fríggjadagur 18. desember 2009síða 1
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Rákið – desember '09
18 ára gamla Lív Seyer
Vistrup fór í læru sum
konditari, tí hon elskar
at baka og pynta
cupcakes. Íblástur fær
hon frá japanskari
popmentan, sum hon
og vinkonurnar ganga
so høgt uppí
Lívið hjá Lív Seyer Vistrup er á nógvan
hátt øðrvísi enn hjá vanligum føroysk
um ungdómum. Við íblastri frá japansk
ari popmentan hava hon og vinkon
urnar ein helt serligan áhuga fyri list,
móta, tónleiki, teknirøðum og … køkum!
Ja, tú las rætt, tí ein partur av
elsku liga japanska stílinum er at baka
og pynta romantiskar køkur, sum
hóska til popputta og sera kreativa
tekniseriu og bubligummstílin við
eitt nú flesakjólum, rottuhalum og
knæsokkum.
Lív er ein popput
Smørkrem til cupcakes
Píska helvt um helvt flourmelis og sukur. Lita við fruktfarvu. Fyll
í sprøjtuposa, vel eina vakra túllu og trýst út á køkuna. Tú kanst
eisini blanda tveir ymsir litir í sama posa.
Frískari krem
Píska ein pakka av róma stívan. Píska síðan ½ rómaost við 1 tsk.
av vaniljusukri og 1 spsk. av flourmelis, sum tú vendir saman við
stíva rómanum. Fyll í sprøjtuposa, vel eina vakra túllu og trýst út
á køkuna.
Til ber at bíleggja allar greiðir til at gera cupcakes við á inter
netinum. Lív bíleggur ofta frá professionellum handlum í
Bretlandi, men hon vísir eisini á eina fína danska heimasíðu
www.kagebutikken.dk.
Tá tú pyntar við smørkremi, ”icing”, marcipan og tílíkum,
er best at hava góða útgerð. Til dømis ymsar túllir, smáar
mynsturformar, sprøjtuposar, silokone og jarnformar. Eisini fæst
alt møguligt at prýða við, so sum flótandi fruktfarva, putirlitir
at pensla á, glitur, drúss, perlur og sukurprýði í øllum hugsandi
litum og skapum.
Cupcakes
2 egg
225 g. av smøri/Becel
225 g. av sukri
170 g. av mjøli
2 tsk. av vaniljusukri
2 tsk. av bakipulvuri
Ger soleiðis: Píska egg, smør og
sukur til tað er lætt og luftigt.
Píska tað síðan saman við restini í umleið 2 minuttir.
Skeiða deiggið í formar. Silikonuformar halda forminum væl.
Brúkar tú pappírsformar, er best at seta teir niður í jarnformar
eisini. Baka í 1214 minuttir við 160 stigum.