Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-18, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. desember 2009síða 1

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Rákið – desember '09 cupcake freak – Eg havi altíð elskað at baka og at pynta cupcakes. Tí vildi eg læra til konditara, sigur Lív, sum kom í læru hjá Mylnuni í Havn fyri skjótt einum ári síðani. Lív bæði dugir og dámar væl at tekna. Tí sleppur hon ofta at prýða serligar bíleggingar hjá bakaranum, og tað dámar henni sera væl. Tí, sum hon sigur: – Eg elski at fáa listarligar avbjóð­ ingar av øllum møguligum slag. Ein fyrimynd innan konditarayrkið er amerikanski konditarin Duff Goldmann, sum hevur eina sjónvarpsrøð, har hann bakar og pyntar tær mest fantastisku køkurnar. Privatar verkætlanir Ein stórur partur av frítíðini hjá Lív fer til smáar og stórar verkætlanir, har hon og vinkonurnar gera ymisk kreativ hugskot til veruleika. Millum annað høvdu tær listaframsýning á G!, undir heitinum Pixel. Og í løtuni eru tær mitt í meldrinum í alternativa listaum hvørv­ inum Sirkus í Vágsbotni. Har roknar Lív avgjørt við, at cupcakes fara at verða væl móttiknar, tí tær eru so vakrar, persónligar og øðrvísi. – Næsta verkætlanin verður okkurt við, at eg og ein vinkona fara at seyma okkum kjólar og at baka cupcakes sum hóska til, fortelur Lív. Og vit skunda okkum at gera eina avtalu um at taka myndir av teimum, tá tær eru lidnar. – Men tann størsta verkætlanin, sum eisini er ein av mínum størstu dreymum, er at lata ein cupcake handil upp onkrastaðni. Tað hevði verið ordiliga kul, sigur Lív og bjóðar okkum burtur av køkunum, sum hon hevur bakað í morgun. Og jú, vit eru samd um, at tær smakka heilt forferdiliga væl! Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Myndir: Jens Kristian Vang Lív varð smurd hjá The Body Shop