fríggjadagur 18. desember 2009síða 1
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Rákið – desember '09
Sum sagt hava Mikkjal og Rannvá
fleiri piercingar og tatoveringar. Og tey
vilja gjarna hava fleiri.
Eru tey ikki bangin fyri, at fáa ljót arr,
tá tey gerast eldri og kanska hava hug
at skifta stíl?
– Nei, als ikki. Vit broytast neyvan so
nógv. Og fáa vit nøkur smá arr, vekja
tey bert góð minni um ein stuttligan
ungdóm við nógvum góðum upplivinum,
siga tey bæði.
Tolnar mammur
Men hvussu hava foreldrini tikið tað, at
Mikkjal og Rannvá síggja øðrvísi út?
– Uttan at spyrja mammu litaði eg
hárið grønt, tá eg var 12 ár. Tá var
mamma vónbrotin. Ikki tí eg hevði litað
hárið, men tí eg ikki hevði spurt hana
fyrst, fortelur Rannvá. Men tá hon var
14 ár, fekk hon sína fyrstu piercing eftir
avtalu við mammuna.
– Mamma hevur altíð stuðlað mær.
Tá eg var ung, vildi hon hava, at eg var
opin og erlig móti henni. So vísti hon
mær álit og eg virdi mørkini, sum hon
setti.
Tað var eitt sindur øðrvísi við Mikkjal,
sum var nakað villari enn Rannvá í ungu
døgunum.
– Eg skikkaði mær illa og havi altíð
verið ein øgiligur provokatørur, sigur
hann. Og hann forklárar, at 90’ini vóru
onki stuttlig at vera teenagari í, og at
teir runnu í hølunum á ”grønjakkunum”.
Tí tók tað nógv ár hjá mammu hans
ara at venja seg við, at Mikkjal var, sum
hann var.
Men í dag verjir mamman hann altíð.
– Mikkjal er ikki so villur innan sum
uttan, sigur mamma viðhvørt. Og
Rannvá skoytir uppí:
– Tá fólk læra hann at kenna, siga
tey: Mikkjal, tú ert ordiliga friðarligur og
fittur. Slett ikki so villur, sum tú sært út
at vera!
Men tað er kanska ikki so løgið, at
fyrsta fatanin er eitt sindur skeiklað,
heldur Mikkjal, ið sum tónleikari hevur
gjørt nógv púra svakt á pallinum. Og
hann heldur, at fólk kanska hava ilt
við at skilja millum pallframførslur og
gerandisdag.
– Á pallinum er tað bara show. Tað
mugu fólk skilja. Eg havi staðið nakin
og sløkt siggarettir í skallan á mær
sjálvum á pallinum. So tað er kanska
ikki so løgið, at fólk halda meg vera
ein lallandi psykopat, sigur Mikkjal og
flennir.
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
– Vit hava altíð rocktónleik frá,
tá vit eru heima. Eisini hart frá
viðhvørt. Børnini elska tað og
spæla gjarna við á barnaljóðførum,
fortelja tey bæði Mikkjal G. Hansen,
forsangari í SIC, og Rannvá
Simonsen, sjúkrarøktarfrøðingur á
Føðideildini á Landssjúkrahúsinum
Mynd: Jens Kristian Vang