Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-12-08, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. desember 2001síða 11

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Sosialurin Nr. 238 - 8. desember 2001 Postboks 76, 110 Tórshavn, telefon 311820, telefax 314720, teldupostur: turid@sosialurin.fo Blaðstjórn: Turið Kjølbro EG MEINI TAÐ Eg meini, at kristindóm- urin hevur gjøgnumsúrgað hetta samfelag í so stóran mun, at annar átrúnaður hevur trong kor. Eg skriv- aði seinast um andaligar sendingar á føroysku útvarpsrásunum, og tað er júst hendan orðing, “anda- ligar sendingar”, sum fekk meg at stúrsa, tá eg aftur las greinastubban. Eg brúkti orðið andaligt sum um tað merkti kristiligt. Eg gjørdi hetta uttan at blunka og uttan at hugsa um tað. Hetta gjørdi eg, sum eri áh, so opin og upplýstur. Í mínari verð var anda- ligt tað sama sum kristi- ligt. Hetta sigur forferdi- liga nógv um meg, men eisini um samfelagið, sum eg eri ein partur av. Eingin, sum er so opin og upplýstur sum eg, sigur sovorðið, uttan so at samfelagið leggur honum orð í munnin. Vit breggja okkum av, at vit hava trúarfrælsi, alt ímeðan sjálv definisjónin av andaligheit er kristin- dómur, áh harra mín! Orð eru ikki bert spegl- ingar av samfelagnum, men eru eisini við til at skapa okkara hugsan um samfelagið. Orðið “anda- ligt” bæði speglar og skapar føroyska andalig- heit. Tað ber ikki til at tosa um frælsi, tá vit í sjálvum málinum ikki geva pláss fyri hesum frælsi. Tá eg skrivi á øðrum málum t.d. åndeligt ella spiritual, merkir hetta ikki kristiligt, tó at eg umseti hesi orð til andaligt á føroyskum. Her er talan um ymiskar lívsáskoðanir: Eg eri ikki tann sami á donskum og enskum, sum á føroyskum. Um vit ynskja at skapa eitt liviligt samfelag fyri annan átrúnað enn kristin- dóm, so mugu vit broyta føroysku lívsáskoðanina. Her traðka tey kristnu sjálvandi inn og siga: “Jamen Føroyar eru fyrst og fremst eitt kristið land.” Hetta er júst trupul- leikin; hvat seta vit hægri, trúarfrælsi ella Føroyar sum eitt kristið land? Eg dugi ikki at síggja, hvussu veruligt trúarfrælsi kann vera í einum “fyrst og fremst kristnum landi”. Fyrst og fremst merkir í skúlum, í loftmiðlum og í fjølmiðlum sum heild: Kristindómur og aftur kristindómur. Hetta er ikki bara andaligar sendingar, sum eg segði seinast, hetta er alment fíggjaður kristin ágangur. Hvussu tramans stórur er møguleikin at vaksa upp sum frítonkjari ella sum hindu, ella muslim, tá tú livur í einum slíkum landi? Kristin hava alt vald her, og guð hjálpi og náði tí stakkals politikara sum hevði roynt at arbeitt fyri trúarfrælsi. Hygg til dømis at, hvussu tað endaði á sinni, tá rættindini hjá samkyntum vóru fyri á tingi. Tað er ikki tí, at allir politikarar eru nøkur snævurskygd svín, nógvir politikarar eru nokk samdir við mær, men um teir søgdu hetta, vórðu teir ikki afturvaldir. Mær nýtist tíbetur ikki at verða afturvaldur til nakað sum helst, so eg sigi tað bart út. Eg krevji trúarfrælsi. Steðgið tí alment fíggjaða kristna áganginum! Eg krevji trúarfrælsi Niels Uni Dam skrivar: FYRI 20 ÁRUM SÍÐANI Fyri akkurát 20 árum síðani var fólkatingsval. Hin 8. desember í 1981 skuldi Fólkatingið mannast av nýggjum. Anker Jørgen- sen, forsætisráðharri, hevði skrivað út nýval, tí meiri- luti fekst ikki fyri fíggjar- lógaruppskotinum hjá javnaðarstjórnini. Velj- ararnir skuldu tí gera av, um Javnaðarflokkurin og stuðulsflokkar hansara, m. a. Socialistiskt Folkeparti, Retsforbundet og Centrums Demokraterne, fingu meiriluta í Fólka- tinginum, ella um teir borgarligu við Poul Schlüther úr Konservativa flokkinum fingu meiriluta. Veljararnir í Føroyum skuldu gera av, um táver- andi løgmaður, Pauli Ellefsen úr Sambands- flokkinum, og táverandi fólkatingsmaður Javnaðar- floksins, Jákup Linden- skov, skuldu afturveljast. Pauli Ellefsen varð fyrstu ferð valdur í 1977, og í 1979 setti hann atkvøðu- met við 3.681 persónligum atkvøðum. Jákup Lindenskov varð fyrstu ferð valdur á Fólka- ting í 1979 við 1255 persónligum atkvøðum, og loysti hann av Johan Nielsen, sum ikki stillaði uppaftur. Tann fólkakæri Johan Nielsen hevði umboðað Javnaðarflokkin á fólkatingi síðani 1960. Um valið skrivaði Sosialurin 9. desember 1981: »Næstan hevltin av teimum 30.097 fólkunum her í Føroyum, sum týs- dagin høvdu valrætt til Fólkatingið, vil lata onnur um at avgera, hvør skal umboða okkum á Danatingi. Hetta vísir valluttøkan: 55,2%. 16.617 fólk, 18 ár og eldri, brúktu rættin og valdu. Og 4.393 valdu Sambandsflokkin, 4.071 Javnaðarflokkin, 3.442 Tjóðveldisflokkin, 3.068 Fólkaflokkin, 866 Sjálv- stýrisflokkin og 777 halda, at Framburðs- og Fiski- vinnuflokkurin er best egnaður at umboða Føroyar á Christiansborg. Pauli Ellefsen og Jákup Lindenskov blivu báðir afturvaldir við ávikavist 1.843 og 1.554 atkvøðum. Áhugin fyri hesum fólkatingsvalinum hevur ikki verið tann stóri, og eingin hiti hevur verið í valstríðnum. Tað var tí ongantíð roknað við pláss- troti í valhølunum týs- dagin. Øðrvísi var, tá veljast skuldi til Fólkatingið 23. oktober í 1979. Tá gjørdist luttøkan størri enn væntað, 65,5%. Til valið 1. mars 1977 var luttøkan 62,9%. At luttøkan gjørdist rættuliga stór í 1979 var ivaleyst, tí lagt var upp til eina styrkiroynd millum landsstýrið og andstøðuna. Landsstýrisflokkarnir vunnu. Nú er landsstýrið eitt annað. Teir tríggir flokk- arnir, sum nú eru í lands- stýrinum (Sambandsflokk- urin, Fólkaflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin) fingu tilsamans 8.327 atkvøður, ella 50,1%. Flokkarnir í andstøðu fingu tilsamans 8.290, ella 49,9%. Minni kann munurin ikki vera.« Anker Jørgensen og stuðulsflokkar hansara vunnu valið í Danmark, og javnaðarstjórnin helt fram. Men teir rendu seg aftur í trupulleikar árið eftir, tá teir radikalu ikki vildu taka undir við eini inntøkulóg. Stjórnin legði tá frá sær, og teir borgarligu við Poul Schlüther á odda tóku við – tó uttan at val var útskrivað. Sofaveljararnir mundu komið í meiriluta Yvir 13.000 brúktu ikki valrættin týsdagin. Bert 0.2% á muni millum samgongu og andstøðu. Sambandsflokkurin størsti taparin. Fólkaflokkurin størsti vinnarin Topp 10 listin til fólkatingsvalið 1981: 1. Pauli Ellefsen 1.843 (3.681 – 1.838) 2. Jákup Lindenskov 1.554 (1.255 + 299) 3. Jógvan Sundstein 1.171 (1.663 – 492) 4. Erlendur Patursson 1.075 (1.386 – 311) 5. Johs. M. Olsen 760 (465 + 295) 6. Vilhelm Johannesen 706 (762 – 56) 7. Sverre Midjord 482 (607 – 125 8. Hilmar Bech 427 (634 – 206) 9. Hilmar Kass 425 (296 + 129) 10. Hergeir Nielsen 380 (315 + 65) Teir telja atkvøður í Ítróttarhøllini á Hálsi í Havn valkvøldið 8. des. 1981 Sosialurin Nr. 238 - 8. desember 2001 3 MENTAN Vónbjørt Solmunde Vígslan, sum fór fram á enskum, bar ikki bara dám av at vera ein gifta ímillum tvær ymiskar mentanir, men brúðarparið hevði eisini á ein serligan hátt sett sín egna dám á vígsl- una. Til vígsluna hevði parið biðið gittarleikaran, Magna Jacobsen, og saksofonleikaran, Brand Øssurson, um at spæla løg, sum høvdu serligan týdning fyri tey. Sostatt fekk ein høvið at hoyra megnar tónaskøld, sum Gershwin og Beethoven, alt framborið á ein sera hegnisligan hátt, sum hóskaði væl til tann romantiska dámin, ið tað gamla træbyggisniðið í kirkjuni gav. Afturat hesum syrgdi Símun Hammer við sínum urguspæli fyri, at tann gamli føroyski siðurin eisini hevði sítt pláss í vígsluni. Úrslitið gjørdist ein vøkur og rørandi løta við einum heilt persón- ligum dámi. Tó skal við- merkjast, at parið hevði vissað sær, at einki av tí óvanliga, stríddi ímóti gamlari kirkjusiðalæru. Eva og Jón møttust í januar mánaða í Finnlandi í býnum Oulu, har Jón var í starvsvenjing sum liður í læraraskúlaútbúgving síni. Eva, sum er útbúgvin málfrøðingur í finskum máli, var í Finnlandi fyri at víðariútbúgva seg á júst sama lærustovni sum Jón. - Vit møttust fýra dagar aftaná vit vóru komin til Finnlands, og vit hava ikki verið frá hvørjum øðrum síðani, siga tey nýgiftu smílandi. Áðrenn parið fór til Føroyar, vóru tey í Est- landi í ein mánaða, har tey gjørdu av at trúlova seg. Hetta var 18. juni í ár undir hátíðarligum est- lendskum traditiónum við presti og bíbliuundirvísing. Leygardagin var so tann stóri dagurin, og hjúnini siga seg vera sera væl nøgd við vígsluna. - Vit fingu heilt tað rætta huglagið fram inni í tí fjálgu kirkjuni, og saman- lagt eru vit sera væl nøgd. Hetta kann eisini sigast um tey hjástøddu. Har var ikki eitt eyga turt, tá ið Eva og Jón vendu sær ímóti hvørjum øðrum framman fyri altarið og søgdu hvør øðrum nøkur rørandi orð. Síðani komu ringarnir uppá fingrarnar og prestur legði tey væl- kendu orðini “You may kiss the bride” aftrat. Tað einasta sum órógvaði, var ein fartelefon, sum fór at ringja. Hetta tykist at vera blivin eitt ógvuliga vanligt óhapp í hesum mobilu tíðum. Eingin nevndur, eingin sekur, um undir- ritaða kann loyva sær at siga soleiðis. Men hví valdu tey Gøtu kirkju at giftast í: - Hetta skuldi vera ein serligur dagur, siga tey bæði hjúnini, og vit blivu so skotin í gomlu trækirkj- unum eftir eina vígslu í Funningi í juli, at vit eisini vildu giftast í eini træ- kirkju. At tað gjørdist í Gøtu er ein samanseting av tí sannroynd, at tað er ein ógvuliga hugnalig kirkja og at vit fingu so avbera góðan stuðul frá teimum, ið varða um kirkjuna, at tað var so líka til. 12. des. fara tey nýgiftu til Estlands. Foreldur Evu høvdu ikki høvi at vera við til vígsluna, so nú fara hjúnini til Estlands at hátíðarhalda saman við teimum. Ein vinkona Evu var tó við, og tær báðar sungu hart við á estlendsk- um, tá ið sálmasangur var. Spurd, hvat tey ætla aftaná brúdleypið, siga hjúnini, at tey fara at búgva í Føroy- um til Jón er liðugur við útbúgvingina. Alt er ikki heilt vist, men tey hava hug at búsetast antin í Finnlandi ella í Svøríki. - Spurningurin er bara, hvat børn okkara koma at tosa. Tey fara jú at hava fýra ymisk mál at velja ímillum. Okkara ávikavisu móðurmál, føroyskt og estlendskt, síðani enskt, sum er málið, vit bæði samskiftast á og at enda annaðhvørt finskt ella svenskt, flennur tann vakra, estlendska brúðurin. Tað er tó eingin ivi um, at tað fer at ganga væl hjá teimum báðum, serliga, tá byrjanin var so góð, sum hon var. Eftir er bara at ynskja teimum nýgiftu alt tað besta í framtíðini og at enda við orðunum hjá lítla Magnusi Paula uttanfyri kirkjuna: ”Eg visti tað allatíð, at tey fóru at giftast — tey fylgjast altíð”. Seinnapartin seinasta leygardag fór ein forkunnug brúðarvígsla fram í gomlu kirkjuni í Gøtu. Talan var um runavíkingin Jón Hammer og Evu Sool úr Estlandi Forkunnug brúðarvígsla í Gøtu Emil Olsen vígir brúðarparið Mynd: Vónbjørt Solmunde C M Y K 21 20