verður eisini tosað um grindareglugerðina og um onnur lokal mál. Ætlanin hjá Grinda- mannafelagnum er í vetur at halda slíkar fundir eisini í Eysturoynni og í Norð- urstreymoy. Ólavur Sjúrð- arberg sigur, at Grinda- mannafelagið er eitt nokk so virkið felag. Eini 1.000 fólk eru limir í felagnum, hvørs høvuðsendamál er at upplýsa um grind og grindadráp. Nógv útlendsk tíðinda- fólk venda sær til felagið millum ár og dag, og roynir felagið eisini á tann hátt at upplýsa umheimin um grindadrápið. Grindafundur í Klaksvík Á fundinum hjá Grindamannafelagnum í Klaksvík fara Jústinus Olsen, djóralækni, og Dorethe Bloch, náttúruvísindafólk, at greiða frá um avlíving og hvalakanningar Mánadagin 10. desemb- er klokkan 15.00 verður fundur millum fak- felagsumboðini í høl- unum hjá Havnar Arbeiðskvinnufelag í Bøgøtu 10. Arbeiðsloysisskipanin verður viðgjørd. Serliga er tað spurningurin um tíðin nú er komin til at hækka útgjaldsprosent- ið. Av tí at ALS fyrstu ár- ini ikki var væl fyri fíggjarliga, var ikki møguligt at broyta út- gjaldsprosentið. Fíggjarliga støðan hjá ALS er nú góð, og um árskiftið fer skipanin at hava eina eginogn áljóð- andi umleið 380 milli- ónir krónur. Tí metir skipanin seg vera føra fyri at hækka útgjalds- prosentið. -ib Í desember mánaða skipar Eivør Pálsdóttir fyri tveimum Jólakon- sertum. Hetta er fyrstu ferð at Eivør leggur eina kirkjukonsert til rættis, og hevur hon í longri tíð arbeitt við hesum. Felagskórið Gøta- /Leirvík, sum Eivør byrjaði at syngja í, verð- ur eisini við. Umframt kórið verða eisini aðrir tónleikara við, teir eru Stamen Stanshew, Búi Dam og Brandur Jacobsen. Unn Pæturson luttekur sum gestasangari og skulu tær syngja eitthvørt saman. Sangir sum Pie Jesu og Lover nú Herr- en – tann seinni í nýggj-ari tulking. Onki er at ivast í, at hetta verður ein góð, spennandi og gevandi konsert, sum er verd eina vitjan. Konsertirnar verða í Gøtu kirkju tann 13. desembr og í Vestur- kirkjuni tann 14. desember – báðar dag- arnar kl. 20.00. Eivør vil við hesum takka øllum, sum á ymsan hátt hava stuðlað hesum tiltaki. -ib Mánadagin 10. de- sember klokkan 16.00 er fáa tey, ið eru áhugað møguleika fyri at hoyra Eivør Pálsdóttir saman við Yggdrasil spæla og syngja í Gallarí Rib- arhús í Fuglafirði. Ein fløga kemur út næsta ár, og verða løg av hesi fløgu eisini fram- førd. Tutl fer eisini at sýna fram fløgur. -ib Jólakonsert við Eivør Pálsdóttir Eivør og Yggdrasil í Ribarhús Fundur um ALS Landsdjóralæknin Bjørn Harlous kunngjørdi í gjár, at sigli- og fiskiforboðið í Oyndafirði og Funnings- firði er hervið tikið aftur. Bjørn Harlou setti vegna ILA smittuna í alibrúkinum hjá P/F Norðaling og P/F Funningslaks forboð ímóti at sigla og fiska á fjørð- inum, men er hetta tikið úr gildi frá í gjár klokkan 12.00. Landsdjóralæknin fast- setti tó eisini nøkur onnur sigli- og fiskiforboð. Eitt er í Lambavík. Óviðkomandi sigling og fisking skal halda seg í eini 500 metra fjarstøðu frá aliringunum hjá Alistøðini á Bakka í Lambavík. Forboðið er galdandi til allir fiskarnir í brúkinum eru slaktaðir. Eisini varð eitt forboð sett í Nólsoyarfirði. Sigling og fisking skal halda seg minst 500 metrar vekk frá aliringunum hjá P/F Gul- anum. Forboðið er galdandi til allir fiskarnir eru slakt- aðir Síðsta forboðið er sett í Hvannasundi Norð hjá P/F Faroe Salmon. Óviðkom- andi sigling og fisking skulu halda seg 500 metrar vekk frá aliringunum. Forboðið er galdandi til allir fiskarnir eru slaktaðir. SJÓNLEIKUR Gríma Nú jólini nærkast, fer leik- húsið Gríma at framføra ein jólaleik á Meiarínum. Men hetta verður ein heldur ørvísi leikur. Vit fara at bjóða øllum áskoðarunum við á eina ferð runt í húsinum. Vit fara at hitta ein eingil, men hetta er ikki ein vanligur eingil. Hesin eingil skal fyri fyrstu ferð í lívinum syngja við í einglakórinum sum hvørji jól syngur fyri Jesusbarn- inum. Men fyrst má eing- ilin finna stigan, so hann sleppir upp aftur í himm- alin. Og øll sum koma at hyggja sleppa at hjálpa til at leita. Á ferðini runt á Meiarínum fara vit at hitta ymiskar løgnar, stuttligar og spennandi verur. Og øll rúmini á Meiarínum eru pyntaði og gjørd klár til at taka ímóti hesi gandakendu jólaferð Sjálvandi verður eisini onkur góð jólasøga at hoyra. Um tað eydnast einglinum at sleppa at syngja við í einglakórinum á jólum, ja, tað fáa tit at vita um tit koma oman á Meiaríið. Fyrsta sýning verður í dag, leygardagin, kl. 17.00, og spælt verður aftur sunnudagin kl. 17.00. Sigling og fisking á fjørðum har ILA er staðfest Jól á Meiarínum Leikurin hjá Grímu hesaferð er ein øðrvísi leikur, har áskoðararnir verða bodnir á eina ferð runt í húsinum Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 14