Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-12-08, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. desember 2001síða 13

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Sosialurin Nr. 338 - 8. desember 2001 Hanus Kamban Nútíðar europeiskur politikkur tykist tey seinastu árini at hava fingið ein, bæði í hami og holdi, alsamt vaksandi kleptomaniskan dám. Eitt grunt rák skapar meiri- lutans hugburð. Hesin streymur tykist skaptur av móta, miðla- skaptum hugmyndum og einum grefligum slag av bólkahugsan, sum er samansett av fordómum, vankunnleika og smásinni, og sum, ov fín sum hon er til at hava eitt norðurlendskt navn, verður rópt trend. Hjá tí politiska flokki, ið vil fáa valdið, ræður um at umboða tað ráðandi rákið. Ger hann tað ikki, kann hann bara stjala tað frá øðrum flokkum. Fyri stuttum hava vit sæð, hvussu flokkurin Vinstra fekk valdið í Danmark við at stjala medferð og miðla- mynd frá tí fagurlátna Tony Blair. Tony Blair gjørdi nakað tað sama, tá hann í 1997 kom til valdið í Onglandi. Frá »the winter of discontent« í 1979 høvdu Teir Konservativu havt maktina, og arbeiðaraflokkurin sýntist med alla at vera blakaður út í myrkrið. Tony Blair rændi tættir úr hugmyndafrøðini hjá Margaret Thatcher, hevur nú vunnið tvey val og kann, um mótparturin ikki megnar at stjala stílin frá honum aftur, fara at sita eina tingsetu aftrat. Hvør var yrkjarin? Mangt er broytt, síðan arbeiðara- flokkurin fyrst í tjúgundu øld fór at fáa umboð í enska parlament- inum. Floksins umboð amast nú upp á tey ríku og fínu og fráfarn- ir tinglimir kunnu sum life peers njóta somu fyrimunir sum yvir- stættin. Men enn syngja floksins limir á ársfundum hetta ørindi: I will not cease from Mental Fight Nor shall my Sword sleep in my hand, Till we have built Jerusalem In England´s green & pleasant Land. (Ei steðga skal mítt andans stríð / ei sovna svørð í míni hond, / til upp er bygt Jerusalem / á Onglands grønu fagnarstrond.) Hetta ørindið er úr sanginum »And Did Those Feet in Ancient Time« úr skaldaverkinum Milton. Lagið er eftir tónaskaldið Sir C. Hubert Parry. Men hvør var yrkjarin? Reikarin Í útsynningshorninum á býling- inum Soho, eystan fyri Regent Street og sunnan fyri Beak Street, er eitt lítið torg sum róp- ast Golden Square. Navnið er kanska bronglað frá Gelding Square, tí her gingu fyrr í tíðini geldir hestar á biti. Í hesum lívliga býarparti sást í 1760´árunum ofta ein smádrong- ur, vælvaksin og herðabreiður, við stórum, glógvandi eygum og reyðgulum purlum, sum peiggj- aðu í allar ættir og mest mintu um eldslogar. Drongurin nýttist ikki sum onnur børn á hansara aldri at ganga í skúla. Honum dámdi væl at ganga túrar, og var tað morgun, gekk hann kanska og hugsaði um, hvar hann skuldi fara henda dagin — oman til Themsánna kanska, at hyggja at skipum og streymi, ella til Billingsgate marknaðin, har grovmæltar konur buðu sína varu fram, ella norður til Hampstead Heiði ella suður til Croydon? William Blake varð føddur tann 28. november 1757 í Broad Street 28. Gøtunavnið er ikki til meira, men staðið sæst enn, á vegamótinum har Marshall Street og Broadwick Street umskarast. James Blake, faðir at skaldinum, var hosier, hann seldi nálir, blondur, silkihosur, spennir og aðra skraddaravaru umframt eitt nú løk og pútuvor. Kona hansara æt Catherine og var fødd Wright. Heimaundirvísing William Blake var eitt viðkvæmt barn, helst eisini eitt sindur av- partaður. Hetta mundi vera grundin til, at foreldrini ikki lótu hann fáa vanligan skúlagang, men heimaundirvísing. Tað verð- ur hildið, at mamman og pápin lærdu hann mál, bókmentir og søgu. Helst hava tey fortalt og sungið fyri honum. Hann kom at kenna bíbliuna væl og virðiliga. Og hann varð førdur inn í skald- skapin hjá Shakespeare, Milton og John Bunyan. Drongurin vísti seg longu blaðungur at hava eitt serligt handalag til at tekna. Hann slapp tí tíggju ára gamal at ganga í tekniskúlanum hjá Henry Parr í The Strand. Hetta var ein strang- ur skúli, har næmingarnir um- framt lýdni lærdu tekning sum hondverk. Teir lærdu at tekna høvd og hendur, føtur og herðar lutvís eftir koparstungum, lutvís eftir gipseftirgerðum av gitnum grikskum ella rómverskum høgg- myndum. Michelangelo og Dürer William Blake gjørdi sær longu tíðliga sína hugsan um, hvat eftir hansara tykki var góð og hvat var vánalig list. Hansara fyrimyndir vóru listamenn sum Rafael og Michelangelo. Ta flamsku listina, sum um hetta mundið var upp á móta, og har høvuðsdenturin var lagdur á litbrigdi og tóna, helt hann lítið um. Tað sum fyri hon- um hevði mest týdning var um- gerðin, linjan, førd uttan drál og við listinlærdum handalag. Ein partur av lívssjónini hjá Michelangelo rein við hann, og hann brúkti alt lívið linjuna til at bera fram eina, likamliga sæð, reysta, næstan heroiska menn- iskjamynd, sum lýsir av tokka til styrkina og vøddaspælið í menn- iskjans likami. Men har Michel- angelo letur menniskjað stíga fram sum sigurharra, er skap- ningurin, sum Blake vísir hann, ofta fallin — ella rættari sagt feldur, av einum vondum skap- ara. Umframt Michelangelo var Heimurin í einum Sandskorni Yrkjarin og listamaðurin William Blake sameindi í sínum persóni átrúnaðarliga og politiska uppreisn. Men samtíðin fataði ikki henda upprunaliga slóðbrótaran. Í dag er hann mest kendi eingilski listamaður úr 18. øld. EITT EITURTRÆ Til mín vin eg vreiði bar: eg segði tað, hon horvin var. Til mín óvin vreiðin brann: eg duldi tað, hon megi fann. Hon drakk vatn úr mínum tárum, nátt og morgun, óttans sárum; hon drakk sól úr følskum kæti, smílum, mjúkum kávalæti. Og hon mentist dag og nátt, óvin mín hon hugtók brátt. Súrepli so bjart hon bar, og hann visti, mítt tað var. Og inn í mín garð seg stjól, náttin norðstjørnuna fjól; morgun kom, eg fegin sá, hann strektur undir trænum lá. »Hin gamli av døgum«. Úr Europe a Prophecy (1794) Sosialurin Nr. 338 - 8. desember 2001 7 eisini Albrect Dürer ein av fyri- myndunum hjá Blake, og aftur her er tað tað klára, fasta strokið, sum hugtekur hann. Av tí týska meistaranum lærdi hann eisini nakað annað. Dürer og Rafael »hava í felag eina djúpa andliga sjón, ella rættari ein visioneran klárleika, sum verður skaptur innan fyri tær strongu og snið- føstu linjurnar í koparstunguni«, skrivar Peter Ackroyd. Av Dürer lærdi Blake at brúka strokið til at bera fram sjón, allegori, ein and- ligan veruleika, sannari og hægri enn tann, sum natúrin vísti. Verdisgris og karminreytt William Blake gekk í tekniskúla í fimm ár. Í 1772 fór hann at læra koparstungulist hjá James Basire, sum helt til í Great Queen Street. Basire undirvísti í tí gamla slagnum av koparrist- ing, sum eisini Dürer hevði íðkað. Næmingarnir lærdu at rista í kopar, ikki við mezzotinto, men við prunkpinni. Linjan verður djúp og strong, varhugin tú fært er reinur og neyvur. Hjá Basire var Blake so heppin at fáa eina óvanliga spennandi og eitt sindur sjáldsama uppgávu. Basire varð biðin um at gera koparstungur av høggmyndum úr eingilskum kirkjum, tær skuldu brúkast til eitt bókaverk um gravminnismerkir í Onglandi. William Blake varð tí biðin um at fara til Westminster Abbey at tekna minnismerkini har av. Um hetta mundið var kvirt og tómt i dómkirkjuni, tá eingin gudstæn- asta var. Í tí oydnu kirkjuni sat William Blake mána eftir mána og ár eftir ár og teknaði. Úr minnismerkjum og høggmyndum talaði søgan, veldið úr tí gotiska bygninginum rein við hann, og hann kundi sita í frið og granska tær bíbilsku myndirnar, sáttmála- arkina og Ararat, tann brennandi tornarunnin, lívsins træ, tað flammandi svørðið. Fyri Blake stóð tann linjurætta gotiska listin, við sínum sym- bolska innihaldi, sum ein mynd av andans heimi, sum hann rópti Jerusalem. Tann barokka kirkjan ímyndaði hinvegin Vala, natúr- ina, ein lægri og grefligari veru- leika. Fyri fólkum við tokka til litir er tann gotiska kirkjan ein ó- tømandi brunnur av vakurleika, her verður eygað leskað av merkiligum og rárum litbrigdum: violettblátt, verdigrisgrønt og karminreytt glógva úr myndun- um í tí fargaða glasinum. Í West- minster Abbey kann Blake hava nomið eitt sindur av tí makaleysu og stórfingnu litkenslu, sum eyðkennir hansara illumineraðu verk. Tann lógvonda heimspekin William Blake fór at yrkja, með- an hann enn var blaðungur. Hansara fyrstu yrkingar tykjast hevdbundnar í sniði, ikki heilt regluligar, men við rímum og stavrímum. Hetta eru m.a. teir tekstir, hann seinni gav út í teimum illumineraðu bókunum Songs of Innocence (1789) og Songs of Experience (1794). Hesar yrkingar siga frá klárum og treystligum uppreistri, móti kapitalsins verksmiðjum, móti kongsríki og hervaldi, móti ein- um samfelag, sum læt óvitar ganga til grundar sum kaminsóp- arar, og sum gjørdi smágentur til horur. Eins og faðir hansara var William Blake runnin úr eini serligari enskari sertrúarmentan, og yrkjarin gjørdi samsvarandi hesum eisini uppreistur móti kirkjuni. Blake hevði ein hug- burð, ið kann lýsast við tí eingilska orðinum antinomian t.e. lógvondur. Menniskjan var eftir hansara tykki heilag, og eitthvørt forboð og einhvør lóg av tí illa. Prestarnir eru í hansara hugaheimi svartklæddir menn, sum ganga runt í kærleikans urtagarði og »binda við tornum mína gleði og girnd«. Henda mótstøðan móti forboð- um og sjálvkúgan ger Blake til ein modernaðan yrkjara, og vit kunnu siga, at evnið í eini yrking sum »A Poison Tree« (Eitt eitur- træ) í roynd og veru er tað, sum Freud kallar Verdrängung, t.e. duld ella krógvan. Yrkingin, sum her er endurgivin í føroyskari týðing, er eitt gott dømi um, at einfeldin hjá Blake kann snýta. Tí hvør, kunnu vit spyrja, er tann »eg«, sum talar í hesi yrking, hvørs dulda vreiði verður til eitt træ, og sum lokkar sín fígginda at eta ta forbodnu fruktina? Og hvør er tað, sum fellur, tá hann hevur etið av kunnskaparins træ? Gnosis Í hesum sambandi kann vera vert at minna á, at tann sjálvlærdi William Blake var ein óvanliga væl lisin maður, og at hann, ávirkaður av m.a. gnosticismuni, svianum Emanuel Swedenborg og mystikaranum Jacob Böhme, hevði gjørt sær sína serligu lívssjón og heimspeki. Tann gnostiska læran er eitt vítt og torgreitt umráði, og ein og hvør roynd at lýsa hana við fáum orðum eigur at vera tikin við fyrivarni. Tá tað er sagt, kann ein kanska loyva sær stutt at siga, at henda læra er runnin úr m.a. undankristnum átrúna, eitt nú Thot-dyrkanini í Egyptalandi og tí persisku læruni hjá Zoroaster. Menniskjan er sambært hesi læru uttan at vita av tí útlagin úr sínum sanna heimi. Endamálið við gnosis (vitan) er at fáa kunn- leika um eins sanna glæsiliga heimland. Heimurin, sum vit kenna hann, er sambært hesi læru skaptur av einum rættvísum, men eisini avmarkandi og blindum gud- dómi, einum vandnum og smá- ligum drotti. Tað er eyðkent fyri William Blake, at hann bæði í sínum skaldskapi og sínum myndum ger uppreistur ímóti hesum gudi. Í tí veldugu myndini The Ancient of Days (Hin gamli av døgum) síggja vit, hvussu hesin máttmikli drottur stígur út úr eini logandi sól og við einum passara málar og avmarkar heimin. Listin hjá William Blake er eitt andsvar ímóti hesi avmarkan. Yrkjarans tekstir, myndir, allur hansara bæði mildi, yndisligi og, so løgið tað kann ljóða, hóvligi persónleiki strála nettup út gnosis, innlit, kunnleikan um eitt ljós handan ella uttan fyri náttúr- una, sum hevði við sær, at hann var førur fyri at síggja »ein heim í einum sandskorni og ein himmal í eini villblómu«. Tann glógvandi bókin James og Catherine Blake áttu fimm børn, sum vuksu til, fýra dreingir og eina gentu. William giftist í 1782 við Catherine, fødd Boucher, dóttur ein urtagarðs- mann í Lambeth, sum kanska var av franskari huguenottaætt. Gentan hevði ongan skúlagang havt, men William átók sær at geva henni undirvísing og lær- dóm. Við tað at heimið hjá Blake so við og við bleiv til eitt slag av listaligum einmansvirki, varð Catherine drigin upp í arbeiðið, sum eitt slag av prentara. Hon var manni sínum ein hollur og trúgvur fylgisneyti. Kanska hev- ur hon viðhvørt havt tað heldur einsligt, tí, sum hon einaferð tók til: »Blake er næstan alla tíðina í himmiríki.« Umframt William hevði bara tann yngsti beiggin Robert ans fyri list og skapan. Tá ið Robert doyði í 1788 av lungabruna, var tað Williami ein hvøkkur og ein smeitur, men eisini á onkran hátt ein ákoyring. Hann fór nú undir at framleiða eitt nýtt slag av prentlist, sum hann rópti ta illumineraðu bókina. Bókin varð framleidd á tann hátt, at fyrst vóru mynd og tekstur skavað ella rist í eina koparplátu. Síðani vóru tær strik- ur og teir partar, sum tilsamans skaptu mynd og tekst, styrkt ella herd við onkrum serligum tilfari, ið helt ímóti sýru. At enda varð øll plátan tærd við sýru, so at tekstur og mynd, tá ið avtornaði, stóðu út úr plátuni sum relieff. Blake legði nú litir á myndirnar og ofta eisini á tekstin. Hann blandaði litirnar við lími, ikki, vatni. Tá ið plátan til seinast varð prentað niður á pappír, var úrslitið eitt prent, ið var tjúkt og ruflut og marglitt, ein illumin- erað bók, eitt sjóndæmt og glæsi- ligt verk, har listamaðurin bæði var skald, teknari, málari, kolor- istur, prentari og heimspekingur. Ein nýggj skapanarsøga Tvey tey glæsiligastu dømini um hetta slagið av list og bókaprenti eru Europe A Prophesy (1794) og The Song of Los (1795). Hesi verk, skapt nakað um somu tíð sum tann franska kollveltingin var endað í blóði og ræðuleikum og Robespierre stovnsetti trúnna á Ta hægstu Veruna, eru sjónliga úrslit av onkrari veldugari sálar- ligari bylting, samstundis sum tey spegla aftur samtíðina, koll- veltingina í Fraklandi, mótrákið í Onglandi, kensluna, sum mong um hetta mundið høvdu, av, at nú leið móti evstu tíðum. Skald- skapurin hjá Blake tykist grund- broyttur, yrkingarnar bera ikki longur upp á rím, ljóðfallið tyk- ist ójavnt, ofta tilvildarligt, tekst- urin er ikki borin uppi av form- ligum ella fagurfrøðiligum systematikki, men av goysandi sjón og ógvisligum myndum og eini bæði døkkari og dramatisk- ari tilgongd. Samstundis skapar yrkjarin ein allegoriskan heim, eina nýggja skapanarsøgu, ið tykist at vilja kappast við ta bíbilsku, og hann doypir sjálvur tær kreftir og teir persónar, sum glímast í hesi orrustu: Los, Urizen, Thel, Orc, Enitharmon. Í skapanarsøguni hjá Blake umboðar Los, ið kann vera eitt epigram av Sol ella Logos, hug- flogið og skapanina. Urizen — ið kann koma av »You Reason« ella »Horizen« — umboðar vitið og intellektið, tað er hann, sum skerjir og avmarkar, byggir upp skipanir og átrúna og vil skapan, kenslum og girnd til lívs. Orc — ið kann koma av »Cor«, hjarta — er uppreistrarandin. Ein eigur kortini altíð at minnast til, at tann ikonografiski heimurin hjá Blake ongantíð er einfaldur ella eintýddur, men samansettur og í støðugum umskifti. Sjónir Keldur og frásagnir úr samtíðini vátta, at William Blake var fram- síggin. Ikki soleiðis at skilja, at hann var ein droymari ella sveimari, ella at hann sá spøk- ilsir. Hann sá alt lívið einglar, andar og sjónir, sum hann tosaði við, yrkti um og avmyndaði. Fýra ára gamal sá hann Gud í vindeyganum í Broad Street. Sjónin hevur neyvan verið lyst- ilig, tí drongurin skar í eitt skríggj. Seinni sá hann ein summarmorgun, millum fólk sum hoyggjaðu á markum uttan fyri London, einglakendar skapningar spáka. Tilkomin sá hann søguligar persónar sum William Wallace og Edward I. Teir steðgaðu á so mikið leingi, at Blake fekk fekk ríslað myndir av teimum, sum nú eru til skjals. Á gamalsaldrinum plagdi Blake at skifta orð við eitt nú John Milton, tann blinda yrkjar- an, sum var hansara mætasta skaldsliga fyrimynd. Blake gjørdi ongan háva burtur úr hesum sjónum. Tær vóru ein partur av hansara gerandisdegi, sum matur og drekka hjá øðrum. Eg havi hug at skoyta uppí, at tá Blake skuldi fara í læru sum koparstingari, fóru faðir og sonur fyrst til ein mann, sum æt Will- iam Wynne Ryland. Útafturkom- nir helt William fyri við pápan: Pápi, mær dámar ikki andlitið á hasum manninum: tað er líkt til, at hann verður hongdur. Ryland kom seinni út í peningaligt óføri, so at hann, illa kroystur, sá seg noyddan at gera falskar vekslar. Hann varð dømdur til deyða og hongdur í Tyborn tann 29. august 1783. Eftirmælið William Blake doyði tann 12. august 1827. Hann var, um tað mundið hann doyði, fátækur, lítið virdur og at kalla ókendur. »Eingin ivi er um«, segði William Wordsworth, »at hesin neyðar maður var svakur, men okkurt er í ørskapinum hjá hesum manni, sum dregur meg meira enn skilið hjá Lord Byron ella Walter Scott!« Við bókini Life of Blake (1863) eftir Alexander Gilchrist fór áhugin fyri tí framskygda skaldinum at vakna. So við og við fóru fleiri verk at koma út, ævisøgur, ritgerðir, útgávur av yrkingum og myndum. Av høvundum, sum hava skrivað minnilig ella slóðbrótandi verk um Blake, havi eg hug at nevna Monu Wilson, Northrop Frye, Kathleen Raine, Peter Ackroyd og G.E. Bentley. Blake-gransk- ingin heldur fram, og helst bíða vit enn eftir tí endaliga, djúpa og víðfevnda verkinum um skaldið. Við ungdómsuppreistrinum seinast í sekstiárunum fekk Blake, saman við eitt nú Her- mann Hesse og Tolkien, ikonisk- an sess í vesturlendskari sið- menning, sum ein einsligur slóð- brótari, undan síni tíð, ein tann dyggasti til at gera vart við kapitalsins og kristindómsins skerjandi ávirkan. Tað mætasta verkið, sum higartil er komið á nøkrum norðurlendskum máli um Blake, er bókin Den kosm- iske smedje — William Blake, liv — digtning — verdensbillede (2000) eftir norska rithøvundin Geir Uthaug. William Blake. Mynd eftir Thomas Phillips. Koparstunga eftir Luigi Schiavonetti C M Y K 25 24