Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-12-08, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. desember 2001síða 10

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 238 - 8. desember 2001 Taliban-hermenn í Kandahar og Spin Boldak leggja nú vápnini. Samstundis hava hermenn hjá Norðursamgonguni kannað holurnar við Tora Bora, men bin Laden var ikki at finna. ÚTLAND Fartekst Hermenn hjá Norðursam- gonguni hava saman við amerikanskum og bretsk- um hermonnum leitað eftir Osama bin Laden seinastu dagarnar. Hildið varð fyri vist, at yvirgangsleiðarin fjaldi seg í teimum serbygdu holunum við Tora Bora, men tá hermenn hjá Norðursamgonguni tóku holurnar í gjár, var eingin bin Laden at finna. Talsmenn hjá Norður- samgonguni søgdu, at nakrar kvinnur og nøkur børn vóru ó holunum, men at tað var ógreitt, um tey hava samband við bin Laden. Samstundis varð frá- boðað, at Taliban-hermenn- inir í Kandahar vóru farnir undir at lata vápnini frá sær, og at Taliban-her- menninir við býin Spin Boldak eisini høvdu lagt vápnini. Taliban-leiðslan í Kanda- har hevði frammanundan játtað at lata einari nevnd vápnini. Á odda fyri nevnd- ini er ein fyrrverandi her- naðarleiðari í Kandahar, sum Taliban góðtók eftir samráðingar við umboð fyri nýtilnevnda stjórnar- leiðaranum í Afghanistan, Hamid Karzai. Kandahar og Spin Boldak hava verið seinastu skansarnir hjá Taliban í Afghanistan, og nú her- menninir har hava valt at leggja vápnini, bendir alt á, at kríggið er um at vera av. Taliban leggur vápnini UTTAN ÚR HEIMI Nýggi leiðarin í Af- ghanistan, Hamid Karzai, sigur, at stjórn hansara fer at útflýggja leiðararnar í Taliban. ÚTLAND Fartekst Hinvegin hevur Hamid Karzai gjørt av, at teir vanligu hermenninir hjá falna Taliban-stýrinum, sum eru tiknir til fanga, fáa frítt at fara. Nógvir av hesum hermonnunum eru longu farnir heim- aftur, meðan aðrir hava stríðst saman við Norð- ursamgonguni ímóti leivdunum av Taliban- herinum. Hamid Karzai segði í gjár, at teir ovastu hern- aðarligu leiðararnir í Taliban verða ikki latnir leysir. Teir nógvu út- lendsku hermenninir, sum hava hjálpt Taliban- herinum, og sum hava stuðlað Al-Qaeda og Osama bin Laden, verða heldur ikki latnir leysir. -Vit fara at at hava teir í varðhaldi, og teir verða síðani útflýggjaðir til altjóða rættarsókn, segði Hamid Karzai við bretsku tíðindastovuna Reuter í gjár. Fleiri keldur í Afghan- istan hava sagt, at anda- ligi leiðarin í Taliban, mullah Mohammad Om- ar, hevði biðið nýggja afghanska stýrið veita sær grið aftur fyri, at hann og menn hansara góvust við bardaganum um Kandahar. Men amerikanska stjórnin gjørdi alt fyri eitt greitt, at talan verður ikki um at veita Omar grið. Talibanleiðararnir verða útflýggjaðir Skipanin við heima- stýri er avoldað og eigur at verða avloyst av nýggjum skipan- um, har Grønland og Føroyar fáa økt sjálvstýri ella loysing. Tað var greiði boð- skapurin hjá Norður- atlantsbólkinum í Fólkatinginum. MAGNUS DAM Keypmannahavn Setanarorðaskiftið Teir tríggir limirnir í Norð- uratlantsbólkinum vístu frá fyrsta degi, hvørja dagsskrá teir hava í Fólkatinginum. Endamálið er at broyta viðurskiftini í ríkisfelags- skapinum, sum teir halda vera eina avoldaða skipan. Hetta kom púra greitt fram, tá Kuupik Kleist síð- ani Lars Emil Johansen og at enda Høgni Hoydal vóru á røðarapallinum í Fólka- tinginum hóskvøldið og søgdu sína hjartans mein- ing um ríkisfelagsskapin og skipanina við heimastýri í Grønlandi og Føroyum. Høgni Hoydal duldi ikki fyri, at hann sum tjóðveld- ismaður arbeiðir fyri at avtaka føroysku umboðan- ina í Fólkatinginum, at Føroyar fáa sína egnu grundlóg og taka á seg alla politiska og búskaparliga ábyrgd av Føroyum. Hann vísti á fleiri brot í setanarrøðuni hjá Anders Fogh Rasmussen, har for- sætisráðharrin í breiðum týdningi tosar um frælsi, demokrati, ábyrgd og samhaldsfesti. - Tað er júst hetta, sum føroyska stjálvstýrisstríðið byggir á. Og við at lurta og samstarva kann Danmark gerast eitt undangonguland á hesum økinum. Við at stuðla sjálvstýrisrørslunum í Norðuratlantshavi kann Danmark vísa í verki, at landið arbeiðir fyri einum meira demokratiskum og rættvísum heimi, segði Høgni Hoydal. Einastandandi møguleiki Smáar tjóðir hava ein eina- standandi møguleika í dag. Einum landi nýtist ikki at vera risastórt, hava egnan stóran her og hava fyri neyðini at útbúgva allar íbúgvar heima hjá sær sjálvum. Einki land klárar seg uttan tætt samstarv við onnur lond og altjóða stovnar, sum fáa størri og størri týdning, vísti hann á. - Hetta gevur smáum tjóðum møguleika at taka fullu politisku og búskap- arligu ábyrgdina av egnum landi. Og sjálvstýri ella fullveldi er framvegis for- treytin fyri, at eitt land kann taka á seg ábyrgd í heim- inum og samstarva í altjóða felagsskapum. Høgni Hoydal vísti síðani á, at fortreytin fyri sjálv- stýri ella fullveldi er, at Føroyar verða virdar í fólkarættarligum høpi og við tí sjálvsavgerðarrætti, sum hetta gevur. Og hann segði seg vóna, at tá ið for- sætisráðharrin tosaði um trý fólk á jøvnum føti, Dan- mark, Grønland og Før- oyar, so kundi hann eisini vátta, at hetta inniber eina viðurkenning av sjálvsav- gerðarrættinum hjá føroy- ingum og grønlendarum í fólkarættarligum týdningi. Eingi lyftir Men nakra váttan frá for- sætisráðharranum fyri hesum fekk hann ikki. Ikki aðra enn tað vanligu vissuna fyri, at føroyingar sjálvir avgera sína lagnu. Sama hvørja kós, fólkið velur, so er hann sinnaður at tosa um tingini. Í fyrsta umfari ætlar forsætisráð- harrin sum skjótast til Før- oyar at viðgera støðuna og lurta eftir ynskjunum, sum eru har. Viðvíkjandi ætlaðu yvir- tøkunum hjá landsstýr- inum, roknar Anders Fogh Rasmussen við, at stjórnin og landsstýrið heilt skjótt fara at gera avtalu um skúlamálini og almennu forsorgina. Viðvíkjandi flogvøllinum í Vágum og fólkakirkjuni hevur fólka- tingsvalið seinkað arbeið- inum nakað, men stjórnin er nú sinnað at fara til samráðingarborðið um hesi málini. Grønland eisini á skránni Anders Fogh Rasmussen ætlar eisini at vitja í Grøn- landi at røða um sjálvstýris- ynskini har. Tað málið var ovast á breddanum í val- stríðnum har, og hós- kvøldið tosaðu báðir fólka- tingslimirnir sum í ein munn um eina nýggja sjálv- stýrisskipan í staðin fyri heimastýrisskipanina. - Seinast, eg sat í Fólka- tinginum, var tað við einum ynski um at fáa heimastýri í Grønlandi. Hetta eydnaðist, og eftir seks ár í Fólka- tinginum kundi eg fara avstað við einari heima- stýrisskipan í viðførinum. Nú standi eg her við einum ynski um at víðka heima- stýrið til eitt veruligt sjálv- stýri, og málið er sjálvandi, at eg aftur kann fara úr Fólkatinginum – tá ið tann tíðin kemur – við einari sjálvstýrisskipan í viðføri- num, segði Lars Emil Johansen. Eisini her kundi Anders Fogh Rasmussen vátta, at hann fer at lurta eftir grøn- lendsku ynskjunum, og hann vísti millum annað á Sjálvstýrisnevndina, sum situr og arbeiðir við framtíðar støðu Grønlands og eftir ætlan verður liðug í juli næsta ár. Lisbeth tók fyrivarni At tríggir av fýra norður- atlantiskum fólkatingslim- um tosa um økt sjálvstýri er ongantíð hent áður. Tað var helst eisini hetta, sum fekk Lisbeth L. Petersen til at fara á røðarapallin og vísa á, at hon ikki hevur somu mál sum hinir tríggir. Hjá henni hevur tað týdning bæði at varðveita fólka- tingsumboðanina og ríkis- felagsskapin millum tey trý londini, og tað fer hon millum annað at leggja sína orku í í Fólkatinginum. Og sum mótpolur hjá teimum trimum í norður- atlantiska bólkinum fær hon uttan iva nógv at síggja til, um hennara sjónarmið ikki skulu detta burtur- ímillum. Heimastýri er avoldað Er kanska rýmdur úr Afghanistan. ÚTLAND Fartekst Tað gongst illa at finna yvirgangsmannin Osama bin Laden. Amerikanarar, bretar og afghanska Norðursam- gongan hava hildið, at hann hevur fjalt seg í holunum við Tora Bora, men hóast dúgliga hevur verið leitað, síðani Norðursamgongan tók holurnar, hevur eingin borið eygað við bin Laden. Hildið verður kortini, at Tora Bora var tann seinasti skansin hjá bin Laden. Talsmaðurin hjá Norður- samgonguni, Mohammed Habeel, segði í gjár, at eingin í Tora Bora hevur borið eygað við bin Laden seinastu dagarnar. – Hevur hann verið har, er hann helst farin um markið til Pakistan, legði talsmaðurin afturat. Bin Laden ikki at finna Høgni Hoydal duldi ikki fyri, at hann arbeiðir fyri at avtaka føroysku umboðanina í Fólkatinginum Nr. 238 • leygardagur • 8. desember 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo Eru Fregnir rugbreyðið í føroyska blaðheiminum? Henda spurning viðger Kim Simonsen í grein, um kjakmentan, speisemi, men mest um Fregnir Lesið á síðu 4 & 5 M’AS BLUES BAND Eyðun Klakstein Babu babu babu babu babu babu. Soleiðis ljóðar niður- lagið í best umtókta sang- inum í landinum í løtuni. Tað er M’as Blues Band, sum spælir, og tey hava tikið øll á bóli. Síðani fløgan við Emmu og teimum kom á gøtuna fyri 10 døgum síðani, hevur fløgan gingið sum heitt breyð. Sangirnir hava verið at hoyrt hvønn tann einasta dag á útvarps- rásunum. Og eisini á dansistøðum kring landið sigst, at sangurin Babu er tað stóra hittið millum ungfólk. Nú skal sangurin royna seg á hittlistanum hjá Útvarpinum, 15 teimum bestu, og tað verður neyv- an nakar, sum verður bils- in, um sangurin rýkur í topp. Ovfarin av móttøku Tað er óvanligt, at ein føroysk fløga fær slíka móttøku og vinnur so nógv fram eftir so stuttari tíð. Men fløgan við M’as Blues Band hevur nakað. Tað gerst tú varugur við beinanvegin, tá tú setir hana í fløguspælaran. Bólkurin er mannaður við fólki, sum hava eitt- hvørt brek, og hóast tey hava fingið hjálp frá góð- um tónleikarum, so er Emma mest sjónligi tónleikarin á fløguni, og hon syngur sangirnar av heilum hjarta – erligt og beint fram. Jóannes Jakobsen hevur skipað allar partarnar av arbeiðnum við fløguni, og hann er ovfarin av góðu móttøkuni. – Tá tú nærkast endan- um av slíkum arbeiði, fært tú vanliga eina hóming av, hvat tað kann blíva til. Eg hevði væntað, at fólk fóru at taka væl ímóti fløguni, men eg hevði ikki væntað slíka móttøku, sum fløgan hevur fingið, sigur Jóannes Jakobsen. Strævið, men stuttligt M’as Blues Band er einki upplop, tí seinastu trý árini hava tey spælt saman. Og tað hevur eisini tikið drúgva tíð at spæla fløguna inn. – Tað tók fleiri mánaðir at syngja sangirnar inn, men hóast tað var strævið og kravdi nógv av øllum, so var Emma serstakliga hugalig. Hon hevði ongan- tíð hug at geva upp, og tað var altíð við einum smíli, at hon kom í studio, sigur Jónnes Jakobsen. – Hetta er fjórða fløgan, sum eg havi verið við til at geva út, men hetta hevur verið klárt tann stuttligasta fløgan at gera. Sangirnir á fløguni eru lættir og stuttligir. Onkur meira álvarsamur sangur er eisini við. Tónleikurin er sera væl spældur, og tað er ikki so løgið, tí talan er um nakrar av fremstu føroysku tónleikarunum, sum spæla undir. – Tá vit seinastu trý árini hava spælt ymsa- staðni, hava vit brúkt eitt keyboard til grundina í tónleikinum. Tað kundu vit eisini gjørt á fløguni, men tú fært heitari og meira livandi tónleik við at lata tónleikarar spæla allan tónleikin, og tað valdu vit at gera, sigur Jóannes Jakobsen. – Útgávan er ikki bara ein spurningur um tónleik, tað er eisini ein viðurkenn- ing av menningartarnaðum fólki. Kanska kann hetta vera við til at geva fólki eina aðra mynd av teimum. Emma bukar Britney Í Føroyum hava altjóða poppdrotningar og -kongar ongan kjans ímóti M’as Blues Band. Hóast Britney Spears og Michael Jackson brúka óteljandi milliónir av krónum til sínar útgávur, so er alt til fánýtis, tá Emma syngur Babu Í løtuni er tað Emma, sum kann kalla seg poppdrotning í Føroyum. Fløgan hjá henni og hinum í M’as Blues Band er stóra hittið í landinum í løtuni Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 19 18