leygardagur 8. desember 2001síða 14
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 238 • leygardagur • 8. desember 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo
Bæði oddaliðini hava
frí, og tí skal hetta
vikuskiftið brúkast til
at finna útav, hvaðani
størstu hóttanirnar til
Fram og TB koma.
Hjá monnunum er SÍ
eitt gott boð, meðan
Mjølnir sær sterkast
út hjá kvinnunum
FLOGBÓLTUR
Emil Lisberg Jacobsen
Í dag verður 8. umfar í
meistaradeildunum
hjá
monnum
og
kvinnum
spælt. Og tað ber longu nú
til at siga, at bæði hjá TB-
kvinnunum og Fram-monn-
unum verður leiðslan á
stigatalvuni onkursvegna
minni aftaná dystirnar í
dag. Tað er nevniliga so-
leiðis, at bæði TB og Fram
hava frívikuskifti, og hetta
er tí eitt gylt høvi hjá hinum
liðunum at taka eitt sindur
inn aftur á oddafiskarnar
báðar.
Týdningarmikið í
Vágunum
Serliga hjá SÍ ræður um at
vinna í dag, og á heimavølli
móti Fleyr skuldi ikki verið
ómøguligt. Higartil í ár
hava sørvingar verið ein
flokk omanfyri Fleyr, og
við einum sigri í dag taka
teir oddasessin aftur frá
Fram, tí teir hava betri
settmun. Fyri Fleyr er hetta
hinvegin ein sera góður
møguleiki at fáa veruligt
samband við oddaliðini
aftur, so munurin ikki verð-
ur alt ov stórur, tá stigini
um eina viku verða koyrd í
helvt. Og teir í Fram fara
ivaleyst eisini at fylgja væl
við og munnu vóna, at
arvafíggindarnir úr Fleyr
fara at gera okkurt við SÍ.
Hin dysturin í meistara-
deildini hjá monnum er
botndystur. ÍF, sum hevur
tapt allar sjey dystirnar
higartil, tekur ímóti Mjølni
á Kambsdali, og hyggja vit
eftir stigatalvuni, er tað
nærliggjandi hjá ÍF at siga
“skal tað verða, so skal tað
verða nú”.
Møguleikin er sjálvandi
har,
men
Mjølnir
vil
neyvan verða einasta liðið,
sum hevur tapt móti ÍF í
grundspælinum, har fugl-
firðingar spæla sín seinasta
dyst í dag.
Hvør skal hótta TB
Eisini hjá kvinnunum hitt-
ast ÍF og Mjølnir á Kambs-
dali í dag. Og hesin dyst
urin er avgerandi fyri, hvør
verður størsta hóttanin hjá
TB.
Tvørágentur eru fremstar
við 12 stigum fyri sjey
dystir, og síðani koma ÍF og
Mjølnir við seks stigum
fyri seks dystir. Við øðrum
orðum er hetta dysturin um
2. pláss. Mjølnir hevur í
seinastuni av álvara fingið
fótin fyri seg, og tær mugu
metast sum favorittar í dag.
Á Giljanesi hava bæði
Dráttur og Fleyr brúk fyri
stigum. Serliga Fleyr liggur
tungt í sjónum, men eisini
Dráttur má royna at fáa
stig. Teirra síðsti sigur kom
móti Mjølni 3. november,
men tað er skjótt langt
síðani.
Tað hoyrir við til søguna,
at Dráttur bara hevur spælt
ein dyst síðani tá, og hann
var enntá móti TB í
Trongisvági, men øll stig
hava týdning, ikki minst nú
kvinnukappingin sær út til
at gerast rættiliga jøvn.
Hondbóltsstøður
1. deild kvinnur
vunnin
tapt
mál-
dystir v - j - t
mál
mál munur
stig
1 VÍF
9
9 - 0 - 0
263
158
105
18
2 Stjørnan 9
8 - 0 - 1
254
187
67
16
3 Neistin 9
6 - 0 - 3
197
175
22
12
4 VB
8
4 - 0 - 4
198
198
0
8
5 Sóljan
9
2 - 0 - 7
185
255
-70
4
6 Kyndil
10
1 - 0 - 9
218
269
-51
2
7 StÍF
8
1 - 0 - 7
133
206
-73
2
1. deild menn
vunnin
tapt
mál-
dystir v - j - t
mál
mál munur
stig
1 VÍF
9
8 - 1 - 0
261
207
54
17
2 Neistin 9
7 - 2 - 0
274
232
42
16
3 H71
10
5 - 1 - 4
270
271
-1
11
4 StÍF
10
3 - 1 - 6
270
271
-1
7
5 Tjaldur 9
2 - 2 - 5
218
246
-28
6
6 KÍF
9
2 - 1 - 6
228
258
-30
5
7 Kyndil
10
2 - 0 - 8
230
266
-36
4
Dystir hetta vikuskiftið
Hondbóltur
1. deild kvinnur
08.12
14.30
Kyndil-VB
Poli/Jústines
09.12
14.30
Neistin–Søljan Kári/Trúgvi
09.12
15.00
Stjørnan-VÍF
Hjalmar/Kristian
1. deild menn
08.12
16.00
Kyndil-KÍF
Poli/Jústines
09.12
16.00
Neistin-H71
Kári/Trúgvi
09.12
16.00
Tjaldur-VÍF
Hannis/Uni
Flogbóltur
Meistaradeild kvinnur
08.12
13.00
ÍF-Mjølnir
Fossánes
08.12
16.00
Dráttur-Fleyr
Fossánes
Meistaradeild menn
08.12
14.00
SÍ-Fleyr
Fram
08.12
15.00
ÍF-Mjølnir
Fram
Flogbóltsstøður
Meistaradeild, kvinnur
vunnin
tapt
sett-
dystir v - t
sett
sett
munur stig
1
TB
7
6 - 1
19
6
13
12
2
Mjølnir
6
3 - 3
12
11
1
6
3
ÍF
5
2 - 3
9
11
-2
4
4
Dráttur
5
2 - 3
9
11
-2
4
5
Fleyr
5
1 - 4
4
14
-10
2
GG: ÍF vann 3-1 móti Fleyr í Havn, men eftir kæru frá Fleyr
hevur Flogbóltssambandið avgjørt, at dysturin skal spælast
av nýggjum. Úrslitið, Fleyr-ÍF 1-3, er tí strikað úr samlaðu
støðuni.
Meistaradeild, menn
vunnin
tapt
sett-
dystir v - t
sett
sett
munur stig
1
Fram
7
6 - 1
19
10
9
12
2
SÍ
6
5 - 1
16
6
10
10
3
Fleyr
6
3 - 3
12
12
0
6
4
Mjølnir
6
2 - 4
11
14
-3
4
5
ÍF
7
0 - 7
5
21
-16
0
Munurin fer at minka
Vinna sørvingar dystin móti Fleyr í dag, fara teir fram við Fram á fyrstaplássinum
Sosialurin skrivaði hós-
dagin um Sóleyð Ísaks-
dóttir Jacobsen, sum
hevur vunnið Miss Ga-
laxy kappingina í Føroy-
um tvær reisur. Sóleyð
vil tó gera vart við, at
uttan stuðlar hevði hon
ikki kunnað luttikið í eini
tílíkari kapping.
Stuðlarnir hjá Sóleyð
eru: Atlantic Airways,
KS Timburhús, Fotobúð-
in í Handilskjarnanum,
Farodane og Flogfelag
Føroya.
-ib
Uttan stuðlar - ongin
kapping
27
8
Sosialurin Nr. 238 - 8. desember 2001
“Og hví so mundi eg/ borg
mína sorla, /og
hørpustreingirnar/slíta og
morla (...)”
Janus Djurhuus 1923
Lívlangt lívsvirði er ikki
lætt at finna. Gjøgnum
lívið uppliva tey flestu
nógvar ymiskar kenslur frá
lívsgleði, lívsótta, lívs-
haturi, lívsvaml til lívs-
megi og lívsvirði. Lívs-
nøktan er ikki tað sama
sum at vera beinleiðis ella
æviga eintur, nøgdur og
væl hýrdur.
Kenslan av lívsnøktan
spríkjur úr vantandi nøkt-
an, men hetta trot er ikki
heilt vanligt, tí vit tosa um
kenslur, so sum sakn og
longsul, og ikki t.d. um, at
einum tørvar ein nýggjan
bil, eina sofu ella okkurt
forkunnugt í jólagávu. Ein
jólagáva kann ikki, kanska
í sera fáum umstøðum,
geva lívinum sjálvum bein-
leiðis meining, tíðini
nøktan og tí einstaka
varandi virði í lívinum.
At sakna okkurt ella
onkran er ikki tað sama
sum, at einum vantar
onkran ella okkurt. Portu-
gisar brúka mangan vakra
orðið saudade, um henda
ógreinaða longsul eftir
onkrum, ið ein ikki heilt
veit hvat er, einum dreymi,
einum staði, heimstaðin-
um, ella onkrum, ið ongan-
tíð var ella hevur verið.
Einum leingist nærum
altíð við øllum vøddum,
hjartanum og sansum,
meðan ein bert vantar
okkurt við kroppinum og
skilinum. Longsulin er ikki
sum ein tørvur, rættaður
eftir onkrum ávísum, men
sveimar um dalar og fjøll.
Longsulin er tó ein partur
av einum, í mongum
førum eru vit tað okkum
leingist eftir. Nógv royna
at skúgva longsulin burtur,
lata sær lynda og renna
gamlar dreymar og
ópassandi longsul á dyr,
men hetta er gestur, ið
herjar á sakleysan mann, á
teg og meg, á øll, og kann
fáa fólk at sorla borg sínar,
leggja lív sítt oyðið. Tað er
sum longsulin mangan er
størri enn vit, sum onkur
ella okkurt innaní okkum
vil sorla og bróta, tí í
hvørjum samanbroti er eitt
frambrot og tí møguleikin
fyri einum gjøgnumbroti
goymt.
Leingist okkum eftir
einum ávísum persóni, so
er tað mangan samveran
og lívið saman við persón-
inum vit tráa eftir, ikki bert
at ávirka henda persón,
men at kunna geva seg
burtur, geva seg til hin, og
geva tað burtur, at ein
vantar okkurt. Tað hevur í
hesum høpi ikki so nógv at
siga, um ein longu er
giftur, er longsulin nóg
stórur og dirvið hartil, so
sigrar longsulin mangan.
Munurin á at vanta
okkurt og at fáa tað einum
leingist eftir og hevur
saknað, er tann, at mangul-
in er ein avmarkað kensla,
so sum t.d. nøgd. Um ein
fær ein djúpan longsul
uppfyltan og okkurt ein
hevur saknað kemur til ein,
so er hetta sera heildar-
kent. Men hvussu vita vit
um nakað ein hevur sakn-
að og fingið er heildar-
kent? Jú, um vit veruliga
kunnu vera okkum sjálvi,
sjálvt um vit hava fingið
tað vit ynsktu. Henda
kensla er so umfatandi, at
ein kann vera til í
heiminum uttan at kenna
seg noyddan, læstan fastan.
Gjørligt er at fáa loyvi at
vera ein sjálvur saman við
øðrum, at kenna
lívsnøktan, at ein veruliga
livir og at tilveran er fylt
við intensiteti.
Longsulin er mangan
longsulin eftir at vera
bjargað til at kunna vera
okkum sjálvi, gjøgnum
onnur. Gjøgnum trúskap
og alsk droyma vit um at
geva okkum burtur, men
bæði saknur og longsul eru
rættað ímóti einari ógrein-
aði heildarhugsan, og tí er
at báðar kenslur mangan
duldar, ivandi, óskilligar
og ósvaraðar av okkum
sjálvum. Bæði saknur,
longsul og tað vit sakna og
leingjast eftir, eru heildar-
kendar kenslur, ið umfata
nærum alt, tí hetta er
samantvinnað við rakstrar-
máttin handan saknin og
longsulin, ið ikki eru ávísir
tørvir, ynski ella vónir,
men sjálv lívstrongdin, ið
er trongdin til lívsnøktan,
lívsútfoldilsi og eitt so
langt orð sum sjálvsveru-
leikagerð. Lívstrongdin er
trongdin til at breiða seg
sjálvan út, royna seg
sjálvan og tilogna sær
heimin. Henda trongd
hevur tveir formar, hin
fyrri er hin virkni og
uppíleggjandi, meðan hin
seinni vil sameina, binda
sjálvan teg saman við
umstøðunum, hinum og
felagsskapinum. Men er
hjartað ikki við, so
hvørvur lívsnøktan og
longsulin tekur við aftur.
Tá byrjar alt av nýggjum.
Eg eiti Janhild Blum. Eg eri
upprunaliga úr Klaksvík, men
havi búð í Ný Sælandi í 11 ár,
fyrst í Wellington í 10 ár, og
síðani í Aucklandi tað seinasta
árið.
Nú eru føroyingar nokk ikki
stórir víndrekkarar, men eg
fari kortini at skriva eitt sindur
um Ný Sælendskt vín, eftir-
sum, at Ný Sæland er eitt so
vínríkt land. Flestir føroyingar
kenna nokk til Marlborough
Chardonnay – eg havi í hvussu
er ofta keypt hetta vínslagið í
Rúsuni í Klaksvík, tá ið eg
havi verið heima og vitjað.
Mong eru vínøkini í Ný Sæ-
landi, millum onnur Gisborne
og Hawkes Bay (á Norður-
oynni), víðagitin fyri Char-
donnay; Marlborough (á
Suðuroynni), kent mest fyri
Savignon Blanc; Martin-
borough, kent fyri Pinot (eitt
slag av reyðvíni, ið er nakað
lættari og ljósari, enn Cabernet
Savignon). Vín verður eisini
framleitt í mongum øðrum
økjum í Ný Sælandi. Summir
víngarðar eru stórir við
risastórari framleiðslu, meðan
aðrir eru mest líkir einum lítl-
um húsum, har lutfalsliga fáar
fløskur verða framleiddar um
árið. Ein víngarður, ið eg vitj-
aði fyri nøkrum árum síðani,
var enntá ein gomul kirkja.
Ný Sælendskt vín er ógvu-
liga væl umtókt, bæði her og
uttanlands. Mangan er vínið so
gott sum útselt, næstan áðrenn
tað verður boðið til almenna
sølu.
Í Martinborough, eitt ógvu-
liga gott vínøki, sum liggur
umleið hálvanannan tíma
norðanfyri Wellington, á
eystursíðuni av norðuroynni,
verður ein árligur Vín og Mat
Festivalur hildin. Tá ið “The
Martinborough Wine & Food
Festival” varð hildin fyri fyrstu
ferð í 1991, vóru Ný
Sælendarar nokk heldur ikki
teir stóru víndrekkarar. Tá tók
tað umleið fimm mánaðir at
selja tey 2500 atgongumerkini,
ið boðin vóru til sølu. Í ár varð
10 ára jubileum hildið, og tað
tók 50 minuttir at selja tey
10.500 atgongumerkini, ið
boðin vóru til sølu. Fólk eru
púra vill eftir at sleppa við. Í
ár vóru maður mín og eg
ímillum tey hepnu, ið sluppu
við.
Festivalurin var ógvuliga
væl lagdur tilrættis. Einir 12-
18 víngarðar luttaka á hvørjum
árið. Festivalurin byrjaði
klokkan 10 um morgunin.
Atgongumerkið skuldi býtast
um við eitt vínglas við “hurð-
ina” og man mátti veksla pen-
ing um til “Frankar”, tann ein-
asti “peningurin”, ið varð góð-
tikin á Festivalinum. Víngarð-
arnir liggja spjaddir á einum
øki, ið er umleið 100 hektarar.
Bussar koyrdu runt alt økið
alla tíðina, so tað lá væl fyri at
vitja fleiri av víngørðunum.
Fólk vóru í góðum hýri, og
mangt skemtiligt fór fram í
bussinum. Tað varð sungið og
skemtað, øll vóru vinarlig og
tosaðu saman. Tað er
sjálvandi altíð onkur, ið hevur
fingið í so nógv uppí høvdið.
“Olé, olé, olé, olé...” sang ein
so hart hann orkaði — tað
ljóðaði ikki heilt ólíkt einum
busstúri norður til Klaksvíkar
aftaná Ólavsøku. Nógvur
góður matur varð eisini at fáa,
millum annað Whitebait (ein
evarska lítil fiskur, ið verður
etin heilur, man er noyddur at
eta einar 500 fyri at verða
mettur!). Á hvørjum víngarði
stóð ein av teimum bestu
matstovunum í Wellington fyri
mati, og kappingin var hørð
um tann besta rættin.
Undirhald var eisini á hvørjum
víngarði, og aftur vóru tað
nakrir av teim best umtóktu
tónleikarunum í landinum,
sum vístu hvat teir dugdu.
Vit smakkaðu nógv ymisk
vínsløg og ótu nógvan
undarligan mat, men eg má tó
viðganga, at tá ið tað leið út á
dagin, og hitin byrjaði at gera
um seg, var tað einari kaldari
Føroya Bjór, ið eg longdist
mest eftir.
Vínsmakking í Ný Sælandi
TELDUBRÆVIÐ
Frá: Janhild Blum, Ný Sæland, janhild@blum.co.nz
Til: turid@sosialurin.fo
Evni: Vikuskifti
Lívsnøktan og longsul
Málbitin
Máltíð
Ikki er óvanligt, at máltíð verður viðfarið sum hvørkikyns-
orð: “eitt gott máltíð”, eyðvitað tí at danska orðið “måltid”
av einihvørji orsøk hevur skift kyn og nú er hvørkikynsorð.
Á føroyskum er orðið máltíð, eins og orðið tíð og orð við -
tíð sum seinna liði, kvennkynsorð. Ein góð máltíð. Hvør
kundi fingið seg til at sagt t.d. “eitt búrmáltíð”!
Ferja
Tó hevur borið rættiliga væl til at fáa undirtøku fyri
orðinum ferja í staðin fyri tað óføroyska “ferga”. Sagt varð
í spurnakapping, at skipið æt “Sundafergan” - tað rætta var
Sundaferjan, og tað at skipið bar hetta navn, gjørdi ivaleyst
sítt til at slóða fyri føroyska orðinum ferja. Vit hava dømi
úr kvæðunum um orðið ferja, og í fornmáli og øllum
norðurlandamálum eitur tað ferja - uttan í donskum, - men
har æt tað eisini “færie” í gomlum døgum. Tað var soleiðis,
at -rg- og -rj- inni í orðum kom at ljóða eins, bert sum eitt
r. Morgen og færie ljóðaðu sum frá leið: [m ? ù « n ] og [f
E ù « ], og av tí kom óvissa í stavsetingina, og orð, sum
søguliga høvdu rj, vórðu skrivað við rg, sum t.d. færge.
Eingi uttan vit føroyingar hava sagt hetta g, sum í royndum
er eitt “huldu-g”, eitt g, sum aldri hevur verið til í donskum
uttan á pappírinum og í vissum lesiframburði. Føroyingar
hava t.d eisini tosað um at “avverga” okkurt fyri at verja
fyri onkrum, og at vera “hergaður” í andliti, og hvørt
mansbarn hoyrir, hvussu rangvørgt tað ljóðar. Og tílíkt orð
er “ferga”. Tann formurin, sum hevur søguliga grund, er
ferja, og hann eigur eisini framtíðina fyri sær.
Sálmur - kongur
Ikki so sjáldan hoyrast orðini sálmur og kongur við veikari
bending í eykaføllum, t.e. “sálma” og “konga”. Hetta man
vera árin frá donskum salme og konge. Orðið sálmur
bendist sálm , sálmi, (sálms), og kongur, kong, kongi,
kongs.Tey sungu ein sálm (ikki “sálma”!). “Tað stendur í
einum sálmi (ikki “sálma”!) eftir Dávid.”
Sandvíkahjalli
Sandvíkahjalli er nýtt staðarnavn. Har sum Tórshavnar
býur hevur ruskbrennistøð í gerð, eitur frá gamlari tíð á
Hjalla, men tað hevur tókst neyðugt at hava eyðkenniligari
navn á hesum stað, sum er so nógv frammi í tíðindum og
almennari umrøðu. Hesin staður er oman fyri Sandvíkar, og
tí er tað komið mest sum av sær sjálvum at knýta hetta
navnið upp í gamla Hjalla-navnið. Men Sandvíkar er
fleirtalsnavn, og í hvørsfalli eitur tað tí Sandvíka. Navnið
er tí rætt stavsett Sandvíkahjalli og ikki “Sandvíkarhjalli”,
sum tað ofta sæst skrivað.
Úr Orðafari, nr. 2, 1987
Kim Simonsen skrivar
C
M
Y
K
26