fríggjadagur 18. desember 2009síða 1
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Rákið – desember '09
Tað er ikki bara sum at siga
tað at hava børn og hund í
sama húski. Tað krevur
bæði tíð, orku, pengar og
eina sterka ábyrgdarkenslu
mótvegis livandi skapning
um. Lene Kattrup, djóra
lækni, gevur góð ráð um
børn og hundar
Eftir Rigmor Dam
Børn, sum vøsa, og hundar, sum glepsa.
Hetta kann vera ein vandamikil
samanseting. Vit kenna helst øll
støðuna, har børn og hundar ikki hóska
saman. Har hundurin og børnini ikki
vita, hvør ræður í húsinum, og har
hundurin hevur ikki virðing fyri húsfólki
og gestum.
Lene Kattrup, djóralækni, sigur, at
foreldrini hava í stóran mun ávirkan á,
hvussu sambandið er millum børn og
hund. Sjálvandi eru hundasløg, sum eru
meira barnavinarlig enn onnur, men sum
heild er tað upp til foreldrini, hvussu
Børn o
Astrid MacDonald
alias Ulladukkan
Vit eiga ein hamstara.
Ella tað vil siga, yngri
sonurin hjá mær eigur ein
hamstara. Eg vildi fegin
sloppið undan at átt ein
hamstara. Men eri noydd - av tí at sonurin býr hjá mær.
Eg eri sameigari. Sikkin ein elendigheit, spyrt tú meg. Ein
plastikkassi við hoyggi og einum hjóli, hamstarin melur
runt í. Tað er tað einasta, hamstarin - sum eitur Natasha
eftir henni sjálvari, sum sang, at hon vildi hava Danmark
tilbage - sála, sukk - ger. Also, tá hann ikki svevur. Segði
nakar meiningsloysi. Totalt meningsloysi. Búrið stendur
bara har, og djórið verður so dánt hildið á lívi. Har hendir
ikki stórt meira í tilveruni hjá einum búrhamstara. Tað
skuldi verið forboðið. Eg føli meg kriminella. Fái ringa
samvitsku hvørja ferð eg gangi framvið búrinum. Og tað
geri eg ofta. Einar 50 ferðir um dagin rokni eg við. So tit
kunnu ætla, hvussu ringa samvitsku, eg havi.
Pína í lívinum
Vit eru ikki heilt í ordan, vit menniskju. Billa okkum inn,
at tað er eitt slag av nærleika við náttúruna at hava
hamstara. Men har fara vit skeiv. Tað er júst eitt gott
dømi um, hvussu langt burtur frá náttúruni, vit eru.
Natasha býr í einum reyð-blá-gul-grønum plastikk-kassa
og hevur ongan at snakka við. Hon kundi runnið runt í
Andesfjøllunum og stuttleika sær í staðin. Tað má vera
stuttligari enn at renna sum ein onnur Duracell-kanin í
hasum hjólinum. Eg havi Weltsmerz, lívspínu, hennara
vegna. Veit væl, at tað ikki eru tær stóru spekulatiónir,
ein lítil hissini hamstari gongur runt við, men allíkavæl.
Gev bara upp hamstari
Sonurin er nokkso góður við hamstaran. Men nú er tað
bara í periodum. Tekur hann upp og heldur hann vera
forferdiliga fittan. Tað er hann eisini, hamstarin. Men ein
hamstari er eisini eitt djór, sum ikki krevur nakað. Tí
blívur tað keðiligt. Hann gongur og gongur og virkar.....
apatiskur. Hetta er mín
tulking sjálv andi. Hamstarin
er sikkurt líkaglaður. Sær
bara út til at leita eftir
eydnuni uttan at finna hana.
Og løgið er tað, at hann
instinktivt hamstrar, also
letur eina rúgvu av mati
(nøtir, frukt, grønt,
poppkorn) inn í
kjálkarnar og leitar
sær eftir einum
spísi kamari, har tað
kann koyrast úr
aftur kjálkunum
og liggja í frið.
Løgið, tí
hann hevur jú ongan at kappast við! Har er einki at vera
bangin fyri, Natasha. Sorry, men so er. Tú kanst akra tað
sama geva upp.
Natasha livir enn
Tað góða við einum hamstara er, at hann livir allar hægst
4 ár. Og tað eru minst tvey eitt hálvt ár síðan vit keyptu
hann. So vit nærkast endanum. Og eg skal aldrin, aldrin
hava eitt djór í einum búri aftur. Fyri 18 árum síðan
høvdu vit tvær dvørgfinkur – tí vit feilaktutt hildu, at tað
fór at vera stuttligt hjá eldra soninum. Fittligir á at líta,
men tær ýldu og skríggjaðu sum stungnir grísar allan
dagin langan. Tað summi kalla fuglasong bara við einum
esjandi klangi av hysteri – ikki til at halda út yvirhøvur.
Fuglar í búri halda opinbart, at tað er nátt, um man
blakar eitt teppi á búrið – og so tiga teir. So hesar
neyðars finkur høvdu eina langa nátt, ta tíðina tað tók at
sleppa av við tær. Fuglar í búri! Tað er beinleiðis ónt.
Haha, tú ert ein fuglur, sum eigur at brúka tínar veingir
at flúgva við, so vit sperra teg inni í einum trongum
kassa. Har er okkurt, vit hava misskilt. Gott, vit sluppu av
við teir. So kann onkur annar hava ringa samvitsku.
Eiturkoppar undir songini
Eg havi tað fínt við eiturkoppum og flugum inni. Flug-
urnar fáa eitt klask við flugusmekkaranum og eitur-
kopparnir sleppa at renna inn undir songina aftur, eru
teir stórir, taki eg teir og sleppi teimum útum. Mær dám-
ar nokkso væl eiturkoppar, faktisk. Haldi, teir eru fittir.
Klorin og kettulortur
Eg eri ikki djóravinur uppá tann mátan, at eg vil hava tey
inni. Ein ketta, sum ger tað hon skal úti, gongur akra
ann. Men ikki ein ketta, sum ger tað hon skal, inni. Hon
er ikki vælkomin. Og tað gera tær í fyrstani, tær eg havi
havt í øllum førum. Einki, einki er so ólekk urt sum ein
heitur kettulortur í dýnuni. Ella aftanfyri stereoannleggið
í øllum leidningunum. Tá ringir man til sína vinkonu Døgg
og spyr um tað ikki var hon, sum vildi hava eina kettu.
Tað vildi hon - sama dag sum hatta við leidningunum.
Pheeew. Brúkti tveir tímar og ein hálvan litur av Klorin.
Sonurin trúði mær, tá eg segði, at
kettan var horvin. Har var einki
annað at gera, frúan hevði mist
tolið. Og eg hevði ikki meira
Klorin heldur.
Skjótt er tað yvirstaðið
Um hálvtannað ár ella so er tað
slutt. Og Natasha hevur eisini
fingið frið. Dakkalin. Má fara
at geva henni nakrar nøtir,
so hon verður mint á, at
hon er ein hamstari.
Djór eru eisini
menniskju