leygardagur 8. desember 2001síða 12
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin Nr. 238 - 8. desember 2001
5
4
Sosialurin Nr. 238- 8. desember 2001
“Lygnin flýgur og sannleikin
skjølkar eftir”.
Jonathan Swift, 1710: On
Political Lying
ESSAY
Kim Simonsen
Janus Djurhuus var ein sera
bersøgin maður, serliga tá hann
tosaði ella skrivaði um list.
Somuleiðis var hann erligur sum
fáur, tá tað kom til kjakstøðið í
Føroyum. Eina ferð fekk Janus
Djurhuus sendandi úr Føroyum
ein stóran pakka við bløðum.
Tað tók honum stívar seks tímar
at trálesa hendan stakk.
Sorgarbundin setti hann seg at
skriva um hetta, at bløðini vóru
út av lagi vánalig, og so nevndi
hann tey eitt fyri og annað eftir.
Eftir hetta tekur hann til síni
egnu orð:
“Ah, gev mær hvassan
landnyrðing
og brim og ódn og hvirluting
og brennivín og harpuslátt
og villan grát á heystarnátt.”
Hetta var sum Janus plagdi so
melankolskt at taka til,
long..long time ago. Men so er
kanska ikki longur. Føroyskt
kjak er meiri livandi enn
nakrantíð. Bløð sum
Dimmalætting, Sosialurin og
Fregnir skriva øll nógv um list
og mentan. Tað sprýkjur úr
berligum lendi, sjálvt um okkurt
hissini ókrút av og á hómast.
Úr ovninum
Nýggjasta skútan í føroyska
kjakinum hevur heldur niður-
gerandi fyri, at onnur bløð eru
sum rundstykki, meðan teir eru
sum eitt rugbreyð: ”Fregnir er
rugbreyðið í føroyska blað-
heiminum”. Ein so prosaiskur
metaforur er í mínari verð sum
at skjóta seg sjálvan í fótin.
Rugbreyð smakkar væl og er eitt
alneyðugt tilfeingi í føroyska
húsarhaldinum, men mær dámar
eisini væl rundstykki fra
bakaranum leygarmorgun ella
sunnumorgun. Tá kann rug-
breyðið ríða og renna. Og tað er
eyðkent, at leygarmorgun og
sunnumorgun er friður at lesa
slík bløð sum Fregnir. At
javnmeta seg sjálvan við eitt
rugbreyð er bara ”bad taste”, og
spælir við eina løgna fólkslig-
heit. Tað teir meina er sjálvandi,
at teir liggja betur á enn eitt
vanligt blað – men er tað veru-
liga soleiðis?
Leypa vit á og bíta í alfør-
oyska fólksliga tjóðveldisrug-
breyðið, so er skjótt, at ein kann
eta heming á seg. Tilfarið í
hesum bakverki er eitt pund av
gomlum fólkafloksmonnum,
fleiri kilo av betongtjóðveldi,
eitt neg av málfrelstum
ræðuteigum, ein skeið av
lummafilosofiskari gudligheit úr
Gøtu. Men av og á er lukturin í
bakaríinum óførur, samrøður og
yrkingar fáa pláss. Men neyðugt
er, at einum dámar Høgna Mohr,
hin navnframa Rólantsson, Carl
Jóhan Jensen og Meinhard
Jensen, og er tað so, kann ein
eta seg um rygg við góðari
samvitsku ella fávitsku.
Blaðið frá 23-29. november er
av betra slagnum. Sum eitt
árgangsrugbreyð du pap. Høgni
Mohr skal eiga, at hann er
skemtingarsamur maður, bæði í
Dimmu á sinni og nú í Fregnum.
Sum ein annar revur, er hann
listinlærdur. Hevði hann stillað
upp í politikki, hevði Høgni
Hoydal helst verið í dýrastu
neyð. Tað hevði óivað skjótt
endað sum showdown í Sun City
— teir báðir við seksløbaranum,
krútroykur — helst ein
ræðuligur duellur. Á Dimmu var
Høgni sum ein annar Eastwood
leigukaraktermordari av teim, ið
stungu nøsina ov lang fram, og
hvat er mætari vápn enn skemt?
Eg mundi doyð av látri, tá hann
skrivar um Heina 0 (O ella null
eg veit ikki). Her fer blaðstjórin
eftir kendum politikara við
vápnunum frá Dimmu á sinni,
og tað er dundur í høll —
pínadoyð hatta er skeg: ”Skimast
sum ein ørkymlað høna á
pallinum. Og hyggur javnan
niður sum ein bukaður
seyðahundur: Vevjur sína røðu
upp í ein ellubita (. . .) Og
knappliga, tá ið Heini umsíðir
smekkar fyrsta stampin á pallin
og ætlar sær at egna við
fantastisku
avrikunum hjá
sitandi samgongu,
so er tíðin farin.”
Her fangar Høgni
veruliga persónin
Heina O., at hann
tosar sum eitt hálv-
býtt, mangan til
øðina og undirluta-
kenslurnar, til línu-
menn í Føroyum,
serliga í Klaksvík. Sum
ein annar samuraiur ger
Høgni eitt ’clean cut’ og
Heini O. raplar niður av
pallinum í Norðurlanda-
húsinum. Karaktermorðið
er tað besta morðið! Hetta
er bæði støðutakan og ein
karaktermorðroynd í senn
frá einum blaðstjóra um ein
politikara.
Speisemi og moralur
Høgnasa skemtingarsemi hevur
altíð ein brodd og hann hevur
skrivað mangan skemtiligan teig
á baksíðuni á Dimmalætting.
Tað er gott, at vit eiga fólk, ið
duga at vera skemtingarsom og
fólk, ið tora at vera speisom og
ironisk — eingin ið kemur fram
í ljósmálan í fjølmiðlunum skal
sparast. Eg havi í fleiri ár hildið,
at tað hevur vantað slíkt spei-
seimi í fjølmiðlunum í Føroyum.
Tað er mangan sum tað er alt ov
álvarsligt at vera føroyingur. Í
Dimmalætting skrivaði Høgni
Mohr um at
arbeiða uppá fólk, eitt sera
áhugavert hugtak, men
spurningurin er, um Høgni Mohr
skilir, hvat hetta eisini kann
merkja? Markið ímillum at
arbeiða uppá fólk og reina
happing finst nærum ikki. Tað er
ein stórur munur á skemti, sum
t.d. ironi, tí ironi uttan
sjálvsironi er bert órein og talar
mest til skaðafrøina og innara
svínahundin hjá okkum
menniskjum. Hetta at arbeiða
uppá onnur, at halda onnur fyri
gjøldur, niðurgera tey við
mannminkandi spotti — hetta er
loyvt,
tí hetta skal jú vera
stuttligt! Og hann, ið gjørdist
óður hevur sum kunnugt, longu
tapt spælið, tí hann undirleggur
seg við at vísa sín veikleika (at
gerðast óður). Ironi uttan
sjálvsironi er fyri tey bangnu og
fyri tey fordómsfullu, ið annars
ikki tora at líta tær í eyguni.
Tað einasta, ið er at gera við
ein slíkan happandi bøðil, er
helst at taka hann fyri fult og at
taka tað hann sigur í fullum
álvara. Skal ironi vera meiri
mannavinarlig nýtist hon at seta
seg sjálva uppá spæl. Tað er tað
ið sjálvsironiin torir. Hesi fólkini
eru mangan veruliga stuttlig og
hetta uttan at gera onnur til
offur, uttan at niðurgera
onnur. Eitt gott dømi um hetta er
t.d. Woody Allen, ið helst fyri at
hann leið av øllum sálarligum
trupulleikum, ið funnust, eisini
teir bert kvinnur kunnu fáa, sum
t.d. penisøvund. Danski sangarin
Haugaard, ið helt herfyri, at
tosað varð so nógv um happing,
men hann vildi bert siga at hann
hevði havt nógva gleði av at
happa. Hetta er uppaftur meiri
sjáldsamt sagt, tí hetta er sjálvs-
ironi um at vera ironiskur og
happa onnur. Hetta slag av ironi
rakar ongan uttan ein sjálvan, og
tí krevst ein breiður ryggur at
tora at gera hetta skemt.
Upprunaligt moralskt
Speisemi er eitt tekstaslag, ið vit
kenna aftur til Jonathan Swiftsa
A tale of a Tub, ið kom út í 1704.
Hetta verk verður altíð mett um í
sambandi
við speisemi. Tað áhugaverda er
viðurskifti ímillum speisemi og
moral, tí hitt speisama
tekstaslagið er upprunaliga
moralskt. At halda onnur fyri
gjøldur er bert gjørligt um ein
samanber teirra atburð ella
verumáta við almennar
moralskar dygdir. Í The Penguin
Dictionary of literary Terms and
literary Theory stendur: ”(spei-
høvundurin)er eitt menniskja, ið
hevur átikið sær leiklutin at
finnast at, havast at og speireka
samfelagsins býttisskap og lastir,
hetta við at spotta og speireka
frábrigdið frá ynsktum fyrimynd-
um. Speisemi er soleiðis eitt slag
av mótmæli, ein sublimera og ein
framd orðing av vreiði og in-
dignatión”. Skal speisemi virka,
er neyðugt, at lesarin er samdur
við tí morali og etos, ið liggur
aftanfyri — tí er tað, at Ludvig
Holberg mangan í dag kann
tykjast fullkomiliga avoldaður
við sínum skúlameistaralótum.
Har Holberg í Erasmus Mon-
tanus bæði speirekur Erasmus og
tey, ið lurta eftir hesum upp-
blásta við sínum følsku
syllogismum, er tað tí at hann
við beiggjanum Jacob vil vísa á
eina jarðbundna
fyrimynd, ið hevði
varðveitt virðingina
fyri øllum tí vanliga
og myndugleikunum.
Mangan hevur
speisemi
dupultmoralin,
vantandi rættvísi og
óvitan sum mál. Tá er
tað best. Hans Scherfig
er ein meiri
modernaður speisamur
høvundi, ið m.a. í Det
forsømte forår fanst at
einum alt ov
myndugleikastýrdum
samfelag. Speisemi uttan
moral er bert ein fram-
sýning av, hvussu láturligt
onkur ella okkurt er. Tá
sær ein, at speisemi eisini
inniheldur eitt tilvildarligt
ovurhonds vald, speisemis
glottin, (um hesin er
óreinur, sannur ella
rættvísur) prentar framyvir
eitt negativ í hugaheimin hjá
lesarinum. Eina ferð
eksponerað, kann offrið fyri
speisemi ikki longur trína fram
uttan mistanka, ella goyma síni
arr. Hetta tekstaslag hevur tað
við at vinna á rættvísinum og
samantvinnar ósømuligt graml,
sleig við myndugleikan hjá
øðrum bókmentum. Taka vit Óla
Petersen, so haldi eg, at hann er
genialur, t.d. tá hann kallaði Tord
Niclassen fyri Ayatordur og
teknaði hann við turban. Av og á
sæst, at hann hevur ávísar
politiskar meiningar. Somuleiðis
Roald Als á Politiken, ið m.a.
teknaði Anders Fogh Rasmussen
frá 1994 til í dag sum ein holu-
mann við gassa, skeggstubbum
og skinnklæðum. Hetta kom av
ultraliberalu bókini hjá honum:
“Fra socialstat til minemalstat”.
Her undan valinum fóru teir
aftur eftir Anders Fogh við
speisama sloganinum ”fra hule-
mand til julemand” — hetta
sigur alt.
Tað Høgni hevur sagt um
Heina O. er í lagi. Hann fektar
við opnari pannu sum blaðstjóri.
Verri er, at hann púra ókritiskt
dyrkar ’Tobba’ , og gevur honum
13 við píli uppeftir, eftir at hann
fekk fótin í reyvina í føroyskum
politikki. Ólukksáligt, at eg ikki
hoyrdi skiparan goyggja í Norð-
urlandahúsinum. Ein maður, ið
hevur mordaran Che Chavera
hangandi í 2001, er ólukksáliga
ringur at taka í álvara. Hví ikki
Stalin, Mao, Hitler ella sjálvan
Idia Min? Tað hevði verið
forkunnugt at hoyrt Torbjørn
siterað stórskaldið Idia Min.
Carl Johan Jensen hevur uppi-
borið rós fyri fyrimyndarligar
samrøður við áhugaverd fólk.
Forkunnugur lestnaður. Og hasin
Elvis tú er fínur — reinur Gonzo
journalistikkur (sí Hunter S.
Thomson og Fear and Loathing
in Las Vegas: A savage Journey
to the Heart of the American
Dream og filmin hjá Terry
Gilliam). Tom Wolfe á odda fyri
new journalism skúlan, meinti, at
ikki var gjørligt at skriva um
nakað heilt objektivt, fer Gonzo
journalstikkurin longur og bland-
ar fiktión og veruleika. Veru-
leikin verður pallsettur, mangan
undir ávirkan av rúsevnum ella
alkoholi. Hunter S. Thompson
skrivaði hann beint út um alt tað
sum hann sá. Elvis skrivar um at
standa í Kagganum skít, at
uppliva ótrúskap, spýggj og
timburmenn — hetta er nakað
heilt nýtt í føroyska blaðheim-
inum. Seinast vit sóu okkurt, ið
minnir um hetta, var við
Magnusi Dam Jacobsen og brot
úr dagbókum hansara.
Meinhard Jensen skrivar
mangan væl um tónleik og
mentan, men av og á eru rit-
royndir hansara heldur merki-
ligar og hallelujakendar, og tá
loypi eg alt um. Skilji tó ikki
heilt retro country romantikkin.
Rólantsson vendir øllum,
hesaferð eiturkoppar og sam-
bandsmenn, ið verða vundnir
saman. Men hetta er bara hugna-
ligt skemt.
Av sonnum kann ein siga, at
teir á Fregnum royna at vinda
speisemis andan hátt. Og tað er
áhugavert, burtursæð frá tá
Høgni Djurhuus skrivar um at
sita á bukkuni og einki pappír er
eftir. Slíkur latrinerur humorur er
óbúgvin, og ikki so stuttligur.
Hvar eru kvinnurnar á Fregnum?
Orðaglottarnir hjá Jóhan
Hendriki W. Poulsen eru ófatu-
liga keðiligir. Hetta er málfrøði,
tá hon er mest turrgeld. Orð fyri
orð uttan ástøði, uttan mál ella
mið — annað enn tað turrisliga
málsøguliga, orðasøguliga
(etymologiska) og puristiska. So
er ein Tórur Jóanson í Dimmu tó
meiri áhugaverdur. J.H.W.
Poulsen umboðar eina stagneraða
málfrøðiliga (anti) ástøðiliga og
vísundaliga kós, ið t.d. í Norður-
londum fyri langari tíð síðani er
horvin.
Herluf Hansen er av og á
frammi við viðmælum av góðum
bókum. Tað er gott, at onkur
kemur undan við onkrum for-
kunnugum lestnaði
Ikki er rætt at siga, at Sosial-
urin og Dimmalætting ‘bert’ eru
sum rundstykkir. Tað eru hesi
bløð, ið geva okkum dagliga
breyðið og rundstykkini í viku-
skiftinum.
Til lesaran vil eg bert siga, at
ansast skal (eisini) eftir speisem-
inum, ella hugsast skal um, hvat
vald hetta kann hava, tí speisemi
kann sum lygnin flúgva meðan
sannleikin mangan skjølkar eftir.
Fregnir eru ikki sum bakverk
eitt makkverk, men skal etast við
ávísum ráddum huga, tí ivasamt
er um hetta rugbreyð gevur tær
andaligu mettuna. Kanska
Fregnir hvørki eru rugbreyðið
ella rundstykkini, men kanel-
stongin í føroyska blaðheim-
inum. Onkuntíð fær ein hug at
eta ein bít av eini kanelstong,
men skal ein ikki eta heming á
seg, er ikki ráðiligt at eta eina
heila stong í senn. Manga takk!
Rugbreyðið í føroyska blaðheiminum
- Um kjakmentan, speisemi, men mest um Fregnir
C
M
Y
K
23
22