fríggjadagur 18. desember 2009síða 1
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Rákið – desember '09
– Eg havi verið róptur bæði
junkie, satanistur, tapari og
alt møguligt annað. Men
eg leggi onki í tað, tí tey
sum kenna meg vita betri,
sigur forsangarin í Sic,
Mikkjal G. Hansen. Hann og
Rannvá Simonsen eiga
tvey deilig børn og liva ein
púra vanligan gerandisdag
– men tey eru eisini nakrir
ordans rockarar!
– Børnini skulu altíð hava oyrabúffar á,
tá tey eru við til festivalar. Annars
sleppa tey ikki við.
25 ára gamla Rannvá Simonsen peik
ar yvir á myrkt violetta veggin, sum er
prýddur við elgittarum, bassum, fløgum
og so tveimum feitum oyrabúffum til
børn – einum bláum til 5 ára gamla
Bartal og einum reyðum til 3 ára gomlu
Røskvu.
– Røskva var fyrstu ferð á Mjús, tá
hon var bert tríggjar vikur gomul. Og
tað riggaði fínt, forklárar Rannvá, ið
starvast sum sjúkrarøktarfrøðingur á
Føðideildini, eftir at hon varð útlærd
fyrr í ár.
Men í frítíðini eru hon og sjeikurin, 27
ára gamli Mikkjal G. Hansen, forsangari í
Sic, nakrir ordans rockarir, sum tey sjálvi
kalla seg.
Ikki av tí kriminella slagnum við rygg
merki, men av tí góða, gamla slagnum,
sum millum annað dyrkar rockmusikk,
tatoveringar, vilt hár og leðurjakkar.
Drønfrá rock
Eins og so mong onnur hava Rannvá og
Mikkjal góðan tónleik í felag. Men tað
er ikki altíð við mýkindum, tá tey skrúva
frá.
– Vit hava altíð tónleik frá, tá vit
eru heima. Eisini hart frá viðhvørt. Og
børnini elska tað. Tey duga nógvar
sangir og kunnu altíð royna seg við
onkrum av mongu ljóðførunum haryviri,
sigur Mikkjal og peikar yvir móti hillini,
har ymisk ljóðføri liggja klár til børnini
at flippa út við.
Hann og Rannvá komu saman í einum
balli fyri eini 10 árum síðani. Í dag
búgva tey í kjallaraíbúðini hjá foreldrum
hennara í Havn.
Hóast her er nakað trongt, nú tey
hava tvey børn, eru tey glað fyri at
kunna búgva her.
– Vit eru 8 fólk í húsi. So her er
altíð ein barnagenta – bæði til okkara
børn og smáu systkin míni, sum búgva
við mammu og teimum í erva, sigur
Rannvá.
Av tí at Mikkjal ofta er burtur á
konsertferð við Sic, hava tey brúk fyri
barnagentu, tá Rannvá hevur kvøldvakt
á Føðideildini.
Og soleiðis eru tey sum so nógvir
aðrir vanligir føroyingar, sum royna at
fáa gerandisdagin at hanga saman við
arbeiði og frítíð.
Illtonktur sum barnatjóvur
Men munurin á teimum báðum og
flestu øðrum føroyingum er, at tey
síggja rættiliga vill út, tá hugsað verður
um, at tey í roynd og veru eru ein vanlig
barnafamilja.
– Mínar royndir siga mær, at gomul
fólk ofta eru nógv meira tolsom enn
onnur. Kanska kemst tað av, at tey
hava sæð og upplivað so nógv svakt
gjøgnum lívið, at ein piercing til ella
frá ger ongan mun, sigur Mikkjal, sum
hevur verið fyri einari rúgvu av løgnum
hendingum, tí hann sær út, sum hann
ger: við síðum, rastanum dreadlocks,
rakaðum vangum, piercingum her og
der, og fult av tatoveringum.
Hann fortelur um eina hending
uppi í SMS, har hann kom trillandi við
børnunum. Á bonkinum sótu tvær eldri
konur. Onnur lýttar í oyrað á hinari:
Hasin maðurin hevur heilt sikkurt stolið
hasi bæði børnini. Hon visti bara ikki, at
tað ommu Mikkjal hon lýttaði til!
– Ja, eg havi verið róptur bæði junkie,
satanistur, tapari og alt møguligt
annað. Men eg leggi onki í tað, tí tey,
sum kenna meg vita betri, sigur hann og
leggur afturat: Those who matter don’t
mind and those who mind don’t matter!
Piercingar á føðideildini
Og Mikkjal lítur yvir á unnustuna, sum
eisini sær nokkso vill út. Við knallreyð
um síðum hári, piercingum í andlitinum
og fleiri tatoveringum á kroppinum.
– Í fyrstanni, tá eg lærdi til sjúkra
systir, royndi eg at vera meira vanlig.
Men hetta er ein partur av mær, og
eg tími ikki at krógva tað longur,
sigur Rannvá, ið sum sagt starvast á
Føðideildini á Landssjúkrahúsinum.
– Eg veit, at mín útsjónd ávirkar
ikki mína professionalismu, og eg
havi ongantíð fingið viðmerkingar frá
sjúklingunum. Bara okkurt fittligt prik
frá onkrum starvsfelaga, sigur hon og
undirstrikar, at smúkkur í andlitinum á
ongan hátt ávirka reinførið í starvinum.
– Nei, eg kann ikki leggja meg sjálva
eftir heima, tá eg fari til arbeiðis,
stað festir Rannvá, sum í løtuni
tekur tvær eftirútbúgvingar – onnur
sum ammuráðgevi og hin innan
neonataløkið.
– Rannvá hevur verið ófør. Hon fekk
bæði børnini, meðan hon las, sigur
Mikkjal og smílist til Rannvá.
Sjálvur roynir hann at liva av tónleik
inum, men arbeiðir eisini við ymsum
fyri fallandi.
Men tey bæði hava eisini dreymar
saman. Til dømis um at flyta til Lund í
Svøríki, har Rannvá kundi hugsað sær at
lært til ljósmóðir.
Garrvillir gubbar
Men børnini hjá Rannvá og Mikkjal
síggja ikki øðrvísi út.
– Nei, vit ynskja ikki, at tey skulu
skilja seg ov nógv út frá hinum. Børn
vilja gjarna vera líka sum hini, og um
tey vilja hava ein ávísan stíl, kunnu
tey sjálvi velja tað, tá tey gerast eldri,
greiðir Rannvá frá.
Eisini vinfólkini hjá teimum báðum
eru rockaratypur. Og av tí, at har eru
ikki so nógv onnur børn í vinabólkinum,
møta tey altíð mansterk upp í
barnaføðingardag heima hjá Mikkjal og
Ránnvá.
– Tey elska at koma í føðingardag til
kaffi og køku. Og gubbarnir síggja minst
líka villir út sum eg, sigur Mikkjal og
flennir.
Vandaleys metalheads
Tey bæði fara ofta á rock og metal
festivalar saman. Til tiltøk í Føroyum
hava tey børnini við, men ikki til stóru
festivalarnir niðri í Europa. Til dømis
Roskilde og á risastóra metalfestivalin í
Wacken í Týsklandi, har eini 70.000
metalheads úr øllum heiminum hittast
eina ferð árliga. Harav eisini fleiri
føroyingar.
Hóast hetta ljóðar rættiliga svakt,
forklárar Mikkjal, at hesar typurnar eru
nøkur sonn friðardýr.
Sambært honum er tað so nógv
vandamiklari at vera á Roskilde enn á
Wacken, tí á Roskilde kanst tú uppliva
harðskap ella at tjaldið verður sprett
upp og alt innaní verður stolið. Men
fert tú frá einari fartelefon á Wacken,
kanst tú vera vís í, at hon liggur har, tá
tú kemur aftur.
– Metalheads eru eitt sera stolt
fólkaslag. Vit ganga høgt upp í æru og
respekt, og vilja ikki seta okkum sjálvi
so lágt sum at stjæla ella gera øðrum
mein, sigur Mikkjal, sum ikki altíð sjálvur
hevur verið av Guds bestu børnum.
– Eg havi ikki altíð verið so friðarligur
sum nú. Í ungu árunum var tað bert
hepni sum gjørdi, at eg ikki endaði í
brummuni, sigur Mikkjal, sum seinastu
3 árini ikki hevur smakkað rúsdrekka.
Illtonktur fyri at hava
stolið síni egnu børn!