Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-12-08, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. desember 2001síða 9

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 238 - 8. desember 2001 Nr. 238 - 8. desember 2001 17 Føroyar eiga at gagn- nýta ta ovurhonds stóru vindorkuna, vit hava í Føroyum, í nógv størri mun enn higartil. Hetta heldur arkitekturin, Kári Thomsen, ið hevur gjørt eina ætlan, hvussu vindorku- kervið kann útbyggj- ast. 39 vindmyllur skulu setast upp kring oyggjarnar, og um átjan ár, skal vindurin avloysa oljuna VINDORKA Stefan í Skorini SEV hevur gjørt alt ov lítið við at útbyggja vindorku- kervið í Føroyum seinastu árini. Ein vindmylla varð sett upp í Neshaganum í 1993, og hon hevur riggað væl, men síðani er einki hent á tí økinum. Ístaðin hevur SEV satsað uppá vatnorku og hevur útbygt fyri nógvar hundrað milli- ónir á tí økinum. Hetta heldur Kári Thom- sen, ið hevur gjørt eitt vind- mylluatlas fyri Føroyar. Hann mælir til, at 39 vind- myllur verða setta upp í Føroyum. Soleiðis kunnu føroyingar minka um term- isku orkuna, ið verður út- vunnin við at lata olju á dieselmotorar. Termiska orkan dálkar illa, tí útlátið av koltvíiltu er stórt. Í 1999 stavaðu 64,9% av samlaðu orkuframleiðsluni frá dieselorkuverkum, 34,8% stavaðu frá vatn- orku, men bara 0,3% kom frá vindmylluni inni á Nesi. Allur heimurin hevur við Kyoto-avtaluni bundið seg til at minka um útlátið av CO2 ella koltvíiltu, tí tað økir um vakstrarhúsárini, sum hevur við sær, at heim- urin gerst alt heitari. Føroy- ar vildu fegin hava undan- taksloyvi í hesum førinum, og USA boðaði frá, at tað fór ikki at vera við í hesi avtaluni. – Vit føroyingar mugu eisini taka stig til at minka um CO2 útlátið, og við at gagnnýta vindorkuna ber tað til, sigur Kári Thomsen, sum hevur fingið stuðul til verkætlanina frá oljumála- stýrinum, sum stuðlar um- hvørvisverndar tiltøk. Útbyggingar krevjast Ætlanin hjá Kára er í stutt- um henda: Komandi 20 árini skulu 39 vindmyllur setast upp í Føroyum. Hetta krevur stórar útbyggingar á el-kervið, men hann heldur, at tað avgjørt er møguligt at fremja hesa ætlan í verki. Um 20 ár er ætlanin, at dieselverkini verða avtikin og vindorka verður nýtt ístaðin. Vindmyllurnar skulu samstundis nøkta el- tørvin hjá føroyingum, og hann hevur roknað við ein- um vøkstri í orkunýtsluni á 2 prosent um árið. Tað eru tó ávísir trupul- leikar við vindorkuni, og eitt er, at vindurin ikki er støðugur. Tí kann ein vind- mylla ikki framleiða streym allatíðina, sum eitt vatn- orkuverk, ið framleiðir streym, tá vatn rennur úr byrgingini. Kári Thomsen vísir tó á, at tað nú ber til at goyma streym frá vindmyllum. Hetta verður gjørt við elektrolysu, sum ikki dálk- ar umhvørvi. Vindorka er bíligari Kári Thomsen vísir í sínum verki á, at fleiri fyrimunir eru við at nýta vindorku heldur enn vatn og olju. Oljan dálkar luftina illa, og tað er hana vit dúva mest uppá í løtuni. Vatnorku- verkini órógva náttúruni, tí neyðugt er at gera stórar byrgingar og at tøma áirnar í økinum. Hetta er eitt nú gjørt á Eiðisvatni og í Funningsfirði. Kári Thomsen sigur, at verkætlanin á Eiði kostaði SEV 330 milliónir krónur at gera, og vatnorkuverkið framleiðir 30 gigawatt. Hinvegin høvdu tríggjar vindmyllur kunnað fram- leitt somu orku, og tað hevði bara kostað einar 50 milliónir krónur. Arkitekturin hevur sett seg í samband við ein danskan framleiðara av vindmyllum, ið vil vera við til at seta vindmyllur upp í Føroyum. – Tað er óskiljandi, at SEV ikki hevur lagt seg meira eftir at seta fleiri vindmyllur upp í Føroyum, tí teir hava góðar royndir við mylluni á Nesi, sigur Kári Thomsen. Eingin orkupolitikkur Kári sigur, at hansara upp- skot er eisini ein ábreiðsla á landsins myndugleikar, sum ikki hevur orðað nakr- an orkupolitikk yvirhøvur, meðan kommunali felags- skapurin SEV tekur allar týðandi avgerðirnar á hes- um økinum. – Hetta er eitt so týdning- armikið øki, at tað skuldi verið stýrt av landinum, men har er einki at frætta, sigur Kári Thomsen. Bjarni Djurholm, lands- stýrismaður við orkumál- um, sigur, at orkupolitikkur hevur ligið á láni í fleiri ár, men hann ber tó í bøtuflaka fyri hesum. Hann hevur í heyst biðið landsverkfrøð- ingin um at orða ein orku- politikk fyri vinnumála- stýrið. Hetta tilmæli skal síðani leggjast fyri tingið til aðal- orðaskifti, so at landsins myndugleikar kunnu vita, hvørja støðu tingið hevur í hesum málinum. Eitt starvsfólk á lands- verkfrøðinginum hevur fingið uppgávuna at orða henda orkupolitikkin, men tað er eitt stórt arbeiði, og tí verður einki lagt fyri tingið í hesi tingsetuni. Væntandi gongur í øllum førum eitt ár, áðrenn nakað er klárt. Kári Thomsen væntar, at myndugleikarnir fara at taka hansara vindatlas til eftirtektar, og at okkurt úrslit spyrst burturúr. Vindmyllur avloysa oljuna Tað er einki dulsmál, at SEV heldur satsar uppá vatnorku enn vindorku. Klæmint Weihe, stjóri í SEV, sigur, at vatnorkan er støðugari og meira álítandi enn vind- orkan. Harafturat metir hann ikki, at tað er realistiskt at seta 39 vindmyllur upp í Føroyum VINDORKA Stefan í Skorini SEV hevur ongar ætlanir um at framleiða vindorku í størri mun enn higartil. Bara ein vindmylla fram- leiðir streym, og ongar ítøkiligar ætlanir eru um at økja um talið av vindmyll- um. – Vit hava valt betri hætt- ir at framleiða orku, og tað hava vit gjørt við at satsa uppá vatnorku ístaðinfyri vindorku. Vatnorkan er ein nógv betri orka enn vindur, tí hon er varandi og støðug- ari, sigur Klæmint Weihe. Hann vísir á, at við vatn- orkuni framleiðir tú streym, tá tørvur er á honum. Stjórin í SEV vil ikki úti- hýsa møguleikanum, at SEV fer at útbyggja vind- orkukervið í Føroyum seinni í tíðini, men ongar ætlanir eru um tað nú. Hann vísir á, at el-kervið í Føroyum er veikt og tolir lítið av, og møguleikarnir fyri útbygging tí eru av- markaðir. Vatn er álítandi Klæmint Weihe heldur, at vatnorkan er støðugari og tí velur SEV heldur vatn enn vind. Víst verður í tí sam- bandi á, at ein vindmylla skal skiftast út nakrar ferð- ir, men ein verkætlan sum Eiði III kann nýtast í eini 100 ár. Vatnorkan er støðugari og hevur longri livitíð, og tað er orsøkin til, at SEV velur at satsa uppá vatnorkuna. – Harafturat er tað órealistiskt og hevur einki við veruleikan at gera, tá talan er um at seta 39 vind- myllur upp í Føroyum, sig- ur Klæmint Weihe. At enda vísir hann á, at trý krøv eru til øki, har vindmyllur skulu setast upp. Tey skulu hava støðug- an vind, vegasambandið skal vera gott og ein há- spenningslinja skal vera nær við. SEV satsar uppá vatnorku SEV skuldi gjørt meira við vindorkuna, enn felagið higartil hevur gjørt. Kári Thomsen skýtur upp at seta 39 vindmyllur upp í Føroyum næstu 20 árini Klæmint Weihe, stjóri í SEV, hevur ongar ætlanir um at útbyggja vindorkukervið í Føroyum í nærmastu framtíð Kári á Rógvi, ið er løgfrøðiligur ráðgevi hjá ÍSF, ivast ikki í, at Føroyar kunnu fáa viðurkenning av IOC, altjóða olympisku nevndini. Føroyar lúka tær neyðugu treytirnar fyri viður- kenning, og tí skuldi einki verið til hindurs fyri føroyskari lut- tøku á teimum olympisku leikunum OL Stefan í Skorini Ítróttarsamband Føroya ar- beiðir í hesum døgum dúg- liga við at vinna Føroyum olympiska viðurkenning, so at føroysk ítróttarfólk kunnu hava møguleikan at luttaka á olympisku leikunum, men eisini fyri at fáa lut í peningaligum á- góðum, ið IOC veitir teim- um ítróttarsambondum, ið eru viðurkend av altjóða olympisku nevndini. Málið er, at ÍSF skal vera við- urkent sum tann føroyska olympiska nevndin. ÍSF hevur fingið sær ein løgfrøðing at veita teimum ráðgeving, og hann heldur, at Føroyar skuldu havt ein góðan møguleika at fáa viðurkenning, tí vit lúka tær treytir, ið altjóða olympiska nevndin setir teimum ítróttarsambond- um, sum ynskja viðurkenn- ing. Fleiri treytir IOC setir teimum ítróttar- sambondum, ið vilja hava viðurkenning og luttaka í leikunum, fleiri treytir. Ein av teimum er, at ítróttar- sambandið er sterkt fíggjar- liga og umboðar eitt breitt ítróttarlív. Tað er ein treyt, at í minsta lagi fimm sersam- bond, ið eru limir í ítróttar- sambandinum, eru altjóða viðurkend. ÍSF hevur tólv sersambond og tvey deild- arsambond. Níggju av hes- um sersambondum eru við- urkend at altjóða felags- skapum. Á hesum økinum er tískil eingin trupulleiki. Harumframt krevur IOC, at ítróttarsambandið um- boðar eitt land. Í lógar- tekstinum stendur orðið »country«. Spurningurin er so, um ÍSF umboðar eitt land. Onnur lond, ið eru viðurkend, hava ikki full- veldi, men eru í felagsskapi við annað land. Tí metir Kári á Rógvi ikki, at hetta skuldi verið orsøk til at nokta Føroyum viðurkenning. Hann vísir í hesum sambandi á fleiri lond, ið eru í ríkisfelags- skapi við annað land, men sum tó eru viðurkend av IOC og kappast á teimum olympisku leikunum undir egnum flaggi. – Ríkisrættarliga støðan hevur týdning í hesum sam- bandi, og tí er tað spenn- andi, um IOC metir okkum sum eitt land í hesum sambandi í øllum førum, si- gur Kári á Rógvi, ið sjálvur hevur góðar vónir um, at Føroyar verða viðurkendar. Í grundini er tað arbeiðið hjá sersambondunum, og tað at Føroyar eru eitt land, ið skal fáa Føroyum viður- kenning. Endamálið við at vinna sær olympiska viðurkenn- ing er ikki fyrst og fremst at sleppa við í kappingarnar á olympisku leikunum, men tað er eisini teir peninga- ligu ágóðar, ið ÍSF og før- oysk ítróttarfólk fáa við at vera við í IOC. Alt yvirskot frá olymp- isku leikunum verður nevn- iliga býtt út til limalondini, og ÍSF fer at fáa sín part av køkuni. Hesin peningur skal nýtast at menna føroyska ítróttarlívi Lobby virksemi ÍSF roynir at sannføra so nógvar limir sum gjørligt um, at Føroyar lúka tær neyðugu treytirnar, og at føroyska ítróttarsambandið kann fáa viðurkenning frá IOC. Tað er umráðandi, at fáa stuðul frá so nógvum londun sum gjørligt. ÍSF hevur fingið stuðul frá teimum norðurlendsku sambondunum, og tað danska ítróttarsambandið givið sína góðkenning til ætlanirnar. ÍSF fer at seta seg í sam- band við allar 126 limirnar í nevndini, ið tekur avgerð- ina, um Føroyar skal sleppa inn í olympiska hitan. Um eitt ár fara tær evrop- eisku olympisku nevndir- nar at hava fund í Reykja- vík, og tá er ætlanin er leggja føroysku ætlanirnar fram, og vónandi fæst stuðul frá øðrum ítróttar- sambondum í Evropa. Umframt vanligu olymp- isku leikirnar, verður eisini skipað fyri leikum fyri smátjóðir, og har kunnu Føroyar luttaka við einum møguleika at gera seg galdandi við heiðurs- merkjum. Tó er eingin trygd fyri, at nevndin fer at góðtaka føroyska ynskið. Kanska vil nevndin ikki hava fleiri lond, tí tey bera ótta um, at fleiri smátjóðir fara at søkja um somu viðurkenning, um Føroyar fær játtandi svar. – Tað skuldi einki verið til hindurs fyri, at altjóða olympiska nevndin viður- kennir Ítróttarsamband Før- oya. Vit hava tey røttu kortini í hondini, men tað ræður um at spæla tey rætt, sigur Kári á Rógvi at enda. Ítróttarsamband Føroyar varð sett á stovn í 1939. At ÍSF hevur drúgvar royndir við at skipa fyri kappingum er eisini eitt av teimum góðu kortunum, ÍSF for- setin, Heðin Mortensen, hevur í hondini. Føroyar kunnu fáa olympiska viðurkenning Kári á Rógvi, løgfrøðiligur ráðgevi hjá ÍSF, heldur, at Føroyar hava møguleikan at vinna sær olympiska viðurkenning, men tað krevur eitt stórt arbeiði C M Y K 17 16